Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 239 - 16. desember 2003 Kunngerð Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin til løgtingsvalið tann 20. januar 2004, liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá týs- degnum 16. desember til fríggjadagin 19. de- sember 2003. Kæra um,at onkur ikki er á vallistanum,ella onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera komm- unustýrinum í hendi seinast 22. desember 2003. Valkort verða send øllum veljarum, ið valrætt hava valdagin. Sjóvar kommuna Nr. 239 • týsdagur • 16. desember 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Sjónvarpssáttmálin við Sport Five ber møguleikan við sær, at Føroyar kunnu spæla tríggjar fótbóltslandsdystir í Spania í februar FÓTBÓLTS- LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Fótbóltsspælararnir, sum fara við landsliðnum á venjingarleguna í Spania eftir februar fáa altjóða skrásettar landsdystir upp á loggið. Tað tykist vera púra greitt nú. Landsliðið skal á venjingarlegu í Cadiz í Suðurspania. Ferðalagið verður burtur frá 15. og til 25. februar, og mótstøðu- liðini verða Andorra, Luksemborg og Pólland. – Vit hava sáttmála við Sport Five um rættin at sjónvarpa okkara lands- dystir. Hetta felagið hevur eisini sáttmálar við Luk- semborg og Pólland. Sport Five rindar fyri venjingar- leguna hjá okkum, og eg rokni bara við, at teir eisini rinda fyri venjingarlegurnar hjá Póllandi og Luksem- borg. Ætlanin er, at dystur- in hjá Póllandi skal sendast í pólverskum sjónvarpi. Hetta sigur Ísak Mikla- dal, aðalskrivari í Fótbólts- sambandinum. Í FSF eru tey farin undir fyrireiking- arnar til venjingarleguna í Spania. Tað verður neyvan fyrr enn eftir ársskiftið, at tað fæst at vita, hvørjir spælarar fara at fáa lands- liðsboð. Tí uppgávuna standa Henrik Larsen, venj- ari, og Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari, fyri. Ikki vánaligar royndir Í løtuni hvíla allir teir før- oysku landsliðsspælararnir seg. Eingin kapping er á skránni. Kortini verður gjørt eitt sindur meiri við venjingina, enn tað plagar at vera hesa ársins tíðina. Í góða heystarveðrinum hava spælarar í fleiri feløgum verið at sæð á vøllunum. Spurningurin er kortini, hvussu tað fer at hilnast, tá ið landsliðið skal spæla tríggjar ferðir í tíggju dagar og bara einar tríggjar vikur eftir, at spælararnir eru farnir undir aftur regluligu venjingarnar í feløgunum. Føroyska landsliðið hev- ur áður verið í somu støðu, og tá hevur tað úrslitaliga roynst rættuliga væl. Dømi um hetta eru at finna hesi seinastu árini. Í februar í ár vunnu Føroyar 1-0 á Likt- instein á venjingarleguni, sum var á Kypros, meðan Føroyar tríggjar dagar frammanundan taptu 2–1 ímóti Póllandi. Tann dyst- urin varð eisini spældur á Kypros. Í fjør spældu Føroyar í NM kappingini ímóti Svø- ríki. Tann dysturin var 31. januar í innandura høll í Växjö. Úrslitið var mál- leysur javnleikur. Í 2000 spældu Føroyar tveir dystir í La Manga um mánaðar- skiftið januar/februar. Ímóti Finnlandi taptu Før- oyar 1–0, og ímóti Íslandi var úrslitið 2–3, eftir at Føroyar eina løtu høvdu verið á odda 2–0. Síðstu løtuna vísti tað seg, at íslendingarnir vóru í betri