mikudagur 2. september 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Be
Nr. 164 — 2. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið ;
23
Kommununevndin lidug
Annfinn Kallsberg, løgmadur heldur, at álitið hjá Kommununevndini verður
eitt gott stóði at byggja framtíðar kommunupolitikkin á
EIRIKUR LINDENSKOV
Tað var tann 23. apríl í
1996, at landsstýrið sam-
tykti at seta eina nevnd við
seks limum at gera uppskot
um eina nýggja kommunala
skipan í Føroyum.
Eitt kommisorium varð
gjørt, og var tað almanna-
kunngjørt og sent øllum
kommunum í 1996.
Stérur spennigur hevur
verið um, hvør nidurstødan
fór at vera, og ikki minst
um, hvørja hugsan nevndin
fór at hava um kommunu-
samanleggingar.
prinsippinum mælir
nevndin til, at kommunur-
nar verða sjey í tali, men tó
heldur nevndin, at fyrstu
fýra árini eiga kommunur-
nar sjálvbodnar at sleppa at
leggja saman. Men í ár 2002
eiga tær kommunur, sum
ikki hava lagt saman, at
verða lagdar saman við lóg.
Álitið hjá kommunu-
nevndini er rættuliga um-
fatandi, og verða ikki stund-
ir í dag at fara undir ftøki-
slagið í andsøgn við tað
staðbundna sjálvstýrið, við
tað at møguleikin kommun-
anna at raðfesta uppgávur-
nar minkar munandi, av tí
at bæði tilfeingi og mynd-
ugleiki verða latin hesi
sjålvstødugu fyriskipan at
røkja. Tílíkt samstarv er
heldur ikki í samljóð við
fólkastýrið, við tað at leiðsl-
an í felagskommunala sam-
starvinum verður vald 6-
beinleiðis av kommunustýr-
unum. Tessvegna fær borg-
arin bert óbeinleiðis ávirkan
á tær avgerðir, ið tiknar
verða, og samstarvsleiðslan
stendur bert óbeinleiðis til
svars mótvegis borgaru-
num. Meginreglan um, at
uppgávu- og ábyrgdarbyrð-
an skulu fylgjast, verður eis-
ini brotin. Uppgávan verður
latin samstarvinum; men
kommunurnar hava ta end-
aligu fíggjarligu ábyrgdina.
Av hesum ávum eigur fel-
agskommunalt samstarv
bert at verða eitt ískoyti til
nýggjan, kommunalan
bygnað. Harafturímóti er
einki til hindurs fyri felags-
kommunalum samstarvi
uttan = fyriskipanarligan
bygnað. Kommunusam-
starv av hesum slagi kann
snúgva seg um: keyp og
sølu av tænastum, samskip-
an, upplysingar- og hug-
skotsskifti, har veruligar av-
talureglur eru galdandi.
Samskifti millum land
kommunur
Felagskommunalt samstarv
vid fyriskipanarligum bygn-
aði eigur bert at vera eitt
ískoyti til nýggjan, komm-
unalan bygnað. Tó heldur
Kommununevndin, at tað
eigur at vera eitt kommunu-
felag, har allar kommunur
eru limur.
Eitt tílíkt felag fer at hava
ein týdningamiklan lut í
sambandi við skiftið frá ver-
andi kommunubygnaði og
til tann nýggja. Harumframt
verður ein uppgáva hjá
kommunufelagnum, sum
frá líður, at samráðast við
landsstýrið um tann rikna
fíggjarpolitikkin og um
neyðugar javningar í
kommunuskipanini. Eisini
verður tað uppgáva felags-
ins at umboða kommunur-
nar á fjølbroyttum grundar-
lagi mótvegis ødrum mynd-
ugleikum KT Men
mótvegis kommununum
verður = uppgávan hjá
kommunufelagnum ráðgev-
andi.
Eftirlit við
mununum
eini nyggjari, kommunal-
ari skipan er sera umráðani,
at tørvandi orka verður tøk
til tað kommunala eftirlitið.
