fríggjadagur 4. september 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S082lur
Nr. 166 — 4. SEPTEMBER 1998
Fyri stuttari tíð síðan varð ein nýggj-
ur ráfiskaflokkari tikin í nýtslu á Før-
oya Fiskavirking. Sum so er tað einki
løgid, men hesin flokkarin er nú eitt
sindur ødrvisi enn hinir, tí hann er
ORÐ OG MYNDIR:
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað munnu verða fá lond í
heiminum, sum liva so burt-
ur av fiski, sum føroyska
samfelagið ger
Vit fáa fiskin, til lands,
vidgera hann og selja hann.
Men útgerðin, sum vit ar-
beiða vid er aloftast út-
lendsk og tað av góðum
grundum eisini
Utlendsku virkini, sum
gera hesar maskinur, eru so
står og figgjarliga sterk, at
tad ikki hjålpir, at taka dyst-
in upp móti teimum - um
tað nú skuldi verði ætlanin
Hesar fyritøkur, sum
standa væl plantadar á
heimsmarknaðinum hava
ein kundaskara, sum ikki er
so lættur at fáa hendur á.
fóroyskur við íslendskum ísletti
Men tað er tó sjálvsagt,
at vitanin um hvussu farast
skal fram á einum fiskavirki
átti at verið til staðar í Før-
oyum, og at tað tí átti at
verið møguligt at fingið
samstarv millum vinnurnar
í Føroyum og við útlendsk
virkir um maskinur og ann-
að til fiskivinnu og fiski-
idnad.
I hesum førinum er talan
um eitt sera gott samstarv
millum tær ymsu vinnurnar
i Føroyum, fiskivinnuna,
mekansisku fyritøkuna og
teldufyritøkuna.
Fiskavirking kom
vid num
Fyri umleid ellivu månad-
um síðan, kom núverandi
stjórin á Fiskavirking við
hugskotinum um at gera ein
Nýggi råvøruflokkarin, sum hann stendur í høllini hjá Føroya Fiskavirking í Havn. Fiskurin
Nýggjur foroyskur ráfiskaflokkari
endar í kassunum, sum
standa inni undir flokkaranum. Hesin flokkarin ger, at fiskurin verður bólkaður í »rættar« støddir beinanvegin, og
tað gevur Fiskavirking møguleika at tilrættisleggja framleiðsluna beinanvegin
]
— Arbeiðið, sum hesar fyritøkurnar hava gjørt vísir, at føroysku fyritøkurnar uttan trup-
ulleikar kunnu kappast vid fyritøkur uttanlands um håteknist arbeidi, sigur Meinhard
Jacobsen, stjøri å Fiskavirking, sum var tann, sum upprunaliga kom vid hugskotinum
um nýggja flokkaran
nýggjan og ødrvisi råvøru-
flokkara.
Metingin var, at flokking-
in av råfiskinum kundi ger-
ast betri og meira effektiv,
samstundis sum hon kundi
gerast ein partur av fram-
leidsluplanleggingini. Hetta
hugskot legði hann fyri P/F
Petersen og Guttesen og
Noma-tek.
I hesum bådum virkjun-
um téku teir uppgåvuna
rættiliga ålvarsliga, og teir
fóru tí undir arbeiðið bein-
anvegin.
Uppskotið var at fiskurin
skuldi venda gðrvísi enn
hann ger í teimum >gomlu<
flokkarunum og at hann
skuldi kunna vigast meðan
hann ferðast.
Við eini slíkari skipan ber
til at sortera fiskin beinan-
vegin, og tað merkir eisini,
at tað ber til at tilrættis-
leggja framleiðsluna longu
aftaná innvigingina, so at
siga.
sti av sínum slå
esin råvøruflokkarin er
tann fyrsti av sinum slag og
tí var neyðugt at leggja stóra
orku í fyri at fáa alt at virka
eftir ætlan.
Fyri at sleppa undan at
fara at >uppfinna< eina vekt
til endamálið gjørdu før-
oysku fyritøkurnar av at
seta seg i samband vid isl-
endsk 1 fyritøkuna Marel,
sum er kend um meginpart-
in av heiminum.
