Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið SOS Nr. 170 — 10. SEPTEMBER 1998 Vit ferðast sum ongan Hagtólini hjá flogvallarleiðsluni vísa, at fóroyingar ferðast sum ongantíð fyrr, og higartil í ár hava líka nógv ferðafólk ferðast um flogvøllin, sum tað gjørdu alt árið 1990 SVEINUR TRÓNDARSON Tað er rættilig gongd komin á aftur flogferðsluna sein- astu árini og ferðafólkatalið setur met efur met Hagtølini fyri august mánað eru komin frá flog- vallarleiðsluni og tey vísa, at tað í august mánað ferð- aðust 15.831 fólk um flog- vøllin í Vágum Hetta eru 995 ferðafólk fleiri enn tað gjørdu sama mánað í fjør. Í prosentum er talan um eina hækking uppá 6,7 Fleiri enn í 1990 Tað er nú ikki bara í summ- armánaðunum at fleiri ferð- afólk brúka flogvøllin Í tíðarskeiðnum frá 1. jan- uar til 1. september ferðað- ust 90.074 fólk um flogvøll- in. Sama tidarskeid i fjør ferdadust 85.475 ferðafólk um vøllin, so her er talan um eina øking uppå 4.599 ferðafólk, ella 5,4 prosent. Til sammetingar kann sigast, at tað alt árið 1990 ferðaðust 90.398 ferðafólk um flogvøllin. Tað vil siga, at tað fyrstu átta mánaðirnar í ár hava ferðast líka nógv ferðafólk, sum tað gjørdu alt árið 1990. Hetta sigur eitt sindur um hvussu aktiviteturin í landinum er øktur. Loyva vit okkum at brúka miðaltglini, so er okkara skot at tað tá árið er liðugt hava ferðast knappliga 140 túsund fólk um flogvøllin. Arbeiða við at betra umsteðurnar Annars verður javnan ar- beitt við at betra flúgvium- støðurnar í Vágum. Avgjørt er at ein vindpro- filradarin skal setast upp á flogvøllinum og tað er DMI, sum skal seta hann upp: cg Vindprofilradarin er ikki komin til landið enn, men kemur seinast í hesum mán- alt árið 1990! aðinum. Hann verður eftir ætlan tikin í nýtslu einaferð sein- ast í árinum. Annars sigur flogvallar- leiðslan í tíðindaskrivinum at flogferðslan hevur verið óvanliga reglulig í ár. Veðrið hevur verið so gott í Vágum at bert heilt fáar tið fyrr ella so at siga ongar seink- ingar hava verið, sigur Finnbogi Niclasen. Mjølnir hevur 20 | ara fødingardag Tann 18. september 1978 tóku klaksvíkingar stig til at seta á stovn flogbóltsfelag í Klaksvík og at rætt var gjórt er í dag eingin ivi um, tí Mjølnir er eitt tað mest vinnandi flog- bóltsfelagið í landinum SVEINUR TRÓNDARSON Flogbólturin er ikki serliga gamal í garði í Føroyum Tað var einaferð í 60 árunum at menn tóku seg saman at fara at spæla flog- bólt ella volleybólt, sum tað tá kallaðist Tað var skjótt at gongd kom á, men ikki fyrr enn í sjeytiárunum vórðu tey fyrstu rættiligu flogbóltsfel- øgini sett á stovn. Fyrstu árini var tað nevniliga so, at tað vóru »fotboltsfeløg- ini«, sum høvdu flogbólts- deildirnar undir sær Mjeinir her .... Tann 18. september 1978 tóku klaksvíkingar so av- gerðina um at seta á stovn eitt flogbóltsfelag har norði, og ikki kann sigast annað enn at tað var rætt gjørt. Tí síðan stovningardagin hevur Mjølnir rættiliga gjørt um seg í føroysku kapping- ini. Byrjanin var, sum altid rættiliga tung, men tann orka sum varð løgd í ung- dómsarbeiðið hjá Mjølni fyrstu árini hevur so ruddi- liga givið tað avkast sum var ætlað og helst meiri enn tað. Mjølnir hevur altíð vunn- ið nógv í kappingunum hjá teimum yngru og fyrstu ár- ini vóru tað garpar, sum Klæmint Ísaksen, Heri Elt- tér, Svend Jacobsen, Jóann- es Poulsen, Jógvan Jacob- sen og aðrir við, sum gjørdu um seg í teimum yngru deildunum, og tað var ein fragd fyri eyga at síggja hvussu knassarnir, sum tá ikki vóru so stórir tá, dugdu spælið »Ognartoku« meistaraheitid Mitt í áttati-árunum vóru teir búgvnir at flyta upp í vaksnamannadeildirnar og síðan tá hava teir verið grundarsteinurin undir tí, sum í dag er 1. lið hjá Mjølni í meistaradeildini hjá monnum. Nú eru ikki so nógvir eft- ir, men tey hava altíð duga sera væl at seta fólk við í Mjølni, so tá teir í eldra end- anum eru givnir - ella hava stillað skógvarnar - so hava ungir spælarar verið til reið- ar at taka við. Og tað er orsøkin til, at Mjølnir altíð hevur verið við í oddinum í landskapp- ingunum gjøgnum árini. Tá meistaradeildin varð sett á stovn mitt í åttatiåru- num sá tað einu tíðina út til at Mjølnir hevði ognartikið meistaraheitið, tí teir vunnu tað fleiri ferðir upp í slag. Marjun er ein »instutition« Men tað er ikki bara mans- flogbóltur í Klaksvík, verri enn so Kvinnurnar hava ikki staðið aftanfyri menninar tá tað snýr seg um at vinna meistaraheitir til felagið. Eins og hjá monnunum, so er ein av høvudsfrågreid- ingunum fyri góðu úrslitu- num hjá kvinnunum, at tey hava gjørt nógv við ung- dómsarbeiðið. Hetta hevur eins og hjá monnunum havt tað við- sær at teir bestu ungdóms- leikararnir eru slopnir at spæla onkran dyst við teim- um >gomlu rottunum< og tað hevur verið nóg mikið til at halda tey ungu til flog- bóltin í Klaksvík. Hartil kemur so týdning- urin at hava ein spælara sum Marjuna Kalsg á liðnum. Hon hevur spælt flogbólt alt tað fólk minnast og hon er ein >institutión< bæði á fyrstaliðnum hjá Mjølni og á flogbóltslandsliðnum. Nú skal hetta ikki skiljast sum at Marjun einsamøll hevur greitt alla uppgávuna, tí hon hevur fingið góða hjálp frá spælarum, sum Veru Larsen og Margit Joensen og øðrum við, sum altíð spæla sum fyri lívin- um. Og tað sigur seg sjálvt, at tað verður munandi lættari hjá teimum yngru spælar- unum at traðka inn á liðið, tá so royndir leikarar eru har frammanundan. Týdning fyri trivnaðin Tað er onga ltu nakar ivi um, at arbeiðið, sum verður gjørt í Mjølni hevur stóran týdning fyri trivnaðin í Klaksvík. Hetta hevur býráðið í Klaksvík eisini sæð og tá Mjølnir á Eysturskúlanum Mjølnir gjørdist meistari seinast - tað var í júst farna kappingarárið - gjørdi bý- ráðið av at geva felagnum eina peningagávu, sum takk fyri tað arbeiðið, sum felagið ger fyri býin, bæði á ein og annan hátt. Feðingardagsveitsla Nevndin í Mjølni ætlar ikki, at 20 ára dagurin skal fara aftur við borðinum uttan nakað. Leygardagin 19. skipar felagið fyri veitslu í mat- arhøllini á Kósini har allir Fríggjadagin komandi reu 20 ár liðin # síðan flobóltsfelagið Mjølnir var sett á stovn og meistaradeildarliðini hjá felagnum góvu felagnum hvør sítt meistaraheitið í fóðingar- dagsgåvu. Henda myndin er frá avgerdandi dystinum hjó monnunum millum Fram og (Mynd: Sveinur Tróndarson) núverandi og fyrrverandi leikarar og nevndarlimir við maka eru bodnir at verða við. Veitslan byrjar klokkan 19 og tekning fer fram á telefon 455735 og 455738 millum klokkan 20 og 22. Seinasta freist at tekna luttøku er mikukvøldid 16. september. Kostnaðurin fyri veitsluna er 100 krónur. Hvat verður á skránni fyri veitsluna ber ikki til at siga nakað greitt um í løtuni, men William West formað- ur í Mjølni sigur at ætlanin er at avdúka eitt nýtt bú- merki leygarkvøldid. Hvussu hetta búmerki sær út vil hann ikki reidiliga siga nakað um, men hann greiðir frá, at tað er Árni Jacobsen, sum hevur teknað búmerki. Annars leggur hann aft- urat, at á veitsluni eru gll vælkomin at bera fram heilsur ella onkra stuttliga søgu við borðhaldið - Sosialurin wwwWw.sosialurin.fo