mikudagur 16. september 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 174 — 16. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið SOSTAMNMMN 5
Nú síggjast flytingarnar í ollum
økjunum
Við endan á juli mánaða restaðu bert
199 fólk í áðrenn vit komu upp um
tey 45.000 fólkini. Nú merkist í øllum
økjum, at fleiri fólk flyta til landið,
eisini útjaðaragkini
SVEINUR TRÓNDARSON
Vit minnast øll tá fólkaflyt-
ingin byrjaði. Í rúgvum fóru
fólk av landinum og sjálv-
sagt vóru tað útjaðaragkini,
sum harðast merktu fráflyt-
ingina. Har vóru ikki so
nógv at taka av framman-
undan.
Men sigast má av sonn-
um, at vent er í holuni.
Búskapurin er í uppgongd
- meiri fiskur er at fáa og
nógv er at gera í flestu gkj-
um í landinum og tað merk-
ist sjálvsagt eisini á fólka-
flytingini. Hon er nevniliga
vend.
Síðan 1996 eru fleiri fólk
flutt til landið enn tað eru
flutt úr.
Men sum so ofta fyrr, so
vóru tað heldur ikki hesa-
ferð at útjaðaragkini merktu
tilflytingina fyrst.
Smærru og tey harðast
raktu økini høvdu truplast
vid at koma fyri seg, og
hetta merktist serliga í
Sandoynni og Suðuroynni.
Tað at tað var trupult at
fáa gongd aftur á virksemi í
hesum gkjum, hevði tað við
sær, at fólk aftraðu seg við
at flyta til hesi øki.
Men nú er av sonnum
vent í holuni.
Rættulig gongd kom á
virksemi í Sandoynni í
seinnu helvt av 1997 og ar-
beiðsloysi í Sandoynni fall
úr góðum 10 prosentum
niður í umleið 2 prosent,
sum er tað lægsta í øllum
landinum.
Og henda gongd merkist
eisini á flyti- og burdartøl-
unum, tí fyri fyrstu ferð í
longri tíð er talan um bæði
nettotilflyting og burdarav-
lop f Sandoynni.
Nettotilflyting merkir at
tað flyta fleiri fólk til øki
enn tað flyta frá, og burð-
aravlop merkir at tað verða
fødd fleiri enn tað doyggja
í økinum.
Tey yngru flyta fyrst
Tað z eg gleðast
yvir at tað flyta fólk til øki,
men tað er meir at fegnast
um, at talan er um burð-
aravlop tí tað merkir, at tað
er fólk í burðardyggum
aldri, sum býr í gkinum.
Ein av vandunum við frå-
flyting, sum vit sóðu hana
fyri fáum árum síðani er, at
tað eru tey yngru, sum skulu
seta børnini við, sum flyta
úr gkinum.
Men nú tað er burðarav-
lop í Sandoynni, so merkir
tað, at tað er fólk í burð-
ardyggum aldri, sum flyta
til øki.
Nógv fólk til Vágs
Í Suðuroynni er sama skil.
Har hevur stødan í sunn-
aru helvt verið katastrofal
at kallað.
= Tað hevur verið sera trup-
ult at fingið gongd á virk-
semi í Vági, og av tí sama
er einki fólk flutt til býin.
Nógvir ungir suðuroying-
ar hava, eins og aðrir ungir
føroyingar, verið uttanlands
og nomið sær útbúgving.
Fleiri av hesum eru flutt aft-
ur til lands, men sum hjá
teimum flestu, so flvta tey
ikki til heimstaðin, men til
miðstaðargki ístaðin.
Henda gongd hongur
sjálvandi saman við, at tað
er í miðstaðargkinum, at
mesta arbeiðið er.
Men nú er henda gongd
eisini vend í Suðuroynni.
Fyri fyrstu ferð í fleiri ár
er eisini her fleiri fólk flutt
til ski enn tað eru flutt úr.
Samanlagt eru 10 fólk
fleiri í Suðuroynni 31. juli
enn tað vóru við árslok í
1997.
