týsdagur 16. desember 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 16. desember 2003
31
31
30
Nr. 239 - 16. desember 2003
C
M
Y
K
30
Søljan-Neistin 22-32 (13-18):
Neistin amast at toppinum
Neistin hevði ikki
stórvegis trupulleikar
av Søljuni, og eru nú
bert tvey stig frá heið-
ursmerkjaplássunum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Søljan og Neistin av-
greiddu leygardagin sín
seinasta setning fyri jóla-
steðgin, tá liðini bæði hitt-
ust á Giljanesi. Roknast
kundi við, at stigini skuldu
fara av aftur oynni, og
hendan setningin megnaði
Neistin at greiða.
Tað nógva av fyrra hálv-
leiki var tó millum lítið og
einki, sum skilti liðini bæði.
Neistin royndi at halda seg
nakað frammanfyri, men
tað eydnaðist tó vertunum at
svara aftur hvørja ferð, men
seinastu løtuna glapp tó av
álvara. Neistin leyp frá 12-
11 upp til 18-13, og tá tær so
eisini øktu beinan vegin í
seinna hálvleiki, so var leyst
og liðugt.
Søljan megnaði heldur
ikki at svara aftur eftir
hetta, og so kundu tær hjá
Neistanum róliga koyra
trygga sigurin heim.
Og við sigrinum er Neist-
in av álvara farin at leggja
seg upp ímóti oddinum. Har
eru tær nú bert tvey stig aft-
an VÍF, og heldur núverandi
støðan sær til grundspælið,
so verður tað bert eitt stig,
sum skilir liðini frá øðrum
til fjórða plássið.
Tað skal tó leggjast aftur-
at, at tey í Neistanum hava
ein av teimum heilt truplu
dystunum eftir. Í seinasta
umfarinum av grundspæl-
inum skulu tær nevnliga til
Vágs, har VB ivaleyst fer at
leggja nógv fyri í royndun-
um at vinna Stjørnuna aftur.
Dysturin í tølum
Søljan-Neistin 22-32 (13-
18)
Málskjúttar
Søljan:
Nicoleta Radu
11(5), Heidi Maria Aksel-
sen 5(1), Petra Thomassen
2, Arnleyg Haraldsen 2,
Jana Jacobsen 1
Neistin: Simona Dziugyte
11, Ása á Neystabø 8(4),
Lina Andrijulyte 7, Jórun
Ludvig 3, Marjun Tróndar-
son 1, Lív Sørensen 1,
Rakul Augustinussen 1
Brotskøst:
Søljan
7,
Neistin 4
Útvísingar:
Søljan
3,
Neistin 2
Dómarar
úr Tjaldur:
Trygvi Mortensen & Sverri
Justinussen
VÍF-StÍF 33-19 (19-9):
Enn ein umgangur til StÍF
Triðja dystin á rað
fekk StÍF av at vita.
Hesaferð í Vestmanna,
har VÍF endaði grund-
spælið við stórsigri
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er einki at ivast í, at tær
á StÍF liðnum nú munnu
gleða seg til eina jólafrítíð,
har hondbóltsprátið kanska
verður eitt sindur minni,
enn tað hevur verið sein-
astu vikurnar.
Strandakvinnurnar hava
annars staðið seg væl fyri
tað mesta, men hesar sein-
astu vikurnar hava oddalið-
ini í deildini eitt fyri og
annað eftir snøgt sagt
vundið burtur úr liðnum.
Eftir at tað fyrst hava verið
VB og Stjørnan, sum hava
givið ilt av sær, var tað
hesaferð í Vestmanna, at
StÍF tók ímóti.
Fyrstu lítlu løtuna av
dystinum var tó ikki so
nógv, sum bendi á, at talan
skuldi gerast um slíkan um-
gang. Gestirnir fylgdu væl
við eina løtu, men eftir eitt
korter setti VÍF ferðina upp.
StÍF varð hesa løtuna
snøgt sagt runnið umkoll,
og við níggju málum á rað
beindi heimaliðið allan
sum helst iva um úrslitið
burtur. Seinni hálvleikur
var soleiðis bert ein spurn-
ingur um, hvussu stórur
sigurin skuldi vera, og tó at
VÍF ikki ómakaði sær alt
ov nógv, so høvdu tær als
ongar trupulleikar av at
koyra sigurin heim.
Á stigatalvuni merkti sig-
urin fyri fyrst, at VÍF nú er
á øðrum plássi í lands-
kappingini. Tær hava tó ein
dyst fleiri á kontini enn hini
liðini, og tí kann tað væl
verða, at VB er farið fram-
um tær aftur, tá farið verður
ígongd við endaspælið.
