Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 16. desember 2003 33 33 32 Nr. 239 - 16. desember 2003 C M Y K 32 Vestmenningar lótu ongan iva vera um úrslitið, tá KÍF vitjaði leygardagin HONDBÓLTUR Jákup Mørk Grannauppgerð var í Vest- manna leygardagin, tá kollfirðingar vóru á vitjan. Kanska er spenningurin ikki eins stórur um hesa grannauppgerðina, nú kollfiriðingar ikki longu hava heimavøll í Vestmanna, men hóast tað, so man tað í nógvar mátar framvegis teljast sum ein serligur dystur hjá leikarunum á liðunum báðum. Ofta hevur hetta eisini givið úrslit í nøkrum spennandi dystum, har leikararnir hava strítt til tað allar seinasta, áðrenn nøkur avgerð er fallin, men leygardagurin var tó ikki ein av hesum døgum. Rættiliga tíðliga í dyst- inum løgdu vestmenn- ingarnir seg nøkur mál framum, og eftir tað, so sluppu kollfirðingarnir ongan tíði aftur í dystin. Eitt skifti sá eisini út til, at talan skuldi gerast um veruligt sorl, men sum tað so ofta hendir, so settu vestmenningarnir ferðina nakað niður í seinna hálvleiki. Hetta gav so kollfiriðingum møguleika at pynta eitt sindur um úrslitið, men nærri enn tí sama komu teir so ongantíð. Gott við steðginum Soleiðis hevur VÍF nú vunnið seg ájavnt Neistan- um á stigatalvuni, og byrja teir sostatt endaspælið beint undir StÍF. Einki er at ivast í, at tað fyri vestmenningarnar man kennast gott, at vetrarsteðgurin verður somikið drúgvur hesaferð, nú landsliðið eisini skal í eldin. Her hevur VÍF fleiri leikarar, og sálarliga er einki at ivast í, at tað fyri teir kann verða sunt, at tankarnir eina tíð skulu sveima um onnur ting enn bara VÍF. At tað so helst verður nakað tyngri ítróttarliga, tá t.d. Noreg stendur hinumegin mið- strikuna, er so ein annar lutur, men í øllum førum verður talan um stóra uppliving. Dysturi í tølum VÍF-KÍF 30-24 (16-10) Málskjúttar VÍF: Agnar Joensen 8(1), Daniel Rápa 6, John Zachariasen 4, Ingi Olsen 3, Harald Bjørgvin 2, Petur Frank Joensen 2, Áki G. Olsen 2, Piti Negru 2, Sámal Joensen 1 KÍF: Petur Martin Poulsen 7, Gert Hansen 4(1), Vagnur Johannesen 3(1), Regin Petersen 3, Mirko Milenkovic 2, Teitur Joensen 2, Finn Heri Johannesen 2, Jónálvur Johannesen 1 Brotskøst: VÍF 1, KÍF 4 Útvísingar: VÍF 1, KÍF 1 Dómarar úr H71: Høgni M. Joensen & Rúni Djurhuus Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 11 9 - 1 - 1 275 206 69 19 2 VÍF 12 8 - 1 - 3 304 255 49 17 3 VB 11 8 - 0 - 3 281 206 75 16 4 Neistin 11 6 - 1 - 4 286 244 42 13 5 StÍF 11 4 - 1 - 6 253 290 -37 9 6 Søljan 11 1 - 0 -10 197 276 -79 2 7 Kyndil 11 1 - 0 -10 173 292 -119 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 10 8 - 1 - 1 300 270 30 17 2 StÍF 10 6 - 1 - 3 245 232 13 13 3 VÍF 10 5 - 1 - 4 266 244 22 11 4 Neistin 10 4 - 3 - 3 278 259 19 11 5 KÍF 10 2 - 1 - 7 244 291 -47 5 6 H71 10 1 - 1 - 8 233 270 -37 3 Tá farið verður í holt við endaspælið, hevur Kyndil tvey stig niður til næstu liðini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Kyndil tykist vera á veg aftur á føroysku hondbólts- trúnuna. Hetta hevur verið tendensurin alt árið higar- til, og sunnudagin syrgdu teir grønu fyri, at hetta eisini líkist støðuni, nú grundspælið er liðugt. Mótstøðuliðið hesaferð var H71, sum annars er einasta liðið, sum hevur knógvað teimum grønu í ár, og eina góða løtu var eisini líkt til, at teir skuldu arga Kyndil sunnudagin. Gekk javnt á Fyrra hálvleik var nevnliga millum lítið og einki, sum skilti partarnar. Kyndil royndi at toga seg frá mót- støðuni, men væl stríðandi hoyvíkingarnir megnaðu tó alla tíðina at hanga í, og onkra einstaka ferð enntá at stinga nøsina framum oddaliðið. Fyrstu løtuna av seinna umfarinum kom