Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 16. desember 2003 35 Runavíkar kommuna søkir eftir Pedagogum og avloysara til Barnagarðin á Mýrunum Barnagarðurin á Mýrunum er normeraður til 82 børn. Stovurnar eru skipaðar við 2 vøggustovum við 14 børnum í hvørjari,og 3 barnagarðsstovum við 18 børnum í hvørjari. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/ venjingarrúm og stórt felagsrúm við barna- vinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið. Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka barninum at geva tí møguleika at mennast, bæði persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka málinum er neyðugt við einum tryggum og stimbrandi umhvørvi, við góðum samstarvi mill- um leiðslu, starvsfólk og foreldur. Vit ynskja tí at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Søkt verður eftir 6 pedagogum á 35/40 t. um vikuna, lønarstig 10-16 og barnsburðaravloysara fyri hjálparfólk á 25 t. um vikuna, lønarstig 1-5. Setan verður frá 1. mars 2004 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Fríðu Lómstein, leiðara ella Conny Jacobsen, vara- leiðara á tlf. 448254 ella 218254 Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í sein- asta lagi 12. januar 2004, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Aðalfundur verður í Norðurlandahúsinum týsdagin tann 30. desember 2003 kl. 10.00 við hesi dagsskrá: a) Val av fundarstjóra b) Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári c) Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi d) Val av nevndarlimum og eykalimum e) Val av grannskoðara og tiltaksmanni f) Ásetan av limagjaldi og formansløn g) Lógarbroyting h) Gestarøðari i) Ymiskt Føroya Skipara- og Navigatørfelag Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til umboðsmannaval í Sjúkrakassanum Fyri Skála Læknadømi tann 29. januar 2004. 2 umboð fyri Skála kommunu og 1 umboð fyri Elduvíkar kommunu skulu verða vald. Uppskot við minst 6 valevnum skulu vera sjúkra- kassanum í hendi innan 21. januar 2004. Sjúkrakassi Skála Læknadømis 490 Strendur - telefon 449 212 Frá Norðstreymoyar Fólkafloksfelag Ársaðalfundur verður hildin í arbeiðsmannafelagshúsinum í Kollafirði mikukvøldið 17. desember kl. 19.00. 3. uppstillingarfundur til løgtingsvalið verður eftir fundin. Formaðurin Kunngerð Tað verður hervið gjørt øllum veljarum í Porkeris kommunu kunnugt, at vallistin til løgtingsvalið 20. januar 2004 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 15. de- sember 2003 til mánadagin 29. desember 2003. Kæra um,at onkur veljari ikki er komin á vallistan, ella onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 31. de- sember 2003. Valkort verða send øllum veljarum í Porkeris kommunu, ið hava valrætt til løgtingsvalið val- dagin 20. januar 2004. Porkeri,tann 13.desember 2003 Porkeris Bygdarráð Aðalfundur Aðalfundur Fótbóltssamband Føroya verður leygardagin 14. februar 2004, kl. 10.00 í FSF-húsinum. Fundarskrá sambært lógunum. Fótbóltssamband Føroya Limagjaldið fyri 2004 Limagjaldið fyri 2004 hækkar til 690 krónur um kvartalið. Limagjaldið fellur til gjaldingar ávikavist í januar, apríl, juli og oktober ársfjórðingi. Mint verður á,at møgulig eftirstøða í hesum árin- um eigur at verða goldin áðrenn 31. desember 2003. Vit ynskja viðskiftafólki okkara eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár! Vága Sjúkrakassi 360 Sandavágur Tlf. 333031 · Fax 333145 T-post adressa: vaga_sk@post.olivant.fo Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 278, P/F Vatnsoyrar Snikkaravirki, 385 Vatnsoyrar. Viðtikið 24.05.2003 at lækka partapeningin við kr. 440.000,00 til kurs 500 til útgjaldingar til partaeigarar og kr. 100.000,00 til kurs 100 til annulatión av egnum partabrøvum sambært § 48b, jvb kap. 7 í P/F-lógini, eftir at proklama er runnin. Skráseting Føroya tann 12. desember 2003 Kristin Balle _______________________ Uppstilling til formansval í Føroya Postfelag Sambært § 12 í lóg felagsins verður boðað til uppstilling til formansval í Føroya Postfelag. Uppskot skulu vera skrivstovu felagsins í hendi innan 15. januar 2004, við skrivligari váttan frá uppstillaða. Formaður verður vald á aðalfundi felagsins, sum verður 28. februar 2004. Fráboðanir um uppskot verða at senda Føroya Postfelag Tinghúsvegur 15 100 Tórshavn 35 34 Nr. 239 - 16. desember 2003 C M Y K 