mikudagur 2. september 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S08'2/U
Nr. 164 — 2. SEPTEMBER 1998
Rikisfel
agsskapur
ella liknandi skipan
Føroyar skulu definerast sum ein tjóð. Heimastýrislógin skal takast av, men vit skulu hava onkra
skipan við Danmark, sum tó ikki nýtist at vera sum rikisfelagsskapurin í núverandi formi. Løg-
tingið viðgjórdi mánadagin uppskoti hjá Javnaðarflokkinum um stjórnarskipanarneynd
Ár 1998, fríggjadagin 28.
august 1998 legði Jóannes
Eidesgaard, løgtingsmadur,
fram soljóðandi:
Uppskot til legtingslóg um
setan av stjórnarskipanar-
nevnd
$ 1. Sett verður stjórnar-
skipanarnevnd at kanna og
viðgera spurningin um
broytingar í ríkisrættarligu
vidurskiftum Føroya.
$ 2. Legmaður setir stjørn-
arskipanarnevndina, sum
skal hava 11 limir.
Stk. 2. Hver flokkur á løg-
ingi velur sin løgtingslim i
evndina
Stk. 3. Løgmadur tilnevnir
in landsstyrismann sum
evndarlim
Stk. 4. Løgmadur er for-
maður nevndarinnar, og ein
v løgtingsmonnunum er
æstformadur
tk. 5. Nevndarlimirnir úr
øgtingi og landsstyri velja
:fturat sær 3 nevndarlimir,
sum skulu hava hægri út-
búgving í samfelagsvísind-
um og ikki hava sæti á tingi.
$ 3. Stjórnarskipanarneynd-
in skal gera uppskot um
nýggja stjórnarskipan fyri
Føroyar.
Stk. 2. Nevndin skal haraft-
urat kanna og vidgera øll
iðurskifti (>o':tisk, umsit-
ingarlig og búskaparlig),
sum nevndin heldur hava
týdning fyri viðgerðina av
uppskoti nevndarinnar í
løgtinginum.
$ 4. Nevndin skal seta skriv-
ara, sum skal hava hægri
samfelagsvísindaliga út-
búgving.
Stk. 2. Skrivarin kann eftir
avtalu við formannin taka
sær lønta medhjálp.
Stk. 3. Legtingsvaldu
nevndarlimirnir fáa nevnd-
arsamsýning eftir reglunum
í løgtingslég um samsýning
løgtingsmanna. Landsstýr-
isvaldu nevndarlimirnir
røkja nevndarstarvid sum
partur av vanliga landsstyr-
isyrki teirra. Hinir nevnd-
arlimirnir og skrivarin verða
løntir eftir nærri avtalu vid
øgtingsskrivstovustjran.
Stk. 4. Nevndin fær vid hesi
øgtingslåg heimild at nýta
pening til útreiðslur nevnd-
:rinnar, tó í mesta lagi 1,7
ió.kr.
5. Nevndin skal enda ar-
beiði sítt við áliti og upp-
skoti, sum verður lagt fyri
løgtingid í seinasta lagi á
lavsøku 1999.
$ 6. Henda løgtingslg fær
gildi dagin eftir, at hon er
kunngjørd.
ilmennar viðmerkingar:
Høvudsorsøkin ||, at Javn-
aðarflokkurin aftur setir
fram uppskot um setan av
eini stjørnarskipanarnevnd,
er, at mett verður, at mann-
agongd landsstýrisins í
sjálvstýrismálum (løgtings-
mál nr. 5/1998) avgjørt ikki
hevur røttu radfestingina.
Henda gevur ikki løgtingi-
num tad neyduga grundar-
lagid fyri eini stødutakan,
sum sjålvandi eigur at
byggja å eina breida demo-
kratiska viðgerð av hesum
stóra máli, sum síðan kann
gerast grundarlag fyri einari
breiðari politiskari semju.
Tí skal hetta uppskot
síggjast sum eitt alternativ
ella eitt neyðugt ískoyti til
uppskot landsstýrisins.
Stødan hjá politisku
flokkunum, tá tað snýr seg
um spurningin sjálvstýri-
samband, kann í stórum
bólkast í tríggjar høvuds-
leiðir:
* Varðveitan av verandi
skipan
+ Støðugt økt sjálvstýri inn-
an ríkisfelagsskapin
* Tjóðveldi
Hóast tað kann tykjast tor-
ført, so heldur Javnaðar-
flokkurin, at vit nú eiga at
finna eina felags stóðu til
hesar spurningar, ella ið
hvussu so er eina støðu,
sum ein so stórur meiriluti
á Føroya Løgtingi sum
gjørligt kann verða samdur
um
Vit eiga ikki at endurtaka
søguna frá samráðingunum,
sum førdu til Heimastýris-
lógina.
Tí leggur Javnaðarflokk-
urin nú fram aftur uppskot
um stjórnarskipanarnevnd
fyri at fáa til vega tað best
møguliga grundarlagið at
taka støðu á.
Broytingar í ríkisrættar-
ligu skipanini kunnu ikki
einvist fremjast av føroyska
lóggávu- og umsitingar-
valdinum. Men áðrenn
nakrar samráðingar kunnu
fara fram við donsku stjórn-
ina, eigur Føroya Løgting
at hava eina breiða og
greiða stóðu til, hvørja leið
vit vilja halda. Uppgávan
hjá stjørnarskipanarnevnd-
ini er í stuttum at fáa til vega
tað best møguliga grundar-
lagið at taka stóðu á.