tó sjógvur ímillum. Kyndil fekk nú alt fyri eitt bygt sær eina hampuliga leiðslu, og hes- ari sleptu teir ongantíð aftur. Hoyvíkingarnir royndu av øllum alvi at stríða seg aftur í dystin, og teir megnaðu eisini at skapa nakað av spenningi móti endanum, tá munurin minkaði í tvey mál, men tað var kortini ikki nóg mikið. Kyndil setti trumf á seinastu lítlu løtuna, og tó at sigurin kanska ikki var so sannførandi, sum teir kundu ynskt sær, so vóru stigini tey týdningamestu. Byrja aftur við braki Og so er spurningurin, hvørt Kyndil eisini í enda- spælinum fer at standa seg eins væl, sum teir hava gjørt tað higartil. Ein ábending um hetta kemur kanska nóg so skjótt í endaspælinum. Eftir drúgva steðgin, sum nú verður í landskappingini, verður nevnliga lagt fyri við einum sonnum braki, tá Kyndil fer á vitjan í Vest- manna. Hoyvíkingar hava kanska ikki eins nógv at hugsa um í so máta. Teir hava alla tíðina sagt, at málið fyrst og fremst er at byggja sær eitt nýtt lið upp nú í ár, og tað arbeiðið tykist eisini vera komið nakað ávegis. Enn er talan kanska í ov lítlan mun um veruligar profilar á liðnum, tá sæð verður burtur frá Halgiri Dahl Olesen, men hinvegin er talan í flestu førum um ungar leikarar, sum búnast ár eftir ár, og bæði í ár og í fjørð hava teir eisini víst, at teir kunnu bíta frá sær. Dysturin í tølum H71-Kyndil 29-33 (13-13) Málskjúttar H71: Halgir Dahl Olesen 10, Tróndur Vatnhamar 5, Heini Bendtsen 5(3), Johnny Durhuus 4, Jákup á Borg 3, Olaf Vestergaard 1, Niels Viggo Niclasen 1 Kyndil: Hans Áki Dal- Christiansen 10(3), Jacob Jónsson 7, Høgni Klein 6(2), Josef Abrahamsen 5, Sigtór Andreasen 1, Ken Zachariasen 1(1), Finnur Hansson 1, Hans Arni Thomsen 1 Brotskøst: H71 3, Kyndil 7 Útvísingar: H71 7, Kyndil 4 Diskvalifikatión: H71 1 (3X2 minuttir), Kyndil 1 (beinleiðis reytt) VÍF-KÍF 30-24 (16-10): Grannauppgerð uttan spenning H71-Kyndil 29-33 (13-13): Kyndil er væl fyri Hóast hoyvíkingarnir aftur hesa ferð royndu at stríðast, so eydnaðist teimum ikki at koppa Kyndli á øðrum sinni hetta kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-StÍF 24-24 (18-11): Bæði vunnu Neistin fekk bara seks mál seinasta hálva tíman, men teir bjarg- aðu sær kortini eitt stig, soleiðis at mun- urin upp til oddin ikki vaks HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað stóð einki serligt til hjá StÍF í hálvleikssteðginum sunnudagin. Á heimavølli tóktist tað bera tann vegin, at meistararnir skuldu verða offur fyri einum veruligum avsmurningi frá Neistanum, sum annars ikki hevur staðið seg so øgiliga væl seinastu tíðina. Dysturin var annars byrj- aður á leið soleiðis, sum roknast kundi við. Talan er um tvey av liðunum, sum avgjørt hava ætlanir um at blanda seg í oddastríðið, og lítil og eingin munur var á spælinum. Stórar umskiftingar Men spakuliga fór Neistin at ota seg burtur frá strand- ingum. Ikki minst takkað verið einum framúr væl spælandi Zeljko Jotic í málinum, sum saman við verju síni helt strandingar burtur í longum løtum av dystinum. Seinastu 20 minuttirnar fyri steðgin skoraði StÍF bara fimm ferðir, og tá Neistin samstundis fekk 12 mál, so tóktist alt í nógvar mátar vera púrasta avgjørt. Tað var heldur ikki so nógv, sum bendi á, at heimaliðið skuldi megna at broyta nakað sum helst upp á hetta fyrstu løtuna eftir steðgin. Teir høvdu kanska eitt betri tak nú, men hin- vegin tóktist Neistin bara at halda fast um sína leiðslu, men brádliga kom vend í. Nú vóru tað strandingar, sum brádliga fingu takið í verjuni, og tað fekk eisini Marian Cirloganescu inn í dystin. Neistin rendi seg nú eis- ini í nakrar útvísingar, sum góvu StÍF møguleikan at toga nakað aftur, og