leygardagur 29. august 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr.
Stór bretsk
delegatión
Týskveldið hitti Eyðun Elt-
tør tann bretska orkumála-
ráðharran, John Battle, sum
sjálvur hevði biðið um ein
fund við føroyska starvs
róðurin. Bretar vóru sera
væl mannaðir til fundin
Teir vildu fegnir tosa um
samvinnu á oljugkinum,
men eisini um marknatræt-
una, sum liggur sum ein
forðing fyri leiting í stórum
parti av økinum millum
Føroyar og Shetland.
Tað var fótbólturin, sum
dróg okkum saman. John
Battle var sera fótbóltsáhug-
aður og segði við meg, at
hann helt við Leeds og eg
segði honum, at eg kendi
væl hetta fræga bretska lið-
ið, sigur Eyðun Elttør við
Sosialin.
Hann visir å, at teir fyrst
tosadu um orkumål um
heild, og var ynski frammi
frå bretskari sidu at fåa eitt
samstarv i lag å økinum.
Men bretar komu rættiliga
skjótt inn á spurningin um
markið.
Teir løgdu fyri við at við-
ganga, at marknamálið var
ein forðing fyri samstarvi
millum londini. John Battle
helt fyri, at hóast hetta mál-
ið ikki var målsøki hjá ork-
umálaráðharranum, so
kundi tað vera gott, um mál-
ið var eitt sindur mýkt á
politiskum stigi, og har
kundu so báðir oljumálaráð-
harrarnir vera við til at á-
virka bæði bretska uttanrík-
isráðharran og løgmann,
sum umsita málini.
- Um eg geri mítt til at
fáa málið loyst, kanst tú so
ikki gera títt, spurdi John
Battle føroyska starvsbróð-
urin å fundinum.
Og Eyðun Elttør svaraði,
at hann sjålvandi vildi gera
tað.
Feroyskt útspæl
Eyðun Elttør greiddi á fund-
inum bretum frá markna-
málinum, soleiðis sum vit
síggja tað frå føroyskari
síðu, har vit m.a. hava sera
162 — 29. AUGUST 1998
tørført við at góðkenna
teirra åhaldandi krøv langt
inn á føroyska landgrunnin.
Annars varð greitt frá tíðar-
ætlanini fyri eini fyrstu út-
bjóðing í Føroyum.
Hóast talan ikki var um
samráðingar um markið, so
er greitt, at marknamálið
hevur stóran týdning fyri alt
oljumálið sum heild. Spurn-
ingurin er um, hvussu vit
fáa eina gongd á leitingina
við Føroyar, og her er
marknamálið ein forðing í
løtuni, og tað gjørdi Eyðun
Elttør bretska starvsbróður-
in greitt.
Sosialurin skilir, at før-
oysku umboðini hava greitt
frå stødu føroyinga og sagt
frå, at okkurt må henda um
ikki langa tíð. Tað ber ikki
til at fáa nakað itøkiligt at
vita um eitt møguligt nýtt
føroyskt útspæl.
— Vit søgdu bretum, at vit
vóna at fáa eina skjóta
loysn, soleiðis at tað ber til
at fáa tey øki við í eini út-
bjóðing, sum marknatrætan
annars kann verða ein forð-
ing fyri, sigur Eyðun Elttør.
Oljuídnaðurin ótolin
- Bæði eg sjálvur og Eyðun
Elttør eru nýggir oljumála-
ráðharrar í tveimum ymsum
stjórnum, og eg má siga, at
tað var sera hugaligt at hitta
tykkara ráðharra fyri fyrstu
ferð. Vit høvdu ein sera
góðan fund, sum eg vóni
kann vera við til at knýta
bæði Føroyar og Bretland
nærri saman, nú tá tað verð-
ur tosað um at menna olju-
vinnuna á Atlantsmótinum,
sigur bretski orkumálaráð-
harrin, John Battle við Sos-
ialin eftir fundin.
John Battle, sum sjálvur
hevði biðið um at fáa ein
fund vid føroyska starvs-
bróðurin tók eisini málið
um marknatrætuna upp á
fundinum.
- Talan var sjálvandi ikki
um nakrar veruliga og týð-
andi samráðingar, men vit
síggja fegnir, at føroyingar
viðgera málið, soleiðis at vit
kunnu fáa gongd á aftur
samráðingarnar og fáa mál-
Andrias Samuelsen, maskinstjóri
Fo ggadagin 28. august
1998 var seinasti arbeiðs-
dagur hjá Andriasi Sn
elsen á Strandfaraskipu
Landsins, nú hann fer f frá
vegna aldur eftir samfull
43 ár í tænastu.
Andrias byrjaði sum
maskinmcistari umborð á
gomlu Ternuni tann 22.
E Ovember 1955. Hann
hevur siglt við flest øllum
skipum hjá Strandfaraskip-
um Landsins sum maskin-
meistari, millum onnur
kunnu nevnast Jens Chr.
