Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. august 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið SLSE2U Nr. 157 — 22. AUGUST 1998 Kristian Blak, tónleikari og tónaskald: Samsýningin frá ÚF ov lítil — Uttan tónaskóld og tónleikarar er eitt land fátækt. Størsti parturin av senditíðini hjá Útvarpi Føroya er tónleikur, og tí vilja vit hava eina betri samsýning, sigur Kristian Blak. TURIÐ KJØLBRO Hverja ferð Útvarp Føroya spælir eitt lag, antin tað er av Fridbjørg Jensen ella Michael Jackson, fær tann ið eigur upphavsrættin 10- 20 krónur. Men tað er alt ov lid, halda føroyskir tón- leikarar og tónaskeld. Tey kunnu hugsa sær eina størri samsýning, á leið við ta, út- varpssteðir aðra staðni veita tónleikarum, og tí vilja tey fegin samráða seg fram ul eina størri upphædd - Vit eru ónegd við, at upphæddin er so lítil. Tey sum syngja á føroyskum kunnu ikki vænta, at tey verða spæld nógva aðra staðni enn í Føroyum. Tí er tað ógvuliga keðiligt, at tað føroyskir tónleikarar fáa frá teirra egnu útvarpsstøð er ein fimta partur ella minni enn tað, sum ein svii, dani ella norðmaður fáa í teirra landi. Grundgevingin er, at vit eru eitt líuð land við fá- um lurtarum og tað skilja sigur Kristian tónleikari og tóna- vit ersini n Blak Kald 7 Tónleikur allan dagin Samsýningin tónleikarar og tónaskeld fáa, hverja ferð verk teirra verða spæld al- ment antin í útvarpi, sjón- varpi, á matstovum, í kons- erthøllum - ella Grasagarði um tað skal vera, verður ikki rindað teimum bein- leiðis, men ígjøgnum fel- agið Coda, sum umsitur slík gjøld fyri grønlendsk, før- oysk og donsk tonaskøld Íslendsku tónaskeldini sam- arbeiða við svenska coda- felagið. Eina ferð um árið verður talt upp, hvussu nógv hver eigur — Vit eru ógvuliga kedd av, at stødan er so og fara tí at heita á útvarpið ella myndugleikarnar um at hækka codagjaldið. Tað er einasti måtin ténaskøld kunnu fåa meiri pengar fyri teirra avrik. Vit kunnu hugsa okkum eina samsyn- ing, sum Utvarpsstødirnar í ødrum londum lata. Utvarp- ið sendir jú tónleik allan dagin, bæði útlendskan og føroyskan. Vit fáa rokning frá útvarpinum, tá ið vit lýsa við eini konsert, og tað er ógvuliga dýrt. Ongin ó- semja er millum okkum og útvarpið, vit hava bara góð viðurskifti okkara millum, men eg kundi hugsað mær at fáa eitt kjak í lag, sum kemur fram til eina loysn, har tonaskøldini verða betri fyri, sigur Kristian Blak — Vit skilja væl grund- gevingarnar, at vit eru eitt lítið land, men eisini eitt lítið land er fátækt uttan tón- askøld og tónleikarar. So nógv kostar tað heldur ikki at koma upp á eitt stig sum til dømis í Danmark, sigur Kristian Blak. Uttanum Fyri fimm árum síðani sam- ráddi Útvarp Føroya við Codafelagið og kom fram til eina upphædd, sum er betri sæð út frá figgjarstød- uni hjá Utvarpi Føroya. Tað førdi so vid sær, at úrskurð- urin hjå hvørjum einstøkum tónaleikara sær gjørdist minni. — Fær útvarpið loyvi at gjalda minni fyri hvønn minutt fáa tónleikararnir sjálvsagt minni. Vit vistu ikki av, at hesar samráðing- ar vóru og vóru ógvuliga kedd av at so var, men nú hava vit fingið ta avtaluna við Coda, at hvørja ferð eitt hvert hendir sum hevur við okkum í Føroyum at gera, eru vit við, sigur Kristian Blak. Kristian Blak leggur aft- urat, at eingin verður ríkur av codagjaldinum, men at tað er eitt gott ískoyti. Hjá summum er samsýningin 1- 2 vanligar månadarlønir. — Ein rimilig loysn fyri allar partar hevði verið, at føroysk tønaskøld fáa á leið somu samsýning, sum til dómis donsku útvarpsstóðirnar lata, sigur Kristian Blak. Jógvan Jespersen, stjóri í Utvarpi Føroya: Vit gjalda nógv meir enn onnur — Eru fóroysku tónaskóldini ónógd við samsýningina mugu tey reisa málið mótvegis Coda og ikki okkum TurIÐ KJØLBRO Í viðmerking til tað Kristian Blak førir fram omanfyri, sigur Jógvan Jespersen, út- varpstjóri, at í mun til lurt- aragrundarlagið og tónleik- anýtsluna rindar Útvarp Føroya nógv meiri enn aðrar åtvarpsstødir — Vit gjalda i dag 3,29 % av inntøkunum i Codaav- gjaldi. Tad svarar til uml 600.000 krónur um árið Halda føroysku tonaskøld- ini, at tey fáa ov lítið, mugu tey tosa við felagið Coda, tí vit kunnu ikki blanda okk- um uppí, hvussu pengarnir verða býttir, sigur Jógvan Jespersen Tá ið Útvarp Føroya sam- råddist við Coda seinast vórðu útrokningar gjørdar, sum vístu, at í mun til aðrar åtvarpsstødir letur UF meiri í avgjaldi fyri hvønn tón- leikatima. Orsøkin til, at tann gamli sáttmálin varð broyttur var, at Útvarpið skuldi gjalda meiri til Coda um senditíðin varð økt og tað mettu tey í Sortudíki ikki vera rimiligt. — Codaavgjaldið eigur at verða mett eftir tónleika- nýtsluni. Gamli sáttmálin varð uppsagdur, tí hann forðaði fyri, at vit kundu menna útvarpið, sigur Jógv- an Jespersen Coda samráði urin Meiri enn helmingurin av senditíðini hjá Útvarpi Før- oya, uml. 55%, er tónleikur og hetta lutfallið hevur hild- ið sær, hóast senditíðin er økt munandi seinnu árini. Er tað so ikki rímiligt, at tónleikurin fær eina stórri samsýning, tá ið hann er so stórur partur av senditíð- ini? — Eg skilji væl, at tón- leikararnir vilja hava meir, men eru teir ónggdir mugu teir fara til Coda og so má Coda reisa málið yvir fyri okkum. Eg haldi, at sátt- málin vit hava í dag er ógv- uliga rímiligur. - Samanbera vit okkum við til dømis Danmarks Radio senda teir til eina nógv størri lurtarafjøld. Vit kunnu ikki gjalda somu samsýningar sum DR, teirra fíggjarætlan er hálva triðju milliard. DR-útvarpið rind- ar uml. 2400 kr. fyri hvgnn tónleikatíma og vit rinda uml. 400 kr. Skuldu vit rind- að tað sama sum teir í mun til lurtaragrundarlagið og tónleikanýtlsuna, áttu vit at rindað um 20 kr. um tíman. Skuldu teir rindað tað vit rinda, høvdu teir goldið uml. 36.000 kr. fyri hvønn tíma. Í dag er sáttmálin broyttur, so tølini eru eitt sindur gðrvísi, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri. — Sáttmálin, sum Útvarp Føroya hevði við Coda fram til 1993, varð broyttur, tí hann forðaði fyri, ut stovnurin kundi mennast, sigur Jógvan Jespersen.