so stóð brádliga heilt nógv á. Tað tóktist tó at gleppa, tá Neistin loksins aftur fekk tvey mál, soleiðis at teir nú komu upp á 24-20, men hesi bæði málini skuldu vísa seg at verða tey einastu hjá liðnum seinastu 20 minuttirnar. Heldur ikki strandingarni høvdu so lætt við at fáa glið á, men teir megnaðu tó at toga júst fýra mál aftur, og kanska kundu teir eisini tikið tað fimta, sum hevði tryggjað teimum sigurin. StÍF átti nevnliga við einum minutti eftir seinasta álopið í dystinum, men heldur enn at satsa alt fyri at vinna, so valdu teir at koyra eitt langt álop, har nakrir tríggja-metrar vórðu dømdir, og so var tíðin farin. Hinvegin er heldur einki at ivast í, at teir eisini vóru nøgdir við javnleikin. Hetta er nevnliga tann fyrsti av slagnum hjá liðnum, og nú grundspælið er liðugt, hevði ein sigur kortini ikki givið meira enn tað sama. Hjá Neistanum var talan um triðja javnleikin, so eisini teir kundu brúka úr- slitið til nakað, so alt í alt mundu tað vera tvey hampuliga væl nøgd lið, sum eftir dystin fóru hvør til sítt. Eisini hóast tað mundi undra nógv í Neist- anum, at teir soleiðis megn- aðu at tveita eina rimmar- trygga leiðslu burtur. Hildu takinum Men sum sagt, so hevur úr- slitið við sær, at bæði liðini hildu fast í fjarstøðuni, sum verður til Kyndil, tá enda- spælið byrjar. Her fer grøna liðið at byrja á 9 stigum. StÍF hevur 7 og Neistin og VÍF fara bæði til endaspælið við seks stigum. Hvussu tað so fer at hilnast her, er ein annar spurningur. Men tað er einki at ivast í, at báðir partar halda seg standa við góðum møguleikum. Sum verandi meistarar er einki at ivast í, at roknast skal við StÍF, og við breiða hópinum hava teir meira enn flestu onnur lið at standa ímóti við, um skaðar fara at gera seg galdandi. Hjá Neistanum eru vónir- nar helst serliga knýttar at, at liðið í januar mánaði fær tilgongd av Heina Hanusar- son Joensen. Hann verður tó ikki við fyrsta dystin í endaspælinum, tá Neistin skal takast við H71. Dysturin í tølum StÍF-Neistin 24-24 (11-18) Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 7, Artur Johansen 6(2), Bent Djurhuus 4(2), Mihai Marinescu 4, Alexandur Johansen 1, Andre F. Dani- elsen 1 Neistin: Blagoje Buha 10(3), Dragisa Stojovic 5, Ragnar Stakksund 2, Karl Oddmar Rasmussen 2, Áki Mørk 2, Helti Justinussen 1 Brotskøst: StÍF 5, Neistin 4 Útvísingar: StÍF 1, Neistin 6 Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Hanus Kúrberg Máltindarnir Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 95 (17) Aukse Vysniaskaite VB 83 (22) Ioana Rápa VÍF 78 (17) Sóley Mikkelsen VÍF 65 (14) Nicoleta Radu Søljan 65 (15) Annika Ljósstein Stjørnan 61 (17) Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 60 Milica Ergic StÍF 58 (8) Gurið Mortensen VB 57 (6) Irina Rodevici VÍF 55 Katarina Stepanovic Stjørnan 52 (11) Lina Andriulyte Neistin 49 Joan M. Djordjevic Stjørnan 46 (12) Ása Dam á Neystabø Neistin 44 (15) Heidi Maria Akselsen Søljan 43 (3) Menn Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 78 (27) Halgir D. Olesen H71 76 (6) Blagoje Buha Neistin 73 (19) Dragisa Stojovic Neistin 72 (3) Ingi Olsen VÍF 60 (20) Petur Martin Poulsen KÍF 57 Áki Mørk Neistin 50 (8) Agnar Joensen VÍF 49 (4) Sveinur Justinussen StÍF 45 (4) Høgni Klein Kyndil 44 (2) Jacob Jónsson Kyndil 43 Artur Johansen StÍF 41(9) Alexandur Johansen StÍF 39 (16) Sámal Joensen VÍF 37 (5) Gert Hansen KÍF 36 (2) Simona Dziugyte úr Neistanum er tann leikarin, sum hevur skotið flestu málini higartil í kappingini Bláu neistamenninir stóðu leingi til at vinna dystin á Skála, men seinastu løtuna vóru tað heimamenninir, sum stóðu við bestu kortunum Savnsmynd