leygardagur 8. august 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
R An
KI Ut
AKSE
Teir munnu halda at tað er stuttligt at baksast á sjónum:
Teir noyðast at keypa fisk
hóast 1.000 tons leypa av
--Tað er logið, at
nakrir bátar skul-
u noyðast at
keypa munandi
kvotu undir Ís-
landi frá øðrum,
hóast 1.000 tons
av Íslandskvotuni
lupu av í fjór
AK! BERTHOLDSEN
Teir føroyskir bátar, sum
hava hug at fara undir Is-
lands at fiska, skulu sleppa
avstað, uttan at noyðast at
keypa kvotu frá ødrum
føroyskum bátum, sum ikki
brúka Íslandskvotuna
Tað heldur Hendrik Old,
løgtingsmadur, sum finst at
mátanum, soleiðis sum
landsstýrið umsitur kvot-
una, vit fáa frá íslending
um
Í Tinginu hevur Henrik
Old nú reist ein skrivligan
fyrispurning til John Pet-
ersen, fiskimálaráðharra um
umsitingina av Íslandskvot-
una
Hendrik Old hevur fleiri
punkt at finnast at.
Fáa ikki líka
Hendrik Old vil m.a. hava
at vita frá landsstýrismann-
inum, hví summir bátar fáa
eina kvotu uppá 260 tons
Hendrik Old vil hava
at vita frá John Pet-
ersen, hví summir
noyðast at keypa
kvotu fyri at sleppa
til Íslands, hóast ikki
øll islandskvotan
verður fiskað. Hann
spyr eisini um tað
passar, at bátar
framhaldandi fáa
íslandsloyvi, hóast
teir ikki hava brúkt
tað í fleiri ár
Nr. 147 — 8. AUGUST 1998
undir Íslandi, men aðrir
bara fáa 130 tons.
— Eg vil hava at vita, hví
landsstýrið bara vil geva
summum bátum hálva ís-
landskvotu, meðan aðrir fáa
heila kvotu, hóast allir ann-
ars hava líka nógvar fiski-
dagar undir Føroyum, sigur
Henrik Old
Noyðast at keypa
Henrik Old finst eisini at,
at teir, sum hætta sær undir
Ísland at baksast við snell-
uni í stóran mun skulu
noyðast at keypa kvotu frá
ødrum bátum, sum ikki
brúka íslandsloyvi.
Serliga finst hann at hes-
um, tí í fjør lupu eini 1.000
tons av føroysku islands-
kvotuni av.
— Ikki minst kennist hetta
órímiligt, tå ið vit hugsað
nakað um, at vit í mong ár
hava fingið kvotu frá íslandi
fyri einki, uttan at lata nak-
að afturfyri.
Hendrik Old vísir á, at
honum er komið fyri oyrað,
at bátar framvegis hava ís-
landskvotu, hóast teir ikki
hava brúkt hana í fýra-
fimm ár.
— Talan eru um bátar, sum
ikki brúka kvotuna, sum
ikki ætla sær at brúka kvot-
una, og sum ikki eru út-
gjørðir til at brúika kvotuna
—Istadin liggja teir omanå
einari henni, so at aðrir
noyðast at keypa - hóast eini
1.000 tons, sum sagt, lupu
av undir Íslandi í fjør.
— Tys, at tann fiskin, sum
føroyingar fáa ókeypis frá
íslendingum, sleppa nakrir
føroyingar at brúka sum
handilsvøru, hóast fiskur
loypir av.
Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum man halda
tað verða ggiliga stuttligt at
fara undir Íslands við snellu,
tá ið hann krevur, at bátarnir
skulu noyðast at keypa sær
kvotu, sum annars ikki
verður brúkt og hóast eini
1.000 ikki verða brúkt.
Hann heldur, at tað er
hættisligt ikki at brúka kvot-
una, tí leypir kvota av ár
um ár, kann tað eggja ís-
lendingum til at minka han-
a, táið vit ikki brúka hana
kortini.
— Somuleidis kann tað
henda, at íslendingar sjálvir
finna uppá at selja okkum
kvotuna, tá ið vit kortini
brúka han sum handilsvøru.
