fríggjadagur 4. september 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið
Nr. 166 — 4. SEPTEMBER 1998
hjá útvarpsstjóranum
Stjórin í Koda Nils Bak sigur, at Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, er á skeivari kós, tá hann tekur umsitingargjald upp
í sítt roknistykkið, sum vísir, at fóroyski tónleikurin í ÚF í 1997 var 24 prosent
NICLAS JOHANNESEN
Tað er ósamsvar millum tøl-
ini hjá Koda og útvarpinum,
tá talan er um, hvussu stórur
partur av tónleikinum, sum
UF spældi í 1997
vskur
var for-
Koda sigur 17 pro
Í svarskris Sosialin
sigur Jógvan Jespersen, út-
tjóri, at Sosialurin
yymt taka um-
siungargjald hjá Koda við
tá roknað varð út, hvussu
stórur prosentpartur av tón-
eikinum í útvarpinum var
føroyskur í 1997. Sjálvur
kemur útvarpsstjórin til ta
niðurstøðu, at 24 prosent av
tónleikinum í UF í 1997 var
føroyskur. Telini frå Koda
visa hinvegin, at talan var
um 17 prosent
2. september skrivar
Jógvan Jespersen í Sosiali-
num
»I greinini i Sosialinum
friggjadagin er ikki roknad
við, at umsitingargjaldið hjá
Koda og annað fer burtur
av, áðrenn peningurin verð-
ur býttur millum teir, sum
eiga rættindini, og hetta
man vera 20 prosent av
hverjari krónu. <
Stjórin í Koda Nils Bak
sigur, at útvarpsstjórin er á
skervari kós
- Tølini, vit hava givið
Sosialinum, eru av útgoldn-
um peningi. Telini vísa so-
statt, at 17 prosent av tí, vit
hava goldið út til tónaskeld
fyri spæligar í UF í 1997,
endaði aftur í Føroyum
nevur gi
Bert tónaskeld
Nils Bak sigur víðari, at
munurin á útrokningunum
hjá ávíkavist Koda og út-
varpinum kann hava nakað
at gera við, at Koda bert
roknar við tónaskeldum,
sum eru búsitandi i Føroy-
um
— Taka vit Anniku Hoy-
dal sum demi, so skrásetir
útvarpið helst hana sum før-
Osamsvar er millum tølini
hjá Koda og UF sum siga
nakað um, hvussu stórur
partur av tónleikinum í
UF í 1997 var skrivaður
av føroyskum tonaskøldum
oyska, meðan hon í okkara
arkivum er donsk, tí hon
hevur bústað í Danmark,
sigur Nils Bak. Tað sama er
við, føroyingum, ið spæla
útlendskar kompositiónir
Teir pengarnir enda ikki aft-
ur í Føroyum, men hjá við-
komandi útlendska tóna-
skaldi
— Og hetta kann geva ein
ávísan mun í tølunum, um
útvarpið roknar tað sum før-
oyskt, og vit ikki gera tað.
Men tað er altso ikki rætt,
tá útvarpið roknar umsiting-
arligar útreiðslur av teimum
pengum vit hava útgoldið.
Tað hevur onki við hesi tøl-
ini at gera
Nils Bak vísir eisini aftur,
at Koda ikki rindar tóna-
skøldum, hóast útvarpið
hevur rapporterað tónleikin
til Koda. Tónleikastjórin
Ove Olsen hevur annars
sagt fyri Sosialinum, at
hann hevur sjálvur upplivað
at rapportera tónleik, har
viðkomandi føroyska tóna-
skald ikki hevur fingið nak-
að útgoldið kortini.
Nils Bak afturvísir púr-
asta, at vandi skal vera fyri,
at føroysk tónaskeld ongar
pengar fáa, sjálvt um verk-
ini eru rapporterað. Hann
sigur, at talan má vera um
onkra misskiljing.
— Tað kann møguliga
vera, at ein — hægst tvær —
rapportering kemur ikki
rætt fram av misgåvum,
sum vit so mugu fáa rættað.
Men eg má púrasta aftur-
visa, at talan er um nøkur
systematisk eyðkenni, sigur
Nils Bak.
Koda afturvisir roknihåttinum
Viðmerking
Tónleikurin í útvarpinum:
Tilvild sum dokumentation
Samstundis sum útvarpsstjórin Jógvan Jespersen i Sosialinum mikudagin roynir
at prógva, at fjórða hvørt lag, UF spældi í í 1997 var føroyskt, vísir hann, hvussu
tilvildarligur tónleikapolitikkurin í
Í farnu viku skrivaði Sosi-
alurin um býtið millum út-
lendskan og føroyskan tón-
leik í UF. Árið var 1997 og
tølini vístu, at 17 prosent av
tónleikinum var føroyskur.
Restin — 83 prosent — var
útlendskur. Tað er ikki satt,
sigur útvarpsstjórin Jógvan
Jespersen í svari mikudagin
2. september. 24 prosent av
tónleikinum, UF spældi í
1997, var føroyskur. Men
Jógvan Jespersen dokumen-
terar ikki. Byrjar hinvegin
at skriva um umsitingar-
gjald hjå Koda upp å 20
oyru pr. krénu, sum onki
hevur at gera vid tey tøl,
Sosialurin brúkti. (Lesið
aðrastaðni, hvussu stjórin í
Koda vísir hesum rokni-
háttinum hjá útvarpsstjóra-
num aftur)
Lat tað enn einaferð vera
sligið fast, at tølini, sum
undirritaði brúkti, vóru tel
frá Koda, har allar UF-
spælingar verða skrásettar.
