fríggjadagur 4. september 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
þeit=Jés; -)
Gøs
Håslagur 3 September 1998
ARBE
- Fótiríam
Norska
felagi? Norway Seafarms hevur keypt seg
inn í smoltfyritkuna Hovså og alifyritskuna
Nor?aling. Talan er um ein n?ggjan risa innan
foroyska alivinnu, sum fyrst og fremst er
figgje?ur vi? norskum pengum
Nor?menn hava keypt seg inn í enn tvær foroyskar
alifyrirekur
OSMARKSAÐUR
% MIN SOSIALUR
Eysturoy ein kommuna
- virkur
- Skal nøkur
ta? ver?a størri eindir
vera i at eggja kommunumar saman, so skulu tær leggjast saman solei?is, at
N?tt matstovu — og dansista? í Havn
- Fianumi/
Har Kvøldlot á?ur hev?i til húsa á Skålatre?,
ver?ur næsta ár lati? upp vala matstova og
dansisw?. V
TERGARTIÐGIÐ
* GERST HALDAÐI
GREENB
I
UTISETABOKIN
Á NETINUM
KOMMUNUNEYNDIR
KOMMUNAL
Internet-Sosialurin
i nyggjum hami
Í dag er eitt ár liðið, síðan Internet-Sosialurin á fyrsta sinni varð lagdur út á
Internetið. Í dag eru fleiri enn 7.400 greinar og tíðindastubbar at síggja í
dátabásanum hjá Sosialinum. Internet-Sosialurin kemur í dag út í nýggjum
sniðið
EIRIKUR LINDENSKOV
Í dag er liðið eitt ár síðani,
at fyrsta útgávan av Sosi-
alinum varð løgd út á Inter-
netið. Hetta ber í sær, at nú
er eitt heilt ár av Sosialinum
at finna á internetinum, og
tann, ið er haldari av Inter-
net-Sosialin hevur møgu-
leika at leita - elektroniskt -
í øllum tilfarinum, sum hev-
ur verið í Sosialinum sein-
asta árið.
Í dátabásanum liggja gott
og væl 7.400 greinar og tíð-
indastubbar, sum hesa tíðina
hava verið í blaðnum - og
talið gkist sum vera mann
hvgnn dag.
Út til lesarar
um allan heimin
Ætlanin við internetútgáv-
uni var alla tíðina, at alt les-
itilfarið, sum er í vanliga
blaðnum, eisini skuldi
leggjast út á Internet-Sos-
ialin, og kunnu vit afturlít-
andi staðfesta, at hetta hevur
hepnast væl.
Tey eru fleiri, sum hava
spurt okkum, hví vit hava
lagt so stóran dent á eina
internetútgávu av einum
føroyskum blað. Ikki minst
eru tað starvsfelagar í út-
londum, sum hava sett fram
hesar spurningar. Men tá vit
hava svarað, at vit hava
fleiri túsund lesarar úti í
heimi, sum á henda hátt
hvønn dag kunnu fáa tíðindi
heiman - so skilja øll hugs-
anina aftan fyri tiltakið.
Men tað skal heldur ikki
skiljast sum so, at Internet-
Sosialurin bara er til føroy-
ingar í útlegd. Blaðið er so
sanniliga eisini til føroying-
ar í Føroyum, sum á henda
hátt kunnu fáa tíðindini fyrr,
men ikki minst til teirra, ið
granska í gomlum bløðum.
Skúlar 0. o. fáa á henda hátt
ein kærkomnan møguleika
- skjótt og lætt at leita í til-
farinum, sum hevur verið í
blaðnum hesa tíðina.
Fleiri meguleikar
við myndum
Men hverjar broytingar
verða so, tá Internet-Sosi-
alurin skiftir ham, um vit so
kunnu siga.
Jú, fyri tað fyrsta hava vit
eitt nýtt lay-out - eitt nýtt
snið, sum vit við royndu-
num hetta árið hava roynt
Skiparin á Sólborg, Sám-
al Jacobsen stendur á
brúnni - og á telduskíggj-
anum sæst Internet-Sosi-
alurin. Sólborg er eitt av
teimum skipum, sum
hevur internetsamband
og sum er haldari av
Internet-Sostalinum
at tillaga blaðnum. Nýggja
útgávan er ikki bygd upp í
rammum, eins og tann
gamla. Men nú hevur brúk-
arin sjálvur møguleika at
velja, hvgnn skermupploys-
ing hann hevur, ella v. ø. o.
kann hann sjálvur definera
breiddina á vindeyganum
soleiðis, at hon altíð passar
til tann telduskíggjan, sum
hann hevur.
