hósdagur 10. september 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 170 — 10. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið S052 1
Ill:
Týsdagin var tingmanning Javnaðarfloksins á fundi við Høgna Hoydal, landsstýrismann í sjálvstýrismálum
Jóannes Eidesgaard:
Samgongan vil loysin
— Í veruleikanum er her talan um loysing. Tjóðveldisflokkurin hevur rættuliga
takstist broytt upp á termologiina. Tað, teir fyrr kallaðu fyri >loysing<, tað kall-
aðu teir eina tíð fyri >skipað loysing< - og nú kalla teir tað fyri „fullveldi.
Men boðskapurin er tann sami - at Fóroyar verða loystar úr ríkisfelagsskapi-
num. Og júst í hesum punktinum eru vit grundleggjandi ósamdir, sigur Jóannes
Eidesgaard eftir fundin millum Høgna Hoydal og Javnaðarflokkin
EIRIKUR LINDENSKOV
Týsdagin var fundur um
fullveldi í Tinganesi. Stig-
takarin til fundin var Høgni
Hoydal, landsstýrismaður í
sjálvstýrismálum. Luttakar-
ar á fundinum vóru ting-
menninir hjá Javnaðar-
flokkinum og landsstýris-
maðurin í sjálvstýrismálum.
Høgni Hoydal hevði bið-
ið um fundin fyri at fáa
Javnaðarflokkin og lands-
stýrisflokkarnar at nærkast
hvørjum ødrum í fullveldis-
spurninginum.
— Høgni Hoydal greiddi
okkum frá, hvussu lands-
stýrið ætlar at fara fram í
hesum máli, og vit greiddu
honum frá okkara stóðu,
sigur Jóannes Eidesgaard,
formaður í Javnaðarflokk-
inum.
— Eg haldi, at Høgni Hoy-
dal hevur tikið í so nógv fyri
givið - hvat vit kunnu taka
undir við, og hvat vit íkki
kunna taka undir við. Trup-
ulleikin hevur verið, at
Høgni Hoydal hevur verið
ov vísir í, at hesum og has-
um fer Javnaðarflokkurin
helst at taka undir við, tí tað
hava verið so nógv líkheits-
tekin, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Ikki tveita landið
í eitt eksperiment
hesum sambandi vísir
hann á, at Javnaðarflokkur-
in hevur tosað um, at Før-
oyar skulu vera ein tjóð, og
at vit skulu varðveita ríkis-
felagsskapin ella ein
líknandi felagsskap.
— Hetta tulkar Høgni
Hoydal sum so, at vit taka
undir við-at skipa Føroyar.
sum eitt fullveldi, men so
er ikki, sigur Jóannes Eid-
esgaard.
Javnaðarmenninir gjørdu
Høgna Hoydal greitt, at
flokkurin ikki heldur tað
verða rådiligt at tveita Før-
oyar út í eitt eksperiment,
sum at skipa landið sum eitt
fullveldi, og at alt so skal
hvíla á teirri skiftistíð, sum
kemur.
— Tað ber íkki til, at væl-
ferðin skal verða treytað av,
hvussu hendan skiftistíðin
nú verður, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Latið okkum fyrst
menna samfelagið
Hann leggur afturat, at
munurin millum uppskotið
hjá Høgna Hoydal og upp-
skotið hjá Javnaðarflokki-
num er, at Javnaðarflokkur-
in sigur, at tað eru fortreyt-
irnar, sum skulu til fyrst,
áðrenn vit kunnu gera nakr-
ar álvarsamar broytingar.
Formaður Javnaðarfloks-
ins vísir eisini á, at um fáar
dagar verður fíggjarlógin
fyri komandi ár løgd fyri
tingið. Har verður kanska
roknað við einum yvirskoti
upp á 200 milliónir krónur.
— Men her skulu vit minn-
ast til, at tá er blokkurin
íroknaður. Var hann ikki
tað, so høvdu vit í staðin eitt
undirskot upp á 700 milli-
ónir krónur
— Latið okkum menna
samfelag til at standa á egn-
um beinum, áðrenn vit taka
stigið fult út - um ein fólka-
atkvøda ger av, at so skal
vera. Trupulleikin er, at
Høgni Hoydal beinanvegin
vil sleppa at útrópa Føroyar
sum eitt fullveldi, men í ver-
uleikanum merkir tað íkki
fullveldi, tí ein stórur partur
av umsiting og lógararbeið-
ið framvegis fer at liggja í
Danmark, og tann vælferð-
in, sum skal vera í Føroyum
kemur at hvíla á, um tað ber
til at fáa eina góða skiftistíð
- um danir vilja figgja loys-
ingina, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Samgonga ætlar at
loysa
— Í veruleikanum so er her
talan um loysing. Tjóðveld-
isflokkurin hevur rættuliga
takstist broytt upp á termo-
logiina. Tað, teir fyrr kall-
aðu fyri loysing, tað kallaðu
teir eina tíð fyri skipað loys-
ing - og nú kalla teir tað fyri
fullveldi. Men boðskapurin
er tann sami - at Føroyar
verða loystar úr ríkisfelags-
skapinum. Og júst í hesum
punktinum eru teir grund-
leggjandi ósamdir við Javn-
aðarflokkin.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at Javnaðarflokkurin vil
varðveita ríkisfelagsskapin,
tó at flokkurin fegin vil
ganga ímóti størri stjålvstyri
innan fyri ríkisfelagsskapin.
Hann sigur, at flokkurin eis-
ini vil menna sjálvstýrið
bæði politiskt og búskapar-
lig til at vit klára at standa á
egnum beinum.
