týsdagur 16. desember 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 239 - 16. desember 2003
Nr. 239 - 16. desember 2003
37
Tvørøkis eftirútbúgving
í psykiatri
Málbólkur
Røktarar, sosial- og heilsuatstøðingar, pedagogar, sjúkrarøktarafrøðingar, ergo-
og fysioterapeutar, sosialráðgevar og onnur, ið arbeiða ella fara at arbeiða
innan hospitals-, økis- ella sosialpsykiatri umframt starvsfólk innan heima-
røktina.
Mál fyri útbúgvingini:
Tvørøkis eftirútbúgvingin hevur til endamáls at geva luttakarunum møguleika
fyri at dagføra vitan og arbeiðshættir sum heild innan psykiatriska økið,at økja
um kompetansuna hjá tí einstaka skeiðsluttakaranum og at fáa innlit í og
amboð til at arbeiða tvørtur um fakmørk og ráðsøki.
Skipan og bygnaður
Eftirútbúgvingin fevnir um 60 skeiðsdagar svarandi til 12 modul á 5 dagar á 6
tímar og fer fram í tíðarskeiðinum februar 2004 - juni 2005.
Kostnaðurin er 18.000 kr., sum kann gjaldast í tveimum pørtum.
Minstukrøv fyri skeiðsluttøku
•
royndir við arbeiði við sinnisveikum og/ella áhugi fyri at arbeiða við hesum
málbólki
•
áhugi fyri at menna seg fakliga og persónliga
•
áhugi fyri fakligari kunning, skrivliga og munnliga
•
áhugi fyri at fara í djúpdina við ávísum spurningum í verkætlanararbeiði
•
dagligi arbeiðsleiðarin innstillar og mælir til luttøku
•
dagførda vitan svarandi til grundmodulið (skal kunna prógvast)
Tað er "Uddannelsesafdelingen, Psykiatrien i Århus Amt," í samstarvi við
Psykiatriska Depilin á Landssjúkrahúsinum, ið skipar fyri.
Nærri upplýsingar um útbúgvingina fáast við at venda sær til skrivaran:
Inger M. Gabrielsen á tlf. 313540 lok 323, teldupostur: inmaga@lsh.fo
Tilmelding í seinasta lagi 5. januar 2004.Tilmeldingin er bindandi.
Psykiatriski depilin
leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur
Bergit Weihe
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
Til sølu
Sethús, matr. no. 599 á Toftum.
Húsini eru o.u.90 m2 uttan,við stjørnutaki.Grund-
stykkið er o.u. 600 m2 til víddar.
Miðhæddin er innrættað við duri, vásakøki,
klædna- og kjøthjalli í einum lítlum útbygningi
(17 m2). Í høvuðsbygninginum (73 m2) er gong,
klædnarúm, køkur, stova, eitt størri og eitt minni
kamar, bæðirúm við wc umframt eitt annað lítið
wc.
Hjallarin, sum er í fullari hædd, er óinnrættaður.
Byggiárið er 1949 (útbygt 1980). Húsini standa
yvir havnarlagnum mitt í bygdini. Tey eru væl
hildin og í sera góðum standi.
Áhugað kunnu ringja á tel. 448502, 218502 ella
220625.
Limagjaldið fyri 2004
Limagjaldið fyri 2004 hækkar til 600 krónur um
kvartali.
Limagjaldið fellur til gjaldingar í ávikavist januar,
apríl, juli og oktober ársfjórðingi.
Mint verður á,at møgulig eftirstøða í hesum árin-
um, eigur at verða goldin áðrenn 31. desember
2003.
Sjúkrakassi Skála Læknadømis
490 Strendur · Telefon 449 212 · Telefaks 449 232
T-post adressa: sjkhil@post.olivant.fo
Tvingsilssøla
Fríggjadagin
tann 16. januar 2004
kl. 9.30
verður á dómaraskriv-
stovuni, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir smá-
partabrøv áljóðandi kr.
15.000,00 í Sp/f Marco
Polo (AS 19/2002).
Tvingsilssølan er um-
biðin av Annfinn V.
Hansen,adv.,Bryggju-
bakki 22, 100 Tórs-
havn, tlf. 319595 (j.nr.
101232),
sum kann
geva nærri upplýsingar.
