Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rr mm Nr. 163 — 1. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið SOSTANMN Bretski sendiharrin í Danmark um markið: Eru føroyingar mo = positivir - eru vit lidiligir -Áhugamál hjá báðum londum standa uppá spæl verður marknatrætan ikki loyst skjótt. Fóroyingar eiga útspælið og fáa tit samráðingarnar aftur í gongd og harvið vísa ein positivan vilja, so vilja vit eisini vera liðiligir sigur bretski sendiharrin í Danmark, Andrew Bache í samrødu vid Sosialin JAN MULLER Nú um dagarnar vitjadi bretski sendiharrin í Dan- mark, Andrew Bache í Før- oyum. Hetta er aðru ferð, at hann leggur leiðina henda vegin, og tað er eisini ein sera fegin sendiharri, sum sigur frá upplivingum sín- um í Føroyum. -Tykkara land er ómeta- liga vakurt, og fólkini her eru so blíð og vinsom. Tú kennir teg væl at vitja á hes- um oyggjum úti í Atlants- havi sigur Andrew Bache, sum undir vitjanini i Før- oyum vitjaði umboð fyri myndugleikarnar, eitt nú løgmann og annars fleiri pláss í landinum. M.a. legði hann leiðina framvið Klaksvíkini. An- drew Bache sigur, at tað er sera hugaligt at vita sær, at Bretland stendur sum nr. 2 á listanum yvir handils- partnarar hjá Føroyum. Sjálvur heldur hann, at før- oyingar eiga at vera fegnir um at hava so góð viður- skifti við Bretland, tí hetta tænir eisini føroyskum bú- skapi. Meðan føroyingar útflyta til Bretlands fyri meira enn 500 mill. kr. um árið, innflyta vit fyri umleið 150 mill. kr. úr Bretlandi. So ójavnin er so avgjørt til okkara fyrimun. Andrew Bache sigur, at hann undir vitjanini m.a. legði sær í geyma, at fyri pláss sum td. Klaksvík, hevur útflutningurin til Bretlands stóran týdning. Eitt nú seldi Skálaberg veiðuna til Bretlands um tað mundið sendiharrin vitjaði í Føroyum og fór fiskurin fyri metprís. -Slíkt kunnu vit bert fegnast um leggur hann aftrat. Undir vitjanini í Føroyum var eisini nógv tosað um útbúgvingarsamstarv. Í dag ganga fleiri føroyingar á skúlum í Skotlandi og Bretlandi. Andrew Bache vónar, at hetta útbúgving- arsamstarv kann mennast. Andrew Bache vónar, at samvinnan sum heild mill um londini kann økjast enn meira og er hann m.a. sera fegin um, at Atlantsflog hevur tikið stig til at flúgva uppå Skotland. -Her eru so nógvir møguleikar fyri sam- vinnu, at vit hava vissuliga nógv at tosa um komandi árini sigur sendiharrin, sum tó viðgongur, at markna- trætan ikki júst eggjar til víðari samstarv. Marknatrætan -Eg ivist ikki i, at vit kunnu arbeiða væl saman á olju- gkinum, men fyrst mugu vit í felag royna at loysa marknaspurningin. I løtuni hava vit “a window of op- portunity“, sum hann mál- ber seg tvs. at møguleikin stendur opin fyri at finna eina loysn. -Tað eru felags áhugamál, sum gera, at báðir partar eiga at tosa positivt saman komandi tíðina, soleiðis at vit fáa eina loysn um ikki so langa tíð. Andrew Bache vísir á, at kemur einki burtur úr kom- andi samráðingunum, so er alternativið at fara til dóm- stólin í Haag. Hendir tað, so fer tað at taka 3-5 ár at loysa málið, og hetta verður ómetaliga dýrt fyri Føroyar og eisini fyri Bretland. -Men tað, sum kanska tel- ur enn meira, er, at ein slík seinking kann gera, at olju- feløgini taka seg aftur av hesum gkinum. Tí eru tað nógvir orsgkir til, at vit samráðast víðari. Tit hava fingið eina nýggja stjórn og vit eisini. Og báðar tykjast tær vilja hava samráðing- arnar í gongd aftur. Sostatt sær alt hetta gott út. Andrew Bache vísir á, at tá talan er um samráðingar, so er greitt, at hesar mugu enda við at vera „fair“ fyri báðar partar. Uppá fyrispurning hvat hann heldur um eina ella aðra joint-venture avtalu um umstrídd gki - sum vit kenna úr ødrum londum, eitt nú millum Indonesia og Australia - um málið ikki verður loyst í bræði, sigur Andrew Bache, at tað er ómetaliga kompliserað at fyrisita slíkar loysnir. -Hetta er ikki nøkur løtt loysn, men sjálvandi er tað nakað, sum ein kann hyggja eftir. Tosa ikki um fiskimark -Skilur tú ikki fóroyska kravið um, at tað er rímu- ligt, at fiskimark og land- grunnsmark er eitt og tað sama? -Fyri tað fyrsta er at siga, at tað finst meira enn ein útlegging av fiskimarkin- um. Og