Hjá StÍF man jólasteðg-
urin sum sagt koma væl
við. Liðið er framvegis á
einum fimta plássi á talv-
uni, og tað tykist ikki vera
stórvegis vandi fyri, at
hetta skal broytast.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 33-19 (19-9)
Málskjúttar
VÍF:
Sóley
Mikkelsen
9(3), Ioana Rápa 8(1), Irina
Radovici 7, Nikolina Eyð-
bjørnsdóttir
4,
Eyðritt
Andreasen 3, Linda Jo-
hannesen
1,
Finngerð
Joensen 1
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen
6(4), Milica Ergic 4, Beinta
Joensen 3, Anna Maria
Berthelsen 2, Anna B. Dani-
elsen 2, Paula B. Høgnesen
1, Poula D. Olsen 1
Brotskøst: VÍF 4, StÍF 4
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 4
Talvúrslit og –støður
Liðkappingin 5. umfar 1. deild
Klaksvík
Havnin
2,5-1,5
Ólavur Simonsen
Olaf Berg
0,5-0,5
Rani Nolsøe
Bogi Ziska
0-1
Finnbjørn Vang
Haldur Suni Johansen
1-0
Tummas M.
Herluf Hansen
1-0
Anthoniussen
Toftir
Kollafjørður
1-3
Wensil Højgaard
Hans Kristian Simonsen
0-1
Helgi Joensen
Torbjørn Thomsen
0-1
Justinus Hansen
Eyðálvur Johannesen
0-1
Oddmar Andreasen
Grettir Djurhuus
1-0
Sandavágur
Hvalvík/Streymnes
0,5-3,5
Torkil Nielsen
Rógvi W. Rasmussen
0,5-0,5
Sonni Nielsen
Finnbjørn Zachariassen
0-1
Jónfinn Thomsen
Sámal Christiansen
0-1
Gutti Petersen
Bergur Magnussen
0-1
Støðan í 1. deild
1. Kollafjørður
15,0
2. Klaksvík
13,5
3. Hvalvík/Streymnes
10,0
4. Havnin
9,5
5. Toftir
7,5
6. Sandavágur
4,5
2. deild 5. umfar
VT2
RT (RT tikið seg úr kappg.
KT2
KTF2
1,5-2,5
Bernhard Thomsen
Ingolf Gaard
0,5-0,5
Karl Louis Johansen
Esbern Christiansen
1-0
Árant Djurhuus
Rani Baldursson
0-1
Hávarður Jensen
Vagn Heldarskarð
0-1
VT
HT2
3-1
John Rødgaard
Jóhan Gaard
1-0
John Jacobsen
Andrias Ziska
0-1
Jákup á Rógvi
Helgi D. Ziska
1-0
Andreasen
Samson Højgaard
Rógvi Mortensen
1-0
Støðan í 2. deild
1. Vestmanna
15,5
2. Havnin
12,5
3. Kollafjørður
9,5
4. Klaksvík
9,0
5. Runavík (tikið seg úr)
5,0
6. Vestmanna 2
4,5
3. deild 7. umfar
Rókur
HT4
1-3
VT3
MT
2,5-1,5
ST2
KT3
3-1
HT3
GT
3-1
Støðan
1. Havnin 3
25,0
2. Sandavágur
17,0
3. Gøta
17,0
4. Havnin 4
15,5
5. Kollafjørður
13,0
6. Rókur
9,5
7. Vestmanna
9,0
8. Miðvágur
6,0
Unglingar 6. umfar
VTa
KTFa
1-3
HTa
MT
Einki úrslit komið inn
GT
Rókur
4-0
HTb
TT
0-4
VTb
ST
2,5-1,5
Støðan
1. Klaksvík a
19,0
2. Toftir
12,5
3. Klaksvík b
12,0
4. Sandavágur
11,5
5. Miðvágur
10,0
6. Havnin b
10,0
7. Havnin a
9,5
8. Rókur
7,5
9. Gøta
6,0
10. Vestmanna a
5,5
11. Vestmanna b
4,5
Andrass Thomsen úr
Havn hevur um viku-
skiftið tikið lut í EM í
svimjing, og á vegn-
um setti hann tvey
føroysk met
SVIMJING
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir fleiri ár við partvísari
stagnatión hjá føroysku
svimjarum, tykist nú
spakuliga ein glotti at koma
í. Nakrir ungir og evnaríkir
svimjarar eru, sum royna at
troka seg framat, og ein
teirra, 21 ára gamli Andrass
Thomsen, var um viku-
skiftið í Dublin, har hann
tók lut í EM-kappingini.
Fýra sekund av
metinum
Tað var nokk ikki vænt-
andi, at Andrass skuldi
koma heim við nøkrum
gullmerkjum, og tað gjørdi
hann so heldur ikki. Men
tíðirnar, sum hann svam á
ferðini, vóru framúr, og í
tveimum av trimum møgu-
ligum førum setti hann nýtt
føroyskt met.
