Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Sosialurin Nr. 174 — 16. SEPTEMBER 1998 Ráðstevnan byrjar fríggjadagin: Smátjóðir, kyn og visjónir Tur KjøLBRO Komandi dagarnar eru Før- oyar karmur um norður- lendsku rådstevnuna Små- tjóðir, kyn og visjænir. Maria á Dul, stjóri á starvs- fólkadeildini í Almanna- og heilsumálastýrinum, og Sú- sanna Nolsøe, fulltrúi í Al- manna- og heilsumálastýr- inum, hava lagt ráðstevnuna ul rættis Embætisfólk, politikarar, fakfelagsfólk og starvsfólk innan nógvar ymiskar yrkis- bólkar úr øllum norðurlond- unum koma higar at taka lut og halda fyrilestur um javn- støðu, hvussu hon roynist í verki og hverji framtíðar- útlitini eru hesum viðvíkj- andi. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum fríggja- og leygardagin Stigið til ráðstevnuna hevur Norðurlendska Ráð- harraráðið tikið. Um 170 fólk hava teknað seg. Hevur onkur framvegis hug at koma til onkran einstakan fyrilestur ber til at gera vart við tað í måttøkuni í Norð- urlandahúsinum Embætisfólkini hjá Norð- urlendska Ráðharraráðnum og arbeiðsbólkurin undir ráðnum, sum tekur sær av verkætlanunum main- streaming, sum eisini er umrøtt í blaðnum í dag, koma til Føroya mikukvøld- ið, og hósdagin verður fundur á Hotel Føroyum. Hóskveldið koma tey, sum skulu halda fyrilestur. Umboð fyri politisku flokkarnar i Føroyum eru boðin við umframt lands- stýrisfólkini. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona við ábyrgd av javnsteðulógini, setir ráðstevnuna fríggjamorgun- in kl. 10. Fimm fyrilestrar verða hósdagin, Mona Danielson úr Svøriki leggur fyri við at røda um kyns- perspektivið í norður- lendska samstarvinum, Drude Dallerup úr Danmark fer at halda fyrilestur um arbeiðsmarknaðin og kyns- perspektivið og Susanne Jungerstam úr Finnlandi, ið er í ferð við at skriva eina doktararitgerð um javn- stødupolitikk í Alandi, Grønlandi og Føroyum fer at røda um evnið. Jessie Kleeman úr Grøn- landi fer at tosa um ment- anarligar broytingar og hvussu tær åvirka javnstødu imillum kynini og Kirsten Brix år Føroyum fer at tosa um kyn og mål. Leygarmorgunin leggur Hans Pauli Strøm, sosiolog- ur, fyri vid at tosa um sið- bundna samfelagið í broyt- ing og síðani fara umboð úr øllum norðurlondunum at tosa um javnstødustrategiir og hættir. Maria å Dul fer at kunna hinar nordurlend- ingarnar um, hvussu arbeid- ið gongst við føroysku verk- ætlanini. Seinnapartin leygadagin verður endaligt orðaskifti við pallborði. Mentanarvirdislønir M. A. Jacobsens og Barnabokaheidurslønir Torshavnar Býráðs Hósdagin 17. september, klokkan 17 handar Tórshavnar Býráð Mentanar- viråislønir M. A. Jacobsens og Barna- bókaheiðurslenir Tórshavnar Býráðs í Sjónleikarhúsinum. Øll hava atgongd. OS Tórshavnar byråd Maria á Dul, samskipari: Javnstøda skal inn í gerandisdagin - Endamálið er at fólk verða tilvitað um javnstødu og at tað verður naturligt i okkara gerandisdegi at seta bæði kynini javnt, sigur Maria á Dul, samskipari | av verkætlanini, sum kannar, hvussu kynsbýtið er millum arbeiðsfólkið á stovnum fyri børn og ung, og hví. Turi» KJøLBRO Javnstøda er framvegis ikki ein natúrligur partur í okk- ara gerandisdegi og huga- heimi. Meginreglan í javn- stóðulógini, sum varð sam- tykt í 1994 eftir tógvið stríð, er at eingin, hvørki kvinna ella maður, má vera fyri mismuni vegna kyn. Tað er misjavnt, hvussu ymsu norðurlondini fylgja andan- um í lógini, men tað er eyð- vitað, at í teim stóru norður- londunum er javnstøda ein størri sjålvfylgja enn i teim småu. Undir Norðurlendska Ráðharraráðnum er ein so- kallað mainstreamings- verkætlan við tiltókum og partsverkætlanum, sum hava til endamáls at arbeiða javnstóðuhugsjónina inn í tað dagliga arbeiðið. Øll norðurlondini eru í holt við hver sína verkætlan, sum í ein