fríggjadagur 28. august 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 161 — 28. AUGUST 1998
tíðindablaðið S0S2/U77
Anfinn Kallsberg, lógmaður eftir vitjan á oljupalli í Norðsjónzum:
Ein spennandi men
eisini ræðandi
AR
— Oljuvinnan er so stór í vavi, at eg dug
við Føroyar, sigur Anfinn Kallsberg, lógmaður
í illa at ímynda mær so stórar installatiónir
(Mynd: Jan Miiller)
— Hetta var ómetaliga stórt í vavi, og eg dugi ikki rættiliga
at ímynda mær so stórar installatiónir rundan um Fóroyar,
men man skal helst longu nú byrja at venja seg við tankan,
sigur Anfinn Kallsberg, lógmaður eftir at hava verið á sín-
um fyrsta túri á einum oljupalli til havs. Og helst er hetta
eisini fyrstu ferð í heila takið, at ein fóroyskur lógmaður er
gestur á einum oljupalli offshore
JAN MULLER
ÚR STAVANGER
Annfinn Kallsberg er bæði
hugtikin og ræddur, nú hann
aftur hevur fingið fast undir
fótum. Sjálvur heldur hann
hetta vera eina sera spenn-
andi og nýggja verð, men
samtíðis er hon eisini sera
ræðandi.
Hóast tað krevur íkki
einki av dirvi og orku at
skula fara út á ein boripall
um stórar og ógvusl'gar installatiónir
fyrstu ferð, so kendi løg-
maður seg sera væl úti á
hesum stóra og so nógv ødr-
vísi arbeiðsplássinum úti til
havs.
- Nú var tað gott veður,
har vóru góðar umstødur og
Soleiðis sær hann út; Snorre, og mann hevur hug at geva løgmanni rætt, tá hann tosar
(Mynd: Jan Miller)
verð
tå steðgaði ikki so leingi,
so har var alt, sum tað
skuldi. Men eg veit ikki,
hvussu man hevði reagerad,
um ein skuldi verið har í
upp til 14 dagar, sum clju-
arbeiðararnir eru tað.
Løgmaður heldur, at um-
støðurnar umborð eru sera
góðar, og tað sær út til, at
alt er sera væl skipað.
Eiga at verða við,
men...
Hvat fekk løgmaður so
burtur úr at vitja á einum
slíkum arbeiðsplássi í olju-
vinnu!
- Hetta er ein vinna við
ómetaliga stórum perspekt-
ivum, og eg dugi at síggja,
at man eigur at royna at
verða við. Men samtíðis
skal eina gera sær greitt, at
tað skal vera á einum stødi,
sum vit megna at handfara.
Her eru so veldugar íløgur,
Løgmadur fær frågreiding um virksemi umborð á Snorra
sum skulu gerast og so stór-
ar tekniskar avbjóðingar, at
tå má fara fram við størsta
skili, tá tú fer undir slíkt
Mugu stýra sjálvir
Løgmaður er ikki minni
sannførdur um, at vit eiga
at fara undir eina slíka
vinnu, nú hann hevur vitjað
á einum oljupalli og sæð við
egnum eygum, hvussu ar-
beiði fer fram. Men hann er
samtíðis sera varin og held-
ur, at hetta er ein útvikling-
ur, sum vit sjálvir mugu
stýra.
- Bara við at vitja í Sta-
vanger sær ein, hvussu stóra
ávirkan arbeiði í Norðsjón-
um hevur á býin her. Og tá
skal ein eisini hugsa um, at
Stavanger er ein býur, ið er
væl stórri enn allar Føroyar.
So ávirkanin er rættiliga
stór, og tí er nógv vit skulu
taka hædd fyri, tá vit skulu
í gongd
Anfinn Kallsberg er sera
fegin um, at hann skal hava
havt hetta høvid á síggja,
hvussu arbeitt verður úti á
einum oljupalli, og hvussu
lívið er har, men hann held-
ur, at tað eisini er sera av-
gerandi, at allir politikarar
sum eru við til at taka stórar
avgerðir, og ikki bara løg-
maður og oljumálaráðharr-
in, fáa kunnleika til hesa
nýggju vinnu og harvið
eisini verða við til at stinga
út í kortið, hvussu fram skal
farast
Tað er nevniliga ikki
bara bara, leggur Anfinn
Kallsberg aftrat
Samarbeiða við allar
Nú norðmenn vóru teir
fyrstu at bjóða einum før
oyskum løgmanni og einum
føroyskum oljumálaráð-
harra at vitja og síggja teirra
oljuvirksemi spurdu vit
Anfinn Kallsberg, um hetta
eisini er ein ábending um
at føroysingar fara fyrst og
fremst at samstarva við
norðmenn, tá talan er um at
byggja upp eina oljuvinnu?
- Eg veit ikki, hvat norð-
menn leggja í hesa vitjan
Kann bert siga, at eg sjálvur
havi fingið eitt innlit í hesa
vinnu og eisini havt aðrar
møguleikar at hitta norskar
politikarar, sum eg haldi
seinni kann vera til gagn
fyri Føroyar og ikki tá tað
snýr seg um olju. Eisini á
mongum gðrum økjum
Løgmaður heldur sjálvur
at vit løroyingar eiga at
samstarva við allar tær tjóð-
ir, sum vilja, at ein olju-
vinna skal vera góð fyri Før-
oyar
(Mynd: Jan Miller)
let £€
Tad er Saga Petroleum, sum eigur Snorra, og teir eru eins og aðrar altjóða oljufyruøkur
sera áhugaðir í eini møguligari oljuvinnu við Føroyar
(Mynd: Jan Miiller)