Hósdagin varð kappast í
400 metra frí, og her gjørdi
Andrass bart. Hann svam á
mál í tíðini, 4.03,45, og tað
var næstan 4 sekund betri
enn gamla metið! Tað met-
ið átti Andrass eisini sjálv-
ur, og varð tað sett á
Oyggjaleikunum herfyri.
Fríggjadagin varð so
kappast á 100 metra teinin-
um, og eisini her gekst væl.
Talan gjørdist tó ikki um
nýtt met, men við tíðini,
53,46 var hann bert 5/100
sekund frá metinum.
Seinasta kappingin var so
sunnudagin,
og
aftur
hesaferð gjørdist talan um
met. Her skuldi svimjast á
200 metrar, har Andrass
sjálvur átti metið undan
kappingini. Gamla metið
var 1.56,51, men hetta varð
nú kutað niður í 1.55,68, so
eisini her má sigast, at talan
var um eina munandi betr-
an av metinum.
Við sær á ferðini hevur
Andrass Petur Heðin á
Fløtti, landsliðsvenjara, og
teir báðir vera væntandi
heima aftur týsdagin.
Tvey met í Dublin
Andrass Thomsen setti tvey føroysk met, tá hann um
vikuskiftið royndi seg í EM-kappingini í Dublin
VB-Stjørnan 22-26 (14-11):
Stjørnan ætlar avstað
Stjørnan fekk alt við
sær úr Vági, og nú eru
tað klaksvíkskvinnur-
nar, sum tykjast
standa sum stóru
favorittarnir undan
endaspælinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan hevur verið um eitt
heldur løgið kappingarár
hjá hondbóltskvinnunum í
Klaksvík í ár.
Undan
árinum
varð
annars meldað greitt út, at
nú skuldi liðið aftur gera
seg galdandi frammi í odd-
inum. Eftir óvæntaða góða
árið í fjør, hevði liðið fing-
ið tilgongd av eitt nú Anna
Kristinu Samson, Anniku
Ljósstein og Joan M. Djor-
djevic, sum hava verið burt-
ur frá av ymsum ávum. Og
við trimum útlendskum
leikarum at styrkja um
liðið, skuldu seinastu trum-
farnir eisini verið í lagi.
Men
fyrstu
vikurnar
sýndu tó nakað annað.
Liðið hevði sera ilt við at
fáa nakað sum helst at
koyra, og longu eftir fáum
dystum varð avgerð tikin
um, at leikandi venjarin
skuldi sendast av aftur
landinum. Sagt varð tá, at
tað kanska var óvanligt at
gera hetta somikið tíðliga á
árinum, men at talan mest
var um at bjarga tí, sum
bjargast kundi. Og eftir-
fylgjandi kann so bara stað-
festast, at leiðslan handlaði
rætt ta ferðina.
Róligari enn vant
Síðani venjaraskiftið hevur
Stjørnan nevnliga ikki tapt
ein tann einasta dyst. Og tá
skal havast í huga, at tær
hava verið í Vestmanna og
leikt tvær ferðir móti VB í
sama tíðarbili.
Seinni dysturin móti VB
varð kanska mett sum stóra
royndin hjá liðnum, og í
øllum førum var hetta
dysturin, sum skuldi gera
av, hvat av liðunum skuldi
halda jólafrí á fremsta
sessinum í deildini.
Ofta hava eisini júst
dystirnir millum hesi bæði
feløgini verið millum teir
mest undirhaldandi yvir-
høvur. Ikki minst, tí tey
bæði tvey tykjast trívast
best, tá ferð fæst á kontra-
spælið, men í so máta var
dysturin hesaferð eitt lítið
undantak.
VB tóktist nevnliga hava
lítlan hug at leggja so nógv
fyri á tann bógvin hesaferð,
og heldur tóktust tær til
tiðir vera nakað tungar. Ein
spæliætlan, sum hinvegin
helst eisini hevði til enda-
máls at spara nakað av
kreftum til seinasta partin
av dystinum.
Stjørnan royndi fyri tað
mesta av fyrra hálvleiki at
vera heldur meira fram-
fýsnar, men hóast tað
eydnaðist teimum at leggja
eitt ávíst trýst á VB-liðið á
henda hátt, so megnaðu tær
tó ikki at fara framum á
máltalvuni. Tí syrgdi eina-
mest Asta Acmonavicyte á
VB-málinum fyri, tá hon
ferð eftir ferð tók broddin
av atsóknunum frá Stjørn-
uni.
Gjørdist ov tungt
Í seinna hálvleiki tóktist
gongdin leingi vera tann, at
tað skuldi eydnast VB at
halda stigunum í Vági.
