fríggjadagur 4. september 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Doris Hansen, talulærari:
Alt fleiri børn
mugu hava hjálp
til at læra at tosa
Fleiri smábórn hava málsligar trupulleikar í dag enn fyrr.
Teimum vantar hugtøk, tey duga illa at orða setningar og
fata tað sum verður sagt. Og ein høvudsorsøk til hetta er,
at foreldur geva sær ov lítlar stundir saman við børnum,
sigur Doris Hansen
Turm KJØLBRO
Sidani 1980 hevur Doris
Hansen arbeitt sum talulær-
ari í Havn. Hesa tíðina hev-
ur hon havt sína dagligu
gongd úti á dagstovnum,
har hon hevur givið børn-
um, ið hava trupulleikar við
málinum og taluni frålæru
Aðrenn tað var hon á Skúla-
num á Trødni, har hon hevði
børn i Havn til taluvenjing-
ar
Nú Havnin er vorðin so
stór og so nógvir dagstovnar
eru komnir, verður tað í
framtíðini soleiðis, at børn
pg måltrupulleik-
um koma å Sernåmsfrødi-
ligu Rådgevingina i talu-
bólk eina ferð um vikuna í
tveir tímar
— Tað verður skilt millum
mál og talu. Málið er tað tú
hevur innan fyri, hugtøkini
tú hevur, og talan er mátin,
tå úttalar orðin. Talutrupul-
leikar er tí td. ikki at duga
at siga s og r ordiligt, stam-
an, ella tosa igjøgnum nøs-
ina. Rættiliga nógv bern
hava trupulleikar av, at
hoyrnin er minkað orsakað
av áhaldandi millumoyrna-
bruna. Tá hesi, sum oftast
vøggustovubørn, so fáa
dren í oyrað batnar beinan-
vegin, sigur Doris Hansen.
Talutrupulleiki er ikki so
vanligur í dag sum fyrr
Hinvegin er stødan ødrvisi
viðvíkjandi málinum hjá
børnum og tað ger seg gald-
andi alla staðni í vestur-
heiminum
— Børnum vantar hugtak,
tey hava eitt einfalt mál, og
tá ið tey koma í skúla, hava
tey ilt við at skilja tað sum
verður sagt, duga illa at sita
still, og duga illa at lurta
Barnið hevur ikki fingið
málið natúrliga og lært hug-
tøkini, sum komu av sær
sjålvum fyri 10-20 årum
síðani. Tað eru heilt nógv,
sum ikki klára seg væl og tí
mugu fáa eitt slag av hjálp
við talu-
Foreldur ov lítið
saman við børnum
Doris Hansen metir, at ein
orsøk til, at málið hjá børn-
um er verri í dag enn fyrr
er, at foreldur ikki eru nóg
nógv saman við børnum.
— Ein fortreyt fyri, at tey
fáa eitt gott mál er at tey
hoyra føroyskt. Fyrr varð
nógv lisið fyri børnum, men
í dag haldi eg minni verður
gjørt av ti. Tað at sjónvarpið
hevur sent tilfar til børn,
sum ikki hevur føroyska
talu, hevur havt stóra ávirk-
an á børnini, tí fleiri børn
brúka enskar og svenskar
vendingar, tá ið man spyr
tey eitthvert. Tí ráði eg altíð
foreldrum til at hyggja at
sjónvarpi saman við børn-
um, soleiðis at tey kunnu
endurgeva fyri børnum. At
brúka sjónvarpið sum
daddu ávari eg ímóti. Sjón-
varpið er einvegis samskifti
og tað lærir barnið einki av,
sigur Doris Hansen
— Gerandisdagurin hjá
børnum er rættiliga kniv-
skorin og stressaður. Tað
ger, at vit gera nógv fyri
børnini, tí vit hava ikki tíð
at bíða eftir teimum, lata tey
í, geva teimum at eta, í stað-
in fyri at lata tey sjálv royna.
Men tað er meðan tey lata
seg í og fáa sær at eta, at
tey fáa hugtøkini, sum eru
knýtt at hesum.
— Ein onnur stór broyting
farnu 10-—20 árini er, at for-
eldur koyra so nógv í bili.
Sjálvt ikki í vikuskiftinum
geva foreldur sær stundir at
ganga við børnunum. Tey
seta seg í ein bil og fura av
stað, til alt sum skal gerast.
Barnið skal gera sær sínar
royndir, læra nøkur ting,
røra við ting, merkja at sumt
er hart og sumt er bleytt,
kanna hyljar, taka ymiskt
upp, o.s.fr., men tað er tíð
ikki til og tað er í grundini
tankaloysi hjá foreldrunum,
sigur Doris Hansen.
Tilboð til børn
Í dag hava børn nógv fleiri
tilboð enn fyrr. Tað eru til-
boð av alskyns slag, innan
ítrótt, tónleik, evning, skót-
ar ella hvat tað skal vera.
Men Doris Hansen metir
ikki, at loysnin er fleiri til-
boð
- Eg haldi, at børn hava
ov nógv tilboð. Tey skulu
eisini hava tíð at vera heima
og hava tað stilt og fridar-
ligt. Hví skal tað altíð henda
okkurt, tá ið man hevur frí.
