Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 164 — 2. SEPTEMBER 1998 Deres fingið nýggjar eigarar 2% I gjår fekk Deres handilin i SMS nýggjar eigarar. Trupult hevur verið at fáa tað at hanga saman fíggjar- liga og tí hevur móðurfelagið, sum hevur nógvar handlar ymsastaðni í Danmark yvirtikið handilin SVEINUR TRÓNDARSON Við virkningi frá 31. august í ár fekk Deres handilin í SMS nýggjar eigarar. Tað er Deres konsernin í Danmark, sum hevur tikið yvir raksturin av forrætn- ingini í SMS og í hesum sambandi er Peter Jensen, sum er dani, komin til Før- oya at verða leiðari fyri handlinum. Petur Jensen vil ikki bein- leiðis inn á hvíteir hava yv- irtikid forrætningina, men eftir tí sum skilst, so er or- søkin m. a. at tað hevur ver- ið trupult at fáa tað at hanga saman fíggjarliga. Hava nógvar handlar Tað er einki óvanligt í, at tað er framleiðarin sjálvur, sum rekur útsgluna. Peter Jensen sigur, at teir í Danmark hava >franchis- arar<, men Deres konsernin eigur eini 80-90 prosent av útsglubúðunum kring alt Danmark. Vit spurdu hann hvussu kundarnir fara at merkja at nýggir eigarar eru komnir. — Fyrst og fremst fara vit at endurbyggja álitið á for- rætningina. Vit fara at seta vøruna ødrvisid upp soleið- is, at veran verður meira innbjóðandi. Hann leggur afturat, at tað sjálvsagt eisini hevur týdn- ing hvgrjar vørur eru á goymslu. — Vit fara at miða ímóti at fáa nýggjar vørur hvørja viku, soleiðis at kundin alla tíðina følir at hann fær nýggja vøru. — Og eftir tí, sum eg havi skilt, so er tað at fáa verur hvørja viku nakað nýtt í Føroyum. Góður marknaður og góð plasering eter Jensen hevur annars einki at fýlast á tá tað um marknaðin umræður. — Marknaðurin er stórur og har er nokk at taka av, sigur hann. — Vit liggja sera væl fyri og her koma nógv fólk, tíðindablaðið STEMT Nýggi leidarin í Deres í SMS, Peter Jensen, saman við stan sfólkunum Nomi og Hans (Mynd: Álvur Haraldsen) framvið hvgnn dag, so vit skulu bara syrgja fyri at vøruútboð okkara er so inn- bjóðandi, at kundarnir koma inn til okkara. Peter Jensen leggur aft- urat, at handilin neyvan fær eina betri plasering enn hana teir hava í SMS. — Plaseringina kunnu vit avgjørt einki siga til, sigur hann. Av tí at ein stórur partur av teimum vørunum skal skiftast út, so kundi meiri enn so hent seg, at tað verða onkur góð tilboð í nærmastu framtíð, sigur nýggi leiðarin í Deres handlinum í SMS, Peter Jensen. Tillagast føroyska marknadinum Vit spurdu hann hvussu hann ætlar at reka handilin? — Hesin handilin verdur rikin å sama hått, sum Der- es handlarnir i Danmark, t6 vid teimum tillagingum, sum mugu og skulu til. — Føroyar er ikki Dan- mark og ti eru kundarnir heldur ikki lika, sigur Peter Jensen. Hann sigur at tad skulu verða fýra starvsfólk knýtt at handlinum. — Vit skulu verða trý fólk í handlinum alla tíðina og tað fjórða kemur so at av- loysa tá tað berst frá hjá ein av hinum trimum, sigur hann. Peter Jensen vónar at kundarnir far at bera yvir við teimum ta fyrstu tíðina — Tað er nú einaferð so tá ein kemur so brádliga inn í eina forrætning, so krevur tað tillagingar á ymsan hátt og tað vóni at kundarnir fara at góðtaka — Vit fara í øllum førun at gera okkara besta fyri á henda broytingartíð verðu: so stutt sum gjørligt, sigur Peter Jensen at enda við So- sialin. Vørumessan '98: Sølustevna fyri fakfolk Komandi vikuskiftid verður Hotel Føroyar karmur um vørmessuna 1998. Hetta er ikki ein messa fyri »vanlig« fólk, men fyri fakfólk SVEINUR TRÓNDARSON Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður skipað fyri eini vøru- messu í Føroyum. Komandi vikuskiftið verður Hotel Føroyar karm- ur um fystu vørumessuna, sum nakrantíð er fyriskipa her á landi. Ein vørumessa er ein søl- ustevna, men ikki av tí van- liga slagnum har hvør Han- us og Janus sleppur at vitja. Henda stevnan er neyn- iliga ætla fakfólkum, tað vil siga ein innkeypsmessa fyri handlar, sýlubúðir, frisørar, stovns- og virkisleiðarar. Vøran, sum verður synd fram er tað, sum verður á skránni fyri veturin og til jóla. Vørumessan letur upp friggjadagin 4. september klokkan 9 å morgni. Tað verður Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaks- vík, sum fer at seta stevn- una. Upplatingartíðirnar fyri Vørumessuna '98 eru hesar. Fríggjadagin og leygar- dagin verður opið frá klokk- an 9 á morgni til 9 á kvgldi. Sunnudagin verður byrj- að nakað seinni. Tá letur stevnan upp klokkan 13 og hon letur aftur klokkan 21 á kveldi. Fyrireikararnir siga, at teir vænta at síggja nógvar framsýningargestir á hotell- inum um vikuskiftið. Kafé og matstova Allar fyritøkurnar, sum eru við á vørumessuni '98 er føroyskar. Talan er um 21 fyritøkur, sum eru kendar av so at siga hvørjum mansbarnið í Før- Hotel Føroyar verður i vikuskiftinum karmur um ætlað stovns- og virkisleiðarum og ikki vanliga n oyum. Fyri at tey vitjandi og framsýnararnir sjálvandi skulu kenna seg væl, og íkki skulu kenna svongd og tosta, hava fyrireikararnir gjørt av, at barrin í foyeruni á hotellinum skal gerast til eina kafé, steynudagarnar. Haðani fer hotellið at bjóða sertilboð við smyrj- ubreyði, køkum og ymsum ødrum løttum rættum. Kaféin verdur opin allar dagarnar meðan framsýn- ingin er. Fríggjadagin og leygardagin verður opið frá klokkan 12 til 21 og sunnu- dagin verður opið frá klokk- an 13 til 21. Ko i Í F H 3 på FOR % * 3 fyrstu vørumessu, sum verið hevur í Fóroyum. Henda messan er wnninum á gøtuni Matstovan Atlantis hevur annars opið sum vanlig, so ongum nýtist at ganga hvorki svangur ella tystur, meðan stevnan er. Fyritøkurnar, sum taka lut á framsýningini er hesar: Kemilux Industri, Eyst- uroyar Heilsøla, Farey, Poul „Hansen, Elding, Teting, ADC-heilsølan, Føroya Te- le, Bech & Jacobsen, J. F Kjølbro, Landshandilin, Tekstilvirkid, Salong S6l- run, Poul Michelsen, Deko- stovan, VisionSoftware, Anith, Foss-El, Damfar, Birgir Poulsen og Alma Pet- ersen