Alt árið 1997 minkaði
fólkatalið í Suðuroynni við
30 fólkum, so tað sær út til
at framgongd er í.
Og tað er serliga í Vági
at framgongdin merkist.
Tað eru nevniliga 27 fólk
fleiri í Vági við endan av
juli mánaða enn tað vóru
við árslok.
Nettotilflytingin er 20
fólk, meðan tað eru føddir
7 vágbingar fleiri enn tað
eru deyðir.
Bygdirnar við
sviðusoð
Tá tað er sagt at tað er fram-
gongd í øllum økjum í land-
inum, so mugu vit hóast alt
staðfesta, at tað fólkavgkst-
urin ikki merkist í øllum
bygdunum.
»Økisf6lkavøksturin« er
eitt úrslit av at tað saman-
lagt er ein vøkstur, men í
teimum ymsu smábygdun-
um í gkjunum er ikki talan
um fólkavgkstur. Har min-
kar fólkatalið.
Orsgkin til hetta er, at
fólkið flytir hagar, sum ar-
beiði er.
Arbeiðsloysi í landinum
er, sum nevnt fyrr fallið
heilt nógv seinastu árini,
men tað er tí at tað er meir
at gera í stóru plássunum í
útjaðaragkjunum.
Tí flytir fólkið hagar.
So hóast tað sær út til at
tað gongur framá allastaðni
í Føroyum, so er ikki vist,
at allar bygdir eru samdar í
hesum. Tí tá fólk flyta, er
vandi fyri at skattainntøkan
minkar.
Nósi heldur fødingardag frå 14. til 18. september. Kom inn og-tom tín Nósa. so fært tú
eina gávu frá honum.
Nósa sjálvan kanst tú hitta sprelllivandi á hesum stoðum:
Dagur
Mánadagin
Norðurovggjar
Klaksvík
Klaksvík
klokkan
10.30-11.00
14.30-15 10
14.09.1998
14.09.1998
Mánadagin
Eiði Mánadagin 14.09.1998 13.00-13.30
Norðskála Mánadagin 14.09.1998 14.30-15.30
Leirvík Týsdagin 15.09.1998 13.00-13.30
Gota Týsdagin 15.09.1998 14.30-15.30
Fuglafjørdur Mikudagin 16.09.1998 10.30-11.00
Fuglafjørdur Mikudagin 16.09.1998 14.30-15.30
Saltangará Hósdagin 17.09.1998 10.30-11.00
Toftir Hósdagin 17.09.1998 14.30-15.30
Saltangará Hósdagin 17.09.1998 16.30-17.30
13.00-13.30
14.30-15.30
Strendur
Skåla
8.09.1998
18.09.1998
Fríggjadagin
Fríggjadagin
Flogvøllurin 17.09.1998
17.09.1998
17.09 1998
18.09.1998
Hósdagin 11.00-11.30
14.30-15.30
16.30-17.30
14.30-15.30
Sørvågur Hósdagin
Sandavágur
Miðvágur
Hósdagin
* (q" a; í sr
Friggjadagin
Skopun Friggjadagin 18.09.1998 13.00-13.30
Sandur Fríggjadagin 18.09.1998 14.30-15.30
Hvalba Mánadagin 14.09.1998 13.00-13.30
Vágur Mánadagin 14.09.1998 14.30-15.30
Tvøroyri Tysdagin 15.09.1998 14.30-15.30
Kollafjørdur Tysdagin 15.09.1998 14.30-15.30
Vestmanna Mikudagin 16.09.1998 10.30-11.00
Vestmanna Mikudagin 16.09.1998 14.30-15.30
N. Finsensgøta Hósdagin 17.09.1998 10.30-11.00
Hornabø Hosdagin 17.09.1998 12.30-13.30
SMS Hósdagin 17.09.1998 14.30-15.30
N. Finsensgøta Hosdagin 17.09.1998 16.30-17.30
(á) FØROYA BANKI