Henda fyritøkan hevur
serkunnleika við vektum til
fiskivinnuna og m.a. Peter-
sen á Guttesen hevur sam-
arbeitt við íslendsku fyri-
tøkuna í nógv ár.
Men hóast íslendingarnir
eru við, so er tað bara vekt-
in, sum er >útlendskt pro-
dukt< í allari starvsætlanini.
Restin er »heimagjørt« og
rótfóroyskt.
P/F Noma-tek hevur ar-
beitt við fiskivinnu og fiski-
ídnaði í nógv ár og teir hava
upparbeitt ein serkunnleika
á økinum, sum fáar aðrar
fyritøkur hava.
Teir hava staðið fyri øll-
um tí mekaniska partinum
av arbeiðinum og eru
komnir stak væl frá tí, sigur
Meinhard Jacobsen.
Stjórin á Noma-tek, Ják-
up Magnussen, sigur at
hetta hevur verið eitt sera
spennandi projekt.
— Talan er í hesum føri
ikki um eina vanliga sveis-
ingaruppgávu, men eitt há-
tekniskt arbeiði, sigur hann
og leggur afturat:
— Her eru so nógv, sum
skal passast saman, at tað
krevur stórt fyrireikingarar-
beiði.
Flokkar dupult
so skjótt sum aðrir
Fyrimunurin við hesum
nýggja ráfiskaflokkaranum
er, at hann flokkar nógv
skjótari enn aðrir flokkarar.
Fiskurin verður vigaður
og flokkaður í bólkar í
einum í einari mannagongd,
alt eftir hvussu framleiðarin
vil hava fiskin bólkaðan.
Dynamisk viging hevur
verið brúkt eina tíð, men tað
sermerkta við hesum flokk-
aranum er at fiskurin er
snaraður 90 gradir saman-
borið við gomlu flokkarar-
nar.
Vanliga lá fiskurin uppá
longs eftir einum transport-
bandi og bleiv so vigaður,
men her liggur hann uppá
tvørs tá hann verður vigaður
og er hetta størsta grundin
til høga kapacitetin.
Kapaciteturin er tengdur
at longdini å stykkinum,
sum skal vigast. Her verdur
stykkið stutt og breitt. Jú
styttri, jú hægri arbeiðs-
megi, breiddin hevur minni
at siga.
Framleiðararnir av hesum
flokkaranum, siga at við
nýggja tólinum hava teir
víst, at tað væl kann lata seg
gera at viga fiskin dynam-
iskt, meðan hann vendir upp
á tvørs.
Hvervur niður
m borðið
jålv flokkingin av fiskin-
um fer fram á tann hátt, at
tað undir maskinuni standa
nakrir kassar klárir at taka
ímóti fiskinum.
Fiskurin fer eftir vektini,
sum, umframt at viga, sigur
hvat portur fiskurin skal út
fgjøgnum.
Tå fiskurin kemur yvir til
portrið, letur maskinan tað
upp og fiskurin hvørvur nið-
ur í kassan.
Mett verður, at m. a. upp-
bodssølurnar kring landið
kunnu hava fyrimun av hes-
um flokkaranum tí nú ber
til at bólka fiskin áðrenn
hann verður settur til sølu.
Hetta ger, at ein framleiðari
kann keypa júst tað støddina
hann ynskir, og bara tað.
Veruskráseti
Nýggi råvøruflokkarin er
eitt sera framkomið tól, vid
nógvari telduútgerð.
Henda telduútgerð verður
ikki bara brúkt til at stýra
maskinuni, men eisini til at
gera nágreiniligar råvøru-
skrásetingar.
Torkil Holm Petersen,
stjóri hjá Petersen á Gutt-
esen, sum hevur gjørt stýri-
skipanina sigur m. a.:
— Skipanin er gjørd á tann
hått, at vit skråseta hvønn
einstakan fisk, sum kemur
ígjógnum flokkaran.
— Hetta merkir, at vit
kunnu gera útskriftir, sum
siga, hvussu nógv hver ein-
stakur fiskur, sum veiddur
er undir Føroyum, vigar.
Hetta hevur týdning fyri
okkum, men kann sanniliga
eisini hava statistiskan týdn-
=