Vit hava við nýggju út-
gávu stórri møguleikar vid
myndum, og verða í fram-
tíðini fleiri myndir at síggja
i
i
Nýggja sniðið hjá Inter-
net-Sosialinum er mun-
andi broytt í mun til tað
gamla - og við hesum
hevur brúkarin eisini
møguleika at velja stødd-
ina á vindeyganum - eins
og betir møguleikar eru
við myndum. Í dag er liðið
eitt ár síðani Internet-
Sosialin kom út á fyrsta
sinni - og í hesum sam-
bandi verður nýggja ley-
outið tikið í brúk
f internetútgávuni, enn áður.
Til tess at kunna lesa
blaðið á internetinum, mást
tú vera haldari av Internet-
Sosialinum. At halda Inter-
net-Sosialin kostar tað sama
sum at halda vanliga blaðið
- 240 krónur. Men ert tú
framman undan haldari av
Sosialinum - blaðútgávuni
- so fært tú Internet-Sosialin
fyri hálvan prís - 360 krónur
um ársfjórðingin fyri bæði.
Kærkomið hevi at
leita í gomlum blødum
Men sum haldari av Inter-
net-Sosialinum kunnu vit
bjóða tær aðrar tænastur.
Ein teirra er Blaðsavnið.
Her liggja - sum longu
nevnt omanfyri - øll blødini,
sum komin eru út seinasta
árið. Ætlanin hjá okkum er
umframt at fáa lagt eldri til-
far út eisini, men fyribils
verður tað alt tilfarið, sum
skrivað er eftir 3. september
1997 - í fjør.
At vera brúkari av Blað-
savninum kostar 100 krónur
um ársfjórðingin.
Ein onnur tænasta, við
bjóða, kallast Avaringar-
skipan. Við hesi skipan
kanst tú biða um at fáa ein
e-mail, hvgrjaferð eitt ávíst
orð keiur fyri í Internet-
Sosialinum. Fekk løgmadur
sær hesa skipan, so kundi
hann fingið ein e-mail send-
andi, hvørja ferð eitt nú orð-
ið »løgmadur«, ella >Ann-
finn Kallsberg< varð nevnt,
og soleiðis verða ávaraður,
tá skrivað verður um hann.
At vera brúkari av Ávar-
ingarskipanini kostar 100
krónur um ársfjórðingin.
Klippikortskipan
Ynskir tú at kunna lesa Int-
ernet-Sosialin uttan tó at
gerast haldari - hetta kann
vera, tí tú ikki sleppur at int-
ernetsambandi hvønn dag -
so hava vit eisini eina klipp-
ikortskipan at bjóða tær.
Klippikortini eru til 10,
25 og 50 ferðir. Eitt klipp-
ikort vid eitt nå 10 klippum
å merkir, at tå sleppur inn å
Internet-Sosialin 10 ferðir -
men 18 tímar hvgrja ferð
T. e. at tú kanst sløkkja teld-
una og logga teg inn aftur á
Sosialin, so ofta tú vilt inn-
an 18 tímar - og tað telur
bara fyri ta einu ferðina.
Lýsingar og
Lýsinfartorgið
Hand: slysingar annars i
blaðnum verða ikki lagdar
út á Internet-Sosialin, men
møguleiki er fyri serligum
internetlýsingum, sum vit
eisini hava havt á Internet-
Sosialinum síðan byrjar.
Umframt hetta hava vit eis-
ini Lýsingartorgið á inter-
netinum, har til ber at síggja
allar tær hundratals lýsing-
arnar, sum eru í blaðnum
hvønn dag
| 7.406 greinar á internetinum
I dátabásanum hjá Internet-Sosialinum í gjár lógu
| 7.406 greinar og tíðindastubbar, sum hava staðið í
Sosialinum seinasta árið. Tað ber til hjá haldarum at
leita frítt í hesum greinum - bert við at skriva ávíst orð
í leitiskipanina.
Tað er fyritøkan Far-Com í Havn sum hevur gjørt
og ment skipanina fyri Internet-Sosialin
2