hósdagur 10. september 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 170 — 10. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið
AKGRRÝJU
5
Foroya Filatelistfelag aftur til verka
Fyrsti fundurin í heyst verður månakvøldid, sama dag
sum Postverk Føroya gevur út nýggj frímerki
TurIÐ KJØLBRO
Føroya Filatelistfelag er eitt
virkið felag. Vanliga eru
fimm limafundir um várið
og fimm um heystið. Felag-
ið er virknast í vetrarhálvuni
og vanliga er fyrsti fundurin
um heystið sama dag sum
Postverk Føroya gevur út
nýggj frímerki, - tað verður
sostatt månakvøldid 14. sep-
tember kl. 20.
Felagið hevur í nógv ár
havt fundir sínar í hólum
Havnar Handverkarafelags
og so verður eisini í ár, í
Tréndargøtu 16 í Havn.
Teir dagarnar Postverk
Føroya gevur út frímerki er
eisini vanligt at hava ein
kaffifund seinnapart kl. 15
á Frímerkjadeildini og fáa
eitt prát við fólkini á Frí-
merkjadeildini og kanska
fáa ymiskt at vita.
Í heyst er ætlanin, at eitt
fundarkvøld skal snúgva seg
um postbátarnar Ruth og
Smiril, sum báðir eitt skifti
hava havt serlig poststempul
og postavgreiðslu umborð.
Suni Winther fer at greiða
frá hesum.
Gamalt felag
Føroya Filatelistfelag varð
stovnad i 1936 og er sostatt
eitt gamalt felag. Tað er
ógvuliga ymiskt, hvat fi-
latelistar hava størstan áhuga
fyri. Tað eru ymiskir mátar
at savna frímerki. Tað kann
vera frímerkini sjálv, bræv-
bjálvarnir, stemplini, okkurt
serligt land, eitt ávíst tíðar-
skeið, 0.s.fr.
Felagið hevur eisini eina
ungdómsdeild, har børn og
ung metast á Margarinfa-
brikkini. Næsti fundurin
verður sunnudagin 20. sep-
tember.
Tað eru nógv sum onkus-
vegna savna frímerki, ella
hava savnað, og kanska ikki
rættiliga vita, hvussu tey
skulu koma víðari ella fáa
skil á. Eisini tey eru væl-
komin í felagið.
Olavsøkuframsyningin
Størsta tiltakid hjå felagnum
er framsyningin å Olavsøku.
I år vard framsyningin i
Gamla Meiarinum og sam-
bært grein f bladnum hjå
felagnum eydnaðist tiltakið
væl. Tað var alla tíðina fólk
inni, við hvørt fult hús, og í
alt vóru eini 400 fólk inni á
gólvinum. Umframt fram-
sýningina av sjálvum frí-
merkjunum hevði ein áhuga-
bólkur hjá postsavninum
skipað fyri eini postsøgulig-
ari framsýning, har m.a. seks
postmenn vórðu útstillaðir í
fullum búna. Tveir í reyða
búnanum, sum varð brúkt
ur, tá ið postverkið var part-
ur av Post- og telegrafvæ-
senet. Tveir búnar av teim-
um fyrstu hjá Postverkinum
- og eisini tveir av teimum
allarnýggjastu búnunum,
sum Postverkið nú er farið
at brúka. Haraftrat vórðu
ymiskar gamlar vektir, skjól
og umstillingarborð. Serliga
hesin parturin av framsýn-
ingini hevði áhuga hjá teim-
um yngstu vitjandi.
Á fundinum komandi
verður ein eftirmeting gjørd
av framsýningini. Millum
annað verður spurningurin
reistur, um framsýningin átti
at verið fyriskipað til dømis
í heystfrítíðini ella í páska-
vikuni. Tí fyriskipararnir
kunnu skriva sær aftan fyri
oyrað, at ov fáir limir vóru
at síggja í hólunum. Ein or-
søk kann sjálvandi vera, at
ov mikið er at fara til á Ólav-
Á Norðurlendsku frí-
merkjaframsýningini NOR-
DIA 98, sum verður í Oden-
se í døgunum 16.-18. okto-
ber verður Føroya Filatelist-
felag væl umboðað. Tríggir
limir felagsins fara at sýna
fram frimerkjasøvn síni.
Gunnar Liitzen hevur eitt
Føroyasavn, Vøgg Guttesen
frimerkjahefti og Ingolf
Nielsen eitt savn um ȁr
havsins«.
Skrivad bok um
2 krónu heftið
Formaður felagsins, Vøgg
Guttesen, hevur skrivað eina
bók um 2 krónu automat-
heftið. Bókin viðger hetta
heftið, sum kom út sam-
stundis sum fyrstu føroysku
frímerkini komu í 1975.
Bókin, sum er skrivað á
donskum við einum enskum
samandrátti, greiðir í uml.
20 deildum frá gllum hugs-
andi viðurskiftum í sam-
bandi við 2 krónu automat-
heftið. Nógv nýtt kemur
fram, sum hevur áhuga fyri
frímerkjasavnarar og filatel-
istar, men stórir partar av
bókini kunnu eisini lesast
sum ein spennandi og upp-
lýsandi søga uttan at einum
nýtist at hava serligan for-
kunnleika til hetta evnid
sum høvundurin hevur kos-
ið sær sum sergki
Fjórða árið á rað
skipaði Føroya
Filatelistfelag fyri
eimi framsýning á
Olavsøku við fri
merkjum umframt
eini postsøguligar
framsyning. For-
maðurin í felagnum
er Vøgg Guttesen
Mynd: Aki Bertholdsen
HVI KEYPA EIN
- tå tú kanst fáa ein heilgalvaniseraðan ASTRA fyri sama pris?
Øll tey fremstu bilblødini geva tí nýggja ASTRA 5 stjørnur.
Vit sýna tann nýggja ASTRA fram í ORAVÍK
leygardagin 1 2/9 og sunnudagin 1 3/9
Bensin- og
OPELS
tif. 31 61 61