týsdagur 16. desember 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 239 - 16. desember 2003
Tommy Petersen í Bagdad:
-Fólk skríggja og gráta av gleði
Tommy Petersen av
Argjum, sum hevur
luttikið í hjálparar-
beiðinum í Irak í
skjótt eitt hálvt ár, var
stæddur í irakiska
høvuðsstaðnum Bag-
dad, tá Saddam Hus-
sein varð tikin. Sosi-
alurin hevði hann í
telefonini tíðliga
sunnumorgun, tá
byrsuskot hoyrdust
um allan býin. Skotin
av gleði
SADDAM HUSSEIN
TIKIN
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Irakar rópa, skríggja og
gráta av gleði. Hetta er ein
ómetaliga stór løta fyri ir-
akar og øll tey, sum arbeiða
fyri einum tryggum og
demokratiskum Irak sigur
Tommy Petersen, sum var
stæddur í Bagdad sunnu-
morgun, tá tíðindini bórust
um, at Saddam Hussein er
handtikin. –Vit komu úr
Basra til Bagdad í einum
bretskum hernaðarflogfari í
gjár, og tíðliga í morgun
blivu vit vakt við byrsu-
skotum og rópandi irakum,
sum fegnaðust um, at Sad-
dam Hussein er fangaður.
Tommy Petersen, sum
hevur verið í Irak í skjótt
eitt hálvt ár, var í arbeiðs-
ørindum í Bagdad, tá tíð-
indini, sum so mong hava
bíðað eftir, bórust. "We gott
him" "Vit hava tikið hann"
vóru orðini frá amerik-
anska leiðaranum í Irak, tá
hann fór á sjónvarps-
skíggjan og boðaði frá
handtøkuni av fyrrverandi
irakiska leiðaranum.
– Tað er undarligt at vera
stæddur í irakiska høvuðs-
staðnum júst ta løtuna, tá
tað verður kunngjørt, at
Saddam Hussein er tikin
sigur Tommy Petersen, sum
sjálvur heldur, at hetta fer
at broyta viðurskiftini í
landinum til tað betra. Tað
fer at hjálpa teimum, sum
arbeiða fyri einum tryggari
og demokratiskum Irak.
Tommy Petersen fór til
Irak fyri skjótt fimm mán-
aðum síðani. Hann arbeiðir
fyri sivilu bretsku myndug-
leikarnar í býnum Basra,
har uppgávan er at byggja
upp eitt demokratiskt stýri
við kommunalum stovnum
og myndugleika. -Eg haldi
tað gongur rætta vegin,
men hetta er ein tilgongd,
sum tekur tíð. Irakar eru
við at fáa skil á viðurskift-
unum og eru so smátt farnir
undir at skipa kommunalar
eindir og fara so við og við
at taka yvir eftir fólkini frá
koalitiónslondunum, sum
hava lagt teimum lag á.
Okkara arbeiði er ein
brikkur í eini demokratiser-
ingstilgongd og vónandi fer
tað at geva úrslit uppá
longri sikt.
Tommy Petersen sigur, at
tað gongur framá fyri
hvønn dag, eitt nú eru el-
og vatnveitingarnar við at
koma uppá pláss, soleiðis
at gerandisdagurin aftur
verður sum hann eigur.
Sjálvur heldur Tommy
Petersen, at handtøkan av
Saddam Hussein fer at
lætta um arbeiðið hjá teim-
um, sum hjálpa irakum at
byggja landið uppaftur.
Hon fer uttan iva at rudda
burtur tann ótta, sum er
millum mangar irakar fyri
atsóknum og hevndarat-
gerðum frá fólki, sum enn
stuðla Saddam Hussein.
– Eg haldi, at irakar nú
síggja ljós í endanum á
tunnlinum. Hetta er ikki
nøkur skjót tilgongd, tað fer
at taka tíð at byggja upp
demokratiskar stovnar og
fáa landið aftur á beint.
Men hetta arbeiðið er í
gongd og tað kemur at taka
tíð.
1.
juli í ár fara irakar
sjálvir at taka yvir leiðsluna
av landinum, og kemur
handtøkan
av
Saddam
Hussein tí sera væl við.
Spurdur hvat hann heldur
um atfinningarnar móti
USA, nú bara ávís lond
kunnu fáa sáttmálar til at
byggja upp aftur Irak sigur
Tommy Petersen, at hans-
ara uppgáva er ikki at
leggja seg út í eitt tjak um
slíkt, men hann heldur tað
ikki vera so løgið, at eitt nú
amerikanskar fyritøkur fáa
møguleika at gera uppgáv-
ur í Irak, nú tá so nógvir
amerikanskir skattapengar
eru farnir og skulu latast til
Irak. USA hevur júst sam-
tykt at brúka 18 mia. doll-
arar til arbeiðið í Irak. Eg
rokni við at heimurin fer at
skilja,
at
amerikanarar
sjálvir vilja sleppa at gera
av, hvat pengar teir játta
verða brúktir til.
– Hvussu tá við hópoyð-
ingarvápnunum, sum eing-
in enn hevur funnið?
– Hvussu er við teimum
ella ikki, so haldi eg fólk
her í Irak eru glað um, at
tað nú eru útlit til at tey fáa
demokratisk viðurskifti í
landinum uttan at skula
ganga og bera ótta alla
tíðina.
Tommy Petersen kemur
heimaftur til Føroya í
februar mánað. Tá er ar-
beiði hansara í Irak av.
Hann fer tá aftur til arbeiðis
í Oljumálaráðnum. Sjálvur
heldur Tommy, at eitt hálvt
ár er nóg mikið, tá man ikki
hevur familjuna hjá sær. Nú
sær hann fram til at koma
heimaftur og fara undir
spennandi uppgávur og av-
bjóðingar í føroyska sam-
felagnum.
– Hvat hevur hann so lært
av hesum arbeiðinum?
– Tá tú kemur til eitt land
í kjalarvørrinum á einum
kríggi, so lærir tú at taka
støðu til slíkt tú ikki hevur
roynt og hugsað um áður.
Tú kanst læra nógv av at
vera komin í eina so
óvanliga støðu. Hetta hevur
verið ein áhugaverd tíð, og
vónandi fer hon eisini at
bera ávøkstur við sær.
Tommy Petersen stæddur í Basra í Suðurirak, har hann hevur arbeitt undir brestsku myndugleikunum
C
M
Y
K
27
26