Svabo, Gamli Smiril, Dag-
stjørnan, Ritan, Teistin og
seinastu árini sum mask-
instjóri umborð á Smyrli.
Tá Teistin bleiv keyptur
í 1980 fór Andrias umborð
á Teistan sum maskinstjóri,
L
tíðindablaðið
soefalurin
ið loyst.
John Battle sigur seg
vóna, at bretar og føroying-
ar kunnu finna eina loysn
innan árslok.
- Eg eri bangin fyri, at
oljufelggini, sum eitt nú eru
við á hesi altjóða oljumess-
uni, fara aðra staðni at gera
fløgu um tey merkja, at tey
ikki sleppa í gongd í hesum
gkinum millum Bretland og
Føroyar orsakað av eini
marknatrætu.
Og so verður endin tann,
at eingin fer at leita eftir olju
í økinum.
John Battle sigur, at bæði
fóroyingar og bretar ynskja
at oljufeløgini skulu gera
fløgur á Atlantsmótinum, og
tí mugu londini eisini fáa
loyst marknatrætuna so
skjótt sum til ber.
John Battle sigur, at tað
er ikki uppgávan hjá ráð-
harrum, eitt nú sær og Eyð-
un Elttør at samrådast um
markið, tí tað skulu embæt-
ismenninir gera.
Bretar bíða eftir
føroyskum útspæli
- Tað var undir undanfarnu
stjórnini í juli í fjør, at vit
frá bretskari síðu komu við
einum útspæli. Tað tørvar
nú eitt svar frá nýggja før-
oyska landsstýrinum. Tá vit
hava tað føroyska útspælið,
so kunnu partarnir aftur fara
og tosa um smálutir í máli-
num.
- Undanfarni løgmaður
ynskti málið uppá hægsta
politiska stig, tí hann helt
samrådingarmøguleikarnar
verða úttómdar, er tað ikki
rætt at lata málið upp í
hendurnar á Blair og hans-
ara starvsbrødrum í Dan-
mark og Føroyum?
- Lat meg siga tað á henda
hátt. Vit hava brúk fyri at
uttanríkisráðið er við í hes-
um máli. Latið teir gera alt
forarbeiðið - „the under-
ground work“ og fáa upp-
skot til loysn á borðið. So
kunnu politikararnir semjast
aftaná. Eru tað tá veruligir
politiskir trupulleikar, so lat
okkum royna politiskt at fáa
loyst málið.
John Battle sigur, at
bretska stjórnin er fús til at
brúka allar sínar beru kreftir
til tess at fáa loyst málið.
Hitti eisini norska
oljumálaráðharran
Eyðun Elttør hitti eisini
Eyðun Elttør, føroyski
oljumálaráðharrin á
framsýningini í Stavanger
norska oljumálaráðharran á
oljumessuni í Stavanger.
Fundurin teirra millum var
góður og gjørdi Marit Arn-
stad føroyska starvsbr6dur-
in greitt, at norðmenn fegnir
vilja vera við í eini før-
oyskari oljuvinnu.
- Øll trý norsku oljufel-
øgini, Statoil, Norsk Hydro
og Saga vilja fegin vera við
í leitingini við Føroyar og
tað er okkara vón, at markn-
atrætan skjótt verður loyst,
soleiðis at m.a. norsku fel-
øgini sleppa í gongd.
43 ár í sama reiðarii
og sigldi øll árini við Teist-
anum til hesin bleiv seldur
av landinum í 1996. Síðani
hevur hann siglt við Smyrli
sum maskinstjóri - og yt
er so seinasti arbeiðsdagur
komin at enda. ;
At Andrias hevur verið
trúgv og álítandi arbeiðs-
megi kann eingin sum hev-
ur ch saman A ið honum
ivast eina løtu í.
Har Andrias var vildi
hann hava rgkjuskan og øll
vita vit, at maskinrúmið á
Teistanum var eitt tað
vakrasta og reinasta - har
var altíð so skínandi
blankt, ja líktist mest eini
dagligstovu.
Vit vita at tú, Andrias,
hevur fyrireikað teg til
hetta tíðarskeiðið í lívið
tínum. Tú fert tibetur ikki
at seta teg hendur i favn
framman yi sjónvarps-
glu
Í Havnarðali bíða trødin,
seyðurin og gæsnar eftir
og hønurnar tú ætlar
at A tå tær kunnu gleða seg,
og ikki at forgloyma alt tað
i Skålavik tå hevur at triva
Nei, ikki bera vit ótta
fyri at tú kemur at keða teg.
Andrias góði, vit kunnu
bara takka tær fyri øll hesi
árini og ynskja tær alt gott
í framtíðini - og nú mást
tú ikki gloyma okkum
heilt, men hyggja forbi av
og á.
Starvsfólk á SL