mikudagur 2. september 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið SOSTANNI
Jan Dalberg, lækni og granskari:
Magakrabbi nógv
vanligari í Føroyum
— enn aðra staðni bæði hjá mannfólki og konufólki, og tað kemst ivaleyst av
matinum, vit eta, sigur Jan Dalberg, lækni, sum hevur nærlisið allar sjúkra-
journalirnar hjá fóroyingum, ið hava havt krabbamein í árunum 1979 til 1993
Tur KJØLBRO
Á rådstevnuni um vikuskift-
ið, sum Feroya Felag Móti
Krabbameini skipaði fyri
um krabbamein í Føroyum
og um børn og sorg, helt
føroyski læknin, Jan Dal-
berg, fyrilestur um krabba-
mein, sjúkueyðkenni,
sjúkuavgerð, viðgerð og
hjáárin. Og ávísar krabba-
meinssjåkur í Føroyum
vórðu umrøddar
Seinastu tvey årini hevur
Jan Dalberg burturav
granskað í føroysku skrá-
settu krabbameinstilburðu-
num, serliga krabbameini í
maga, langa og tjúkktarmi,
og hver sjúkrajournalur er
kannaður og nærlisin. Hesi
árini hevur hann verið
knýttur at Kræftens Be-
kæmpelse, men fór í gjár
aftur til arbeiðis á Ríkis-
sjúkrahúsinum í Keyp-
mannahavn.
— Eg havi serliga gransk-
að í krabbameinstíttleika-
num í maganum í Føroyum
í mun til í Danmark. Har er
vandin hjá mannfólki 80%
stórri í Føroyum enn í Dan-
mark og samsvarandi hjá
konufólki 40% hægri. Hesir
tilburðirnir eru eisini nógvir
í Íslandi og har verður or-
søkin hildin at vera royktur
matur, men tað kann ikki
vera orsøkin í Føroyum, tí
føroyingar eta ikki nógv
royktan mat. Helst er tað
okkurt í kostinum, men tað
er ov tíðliga at siga nakað
itøkiliga um enn, sigur Jan
Dalberg.
— Viðvíkjandi krabba-
meini í langa og tjúkktarmi
hevur man í nógv ár hildið,
at títtleikin hevur verið
stórri í Føroyum enn aðra
staðni. Men kanningar vísa
tað øvugta. Títtleikin hjá
bæði konufólki og mann-
fólki liggur 20-30% lægri
enn í Danmark. Nidurstød-
an hjá okkum er, at tað
kemst av, at vit eta so nógv
fisk. Fleiri kanningar vísa
á, at fiskaolja er gagnlig fyri
rovini í tarmunum. Hon
forðar fyri ov títtari kyknu-
deiling. Og tað er tann vegin
vit skulu, tí vit eta nógv
minni av grønmeti, sum er
Fóroya Felag Móti Krabbameini:
20 ar á baki
Í sambandi við fóðingardagin fyrst í komandi ári, fær
felagið vitjan av aðalskrivarunum og formonnunum í
norðurlendsku krabbameinsfelógunum og tá verður skip-
að fyri nókrum tiltókum og eini rådstevnu
Turm KjøLBRO
Føroya Felag Móti Krabba-
meini varð stovnað 17. janu-
ar 1979 og hevur sostatt 20
ár á baki komandi ár. Í teirri
fyrstu nevndini sótu Sanna
Dahl Niclasen, Johannes
Thomsen, Mogens Egholm,
Kirsten Olsen, Marianna
Jensen, Agnar á Dul, og
Julianna Leonson.
Felagið er limur í Nordisk
Cancer Union og samstarv-
ið er gott millum norður-
lendsku feløgini. Í sambandi
við fødingardagin fyrst í
komandi ári, fær felagið
vitjan av aðalskrivarunum
og formonnunum í norður-
lendsku krabbameins-
feløgunum og tá verður
skipad fyri nøkrum tiltøk-
um og eini rådstevnu.
— Vit fáa nógvan iblåstur
frá hinum feløgunum. Ráð-
stevnan nú um dagarnar
hevur verið hildin í hinum
norðurlondunum. Tey eru
sjálvandi nógv framman fyri
okkum, tí tey hava stórri
orku at arbeiða við. Tey eru
eisini lutvíst við at fíggja
okkara virksemi, sigur
Jákup Olsen, formaður í
Føroya Felag Móti Krabba-
meini.
Samskifti
I vår skipadi felagid fyri
skeidi fyri læknum, har evn-
ið var samskifti millum
lækna og sjúkling. Ein ser-
frødingur innan samskifti
sum eisini er lækni helt
skeiðið.