ella annan mun hevur í hyggju at arbeiða javn- støduhugsjOnina inn í høv- uðsrákið innan ungdóms- og arbeiðsmarknaðarpoli- tikk. Allar verkætlanirnar skulu savnast til eina stóra verkætlan og hetta arbeiðið skal verða liðugt komandi ár. Føroyska verkætlanin snýr seg um arbeiðsmegina innan dagstovnar fyri børn og ung. Hetta er eitt øki, har mest sum bara konufólk hava arbeitt. Verkætlanin skal í fyrra lagi kanna um kynsperspektivið á stovn- inum er tilætlað hjá stovns- leiðslunum ella um tað er tilvildarligt. Og í ødrum lagi, hvussu mannagongdin er, tá ið nýggj lesandi verða tikin inn á Pedagogskúlan. - Seinnu árini hava vit sæð, at nógvir ungir menn hava valt at fara á dagstovn at arbeiða, tá ið teir eru lidn- ir við skúlan. Dagstovnarnir eru rættiliga kvinnudomi- nerandi og tí er áhugavert at finna út av, hví hesir ungu menninir hava hug at royna hetta arbeiðið. Vit kunnu til dømis finna út av, hvussu tað verður tikið ímóti teim- um og hvussu tað verður uppfatað, at teir arbeiða við børnum, av leiðaranum á stovninum, starvsfólkunum, foreldrunum og børnunum. — Upprunaliga er tankin til verkætlanirnar sprottin av Kvinnuráðstevnuni, sum var í Peking fyri nókrum árum síðani, við øðrum orðum frá kvinnum sjálvum, sigur Maria á Dul, samskipari. Tað er eisini áhugavert at kanna, hvat verður av hes- um monnunum, halda teir fram við at arbeiða við børnum ella er tað bara nak- að teir gera fyri eina tíð, sigur Maria á Dul. - Mín varhugi er, at flestu mannfólkini, ið koma út av Pedagogskúlanum velja ser- stovnarnar sum sítt fram- tíðar arbeiðspláss og ikki dagstovnarnar. Hví tað er so kundi eisini verið áhugavert at funnið út av, sigur Maria á Dul. Ein orsøk til, at so få mannfólk velja at arbeiða við børnum er, at slíkt ar- beiði hvørki privat ella al- ment, verður virt á jøvnum føti við annað arbeiði. - Tað kemst helst av, at vit fata dagstovnar sum ans- ingarpláss heldur enn sum eitt pedagogiskt tilboð til børn, har tey kunnu menn- ast, sigur Maria á Dul. Hvagar gongur rákið Mannagongdin í verkætlan- ini er at fáa til vega hagtøl, sum lýsa støðuna í dag, og fáa viðtal við útvaldar per- sónar, sum arbeiða innan øki, har dentur serliga verð- ur lagður á framtíðarætlanir. - Á tann hátt skulu vit finna út av, hvagar rákið gongur. Eru tað til dømis mannfólk, sum søkja inn á stovnar og ikki fáa arbeiði, og eru tað mannfólk, sum sýkja inn á Pedagogskúlan og ikki verða tiknir upp. Verkætlanin er ein roynd at staðfesta hesi viðurskifti, sigur Maria á Dul. „Farið varð undir í fjør. Abyrgdina av henni hevði Heri Kragesteen, men av tí hann er farin í farloyvi, hev- ur Hildur Patursson tikið við. Ein flokkur á Pedagog- skúlanum ger ein part av tí praktiska arbeiðinum. Hvat skulu vit brúka nið- urstóðuna í hesi verkætlan- ini til? - Endamálið er jú at gera fólk tilvitað um javnstødu og fáa javnstøduhugsj6nina natúrliga inn í okkara ger- andisdag. Tað snýr seg um vitan, sigur Maria á Dul. Ætlanin er at gera ein bókling, sum lýsir úrslitini av ymsu verkætlanunum og sum annars greiðir frá stød- uni og framtíðarætlanunum í mun til arbeiðsmegina á dagstovnum sæð út frá ein- um javnstøduperspektivi. Á ráðstevnuni Smátjóðir, kyn og visjónir, sum byrjar í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, skal Maria á Dul greiða frá, hvussu gongst við verkætlanini. — Tað er rættiliga stór líkasæla, tá ið tað snýr seg um javnstødu í Føroyum. Tú skalt orka ggiliga væl at seta slíkt í gongd og fylgja tí upp. Tað er lætt at missa mótið, tá tað verður so strævið. Er javnstøda framvegis eitt illavorðið orð í Føroy- um? - Ja, sjálvt um fólk vilja vera við, at vit eru komin langt á gkinum, so er hug- burðurin framvegis tann, at javnstgða er ikki nakað vit skulu brúka tíð uppá, sigur Maria á Dul at enda.