Foreldur eiga at hugsa seg
væl um og spyrja seg sjálv,
hvat tað er tey bjóða børnu-
num. Tað er ikki sunt at
renna runt til alt. Samstund-
is ganga foreldrini til alt
møguligt. Summar familjur
hava ongar máltíðir, har øll
sita runt um borðið sam-
stundis. Tað er ein spurn-
ingur um at velja. Eg royni
ikki at geva foreldrum ringa
samvitsku, eg veit, at tað
eru foreldur, sum eru meiri
úti enn onnur, men annað
foreldrið má altíð vera hjá
børnunum.
Hvussu eru taluvenjing-
arnar skipaðar?
— Eg spæli við børnini og
taki eitt barn, sum hevur
serligar trupulleikar í bólk
saman við børnum, sum
kanska ikki eru so illa fyri.
Vit tekna, hava vendispøl,
lesa eina bók og so spyrji
eg tey ymiskt, sum tey so
skulu svara aftur uppá. Tað
skal vera so positivt sum
møguligt, - eg finni fram til
tað børnini eru góð til og
byggi so á tað. Til dømis at
tekna, spæla memory, blása
såpublødrur, hava lissikapp-
ingar. I øllum hesum er tað
galdandi, at barnið kemur í
fyrstu rød, so kemur tann
trupulleikin, sum skal
rættast.
Hvussu kann barnagarð-
urin vera við til at geva
barninum eitt betri málið?
— Starvsfólkini á stovni-
num eiga at hava børnini
við í gllum, sum verður
gjørt. Á tann hátt fáa tey
hugtøkini vid, sum verða
brúkt í hvørjari stóðu. Ar-
beiðir barnagarðurin ikki
saman við foreldrunum um
at geva barninum hugtøk,
verður gloppið so ggiliga
stórt. Tí eigur barnagarðurin
at leggja seg eftir at gera
nøkur ting, sum foreldrini
annars gera heima, sigur
Doris Hansen.
So yvirtekur barnagarð-
urin ein leiklut, sum foreldr-
ini eiga?
— Spurningurin er, um
kn
tíðindablaðið SOS
Nr. 166 — 4. SEPTEMBER 1998
barnagardurin bara er eitt
ansingarstað. Barnagarður-
in er fyrst og fremst eit
pedagogiskt tilboð og
pedagogikkurin skal
leggjast tætt upp at tí, sum
er vanligt í
gerandisdegnum.
— Fyrr vóru børn í sam-
bandi við nógv fleiri fólk í
gerandisdegnum, ommur
og abbar, fastrar og gubbar,
0.s.f., og ti eigur barnagarð-
urin at traðka inn fyri øll
tey. Tað er ikki so týdning-
armikið, at barnagarðurin
hevur so nógva leiku. Held-
ur eigur hann at fara í hag-
an, fjøruna, í heila tikið at
ganga úti og tosa við tey
um tað tey síggja.
— Regulin er, at jú meiri
tú brúar málið, jú betri
verður tú til tað. Tað er
somuleiðis ein góð regla,
at vaksin lesa fyri børnum
hvgnn dag. Og tá skal út-
varpið og sjónvarpið verða
slókt og tú skalt veruliga
hava tíð til at fara niður í
søguna við barninum, tosa
um myndirnar og tað sum
hendir í bókini.
Bern broytt
Tað at eitt barn hevur máls-
|
|
|
ligar trupulieikar og vantar
hugtgk ger, at bindindini
ikki eru nóg góð. Tá ið tað
ikki verður tosað nóg nógv
við barnið, verður tað held-
ur ikki vant við at duga at
svara aftur og orða sínar
setningar.
— |. flokkarnir í dag eru
ikki sum fyrr. Børnini eru
meiri ófriðalig og duga ikki
at taka ímóti boðum. Nógv
børn duga heldur ikki at lata
seg í. Tað er strævnari hjá
lærarum at hava ein 1. flokk
enn tað var fyrr. Hvar feil-
urin liggur, veit eg, men eg
haldi, at man átti at farið at
kannað, hvgrji kor smá-
barnafamiljurnar liva í, sig-
ur Doris Hansen.
Doris Hansen sigur, at
vantandi samband millum
foreldur og børn ikki er ein-
asta orsøkin til, at børn hava
eitt vånaligt og fåbroytt mål.
Nógvir aðrir faktorar spæla
inn, eitt nú ættarbregði.
Lesitrupulleikar
Tað at børn hava målsligar
trupulleikar kann åvirka tey
restina av livinum. At læra
at lesa er eisini ein målslig
tilgongd og hevur barnið
ikki hugtøkini, vendingar
— Foreldur hava ikki eins
góðar stundur saman við
børnum sínum sum fyrr.
Man átti at farið at kanna,
hvørjar umstødur og
hvørji kor småbarna-
familjurnar liva i, sigur
Doris Hansen, talulærari
og bendingar, sum skulu til,
er trupult hjá tí at fáa nakað
burtur úr tí tað lesur. Tí fær
tað lesitrupulleikar.
Doris Hansen heldur ikki,
at børn við talu- og mål-
trupulleikum verða happað
í barnagarðinum. Men tá ið
tey koma upp í eldru klass-
arnar í skúlanum verður
gjógvin millum hesi og hini
stórri.
— Vandin í barnagarðinum
kann vera, at børnini klovna
og verða tey, sum hini
leggja merki til av eini ella
aðrari orsøk. Tey kunnu
blíva illsint, tí tey ikki fáa
tað fram tey vilja siga, og
harvið koma út í nógvar
konfliktir, sigur Doris Han-
sen at enda.