Í samanburði við verandi
skipan verður uppgáva eft-
irlitsins í nýggju skipanini
stórt sæð eitt rættargildiseft-
irlit, ið skal ansa eftir, at
kommunurnar halda lógir-
nar. Tað er tí sera umráð-
andi, at hetta eftirlitið verð-
ur eitt veruligt eftirlit, so at
kommunurnar fáa ta neyð-
ugu virðingina fyri tí og so-
statt eisini fyri lóggávuni.
Tann endurgjaldsskipan,
sum er galdandi, hevur fleiri
vansar við sær. Hon hevur
eina neyva stýring frá land-
inum við sær, av tí at landið
má fylgja við sínum egnu.
útreiðslum. Hetta er ikki í
samsvari við hugtakið um
staðbundið sjálvstýri. End-
urgjaldsskipanin veldur har-
umframt, at trupult er at
staðfesta ábyrgdina av teim-
um avgerðum, ið tiknar eru.
Hetta kann volda, at skeivar
avgerðir fáa ongar avleið-
ingar. Endurgjaldsskipanin
kann eisini volda, at komm-
unurnar kunnu ikki so væl
raðfesta sínar uppgávur, av
tí at stuðulin (endurgjald-
ingin) er markað. Hetta er
heldur ikki í samljóð við tað
kommunala sjálvstýrið. Við
slíkari endurgjaldsskipan
fáa borgararnir heldur ikki
greitt at fata, hvat tað
kommunala virksemið í
roynd og veru kostar.
Kommununevndin mælir
tí til, at galdandi endur-
falda verður avtikin.
staðin skal fíggjarliga á-
byrgdin fylgja avgerðar-
rættinum, te.: at snýr tað
seg um eina kommunala
uppgávu, so er tað eisini
kommunan, ið sjálv eigur at
fíggja hana.
millum Danmørk og
Føroyar, og eisini millum
donsku stjórnina og danskar
kommunur, er ein blokk-
liga viðgerð. Tilsamans
fevnir álitið um umleið 900
blaðsíður.
Í kommununeyndini sita
Hilmar Høgenni, formaður,
umsitingarleiðari á Heilsu-
fróðiligu Starvsstovuni.
Jens Marius Poulsen, næst-
formaður, býráðsskrivari í
Tórshavnar Kommunu.
Dinna Jensen, býráðsskriv-
ari í Runavíkar Kommunu,
Sveiney Sverrisdóttir, skriv-
ari í Føroya Kommunufel-
ag. Sørin Pram Sørensen,
fulltrúi á Løgmansskriv-
skipan komin ístaðin. Men
Kommununevndin mælir
frá, at ein tílík blokkskipan
verður framd ímillum
landsstýrið og føroyskar
kommunur, tí ein tílík skip-
an er í andsøgn við megin-
gregluna um, at borgararnir
eiga at fáa greitt at vita, hvat
tað kommunala virksemið í
roynd og veru kostar.
Nevndin mælir heldur til,
at landsstýrið velur ta skip-
anina, sum er átgk teirri ís-
lendsku, so at javnað verður
ávikavist í lands- og komm-
unuskattinum. Hetta merkir,
at um so er, at ein uppgáva
verður flutt frá landi til
kommunurnar, so eigur
kommunuskatturin at vaksa
og landsskatturin at minka
samsvarandi uppgávukost-
naðinum. Við gðrum orðum
sagt, eiga kommunurnar
sjálvar at heinta skattin inn
heldur enn landið, ið eftir-
síðan býtir og sendir hann
út aftur til kommunurnar
gjøgnum eina blokkskipan.
Kommununevndin mælir
til harumframt, at skatta-
skipanin verður broytt á
tann hátt, at allur >progres-
sivitetur< verður í lands-
skattinum. Ein av høvuds-
uppgåvum landsins er bytis-
uppgåvan, t.e.: at býta inn-
tøkur landsins soleidis, at
trygd verdur veitt øllum
borgarum at fåa ein minsta
part av samfelagskøkuni.
Hetta er ein landsuppgåva,
og av tf at uppgåvu- og å-
byrgdarbytid skulu fylgjast,
so er tað eisini landið sjálvt,
ið eigur at fíggja hesa upp-
gávu.