Tvingsilssølutreytirnar
kunnu umbiðjast frá
nevnda advokati, ella
hyggjast ígjøgnum á
dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur,
tann 12.desember 2003
www.sosialurin.fo
Grundøki í Havn
til sølu
Um nóg høgt boð fæst, verður grundøkið
á Skotarók 12, matr. nr. 1234 h Tórshavn, til
støddar 492 m2 selt.
Áhugað kunnu venda sær til
Advokatfelagið við Strond 4
Yviri við Strond 4 · Box 359 · FO–110
Tórshavn · Tlf. 311260 · Fax 311261
e-mail: advokatfelagid@kallnet.fo
Tormóður Djurhuus, adv.
Jógvan Páll Lassen, adv.
Petur Even Djurhuus, adv.
Jógvan E. Ellefsen, adv.
Anna Dam, adv.
Ingi Højgaard, adv.
Frítíðarskúlin
í Sørvági
søkir eftir einum deildarleiðara og ein-
um hjálparfólki at byrja 15. januar 2004
Frítíðarskúlin, sum er ein deild undir barnagarðin-
um Sýslan í Sørvági, søkir eftir einum deildarleiðara
at arbeiða 35 tímar viku.
Deildarleiðarin, sum skal hava námsfrøðiligt prógv,
hevur ábyrgdina av tí dagligu leiðsluni á frítíðar-
skúlanum.
Søkt verður eisini eftir einum hjálparfólki at arbeiða
25 tímar viku.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfel-
ag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Sús-
annu á Stongum, leiðara, tlf. 332948.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum, skal verða okkum í hendi seinast 1. januar
2004.
Barnagarðurin Sýslan
FO-380 Sørvágur
Bakaralærlingur
Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakarayrkið,
hava vit eitt lærupláss leyst at søkja.
Bakaríið hjá Gunleivi hevur eina sera fjølbroytta
framleiðslu innan alt bakarahandverk, har tú kemur
at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi saman
við nógvum røskum fólki.
Bakaralæran er ein fjølbroytt útbúgving, ið gevur
fleiri framtíðarmøguleikar.Nøkur velja at halda fram
har tey hava lært, meðan onnur vilja royna okkurt
annað. Eitt nú starvast fleiri bakarar umborð á
cruiseskipum, í oljuvinnuni og innan hotelvinnuna.
Bakaralæran gevur eisini møguleika fyri víðari-
útbúgving, til m.a. procesteknolog.
Lærutíðin til bakara er 4 ár, harav 35 vikur á teknisk-
um skúla.
Ætlanin er at tú skal byrja skjótast gjørligt, men vit
bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
okkara og spyrja eftir Eli Andreasen.
Bakaríið hjá Gunleivi
Tlf. 22 88 38 ella 31 21 61
Lastbilar til sølu
Volvo FH12, 8x2 við veirheis, dumparalast við
síðumatik og við HIAB 250-6 kran, ið kann
takast av
Volvo F12,8x4 við veirheis og 25 TM Palfinger krana
Volvo F12, 6x2 við veriheis og dumparalast
Volvo F10, 6x2 við veirheis og HIAB 175 krana
Volvo F10, 6x4 við vanligari last
Broyt X21 II
Á Giljanesi Sp/f
Tlf. 21 98 99
Pedagogur/
hjálparfólk
til Dagrøktina í Runavíkar Kommunu
Søkt verður eftir pedagogi/hjálparfólki til
Kommunalu Dagrøktina í Runavíkar Kommunu
at arbeiða 30 tímar um vikuna,til setan 15.januar
2004, ella eftir avtalu.
Í Dagrøktarskipanini eru 90 børn og 21 dag-
røktarmammur.
Vit ynskja at tú:
• hevur hug at arbeiða við børnum
• ert kreativur
• hevur góð samstarvsevnir
Arbeiðið verður í størstan mun at samskipa virk-
semið í spælistovuni.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri upplýsingar starvinum viðvíkjandi fáast frá
dagrøktarleiðaranum á tlf. 448594 ella á tlf.
228594.
Skrivlig umsókn skal vera Dagrøktini í hendi í
seinasta lagi 30. desember 2003.
Dagrøktarskipanin í
Runavíkar Kommunu
Heiðavegur
600 Saltangará
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
37
36