Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 Nr. 164 — 2. SEPTEMBER 1998 Tilmælið frá Kommununevndini: Skipið Føroyar i sjey kommunur Niðanfyri prenta vit samandrátt av niðurstóðuni hjá Kom- mununeyndini, sum gjáramorgunin klokkan 10 handaði Annfinni Kallsberg tað slóku 900 síðu longu frágreiðingina Samandráttur Tulkingar av kommissori- um Kommununevndin skal koma við einum ftøkiligum uppskoti um nýtt kommun- ubýti, har ásett eru bæði tal g stødd á teimum komm- unalu eindunum. Siavn- haldið er, at kommunurnar bert fáa tær uppgávur um hendi, sum tær sjálvar eru førar fyri at røkja. Hetta merkir, at nýggja kommun- uskipanin skal ikki verða grundað á kommunusam- starv, og eigur tað tí bert at verða eitt ískoyti til nýggj- an, kommunalan bygnað. Kommununevndin tulkar sín arbeiðssetning soleiðis, at ætlanin er at menna tað kommunala sjálvstýri, og at kommunurnar tískil skulu fáa fleiri uppgávur at rekja, enn tær nú hava. Somuleiðis verður miðað eftir at fáa eitt greiðari uppgávu- og á- byrgdarbýti. Fyritreytin fyri hesum er, at kommunalu eindirnar verða størri, og at kommunurnar tí mega verða lagdar saman. Við hesum í huga tulkar nevnd- in kommissorium soleiðis, at kommunurnar mega fáa eitt avmarkað tíðarskeið til sjålvbodna samanlegging. Nevndin heldur, at tær eiga at fáa 4 ár - til ár 2002 - til hetta arbeiðið. Tá ið so hetta tíðarskeiðið er farið, eiga kommunurnar at verða lagdar saman við lóg. Við atliti at serskipanum fyri útoyggjarnar og tey smáu bygdasamfelggini tulkar Kommununevndin kommissorium soleiðis, at møguligar serskipanir eiga at verða gjørdar innan fyri eina nýggja kommunuskip- an. Nevndin heldur, at í so lítlum landi sum okkara er ikki skilagott at hava fleiri javnsettar kommunuskipan- ir. Tí eiga allar kommunur at verða javnsettar mótvegis bæði lóggávu og stýring frá landinum, og tí eigur upp- gávubýtið millum land og kommunur eisini at verða gjørt við stødi í minsta fel- agsnevnara. sambandi > nytt komm- unubyti eru tad 4 eydkenni, Kommununevndin hevur havt at mida seg eftir. Eyð- kennini eru: tey landafrødi- ligu viðurskifitini, sam- ferðsluskipanin, grundarlagið og samstarvið. Ein kommunueind eigur at vera ein natúrlig, landa- frødilig eind, so at bæði kommunurådleggingin og tænastuveitingin til borgar- an loða eintýddar saman Somuleiðis eigur víddin á kommunueindini ikki at verða størri enn so, at í- búgvarnir í kommununi hava hóskandi atgorgd til kommunudepilin og tær al- mennu tænasturnar. Kommunueindirnar skulu eisini vera ein samanhang- andi samferðslueind. Tað er skilabest at fólka- grundarlagið í kommunu- eindini ikki verður minni enn 2.000 íbúgvar. Best hevði verið, um tað var stórri. Tó heldur nevndin tað vera veruleikafjart at seta markið hægri enn 2.000, av tí at tær landa- frødiligu umstødurnar í Før- oyum eru so håttadar, sum tær eru. Hildið verður, at 2.000 íbúgvar mega vera til tess at veita trygd fyri, at kommunueindin fær eina sømiliga kommunuumsit- ing, umframt at hon kann verða før fyri at veita borg- arunum tær tænastur, sum borgaranum í einum nútím- ans samfelagi er tørvur á. Kommununevndin held- ur, at havt eigur at vera í huga tað nógva og fjøl- broytta samstarvið, sum er kommuna millum nú á døg- um. Við hesum áskoðanum í huga mælir Kommunu- nevndin til hetta kommunu- býtið: Norðoyggjar: t.e. Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, Mikladals og Húsa kommunur Eysturoy: t.e. Fuglafjarðar, Leirvikar, Gøtu, Nes, Run- avíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur (og møguliga eisini Eldu- víkar og Funnings komm- unur) Sundalagið: te. Eiðis, Sunda, Gjáar, Haldórsvíkar, Saksunar, Hvalvíkar, Hós- vikar kommunur (og møg- uliga Funnings og Elduvík- ar kommunur) Streymoy: t.e. Vestmanna, Kvívíkar, Kollafjarðar, Tórshavnar, Kirkjubgar, Nólsoyar og Hests komm- unur Vágar: Le. Sandavågs, Mið- vågs, Sørvågs, Bíggjar og Mykines kommunur Sandoy: te. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsa- víkar og Skúvoyar komm- unur Suðuroy: te. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fåmjins, Hovs, Porkeris, Vågs og Sumbiar kommunur. Besta loysnin er ti 7 komm- unur, og Kommununevndin mælir til, at hetta verður grundarlagið undir komm- unusamanleggingunum. Tó er tað soleiðis, at tað eisini eru aðrar kommunu- eindir, ið lúka tey eyðkenni, Kommununevndin hevur miðað seg eftir. Eystur- oyggin eins og Suðuroyggin kunnu verða tvær kommun- ueindir hvør. Við tí sundur- býti í huga kunnu komm- unueindirnar verða hesar: Norðoyggjar Eystureysturoy: t.e. Fugla- fjarðar, Leirvíkar og Gøtu kommunur Vestureysturoy: te. Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur (og møguliga eisini Eldu- vikar og Funnings komm- unur) Sundalagið Streymoy Vágar Sandoy Norðursuðuroy: t.e. Hval- biar, Tvøroyrar og Fåmjins kommunur Suðursuðuroy: te. Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur. Nevndin mælir tí til, at ikki verður gjørligt at leggja saman í smærri kommunu- eindir, sum til ber at skipa við sjálvbodnari saman- legging. Uppgávubýtið Kjarnin í tí kommunala sjálvstýrinum er, at komm- unurnar sjálvar kunnu rað- festa sínar uppgávur, og at tær sjálvar kunnu gera av, hverjar uppgávur, tær ætla at loysa - umframt tær lóg- arásettu. Við hesum fæst ein miðfirringarvinningur, tí kommunan er betur før fyri enn landið at nøkta ynski/ tørv borgarans á staðnum, t.v.s. tað fæst eitt rættari vav og ein betri samanseting av teimum almennu tænastu- num. Ein treyt fyri miðfirr- ingarvinningi er tó tann, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið fylgjast, so at borgarin betur kann duga á at skyna, hvat tað kommunala virksemið í roynd og veru kostar. Við Hilmar Høgenni, formaður í Kommununevndini handar Annfinni Kallsberg, løgmanni í og landsstýrismanni í kommunumálum álitið hesum kann borgarin seta harðari krøv um nýtsluna av skattakrónum sínum. Onnur treytin fyri miðfirringar- vinningi er, at kommunan hevur búskaparligan og um- sitingarligan førleika at stýra, so at tilfeingið verður gagnnýtt sum best. Viðvíkjandi uppgávubýt- inum millum land og kommunur eru tað serliga tvær meginreglur, ið verdar eru at hava í huga, og eru tær: nærleiki og burðar- dygd. Meginreglan um nær- leika er tann, at skalt tú fáa miðfirringarvinningin (de- sentraliseringsvinningin), so mega uppgávurnar verða røktar so nær borgaranum, sum til ber. Og meginreglan um burðardygd er tann, at skalt tú fáa eina virkisføra (effektiva) uppgávurgkt, so er umráðandi, at gkið, sum uppgávan skal fevna um, hevur eina burðardygga stødd. Við stødi í verandi lóg- gávu verða her nevndar tær uppgávur, sum Kommunu- nevndin heldur eiga at verða kommunalar og hvgrjar, ið eiga at verða landsuppgáv- ur. Dentur verður lagdur á, at sjónskur