Nevndin mælir eisini til,
at loyvt skal verða komm-
unum at áseta gjøld fyri
tænastur. Snýr tað seg um
lógarásettar tænastur, skal
lógarheimild eisini verða á-
sett hesum viðvíkjandi.
J
Umstødurnar hjá kommun-
unum eru, sum vera man,
ikki tær somu. Tí er neyðugt
at ansa eftir, at allar komm-
unur eru figgjarliga førar
fyri at røkja tær lógarásettu
uppgávurnar. Tí ræður eis-
ini um, at lagt verður upp
fyri 6javna í fíggingarskip-
anini. Hesi viðurskifti
benda á eina javningarskip-
an, so at allar kommunur
stovuni og John Rajani,
fulltrúi í Undirvísingar- og
Mentamálastýrinum.
Løgmadur takkaði fyri
stóra arbeiðið, sum nevndin
heyði gjørt, og hann ivadist
ikki í, at hetta vælaarbeiði
før at elva til nógy og drúgvt
kjak bædi millum politik-
arar og i samfelagnum ann-
ars. Annfinn Kallsberg iv-
aðist ikki í, at hetta arbeiði
fór at verða eitt gott grund-
arlag at byggja framtíðar
kommunupolitikkin á.
kunnu verða førar fyri at
veita eitt ávíst tænastustødi,
nú tær skulu rgkja sínar lóg-
arásettu uppgávur.
Javningarskipanin er í
tveimum pørtum, nevnliga:
inntøkugrundarlag komm-
ununnar og Utreidslutørvur
hennara. Javningarskipanin
hevur tí til endamáls at
javna bæði munin í inntgk-
ugrundarlagnum og í út-
reidslutørvinum pr. íbúgva
í kommununum.
Inntgkujavningin verður
roknað á tann hátt, at mið-
alinntøkugrundarlag lands-
ins pr. íbúgva verður drigið
frá inntøkugrundarlagnum
hjá kommunueindini pr. í-
búgva, faldað við javning-
arprosentinum og við einum
felags roknaðum skattapro-
senti og við íbúgvatalinum.
Tað er javningarprosent-
ið, ið treytar, hvussu stórur
tann parturin er, sum verður
javnaður, og tað er tað fel-
ags roknaða skattaprosent-
ið, ið skal veita trygd fyri,
at kommunueindin ikki
kann ávirka javningina við
at broyta sítt skattaprosent.
Utreidslujavningin verð-
ur roknað sum útreiðslu-
tórvur kommununnar pr. í-
búgva, minus miðal- út-
reidslutørvin alra kommuna
pr. íbúgva, faldað við javn-
ingarprosentinum, faldað
við íbúgvatalinum.
Tað er ikki so einfalt at
javna eftir útreiðslutgrvi, tí
ringt kann vera at finna eitt
mát fyri útreiðslutórvinum
hjá kommunueindini. Sjálvt
um so er, so eigur hetta at
verða funnið á sakligum
metingarstødi, so at komm-
unueindin ikki kann åvirka
javningina, samstundis sum
tað sakliga metingarstødid
eigur at mynda tann veru-
liga eftirspurningartørvin å
tænastum, sum javnað verð-
ur fyri.
Kommununevndin á-
sannar, at tílík javning er
neyðug, nú nýggjar uppgáv-
ur skulu verða latnar
kommununum. Tað ræður
um, at henda nýggja skip-
anin verður væl og virðiliga
fyrireikað. Kommunu-
nevndin mælir tí til, at
nevnd verður sett at kanna
hesi viðurskifti gjøllari, og
at hon ger uppskot um eina
javningarskipan í Føroyum.
| | Kommunuálitið |
uneyndini
Henda skipanin eigur at
verða gjørd á sakligum met-
ingarstødi (við objektivum
kriterium), og eigur hon
sum minst at ávirka eggjan-
ina hjá kommununum at
skapa búskaparligan fram-
burð, eins og henda skipan
sum minst eigur at órógva
meginregluna um, at borg-
arin greitt skal vita, hvat tað
kommunala virksemið kost-
ar.
ur
Í sambandi við fíggjarstýr-
ingina verður mælt til, at
kommunurnar fáa eina
javngjørda (standardiser-
aða) kontoskipan, og at tær
nyta somu békhaldsmegin-
reglur. Kommunusaman-
leggingarnar eru eitt sera
gott høvi at fáa tað gjørt.