— Hetta er tann veruligi
munurin millum bæði upp-
skotini, sigur hann.
Skul gera útgreining-
ararbeiðið fyrst
Jóannes Eidesgaard heldur
tað eisini vera púra burtur-
við, at samgongan vil taka
øll målsøki heim, siga at nú
hava vit ábyrgdina av øllum
hesum målsøkjum, fyri síð-
ani at senda tey niðuraftur
til danir at umsita.
— Tað rætta er, at Føroya
Løgting til eina og hvørja
tid kann taka yvir tey måls-
øki, 10 tingid hevur hug til
at taka yvir.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at fundurin var rættuliga
drúgvur, tí nógv var kjakast
um smálutir. Men eftir
fundin heldur hann at tað
stóð rættuliga greitt, hvat
skilir partarnar.
— Vit royndu at sannføra
hann um, at tað var skilabest
at gera útgreiningararbeið-
ið, áðrenn farið verður undir
samráðingarnar, og tað fer
hann at gera, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Men hann vísir á, at tað
er púra burturvið fyrst at
taka støðu til tað endaligu
loysnina, áðrenn útgrein-
ingararbeiðið hevur víst,
hvat var tann skilabesta
loysnin.
— Hetta er at venda tingu-
num á høvdid og siga, at
málsetningurin er fullveldi.
Samgonguflokkarnir prior-
itera tað formella sjálvstýri
hægri enn tað reella sjálv-
stýri. Hesum taka vit ikki
undir við, sigur Jóannes
Eidesgaard.
— Er tað so, so hevur
Javnaðarflokkurin ikki hug
at vera við. Hinvegin hava
vit einki ímóti at útgrein-
ingararbeiðið verður gjørt,
lagt fyri tingið til stødutak-
an, og at tingið aftan á at
útgreiningararbeiðið = er
framlagt kann siga, hvat
tingið vil hava av broyting-
um í teimum ríkisrættarligu
vidurskiftunum.
Manipulerað
veljarakanning
— Ég taki fyrivarni fyri hasi veljara-
kanningini, tí eg haldi ikki, at tey, ið
ynskja økt sjálvstýri innan ríkisfel-
agsskapin, hava møguleika at svara
nóktandi, sigur Jóannes Eidesgaard
EIRIKUR LINDENSKOV
Veljarakanningin, sum
Dimmalætting og Berling-
ske Tidende hava kunngjørt
nå um dagarnar, sigur greitt,
at fólkið tekur undir vid
fullveldisætlanunum hjá
Landsstýrinum. Eitt nú vísir
kanningin, at heili 38% av
javnaðarveljarunum tekur
undir við ætlanunum.
Tí sprudu vit Jóannes
Eidesgaard, um hetta ikki er
greið tala - um Javnaðar-
flokkurin ikki eigur at um-
hugsa støðuna av nýggjum:
— Eg havi eitt álvarsamt
fyrilit fyri hasi kanningini.
. Tey, ið skipa fyri, hava av-
markað spurningarnar til
ætlanina hjá Høgna Hoydal
soleiðis, at tey, ið vilja hava
stórri sjálvstýri innan ríkis-
felagsskapin, ongna reellan
møguleika hava at svara,
sigur hann
— Hatta er manipulatión,
og eg haldi tað vera harm-
uligt, at Samfelagsdeildin á
Fróðskaparsetrinum ikki vil
geva fólki møguleika at
svara soleiðis, at kanning
veruliga sigur, tað fólkið vil
Jóannes Eidesgaard vísir
á, at fólk - eitt nú tey, ið
taka undir við Javnaðar-
floksins sjónarmiði - ikki
hava møguleika at svara, ti
spurt verður, »hvørja støðu
hevur tú til fullveldi...<
— Øll, sum vilja loysing,
svara sjålvandi »ja«, og ein
stórur partur av teimum,
sum vilja hava stórri sjålv-
ræði innan fyri ríkisfelags-
skapin svara eisini >ja<, tí
tey vilja ikki hava tættari
samband, vísir Jóannes Eid-
esgaard á.
Heldur breiða semju
— Vit kenna einki forpliktilsi
fyri at taka uudir við upp-
skotinum hjá samonguni.
Hetta sigur Jóannes Eid-
esgaard ísambandi við, at so
stórt trýst í hesum døgum
verður lagt á Javnaðarflokk-
in.
— Vit peikaðu á Høgna
Hoydal sum løgmann - júst
við tí fyri eyga, at fáa eina
breiða samgongu, sum
kundi gjørt nakad veruligt
vid sjålvstyrisspurningin.
— Men Tjóðveldisflokkur-
in valdi heldur borgarligu
samgonguna við Fólka-
flokkin og Sjálvstýrisflokk-
in.
Jóannes Eidesgaard held-
ur, at ein breið samgonga
millum Tjóðveldisflokkin,
Fólkaflokkin og Javnaðar-
flokkin eisini hevði sloppið
undan trupulleikanum, sum
Fólkaflokkurin hevur, nú
allir í flokkinum ikki eru so
heitir fyri >loysingini<
Suðuroyingar
Leygardagin og sunnudagin
sýna vit bilar og skutarar fram
við Gistingarhúsið í Øravik.
Høvi verður at síggja
og royndarkoyra nýggjar og
brúktar bilar og skutarar.
Øll eru vælkomin.
Pf. Meinhardt Arge
Tlf. 316161
Fax 316160
a OPELS EB
Dimmalætting, tit 311212
PEUGEOT