— Tað eru ofta trupulleikar
í samskiftinum millum
lækna og sjúkling. Tá ið tú
fært eini ring boð er ringt at
skilja, hvat verður sagt, tí tú
fært ein skelk. Tí er so um-
ráðandi, at tann sum gevur
tær boðini - og tað er altíð
læknin - sigur tað, soleiðis
at tå skilir tað. Læknin hev-
ur ikki lært samskifti í sín-
um læknalestri, men í dag
verður hesin lidurin tikin
meiri fram sum partur av
lestrinum. Annars er tað in-
dividuelt, hvussu ein lækni
er, summir duga betri at tosa
við fólk, men teir sum ikki
duga, mugu læra tað, sigur
Jákup Olsen.
Farna árið hevur nógv
verið skrivað í donsku fjøl-
miðlunum um samskifti ella
vantandi samskifti millum
lækna og sjúkling, tá ið tað
snýr seg um at geva eini ring
boð. Tað er serliga Dr.
Kemp, á Center for Etik og
Ret á Keypmannahavnar
universiteti, sum hevur reist
nakrar spurningar hesum
viðvíkjandi. Kemp, sum
sjálvur misti konuna fyri
hálvum ødrum ári síðani av
krabbameini, hevur sagt, at
heilsuverkið, serliga lækn-
arnir als ikki duga at bera
sjúklinginum tey tungu boð-
ini, sum tað altíð er at fáa at
vita, at ein hevur krabba- |
mein. Harði kritikkurin hev-
ur ført við sær, at samskifti
millum lækna og sjúkling í
framtíðini fær ein stórri lut
í læknalestrinum.
Føroya Felag Móti
Krabbameini ætlar at gera
meiri við hesi viðurskifti.
Felagið hevur skrivað til yv-
irlæknarnar, læknafelagið,
og sjúkrasystrafelagið fyri at
fáa tey at arbeiða víðari við
evninum.
Bot til Bata
I Føroya Felag Móti
Krabbameini er ein bólkur
vid kvinnum, sum nevnir
seg Bót til bata. Tað eru
kvinnur, sum hava havt
krabbamein í bróstinum. Í
oktober hevur bólkurin 10
ár á baki. Virksemið hjá
bólkinum er, at kvinnurnar
eftir umbøn fara út til kvinn-
ur, sum fáa krabbamein.
Núverandi nevndin í Før-
oya Felag Móti Krabba-
meini er Jákup Olsen, for-
maður, Agnar á Dul, Óli Ja-
cobsen, Eliesar Olsen, Marj-
un Joensen, Helena Dahl
Olesen, og Jónhild West.
sunt og er fyribyrgjandi.
— I mun til onnur lond eta
føroyingar nógv meiri feitt.
Økingin frå 1936 til 1981
var 6gvusligari enn hon var
í Onglandi. Men partur av
feittinum er fiskafeitt og tað
er gagnligt. Tað er kortini
ikki øll forkláringin, sigur
Jan Dalberg.
Lívsstílurin
At títtleikin av krabbameini
er so stórur innan ávísar
sjúkur kemst eisini av
broytta liviháttinum.
— Kropsliga arbeiðið er
minkað nógv, skipini eru
nútímans gjørd og arbeiðið
umborð er minkað, nógv
fleiri hava sitandi arbeiði í
dag í mun til fyrr, fleiri hava
bil og nógv húski hava fleiri
bilar, motiónin er minkað
nógv. Og alt hevur nakað
við títtleikan av krabba-
meini at gera, tí motión er
fyribyrgjandi fyri krabba-
mein í tjúkktarminum, sigur
Jan Dalberg.
Granskingararbeiðið
byggir á krabbameinstítt-
leikan hjá føroyingum yvir
15 ár, frá 1979 til og við
1993. Tað næsta Jan fer í
holt við at kanna er krabba-
meinstíttleikan í steinunum
hjá mannfólki.
— Tað sær út til, at títt-
leikin er rættiliga høgur hjá
føroyingum, í hvussu so er
lika høgur sum hjå dønum
og teir hava sett met hesum
vidvikjandi, sigur Jan Dal-
berg.
Krabbamein í steinunum
er ein av krabbasjúkunum,
ið er lættast at gróða, men
tað hevur ikki altíð verið so.
Fyri 15 árum síðani doyðu
meiri 90% av teimum, ið
vórðu rakt av hesi sjúkuni.
I dag verða 90 % grødd.
