Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ið is 10 Stendur betur Arne Larsen, formaður í Ráðgevandi nevndini: il enn áður — Hóast hetta, er neyðugt at seta pening til síðis at stan- da ímóti við, tí sambært fiskifróðingunum, er ikki hugsan- di at fiskiskapurin veksur. Heldur ikki er hugsandi at vøksturin í fiskaprisunum heldur fram, sigur formaðurin í Ráðgevandi neyndini DAGNY JOENSEN - Utlitini fyri búskaparligar framgongd er í eygsjón Hetta er framhald av tí, sum vit sóu í fjør, sigur Arne Larsen, sum saman við limum i Ráðgevandi nevnd- ini, hava verið í Føroyum og kannað samfelagsligu og buskaparligu vidurskiftini Frågreidingin kemur i november månad, og enn ber ikki til at siga, hvussu úrslitið verður Eisini ætlað føroysk- um politikararum — Nú tá Føroyar hava átikið sær búskaparligu ábyrg- dina, er uppgávan hjá Ráð- gevandi neyndini íikki burtur — Eftir sum Føroyar fáa lokstuðul úr Danmark, og vit hava felags gjaldaoyrað, er tørvur á hesi frágreiðing, fyri at danska stjórnin kann fylgja við støduni i Føroy- um — Eg vóni sanniliga eisini, at føroyskir politikarar brúka frágreiðingina, sum er politiskt óheft, at meta um samfelagsgongdina í Føroyum, sigur Arne Lar- sen Hann heldur kortini, at um føroyingar velja sjálv- stýrið, so er helst givið, at brúk verður ikki fyri frá- greiðingini longur. — Kunnu førovingar liv- bjarga sær vttan blokstudu- lin um try år? — Tad dugi eg ikki at siga, men tað velst um so nógv. Í løtuni gevur blokstuðulin yverskot á føroysku gjalds- javnaðinum, og er ein trið- ingur av inntøkunum hjá landskassanum. — Fellur studulin burtur, er neydugt vid umfevandi sparingum, ella eisini verð- ur neyðugt at hækka skatta- inntøkurnar — I hesum tidarskeidi kann kortini so nógv henda, eitt nå at vøksturin verður so stórur í samfelagnum, at tað ber til at verða blokkin fyri uttan — Persónliga haldi eg ikki, at blokstuðulin eftir stuttum tíðarskeiði kann avtakast, tí tað fer at åvirka livikorini mumamdi. Er tad prisurin, sum føroyingar vilja gjalda fyri sjålvstyri, so er tad kort- ini ikki Ogjørligt, sigur Arne Larsen Fleiri øki fåa gledi av ni — Hvussu stødan i dag, í mun til fyri einum ári síð- an? — Munurin er ikki stórur. Fyri tveimum árum síðan var ein lítil uppgongd, sum stavaði frá fiskiskapinum. Síðani hevur tað breitt seg til onnur øki í samfelagnum. — Orsøkin er, at fiskiskap- urin hevur verið góður og somuleiðis at fiskaprisirnir eru hækkadir. — Hesi vidurskifti kunnu ikki væntast at halda sær nógv longur. Eftir ti fiski- frødingar siga, verður ikki bfiskað eins nógv og í fjør. — Verður fóroyska sam- felagið skilabetri stýrt í dag, enn fyri 10 árum síðan? — Tað verður tað avgjørt. Eg veit ikki, hvussu vanligi føroyingar hevur tað, men tað almenna hevur ikki so stórar útreiðslur av at veita trygd og stuðul sum áður. Tað er at kalla burtur í dag. — Nú er trupulleikin at ov lítlar íløgur verða gjørdar, og at bæði tað almenna og tað privata hava brúk fyri íløgum. — Útlit eru til at privata vinnan varisliga er farin at gera iløgur. Hóast fiskiflotin er gamal, so virkar hann og fær råvøruna til lands, men neyðugt verður at gera fløg- ur í flakavirkini, av tí at tey eru so slitin, at tað kostar ov nógv at framleiða við gomlu tólunum. Kannað flutnings og samskiftisstovnar Ráðgevandi nevndin hevur serliga kannað flutning og samskifti hesaferð, eins og viðurskiftini millum al mennar og hálv almennar stovnar, t.d. SEV og Strand- ferðsluna og Telefonverkið. Spurdur, hví júst hesir stovnar vóru tiknir við hesa- ferð, sigur formaðurin í, at júst flutnings- og samskift- isstovnar í nútíðini hava stóran ávirkan á samfelagið. Tað var orsøkin til at Ráð- gevandi nevndin vildi fáa hilling á, hvussu hesi viður- skifti