Skulu fáa ókeypis
Hendrik Old spyr landsstýr-
ismannin, um hann kann
vátta, at skip hava fingið
islandsloyvi í år, sjålvt um
tey ikki hava roynt undir
Islandi seinastu 4-5 årini
Somuleidis spyr Henrik
Old um ikki landsstyris-
maðurin kann bera so i
bandi, at skip, sum hava hug
at fara undir Ísland skulu
sleppa, uttan at noyðast at
keypa kvotu frá teimum,
sum hava fingið íslands-
loyvi, men sum ikki hava
hug at brúka tað.s
Vilji er til at bjarga djúpvatnstrolarunum
Kreppan hjá
djúpvatnstrolar-
unum verður við-
gjørt í samgong-
uni, men hvat úr-
slitið verður, er
enn óvist
ÁKI BERTHOLDSEN
— Tað er vilji í tinginum til
at bjarga djúpvatnstrolaru-
num
— Arbeitt verður eisini við
ymsum møguleikum
— Men hver loysin verð-
ikki at siga
av ting »nnunum
I sum
t rakt, um djúp-
øKjum
»KKin
suðuroyarting
1er eru
maðurin Hergeir Nielsen g
vágating maðurin Jørgin
Niclasen
Vit hava spurt teir bådar
tingmenninar hvørja stødu
teir hava til trupulleikarnar
hjá djúpvatnstrolarunum
Sum greitt frå í Sc
mum í gjár, eru djúpvatns
trolararnir í stórum vanda
fyri at fara á heysin, nú teir
hava mist iløgustudulin
Fara teir, ræuka eini 400
arbeiðspláss á skipunum o
á flakavirkjunum
Samstundis hevur John
stål
á
Niels Pauli er ein av djúpvatnstrolarunum sum hava avgerðandi tydning fyri lokal-
samfelagið i Suðuroynni
Petersen, fiskimálaráðharri
gjørt púra greitt, at allur
rakstrarstuðul til fiskiflotan,
er tikin av, og verður ikki
settur í gildi aftur. Og her
uppi í er íløgustuðulin
Verður viðgjert
Báði Hergeir Nielsen o,
Jørgin Niclasen siga, at
trupulleikin hjá djúpvatns-
trolarunum verður vidgjørd
ur í samgonguni
Men hvat úrslitið verður.
vita teir ikki
Báðir eru teir tó samdur
um, at tað ber ikki til at liva
við tí politiskt, um djúp
vatnstrolararnir fara á heys
in
Hergeir Nielsen sigur, at
hann reisti spurningin í um-
røduni av Olavsøkurøduni,
men hann fekk onki svar.
Tað er klárt, at fara
djúpvatnstrolararnir verður
fullkomiligt vinnuloysi m.a
í Suðuroynni.
Hergeir Nielsen sigur, at
tað er vilji í tinginum at
varðveita trolararnar, tí fara
teir, fer tað at raka ávís oki
í landinum meint.
— Og tað ber ikki til at
liva við, politiskt.
Men, hvussu langi hesin
viljin røkkur veit Hergeir
Nielsen ikki at siga.
— Vit fara at royna tað, vit
kunnu.
Og hver loysnin verður,
vil hann ikki siga nakað um,
í hann heldur, at tað vildi
verið skeivt at sagt nakað
um tað, fyrrenn samgongan
hevur tosað saman.
Enn er ongin nidurstøda
gjørd og løgtingsmaðurin úr
Suðuroynni kann heldur
ikki veita trygd fyri, at sam-
gongan kemur til eitt úrslit,
ella, hvussu tann góði, pol-
itiski viljin fer at koma til
sjóndar.
Hvussu hart er tú, sum
samgongumaður, til reiðar
at seta málið upp?
— Nei, tað fari eg ikki at
taka nakra ógvuliga avgerð
um longu nú. Málið má
mýkjast og viðgerðast fyrst
fyri at vita, um tað ikki kann
loysast í sátt og semju. Tað
er útgangsstøðið, sigur suð-
uroyartingmaðurin.
Skulu hava livilikindi
Jørgin Niclasen sigur, at
hansara stóða er, at hasin
parturin av flotanum skal
hava livilikindi
Og tað ber til at geva
teimum livilikindi uttan at
geva teimum íløgustuðul.
Hann sigur, at fiskimåla-
ráðharrin, og teir, sum varða
av djúpvatnstrolarunum
hava vidgjørt støðuna sam-
an. Og hann hevur skilt, at
teir eru komnir fram til eina
loysn, sum kann brúkast.
Jørgin Niclasen sigur, at
tað, sum liggur í kortunum,
er, at fiskimálaráðharrin ar-
beiðir við eini ætlan um at
geva djúpvatnstrolarunum
eina botnfiskakvotu.
— Fáa teir eina kvotu, hev-
ur hon eitt virði. Nú skal tað
m.a. viðgerast, hvussu stór,
kvotan verður. Men ætlanin
er ikki, at teir skulu innaftur
á grynri vatn at royna.
Fer tað ikki at ókja trýstið
á toska- og hýsustovnin enn
meiri?
--Tað er ikki vist. Tað
veldst um, hvar teir fiska.
— Tað kemur ikki at økja
trýstið á landleiðina um teir
fiska uttarliga
— I øllum fórum kann sig-
ast, at politiskt kann eg ikki
liva við, at djúpvatnstrol-
ararnir fara á heysin.
— Nú vil eg fyrst síggja,
hverja loysn partarnir koma
til. Og er tað ikki nóg mik-
ið, er stødan ein onnur, og
má takast upp til ta tíð, sigur
løgtingsmadurin úr Vágum
Beint fyri valið vart tú
við til at leggja uppskot fyri
tingið um at lata ílógustuð-
ulin halda fram. Er tú ikki
sinnaður at taka tað upp-
aftur
Tá var tað tann einasta
loysnin, sum var í eygsjón
— Tað er tað ikki longur
og lat okkum síggja, hvor
loysnin verður.
Men kanst tú tryggja
djúpvatnstrolarunum eina
framtíð?
-Nú vil eg fegin síggja.
hvussu loysnin sær út. Og
tað, sum eg havi sagt er, at
eg vil ikki vera við til at
avhøvdad handan flotan, t
hann fiskar fisk, sum ongin
annars fiskar, sigur Jørgin
Niclasen.