Umfatandi gransking
Tað verður nógv granskað í
ymsu krabbameinssjúku-
num yvir allan heim. Nógv
fólk hava ein varhuga av, at
framstigini í granskingini
eru fá og sjáldsom, men har
sigur Jan Dalberg, at stødan
er ikki lika fyri allar sjúk-
urnar.
— Viðvíkjandi bróst-
krabba er ikki hent nógv,
men kortini er á >yðstíttleik-
in minkaður 3U% seinastu
fimm árini. Á ødrum økjum
er nógv hent. Taka við blóð-
krabbamein hjá børnum
verða 90% grødd í dag, har
doyðu so at siga øll fyrr, so
tað er eitt stórt framstig, sig-
ur Jan Dalberg.
Nógvir pengar verða
brúktir til granskingina á
hygrjum ári og í Danmark
koma flestu upphæddirnar
Nr. 164 — 2. SEPTEMBER 1998
- Jan Dalberg, lækni og granskari, hevur arbeitt við fóroysku
skrásetingini av krabbameinstilburðum og er komin til
nakrar niðurstóður viðvíkjandi krabba í maga, langa og
tjúkktarmi
frá privatum stovnum og
einstaklingum.
Sparing
Deyðstíttleikin hjá dønum
við krabbameini er 20%
hægri í mun til í Svøriki og
Noregi.
— Tað kemst ivaleyst av,
at fólk koma ov seint í við-
gerð. Tað hevur verið spart
í so nógv ár innan heilsu-
verkið og hetta gkið hevur
verið lágt prioriterað øll
åttatiårini. Sjålv viðgerðin
er góð, men tað munar lítið,
um fólk ikki sleppa í við-
gerð. Fólk bíða upp í tríggj-
ar mánaðir at sleppa í strálu-
mist ein av sínu næstu.
mínum dagliga arbeiði.
vera.
Tøkk til krabba-
meinsfelagið
29. august var undirritaði til fyrilestur í Norðurlanda-
húsinum, sum krabbameinsfelagið skipaði fyri, har evn-
ið var børn og sorg, serliga við atliti til børn, sum hava
Fyrilesturin hjá Jan Dalberg fyrr um dagin var uttan
iva sera áhugaverður, men tá undirritaði fær øll symp-
tomir, ið tosað verður um, valdi eg at halda meg til
fyrilesturin um børnini, sum er ógvuliga viðkomandi í
Norðurlandahúsið var á tremur henda dagin, og tað
vísir, hvussu stórur áhugi er fyri hesum evni. Evnið er
viðkomandi, og kann raka okkum øll, nær tað skal
Fyrilestrarhaldararnir vóru ógvuliga klárir og greiðir,
og sum áhoyrari fekst tú gott innlit í teirra metan av
einum sorgarforløbi hjá barninum og tí unga, og hvussu
teir mettu, at vit sum vaksin eiga at fyrihalda okkum
til eitt barn, ið hevur mist, ella av aðrari orsøk er í
sorg. Ikki tí, tey flestu vita, hvussu vit eiga at fyrihalda
okkum. Tað er sera einfalt, men hetta krevur nakað av
okkum, og tað er tað, sum er so torført.
Orsøkin til, at eg vil takka krabbameinsfelagnum
fyri tiltakið, er at hetta er eitt evni, sum lítið og onki
verður gjørt við. Eg havi tosað við nógvar familjur, ið
hava mist, og sum onga hjálp hava fingið í sorgini, og
børnini hevur als ongin hjálp verið til. Vónandi fer nú
at batna á hesum umráði, ið hvussu er hava nógv fólk
fingið innlit í sorgina hjá einum barni, ið hevur mist
og skal krabbameinsfelagið hava stóra tøkk fyri, at tit
hava tikid hetta tydningarmikla evnið upp.
Tað var eisini fløvandi at síggja Sonnu Dahl verða. .
heiðraða, hon hevur tað uppiborið.
Mynd: Jonhard Hammer
viðgerð, har forskriftin er,
at tú í mesta lagi skalt bíða
í tvær vikur, sigur Jan Dal-
berg.
Føroyingar brúka eisini
danska heilsuverkið. Rakar
hetta so eisini okkum?
— Tað kann hugsast, men
vit hava tann fyrimunin, at
føroyingar sleppa skjótt
undir skurð í Føroyum og
fáa kemoterapi beinanveg-
in. Danir hava bíðilista bæði
til skurðviðgerð og kemo-
viðgerð, men tá ið tað kem-
ur til stráluviðgerð skulu vit
bíða á jøvnum feti við danir,
sigur Jan Dalberg.
Vinarliga
Sjúrður Johannesen
sosialrådgevi