Landsstýrið hevur við
løgtingsmåli nr. 5/1998 lagt
fram uppskot til samtyktar,
har løgtingiå beinleiðis skal
taka undir við, at landsstýrið
fer undir at fyrireika og taka
upp samráðingar við ríkis-
stjórnina um ein sáttmála,
sum skipar Føroyar sum eitt
fullveldi. T.e., at løgtingid
ikki frammanundan skal
vidgera, hvørja rikisrættar-
liga loysn, løgtingid ynskir,
men at løgtingid í staðin
skal taka undir vid, at lands-
styrid tekur upp samråding-
ar um eina loysn, sum bert
landsstýrið og samgongan
taka fult undir vid, tó tað
kanska eisini er ivasamt.
Javnaðarflokkurin metir
tað av alstórum týdningi, at
tað ikki eru beinleiðis sam-
ráðingar við ríkisstjórnina,
sum skulu gera av, hvgrjar
broytingarnar verða, men at
danska stjórnin fær eitt før-
oyskt uppskot at taka stóðu
til.
Javnaðarflokkurin metir
tað sera týdningarmikið, at
tey framstig, sum skulu
henda á sjálvstýrisleið,
verða gjørd av einum breið-
um politiskum meiriluta, so
hetta ikki førir til óhepnar
polariseringar í samfelag-
num. Tí er tað ikki rætt, at
løgtingid tekur undir við at
landsstýrið fer undir sam-
ráðingar, sum bert ein partur
av løgtinginum ynskir, og
uttan at geva tinginum til
fulnar svar upp å allar teir
ósvaraðu spurningar um av-
leiðingar 0.1., sum longu eru
settir.
Tað eigur tí sum liður í
teimum fyrireikingunum til
broytingar í ríkisrættarligu
vidurskiftum Føroya, sum
eisini eru nevndar i løg-
tingsmåli nr. 5/1998, at
verða sett ein stjórnarskip-
anarnevnd.
Tá álitið er liðugt, eigur
tað at verða prentað og al-
mannakunngjørt. Uppskot-
ið verður lagt fyri løgtingid
í seinasta lagi á ólavsgku
1999. .
Vidmerking til einstøku
greinirnar:
Ad$ 1.
Her verður høvudsmål lóg-
arinnar sett.
Ad. $ 2.
Nevndin eigur at verða sett
soleiðis saman, at allir
flokkar á tingi hava sína
umboðan.
Utinnandi valdið eigur at
vera væl umboðað. Tí verð-
ur skotið upp, at løgmaður
og ein landsstýrismaður eru
limir í neyndini.
Sum serligur stuðul hjá
nevndini verður skotið upp,
at teir av løgtinginum og
landsstýrinum valdu nevnd-
arlimir afturat sær skulu
velja tríggjar nevndarlimir,
sum eru fakliga útbúnir á
teimum målsøkjum, sum
nevndararbeidid fer at
snúgva seg um.
Løgmadur verður for-
maður nevndarinnar, meðan
ein av løgtingsvaldu nevnd-
arlimunum verður næstfor-
maður.
Ad $3.
I hesi grein verður ásett, at
stjårnarskipanarnevndin
skal gera uppskot til nyggja
stjórnarskipan fyri Føroyar,
sum ein breiður politiskur
meiriluti stendur aftanfyri.
Nevndin skal harumframt
kanna og viðgera gll tey
viðurskiftu í samband við
uppskotið um nýggja stjórn-
arskipan, sum nevndin met-
ir hava týdning fyri fram-
haldandi viðgerðini í løg-
tinginum. Hetta eru viður-
skifti, sum m.a. umfata tær
politisku, umsitingarligu og
búskaparligu avleiðingarnar
av einum slíkum uppskoti.
Ad $ 4.
Tað verður mett, at skal
nevndararbeidid gerast til
litar, má fastur skrivari
setast í fulltíðarstarv við
skrivstovuhjálp.
Kostnaðurin av nevndar-
arbeidinum verður leysliga
mettur til 1,7 mió. kr., um
arbeiðið varir umleið eitt ár,
og 40 nevndarfundir verða
hildnir. Mettu útreiðslurnar
kunnu útgreinast soleiðis:
Skrivari kr. 500.000
Skrivstovuhald og ymsar
útreiðslur kr. 300.000
Fundarpeningur
Løgmadur og landsstýris-
maður kr. 0
Løgtingsmenn kr.
100.000
Serkønir nevndarlimir kr.
200.000 kr. 300.000
Serkøn hjálp, eitt nú re-
sponsum frá statsrættarser-
kønum og frágreiðingar um
fremmandar styrisskipanir
og figgjarligar útgreiningar
kr. 400.000
Prenting av áliti kr.
200.000
Kostnaður tilsamans kr.
1.700.000
Ad $ 5.
Av tydningi er, at ein enda-
lig frest verður sett fyri ar-
beiðinum soleiðis, at nevnd-
in, tá hon fer undir starv sítt,
sum eitt av tí fyrsta leggur
eina tíðarætlan soleiðis, at
arbeiðið kann gerast liðugt
til ásettu tíðina og setir av
neyðugu orkuna til arbeiðið.
Uppskotið verður lagt fyri
løgtingid í seinasta lagi á
ólavsgku 1999.