34 Oddaliðini Mjølnir og ÍF høvdu lættar dystir í vikuskiftin- um. ÍF hevði vitjan av Fram, meðan Mjølnir vitjaðu Fleyr. Størstu sensatiónina í meistaradeildini hjá monn- um hetta vikuskiftið stóðu mennirnir hjá Fleyr fyri, tá teir megnaðu at vinna eitt sett á Mjølni. Annars varð dysturin ikki serliga spennandi, Mjølnir stýrdi so at siga øllum, fyrsta sett vunnu teir uttan trupulleikar 25-13. Annað sett var sera líkt tí fyrsta, tað vunnu klaksvíksingar 25-17, og so hildu øll at tað var sum tað plagar við dystum har Fleyr er annað liðið, nevniliga stórtap. Men so varð ikki, tað gekk betri hjá Fleyr í triðja setti, møguliga tí at Mjølnir tók sær av løttum, men teir vunnu triðja sett 27-25. Fleyr megnaði ikki at halda støðið frá triðja setti, teir blivu "normalir" aftur og tapti fjórða sett 25- 9 og harvið dystin. Á Kambsdali har ÍF tók ímóti Fram, var eingin ivi um úrslitið. ÍF sorlaði Fram av, dysturin endaði 3-0. Settúrslitini vóru 25-13 25- 10 og 25-8. Eftir dystirnir í vikuskift- inum er støðan í oddinum óbroytt. Mjølnir og ÍF liggja framvegis lið um lið við 14 stigum hvør, tó hev- ur Mjølnir betri settmun. Hetta vóru seinastu dystir- nir í meistaradeildini hjá monnum í ár. Komandi vikuskiftið skal manslandsliðið í flogbólti til Skotlands at royna seg í EM-undankappingini. Tað varð bert spældur ein dystur í meistara- deildini hjá kvinnum hetta vikuskiftið, tað var dysturin á Kambsdali millum ÍF og KÍF. Hin dysturin skuldi vera á Tvøroyri millum TB og Drátt, men dómararnir møttu ikki FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá verandi FM-vinn- aranum ÍF. Liðið hevur rótað í botninum, men í seinastu dystinum hava kvinnurnar hjá ÍF skava sær nøkur stig saman, og um tær vunnu á KÍF leygar- dagin, so komu tær upp á eitt fjórða pláss í meist- aradeildini. KÍF hinvegin hevur bert vunnið ein dyst av seinstu fimm dystinum. Dystin vann ÍF 3-0. Sett- munurin var 26-24 25-22 og 25-11. Sum úrslitið vísur, so var serliga fyrsta sett sera spennandi og tað kundi farið báðar vegir, men kvinnurnar hjá ÍF vóru drúgvari. Í øðrum setti vóru kvinnurnar hjá ÍF við yvirlutan so at siga alt settið. Í triðja setti megnaði KÍF als ikki at spæla við, og so kundi ÍF vinna settið sera sannførandi. Kvinnurnar hjá Drátti kundu havt spart sær sigli- túrin um Suðuroyarfjørð, tí dysturin bleiv útsettur, av tí at dómararnir úr Mjølni høvdu sovið yvir seg. Saman við liðfeløgunum í SK Århus, sum er ein yvirbygningur yvir Åby- høj og Skovbakken Voll- ey, hevur Juana S. Joen- sen í ár verið partur av oddinum í donsku flog- bóltskappingini. SK Århus er spildur- nýtt felag, men hóast hetta, og hóast at talan er um tvey feløg, sum eru løgd saman, so heldur Juanna sjálv, at tað hevur gingið framúr væl at samkoyra hetta. Besta liðið, har Juanna hevur fingið nakrar dyst- ir í árinum, endaði á ein- um fjóðra plássi í grund- spælinum, og verður so- statt við, nú liðini eftir nýggjár fara at stríðast um DM-gullið. Næstbesta liðið endaði á einum triðja plássi í 1. deild, og tað úrslitið er sum so nóg gott tl at spæla um pláss í bestu deildini næsta ár. Trupulleikin her er so bara tann, at tá felagið longu eigur lið í bestu deildini, so letur hetta seg ikki gera. Annars sigur Juanna, at tær eru einar 20 leik- arar í hópinum. Venjing er fast á skránni fýra ferðir um vikuna, og so eru sjálvandi dystirnir eisini. Her hevur føroyski leikarin fyri tað mesta verið næsta val til hev- araplássið, og soleiðis hevur hon roterað ímill- um bæði liðini. Men sjálv leggur hon tó dent á, at hesum hevur hon einki ímóti. - jm Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinnur ÍF-KÍF 3-0 (26-24, 25-22, 25-11) Meistaradeild menn Fleyr-Mjølnir 1-3 (13-25, 17.-25, 27-25, 9-25) ÍF-Fram 3-0 (25-13, 25-10, 25-8) Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 10 8 - 2 25 9 16 16 2 TB 9 7 - 2 24 6 18 14 3 KÍF 10 5 - 5 17 22 -5 10 4 Dráttur 9 4 - 5 17 18 -1 8 5 ÍF 10 4 - 6 13 19 -6 8 6 Fleyr 10 1 - 9 7 29 -22 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 8 7 - 1 21 4 17 14 2 ÍF 8 7 - 1 21 5 16 14 3 SÍ 8 4 - 4 14 14 0 8 4 Fram 8 2 - 6 8 19 -11 4 5 Fleyr 8 0 - 8 2 24 -22 0 Juanna í enda- spælinum Oddaliðini vunnu sínar dystir ÍF vann á KÍF Tá dómararnir ikki møttu í Trongisvági, var dysturin á Kambsdali millum ÍF og KÍF einasti dysturin, sum varð leiktur hetta vikuskfitið