annars var tað so, at tá samráðingarnar vóru um fiskimarkið, varð hetta ikki ætlað eisini at fevna um landgrunnsmarkið. Nú hyggja vit bara eftir undir- grundini, og tað hevur einki við hvorki sjógv ella fisk at gera. Hetta er tveir ymiskir spurningar. Í hesum føri er tað eitt territorialmál. Andrew Bache leggur tí stóran dent á, at tú kanst ikki brúka samráðingarnar um fiskimark til nú eisini at skilja samráðingarnar um eitt undirgrundarmark. Bretski sendiharrin sigur, at tað nú hevur alstóran tydning, at føroyingar og bretar loysa marknamálið. Við lækkandi oljuprísum, við teimum stóru fløgum, ið skulu til fyri at arbeiða á djúpum vatni á Atlantsmót- inum, megna oljufeløgini ikki at bíða eftir eini loysn í marknatrætuni í so langa tíð. Uppá fyrispurning um bretar hava nakran áhuga í at seinka málið meira enn neyðugt sigur Andrew Bache, at bretar hava als ongan áhuga í at seinkað hetta málið. -Vit vóna nú, at føroyska nevndin ella umboðini vilja samráðast. Tá vit í fjór vórðu fúsir at samráðast, fingu vit onki svar frá føroyingum, sum áttu og framvegis eiga at taka næsta stigið. Um før- oyingar nú eru sinnaðir til at taka eitt stig og koma við einum positivum uppskoti, so fara tit eisini at síggja, at vit frá bretskari síðu vilja vísa ein positivan vilja, vit vilja vera lidiligir og vit vilja vita , um tað ikki finst ein loysn, sum er so týdn- ingarmikil fyri báðar partar. -Men hvat sigur tú til ynskið frá fyrrv. løgmanni til Nyrup um ein fund á hægsta stigi? -Eg kann bert siga, at embætismenninir eru ikki lidnir við sítt arbeiði. Tað er eingin orsøk her og nú til, at ovatu politisku leið- ararnir í løndunum metast til at viðgera málið nú. Um báðir partar eru positivir og vilja vera liðiligir í samráð- ingunum, so er hetta ein uppgáva fyri embætismenn- inar. -Metir tú tað var skeivt av Edmund Joensen, løg- manni at taka málið úr hondunum á embætis- monnunum og koyra tað uppá politiskt stig? -Tað mugu tit sjálvir svara upp á. Auken og markið Málið um markið hevur annars fingið nógva umrødu í seinastuni. Danski orku- málaráðharrin Svend Auken segði við útvarpið í farnu viku, at hann hevði skilt støðuna soleiðis, at lands- stýrið er sinnað til at taka nýggj stig í marknatrætuni, sum ganga út uppá at fáa kompromi, fyri harvið at fáa málið loyst sum skjótast. Í útvarpinum mánadagin vís- ir Anfinn Kallsberg, løg- maður hesum avgjørdur aftur. Landsstýrið hevur ikki tikid endaliga støðu til málið og tí heldur ikki til nakað kompromi. Tí er einki um varhugan hjá danska ráðharranum. Annars hava verið fundir í vikuskiftinum millum løg- mann, Arna Olafsson, leið- ara av føroysku samráðing- arnevndini og uttanlands- nevndina um, hvussu farast skal fram i marknatrætuni Månamorgunin hevði Uttanlandsnevndin innan- hýsis fund um málið. Sosi- alurin skilur, at løgmaður hevur eitt liðugt útspæl til nevndina at taka støðu til. Andrew Bache hittir An- finn Kallsberg, løgmann. Mynd Jonhard Hammer Vit fåa ikki upplyst, hvat hetta snyr seg um, men tad likasum liggur i kortunum, at tað verður tikið stig til fund við bretar í næstum fyri at vita, um gongd kann fáast á málið aftur. Og her er tað fatanin hjá blaðnum, at vísa bretar ikki vilja til at flyta seg meira, so steðgar tað upp, fer uppá politiskt stig ella endar í Haag Tað hevur annars verið naggatódn í málinum síðani juli í fjør. Tá komu bretar við einum útspæli, sum tá- verandi løgmaður, Edmund Joensen tó ikki helt føroy- ingar skuldu svara uppá I samband við landsdystirnar Foroyar-Litava 10/10 og Føroyar-Skotland 14/10, hava vit hesi sera góðu tilboð: Feroyar - Vilnius - Feroyar 7/10-10/10 Fyri Mee dupultkamari kr. 4.1 50,- Fyri hvønn å einkultkamari Kr. 4.670,- Føroyar - Vilnius - Aberdeen - Føroyar 7/10-14/10 Fyri hvønn i dupultkamari á hotel i báðum stødum Fyri hvønn i dupultkamari å hotel i GS» SANSIR - TEL 355 355 VIÐ ogí kr. 15/10 io Hotel 3/5 fólk kr. 6.210 5.800 kr. 2.990 kr. 2.690,- (Eykagjald fyri cinkultkamar) (Ferdaavgjøld ikki íroknað") - , ” Fu Íroknað prisin er: Ferdin og uppi- hald á hotel/ íbúð á dupultkamari við morgunmati og atgongumerki til fótbóltsdyst- irnar. (40 Atlantic Airways Tlf. 333700 Fax 333380