virkadu í Føroyum. Hann er bjartskygdur um eitt nú Strandferðsluna, har broytingar eru gjørdar, sum virka væl. — Hverja ávirkan fær tað í samfelagnum, at banka- málið og avtalan við donku stjórnina fekk ein góðan enda? — Nú er ikki talan um beinleiðis pening, sum verður útvegaður,men mun- urin er, at føroyingar ikki hava so stóra uttanlands- skuld longur. Arligu út- Nr. 162 — 29. AUGUST 1998 Arne Larsen, formaður í Ráðgevandi nevndinihjå forsætisráðharranum. Frágreiðingin kemur í november mánað reiðslurnar eru minkaðar og tað gevur meira pening í landsskassan, og hervið møguleika fyri stórri yvir- skoti á fíggjarlógina. Tað ger samfelagið betur ført fyri at standa ímóti, um tíð- irnar verða vánaligar. — Fer vanligi føroyingurin at merkja broytingina? — Hugsandi er at vidur- skiftini fara at stabilisera seg, men útlit eru ikki til at framgongdin fer at halda fram í eins stóran mun og higartil. — Vanligu føroyingurin fer at merkja munin, men tað verður bert til spakuligar broytingar, við færri út- reiðslum og at landsskassin fær meira at standa ímóti við. Ikki millum tey mest skuldarbundnu longur — Uttanlandsskuldin var so stór hjá føroyingum áðrenn seinasta avtalan varð gjørd, at Føroyar var eitt hitt mest skuldarbundna samfelagið í okkara heimsparti. — Nú er skuldin minkað munandi, men um vanligi føroyingurin skal fáa gagn av tí, antin sum skattalætti ella á annan hátt, skal eg ikki leggja meg út í. Tað er ein politiskur spurningur, sigur Arne Larsen. Tráspurður sigur Arne Larsen, at yvirskotið best kann gagnnýtast til at standa ímóti við í vánaligum tíð- um, men at tað kanska er so mikið, at óneyðugt er við skattahækking. Unglingalandsliðini aftur undan kavi Flogbóltur: Flogbóltsamband Føroya hevur gjørt av, at lív aftur skal fáast í unglingalandsliðin, sum fyri fáum árum síðan vóru hornasteinurin undir menningini av føroyska flogbóltinum SVEINUR TRÓNDARSON Fyri nøkrum árum síðani hevði flogbóltssambandið fleiri ungdómslandslið gangandi samstundis. Henda skipan hekk so- leiðis saman, at hesi ung- dómslið skuldu verða rygg- urin á framtíðar unglinga- landsliðum og seinni eisini undir A-landslidunum. Skipanin virkaði væl tá, og nógvir av teimum leik- arunum, sum í dag spæla flogbólt, hava verið igjøgn- um hesa frálíku ungdóms- skipan. Men, sum so ofta er, so datt ætlanin meiri ella minni niður fyri.av fleiri orsøkum. Torført var at fáa venjarar til landslidini, sum krevja nokk so nógva tíð, tá tað til stykkis kemur. Nú sær tó út til at tað fer at bragda aftur. Tá Flogbóltsamband Før- oya hevði aðalfund í apríl mánað var samtykt, at stórri dentur í framtíðini skal leggjast á ungdómsarbeiði, ein og gjørt var fyrr. Onkustaðni skal byrjast og Flogbóltsambandið hev- ur ti heitt å Andreu Krist- offersen og Rosu Jacobsen um at taka sær dreingjum og gentum í aldursbólkinum undir 14. Tað vil siga, tey sum eru fødd i 1984 og 1985. Tær báðar tóku av áheit- anini og eru hava nú verið til arbeiðis í eina tíð. Fyrstu venjingarnar hava verið í summar og tær hava báðar verið í Havn. Flogbóltskappingin byrj- ar í oktober mánað og tær báðar ætla sær at skipa fyri enn eini venjingarlegu áðr- enn kappingin byrjar. Henda venjingarlegan verður í Suðuroynni. Nú er tað so við ung- dómsliðunum hjá FBF, at skulu øll feløg senda øll tey, sum hava hug til tess at verða við, so hevði luttak- aratali verið alt ov stórt. Tí- skil hevur FBF sett markið til 4 leikarar úr hvgrjum fel- ag (4 dreingir og 4 gentur). Farið verður til Suðuroyar fríggjadagin og komið verð- ur aftur til Havnar sunnu- kvøldid. I tidindaskrivinum sigur flogbóltssambandið at vant verður allar tríggjar dagar- nar Tað er eisini ætlanin, at skipa fyri meiri regluligum venjingum framyvir vetur- in.