venjing enn føroyingarnir. Gamal dreymur Síðani Allan Simonsen fyri tveimum árum síðani gavst sum venjari hjá føroyska landsliðnum og gjørdist venjari hjá Luksemborg, hevur tað verið tosað um, at Føroyar og Luksemborg skuldu spæla landsdyst. Ikki minst Allan Simonsen hevur verið ógvuliga áhug- aður í at fáa ein vinardyst ímóti fyrrverandi undirsátt- unum hjá sær. Nú tykist tað sum um, at hetta fer at ger- ast til veruleika. Føroyar og Luksemborg hava spælt tveir HM undan- kappingardystir, og føroy- ingarnir við Allani Simon- sen sum venjara vunnu báðu ferðirnar. Í Luksem- borg var úrslitið 2–0, og í oysandi áarføri á Svanga- skarði var úrslitið 1–0. Tríggir landsdystir í februar Allan Simonsen skal nú royna seg ímóti Føroyum. Á venjingarleguni hjá fótbóltslandsliðnum verður Luxemburg nevnliga eitt av mótstøðuliðum okkara Undanumfar í UEFA Cup kapp- ingini er á skránni sjálvan ólavsøkudag STEYPAFINALAN Jákup Mørk Skal finalan um Løg- manssteypið spælast á Ólavsøku, og skal hon spælast á grasvøllinum. Síðani Tórsvøllur gjørd- ist veruleiki, hevur hetta verið ein spurningur, sum aftur og aftur hevur verið havdur á lofti. Eisini eftir finaluna í ár varð tosað um hetta. Víst varð á, at fótbólts- spælið ikki hevur verið serliga sannførandi, síð- ani finalan varð flutt til á Ólavsøku. Orsøkirnar hava verið mettar at vera tvær. Onnur hevur verið søgd at vera, at spælar- arnir ikki eru so vanir at spæla á grasi, og at fót- bóltsspælið hevði verið væl betri, um spælt hevði verið á graslíkinum. Tað kundi finalan verið á Ólavsøku fyri. Hin orsøkin til at spæl- ið ikki hevur verið so gott, hevur verið mett at verið dagfestingin. Spæl- ararnir eru ikki í nóg góðari dystarvenjing á Ólavsøku, tí teir hava ikki spælt í landskapp- ingini í tríggjar vikur. Hesin spurningurin varð aftur havdur á lofti, tá ið FSF og feløgini í november eftirmettu kappingina, men tá varð eingin onnur niðurstøða gjørd. Tí er tað framvegis soleiðis, at finalan skal spælast á Tórsvølli á Ólavsøku. UEFA broytir Nú kann tað kortini fara at vísa seg, at tað verður neyðugt at flyta finaluna. Orsøkin til hetta er ikki føroyskur fótbóltur, men UEFA og Europa Cup kappingin. Í skránni fyri UEFA Cup kappingina næsta ár sæst, at annar dysturin í fyrsta umfarinum í UEFA kappingini er ásettur at vera sjálvan Ólavsøkudag, sum er 29. juli. Tá ið tað neyvan ber til at fáa UEFA at broyta skránna, verður tað iva- leyst neyðugt at flyta før- oysku steypafinaluna, um annað av finaluliðun- um skal spæla í UEFA Cup. Føroysku feløgini i europeisku kappingini næsta ár vera HB, B36 og B68. B68 hevur bara eina ferð verið í steypa- finaluni. Havnarfeløgini eru mest sum hvørt ár partur av finaluni. Tríggjar finalur hava verið á Tórsvølli. Tann fyrsta var í 2001, tá ið B36 vann á KÍ. Í fjør vann NSÍ á HB, og í ár vann B36 á GÍ. Um eitt føroyskt felag fær heimavøll á Ólav- søku, hevði tað sjálvandi verið ein møguleiki at spælt á Svangaskarði. Men tað hevði verið heilt margháttligt, at týdning- armikil fótbóltsdystur hevði verið í Føroyum og uttanfyri Havnina á Ólavsøku. Serliga um annað av havnarfeløgun- um var partur í hesum dystinum! Hóttan móti ólavsøkufinaluni C M Y K 29 28