Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. august 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 157 — 22. AUGUST 1998 tíðindablaðið SOS — Ringið og spyrjið Høgna Hoydal um sjálvstýrismál Sosialurin skipar í morgin fyri beinleiðis telefonpráti við lesarar, ið fáa høvi at seta Høgna Hoydal, landsstýrismanni í sjálvstýrismálum spurn- ingar um fullveldisuppskotið EIRIKUR LINDENSKOV Sosialurin fer í morgin und- ir eitt nýtt tiltak, sum hesa- ferð verður nevnt >Telefon til Høgna Hoydal«. Endamálið við hesum til- taki er at fáa lesarar blaðsins meira aktivar í kjakinum. Vit hava valt at byrja við uppskotinum hjá landsstýr- inum um føroyskt fullveldi, tí hetta uttan iva er størsta politiska málið í nýggjari tíð. Síðani vit fingu politiskt floksbýti á tingi í 1906 hava júst viðurskiftini millum Danmark og Føroyar verið eitt heitt politiskt stríðsmál. Flestu politisku flokkarnir hava eisini sín uppruna í hesum stríð, eitt nú Sam- bandsflokkurin, Sjálvstýris- flokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. I 1946 var fólkaatkvgða um, hvørt vit skuldu loysa frå Danmark ella ikki. Ur- slitið av hesi fólkaatkvgðu kenna vit, og fingu vit ístað- in heimastýrislógina, sum fyrr í ár kundi hátíðarhalda sín 50 ára fødingardag, hó- ast politisku flokkarnir ikki ynsktu at gera stórvegis burtur úr hesum. Tjóðveldisflokkurin hev- ur síðani 1946 hidlið fast um, at fólkaakvgðan, har meiriluti var fyri loysing, skuldi fremjast í verki, men higartil hava teir ikki vunn- ið meiriluta fyri hesum, hvgrki á tingi ella millum fólkið. Við valið hesaferð vann Tjóðveldisflokkurin = við Høgna Hoydal á odda stór- sigur. Nú varð ikki tosað um loysing her og nú, men um eina >skipaða loysing<. Høgni Hoydal hevur nú í hálvan fjórða mánað sitið í nýggja landsstýrissessinum, nevndur landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, og hann hevur nú snikkað eitt upp- skot til, sum skal heimila landsstýrinum at taka upp samráðingar við donsku Sig tína hugsan! Sigið tykkara hugsan um sjálvstýrismálið í Sosialinum. Til ber at senda okkum fax: 314720, senda okkum teldupost: post sosialurin.fo ella við at senda okkum tilfar á teldudiskli. Postadressa okkara er: Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn stjórnina. Uppskotið er so- ljóðandi: Uppskot til samtyktar Løgtingid tekur undir við, at landsstýrið fer undir at fyrireika og taka upp samráðingar við rík- isstjørnina um ein síná- millum sáttmála millum Føroyar og Danmark so- leiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi. Sáttmálin skal áseta karmarnar fyri samstarvinum millum londini frameftir. Løgtingid skal við ødrum orðum týsdagin undir at viðgera møguligu byrjanina til føroyskt sjálvsstýri, full- veldi, lýðveldi - ella kanska til loysingina. Tað er eyðsæð, at allir før- oyingar hava sína hugsan um hetta mál - og vit her á blaðnum vilja gera okkara til, at meinigi borgarin eisini kemur til orðanna. Høgni Hoydal helt hetta eisini vera eitt frálíkt høvi hjá honum at hoyra, hvat fólkið heldur um ætlanirnar. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum verður at hitta í telefonini á Sosiali- num millum klokkan 17 og 19 í morgin, sunnudagin. Fólk, ið hava hug at seta Høgna Hoydal spurningar, eru vælkomin at ringja til Sosialin: telefon 311820 Er Høgni upptikin, ringja vit uppaftur. Tad ber eisini til at faksa honum spurningarnar fax 314728 ella at senda teir sum e-post. E-postadressan til spurning- arnar er hendan: hoydal&sosialurin.fo Til ber at spyrja Høgna Hoydal um alt millum himmal og jørd - sum kort- ini hevur vid fullveldismål- id at gera. Einasta treyt er, at vit vita, hvør spyrjarin er Bædi spurningar og svar verða so prentað í tysdags- blaðnum Høgni Hoydal, landsstýrismaður verður at hitta í telefonini á Sosialinum í morgin millum klokan 17 og 19 Rætta tryggin Hvussu nógv skuldi tú gjalda fyri tínar tryggingar síðsta ár? Hvussu nógv skalt tú gjalda fyri rettu Sethúsa-, Familju-, og Ferðatryggingina í ár? Síðani Trygd aftur fór undir at tekna tryggingar, er tað vorðið bíligari at verá rætt tryggjaður. Hevur tú rættar tryggingar fyri rættar prísir? Kom inn í eina av deildunum hjá Foroya Banka ella hjá Trygd og fá røttu tryggingir.a - jú fyrr tess betri! Torsgøta 16 Postboks 44 FO-110 Tórshavn Tel 311 677 Fax 317 211