skilnaður eigur at vera ímillum lands- og kommunuuppgávur, og at eitt greiðari uppgávu- og á- byrgdarbýti fæst, so at figgj- arliga ábyrgdin fylgir upp- gávuni. Fólkayvirlitið eigur at vera savnað á felags kerv. F6lkab6kasavnstænastan eigur at vera ein kommunal uppgåva og samskipad vid skúlabókasavnstænastuna Sløkkilidsarbeidid eigur at vera staðbundið í komm- ununi El-veitingartænastan eig- ur at vera ein landsuppgáva, av tí at veitingargkið er landið alt Leiguviðurskifti borgar- anna eiga at vera ein komm- unal uppgáva Sum ein eyðsýndur partur av kommununnar ráðlegg- ing eiga allar kommunur at hava býarskipan og byggi- samtykt Eftirlitið við matvørul6g- ini eigur at vera ein komm- unal uppgáva Uppgávurnar hjá hégn- synisnevndini eiga at verða latnar tí kommunalu umsit- ingini at røkja Fólkaskúlin eigur at verða kommunalur; men tó eigur undirvísing vegna ser- ligan tørv at vera miðsavn- að, av tí at umráðandi eru bæði stór servitan og skila- góð samskipan. Skúlagongd eftir fólka- skúlan eigur at vera lands- uppgáva Frítíarundirvísing, ser- støk frítíðarundirvísing og fritidarvirksemi eiga at vera kommunalar uppgåvur Greida eigur at fåast å, hvør ætlanin er vid Musikkskúl- anum. Støda eigur síðan at verða tikin til, um hann skal vera ein kommunu- ella landsuppgáva Eftilitið við umhvørvis- lógini eigur í høvudsheitum at vera kommunalt Innsavnan av burturkasti eigur at vera ein kommunal uppgåva; men sjålv brenn- ingin ella burturbeiningin kundi verid landsuppgåva Vatnveitingaruppgåvan eig- ur at verða ein lógarásett, kommunal uppgåva Almannaøkid eigur at verða latið kommununum. Tað snýr seg bæði um for- sorgina og barnaforsorgina. Samdøgursstovnar til børn eiga tó at verða miðsavn- aðir, og harumframt eiga landið og kommunurnar í felag at fáa greiðu á, um eftirlønarøkid skal verða miðsavnað, ella tað skal verða latið kommununum at umsita Vegakervið eigur at verða býtt sundur í lands- og kommunuvegir; hesir vegir Mynd: Álvur Haraldsen eiga so eftirsíðan at verða ávikavist ein lands- og kommunuuppgáva At taka sær av kirkju- gørðunum er ein kommunal uppgáva Líkningarmyndugleikin eigur at verða latin komm- ununum. Haráfturímóti er landsins býti av skattum, inntøkuflytingum o.g. borg- aranna millum ein av høvudsuppgåvum landsins (býtisuppgávan), og eigur henda uppgáva tískil at verða miðsavnað 'Umráðandi er hjá landi og kommunum at fáa greiðu á, hvørt tað skal verða land ella kommuna, ið skal hava um hendi at heinta inn kommunuskatt, sum fallin er til gjaldingar Kommunulæknaskipan- in, heimargktin, skúlalækn- askipanin og tannrgktar- skipanin, t.e. heilsutænastan uttan fyri sjúkrahúsini, eig- ur at verða latin kommunu- num at røkja Ellisheim eiga at vera kommunal burturav Havnalóggávan eigur at verða dagførd. Landsstýrið og kommunurnar eiga við samráðingum at koma á- samt um tað endaliga býtið Kommunusamstarv Ein viðkomandi spurningur er, um felagskommunalt samstarv kann koma ístaðin fyri kommunusamanlegg- ingar. Kommunusamstarv kann verða býtt sundur í helvt, nevnliga: felags- kommunalt samstarv vid fyriskipanarligum bygnaði, og felagskommunalt sam- starv uttan fyriskipanar- ligum bygnaði. Vidvikjandi felagskomm- unalum samstarvi við fyriskipanarligum bygnaði verður sjålvstødug fyriskip- an sett á stovn, ið so tær samstarvandi kommunur geva sín myndugleika. ; tann hátt er hetta samstarvs-