Stjørnan royndi at ota seg
framá, men tað var alla-
tíðina, sum megnaðu tær á
heimaliðnum at svara aftur,
men eisini hetta gjørdist ov
tungt at enda.
Seinastu ferð, at VB legði
seg á odda, var tá tær skor-
aðu til 21-20. Tær megnaðu
eisini at javna til 22-22,
men so var liðugt. Stjørnan
hevði nú læst fullkomuliga
í verjupartinum, og slapp
onkur VB-leikari kortini
framat til eina skotroynd, so
hevði Lidia Vladic valt
hesa løtuna til at sýna
kanska besta spælið, sum
hon hevur sýnt á árinum.
Og afturfyri, so kundi
Stjørnan ferð eftir ferð
kontra seg meira burtur frá
VB. Soleiðis fekk Bára
Klakstein við trimum mál-
um á rað beint allan iva um
endaliga útfallið burtur, og
so var var rómur á Stjørn-
uni. Liðið, sum eftir tríggja
dystir bert hevði fingið trý
stig, hevur síðani hetta
fingið fult hvørja ferð, og
tó at tað í nógvum førum
hevur verið sera tætt, so
sæst hetta ikki á stigatalv-
uni. Har geva sigranir tvey
stig og ósigrarnir einki, og
tí er Stjørnan nú fremst í
deildini.
Favorittar
Um tær so kunnu halda hesi
støðuni alt endaspælið á
tamb, er ein onnur søga,
men nógv bendir í øllum
førum tann vegin, at tær nú
eiga at roknast sum favor-
ittar til gullmerkini.
Liðið hevur eina sera
sterka ketu av heimligum
leikarum, sum í roynd og
veru telur størsta partin av
liðnum, sum í 2000 vann
gull fyri felagið. Hartil
tykjast tær báðar útlendsku,
Lidia og Katarina, nú veru-
liga vera komnar fyri seg,
og við eini Alinu Olaru aft-
urat í hópinum eftir nýggjár
fer bara at síggja heilt
spennandi út hjá liðnum.
Tað ger tað sum so eisini
hjá VB, tí hóast tapið, so
kunnu tær á ongan hátt av-
skrivast enn. Tá farið
verður undir endaspælið,
verða eftir øllum at døma
tvey stig upp til Stjørnuna,
men tað er sum kunnugt
ikki meira enn tað, sum
kann vinnast við einum ein-
støkum dysti. Spurningurin
er so, um tann dysturin fer
at vera tann í næst seinasta
umfarinum av kappingini,
tá Stjørnan aftur vitjar í
Vági.
Dysturin í tølum
VB-Stjørnan 22-26 (14-
11)
Málskjúttar
VB: Aukse Vysniaskaite 8,
Daiva Toumaite 4, Gurið
Mortensen 4, Margreth
Augustinussen 2, Rannvá
Augustinussen 2, Laila
Jespersen 2
Stjørnan: Bára S. Klak-
stein 8, Katarina Stepa-
novic 8, Annika Ljósstein
3, Una Olsen 3, Joan M.
Djordjevic
3(2),
Anna
Kristina Samson 1
Brotskøst: VB 1, Stjørnan
2
Útvísingar: VB 2, Stjørnan
2
Dómarar úr TB: Birgir
Dimon & Kári Niclasen
Føroyingarnir í
Holte eru ikki við, tá
endaspælið í donsku
elitudeildini skal
spælast
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var so nær við, sum
tað kundi verða, men tað
gekk akkurát ikki hjá
Holte at sleppa upp í part í
danska endaspælinum.
Fýra lið vóru í hørðum
stríði um teir báðar sein-
astu sessirnar í endaspæl-
inum, og á heimavølli
dystaðist Holte við Lyng-
by, sum var eitt av hesum
liðum. Tann dystin vann
Holte trygt, 3-0, men tað í
sjálvum sær var ikki nóg
mikið. Skuldu teir vera
vísir í at koma víðari,
skuldi Middelfart vinna
við í minsta lagi 3-1 á
Gentofte, og tann for-
treytin helt ikki. Dysturin
endaði 3-2 til Middelfart,
og tá tað síðina var farið
undir at telja bóltar, stóð
greitt, at teir í Holte vóru 8
bóltar ov stuttir.
Sostatt skal Holte eftir
nýggjar spæla í elitu-kval
røðini, har liðini dystast
um rættin at vera við aftur
í fremstu røð komandi ár.
8 bóltar ov stuttir
Anna Kristina Samson og
hinar úr Stjørnuni fingu alt
við sær, tá tær vitjaðu í Vági,
og nú er Stjørnan ovast á
stigatalvuni. Ein støða, sum
fáu í felagnum hevði droymt
um fyri bara tveimum
mánaðum síðani
Mynd: Áki Bertholdsen