Koda hevur ongi tøl, ið
beinleiðis siga, hvussu býtið
millum føroyskt og út-
lendskt er. Men Koda kundi
hinvegin upplýsa, at 17% av
útgoldna peninginum fyri
spælingar í UF endaðu aft-
ur í Føroyum. Hini 83 pro-
sentini endaðu hjá útlendsk-
um komponistum. Undirrit-
aði blaðmaður spurdi síðan
stjóran á Koda Nils Bak, um
føroyski prosentsatsurin í
pengum
tann r
samsvaraði við
sentsats, sum ut
rn i 1907 a
varp sp 1 1997 av før
oyskum tónleiki. Svarið var,
at hetta samsvarar rættiliga
væl.
Altso føroyskir kompo-
nistar fingu sambært stjóran
í Koda 17 prosent av pengu-
num av tí einføldu orsøk, at
17 prosent av spælda tón-
leikinum var føroyskur.
Í blaðnum dagin eftir,
prátaði Sosialurin við tón-
leikastjóran í UF Ova Ol-
sen. Hann hevði ongi tøl at
vísa á. Men Ove hevði kort-
ini varhugan av, at ÚF
spældi meir føroyskt, enn
tølini hjá Koda vístu.
Í Sosialinum mikudagin
2. september kemur út-
varpsstjórin Jógvan Jesper-
sen tó við eini avdúking, ið
kolldømir allar útrokningar
hjá Sosialinum >Síðan
orðaskiftið um gjaldið fyri
nýtslu av føroyskum tón-
leiki tók seg upp í síðstu
viku, hevur útvarpið kann-
að, hvussu stórur partur av
tónleikinum, ið UF spældi í
1997 var føroyskur. Úrslitið
er, at 24 prosent av tónleiki-
num, ið UF spældi í 1997,
var føroyskur.«
Taka vit tað seinasta fyrst,
so vil Sosialurin heldur enn
fegin síggja hetta yvirlitið,
ið vísir, at fjórða hvert lag í
1997 var føroyskt. Okkara
faxnummar er 314720. Er
hetta satt, so hevur Koda ein
ilvarsligan forklárings-
trupulleika
Mest SI
parturin
varpsst joran m:
Få så ” 1
gandi er fyrst
ÚF er
»Sidani orðaskiftið ... hev-
ur útvarpið kannað, hvussu
stórur partur av tónleiki-
num, ið UF spældi í 1997
var fóroyskur.<
Her dokumentar útvarps-
stjórin, hvussu ongin í veru-
leikanum í farnu viku visti,
hvussu nógvur tónleikur var
føroyskur. Heldur ikki ÚF.
Tað tók meginpartin av eini
viku, áðrenn svarið kom frá
UF. Tey 24 prosentini (sum
vit framvegis fegin vilja
síggja dokumenterað) eru
sostatt ikki úrslit av einum
tónleikapolitikki. Men í
besta føri úrslit av fria vilja-
num hjá einstøku plátu-
vendarunum í UF. Og alt
gott um tann fría viljan.
Øll kunnu eisini hava sín-
ar meiningar um, hvussu
stórur partur av tónleikinum
eigur at verða føroyskur.
Um føroyskur tónleikur
lýkur g6dskukrøv. Um
»føroyskur« tónleikur kann
hava >enskan< tekst,
kanska tað hevði verið betri
um, prosentið var lægri, tí
so slapst undan diskount-
framleiðslunum o.s.fr. Eg
kann hava eina meining,
onkur annar kann hava eina
aðra. Og tað kann vera líka
feitt. ;
Hinvegin hevur UF sum
almennur stovnur skyldu at
hava eina meining — ein
yvirorðnaðan tónleikapoli-
tikk — sum í millum mangt
annað greitt sigur, hvussu
stórur partur av tónleikinum
skal vera føroyskur. Tað
finst bara eitt útvarp í øllum
heiminum, sum kann hava
nakran sum helst áhuga at
spæla føroyskan tónleik, og
tað er UF. Men sum tað er
nú, er tað í veruleikanum
upp til tann Per ella Pól,
sum av eini ella aðrari orsøk
sendir tónleik út í føroysku
luftina gjøgnum UF-fre-
kvensin at avgera, hvussu
stórur partur er føroyskur.
Vid hesum sigi eg ikki, at
ÚF hevur ein illvilja móti
føroyskum tónleiki og tón-
leikarum. — Tverturímóti.
Djúpt inhabilur, sum eg eri,
kann eg upplýsa, at vælvild-
in at kalla altíð er sera stór,
tá einstakir tónleikarar hava
brúk fyri tænastum frá UF.
Og tað er ikki so sjáldan.
Nógvur føroyskur tónleikur
var slettis ikki til, um út-
varpið ikki hevði hjålpt til.
Men eg haldi ikki, tað er ov
nógv at ynskja, at UF setir
sær sum mál, hvussu stórur
partur av tónleikinum skal
vera føroyskur. Her er talan
um tónleikapolitikk. Leið-
arar eru settir júst til sama
endamál. Tað má væl vera
eitt ynski hjá eini leiðslu at
leggja rættingslinjurnar
frameftir. Og ikki aftureftir,
sum kanningarnar hjá UF,
dokumenterað í svarskrivi-
num frá Jógvan Jespersen
>
2. september, bera boð um.
Vinarliga
Niclas Johannesen,
bløm. (og tónleikari)