Hetta er til fyrimunar bædi
fyri land og kommunur.
Kommununevndin mælir
til, at arbeiðsbólkur verður
settur at fyrireika figgjar-
styringarskipanina hjå
kommununum.
Vidvikjandi låntøku er
adalreglan tann, at komm-
unurnar sjålvar skulu figgja,
so at samband er millum
skattin og tænastustødid. Tó
eiga kommunurnar at fåa
loyvi at figgja iløgurnar vid
låntøku, ti útreiðslurnar av
eini íløgu eru til gagns í
mong ár. Vit vita tó av
royhdum, at neyðugt er at
avmarka lántgkuna hjá
kommununum, eins og van-
ligt er at gera í grannalond-
um okkara. Nevndin mælir
tí til, at nettoskuldin hjá
kommununum ikki kann
verða stórri enn eina álíkn-
ing netto við miðalskatta-
prosentinum í skattabandi-
num. Um lántgkan fer um
hetta lániloftið, skal lands-
stýrið góðkenna tað.
Kommununevndin mælir tí
eisini til, at omanfyri nevndi
arbeiðsbólkur fær til arbeið-
is at lýsa hugtakið ilåntøkui
gjøllari.
I sambandi vid vinnulivid
mælir Kommununevndin
til, at kommunurnar hvørki
kunnu vera beinleidis ella
óbeinleiðis partur av vinn-
ulivinum. Orsøkin til tess er,
at tað almenna eigur ikki at
blanda seg upp í marknað-
arkreftirnar, tí so verður
javnvágin órógvað, við tað
Hilmar Høgenni hevur verið formaður i Kommun-
at kommunurnar - við skatt-
apeningi borgaranna - lætt-
liga kunnu vinna kapping-
ina við tað privata. Komm-
unan eigur heldur at gera
karmarnar um vinnulívið.
Kommunan eigur heldur
ikki at stuðla einstøkum fyr-
itøkum, av tí at slíkur stuðul
avlagar kappingina. Hara-
fturímóti kann kommunan
veita almennan stuðul sum .
t.d. ráðgeving, sum øll virki
í kommununi hava javn-
bjóðis møguleika at gagn-
nýta.
Serskipanir fyri
útoyggjarnar og tey
smærru
bygdasamfeløgini
Alagt er Kommununevnd-
ini i arbeidssetningi sinum
at koma vid tilmæli um
møguligar serskipanir fyri
útoyggjarnar og tey smærru
bygdasamfelggini.
Kommununevndin er av
teirri åskodan, at stødan er
so hættislig í útoyggjunum,
at trupulleikar teirra kunnu
ikki verða loystir við einum
nýggjum kommunubygn-
aði. Ur ætlanin er at varð-
veita búsetingarmynstrið í
útoyggjunum, so eru áneyð-
ir at fremja landspolitisk til-
tók, kanska skattasundur-
greining, broytingar í jarð-
arlóggávuni og tílíkt. Hetta
eru tiltøk, sum landsstýrið
má seta í verk og fremja.
Í eini nýggjari kommun-
uskipan er umráðandi at
veita trygd fyri, at tey stað-
bundnu sjónarmiðini í teim-
um smærru bygdasamfeløg-
unum verða hoyrd. Hetta
kann t.d. verða gjørt á tann
hátt, at settar verða ráðgev-
andi staðbundnar við hoyr-
ingarætti; men tað eiga tó
at vera kommunurnar sjálv-
ar, ið skulu taka støðu til,
um tær eru sinnaðar at hava
tilikar nevndir. Um gjørt
verður av at seta staðbundna
nevnd, eigur hon at verða
vald, samstundis sum
kommunuval er. Nevndin
eigur at verða mannað við
3 staðbundnum umboðum
og 2 frå kommunustyrinum,
har borgarstjórin er annað
umboðið.