Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 175 — 17. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið sosjalurfn Nyrup bjargar landsstýrinum úr tyrluknipu Danski forsætisráðharrin gav á Føroyavitjanini lands- stýrinum lyfti um, at danska stjórnini fer at loysa málið um donsku stjórverjutyrluna NICLAS JOHANNESEN Hóast ongin enn kennir loysnina, so er tyrlumálið kortini loyst. Soleiðis verður málið ið hvussu er fatað í Tinganesi eftir donsku forsætisráð- harravitjanini farna viku- skifti. Og á Marinustødini í Havn er stødan tann sama. Bíðað verður nú eftir nærri boðum úr Danmark. Danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen Fiskikapping í Norðoyggjum: Hvor fjøl á flot leygardagin Um viðrar, verður árliga fiskikappingin í Norðoyggjum leyg- ardagin 19. september Komandi vikuskifti verður ein hampiliga góð streym- loysa, og tí skipar stuðuls- felagið >Dragin< saman við Lions Club í Klaksvík fyri fiskikapping komandi leyg- ardag. Tað eru í ár 30 ár síðani skipað varð fyri tí fyrstu fiskikappingini í Klaksvík, tó hava verið nøkur år, har ongin fiski- kapping hevur verið. Vinnararnir í fjør I fjør vóru tað feðgarnir Ják- up Frederiksen og Niclas Heri Jákupsson, ið vunnu fiskikappingina. Næstur teimum vóru brødurnir Oddur og Hans Eliesar Fjalsbak, og á triðja plássi var Otto Joensen saman við abbasoninum Oddi Peter- sen. Tann størsta fiskin fekk Malvinus Hansen, tað var ein toskur, sum vigaði 8,35 kg. Luttskutreytir Allir bátar, sum fara av vánni í Klaksvík, skulu leggja at borði hjá >Drag- anum« fyri at fáa luttøku- skjal. Luttakarar á Borðoya- vík og Arnafirði fáa eisini luttøkuskjal umborð á >Draganum<. Í Hvanna- sundi og Norðdepli fæst lut- tøkuskjalid við Frostvirkið, og á Viðareiði fæst tað niðri á Eiðsvík. Luttøkugjaldid er 20 kr. pr. mann. Ikki loyvt at fara einsamallur Av trygdarorsøkum er ikki loyvt at fara einsamallur, og tað skulu minst vera tveir mans við hvgrjum báti. Bát- arnir kunnu fara frá landi kl. 8, og tað er bert loyvt at nýta snøri ella snellu sum veiðureiðskap. Tað er íkki loyvt at fiska vid aliringarn- ar. Allir bátar skulu vera aft- ur á landi í seinasta lagi kl. 17. Fiskauppboðs- sela kl. 17 - har fólk kunnu keypa sær at kóka. Fiskurin verður lagdur upp og vigaður við bátabrúgvarnar við Nólsoy- ar Pálls gøtu. Kl. 17 byrjar uppbodssølan á parkerings- plåssinum við bátabrúgv- arnar, so har verður góður møguleiki hjá øllum norð- oyingum at keypa sær nakr- ar greipur av smáfiski til at hanga upp. Har verður kaffi og køkur at fáa og eisini góðgæti til børnini. Besti båturin fær silvurtoskin Tann bátur, sum hevur størstu veiðu pr. mann verður vinnari og fær silvur- toskin. Manningarnar á trimum teimum bestu bát- unum fáa steyp til ognar. Eisini verður latið steyp til tann, sum hevur fingið tann størsta fiskin. Steypini til fiskikapping- ina hevur Norðoya Spari- kassi givið, og silvurtosk- urin - sum er eitt ferðasteyp - hevur Anthonius Olsen givið. Góður stemningur og stuttligt at vera við Tá tað kemur til fiskari, so hava føroyingar altíð dåma væl at kappast. Sjálvt um fleiri vita, at teir neyvan ger- ast vinnarar, so eru tað fleiri mans, sum hvert ár eru við einamest fyri at stuðla til- takinum, men tað er eisini tað nógva prátið og góði stemningurin, sum ger, at tað er stuttligt at luttaka í fiskikappingini. Tí vóna fyrireikararnir, at enn fleiri bátar fara at luttaka í ár, tí bert á vánni í Klaksvík eru kanska umleið 100 opnir bátar, har tað ofta er langt ímillum túrarnar hjá mong- um. Fiskikappingardansur í Skálanum kl. 11. Sum van- ligt verður gamlamanna- dansur í >Skálanum< um kvøldid við góðum, goml- um dansitónleiki. Tá verða eisini seldir lutaseðlar, har møguleiki er at vinna sær eitt veðurlamb til heystar. Peningurin, sum kemur inn við fiskikappingini og dansinum fer óskerdur til S/ S Dragin, sum verdur um- bygdur til skålaskip. | hevur yvir fyri landsstyri- num lovað, at danska stjórn- in skal taka sær av sokallaða tyrlumálinum, sum í stutt- um snýr seg um, at danska sjóverjutyrlan frá oktober mánaði og til mars mánað næsta ár ikki fór at vera í Føroyum. Stórt trot á tyrlu- flogskiparum við hernaðar- útbúgving var orsøkin, og tí hevði danska marinan av - gjørt, at tyrlan í føroyskum øki í eitt hålvt ár skuldi røkja aðrar uppgávur, ið lógu á láni. Við tyrluni hevði eisini farið eitt tað hentasta am- boðið í sambandi við bjarg- ingar í føroyskum sjógki, sjúkraflutning o.s.fr. Boðini um, at tyrlan ikki fór at flúgva í eitt hálvt ár í Føroyum, elvdi til ógreiðu í Tinganesi, tí so nógv máls- øki í roynd og veru vara av tyrluni, tá til stykkis kemur Vinnumálastýrið varð nevnt, heilsu & almanna- stýrið var eisini inni i myndini, men bólturin end- aði meira ella minni hjá Nyrup gav á síni vitjan í Føroyum lyfti um, at danska stjórnini fer at loysa tyrlumálið, soleiðis at donsk sjóverjutyrla framhaldandi fer at vera í føroyskum øki Fiskivinnustyrinum, ið skuldi royna at loysa málið Ka; Mortensen, aðalstjóri í Fiskvinnustýrinum, sigur at har verður málið nú mett al vera IOYSI — P.O. Box 68 FO-110 Tórshavn Att.: Hans Johannes á Brúgv, nevndarformadur Faroe Seafood Prime P/F Minningargrunnur Dånjal Niclasen Við hesum verður sagt frá, at umsóknir fyri 1998 um stuðul úr Minningargrunni Dánjal Niclasen eiga at verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin, hin 1. oktober 1998. Umsóknarblað fæst við at seta seg í samband við Fiskasøluna, tlf. nr. 345 345, og verður at senda til nevndina í Minningar- grunni Dánjal Niclasen: viðvíkur: gera. gera. Endamálið við Minningargrunni Dánjal Niclasen er at stuðla ungum førovingum, ið vilja útvega sær víðari útbúgving innanfyri føroyska fiskivinnu, eitt nú hvat I. Kanning av fiskiskapi uttanfyri Føroyar, sum kann bera í sær nýggjar veiðuhætt- ir ella veiðu av fiskasløgum, ið ikki hava verið vanlig i Føroyum 2. Víðari útbúgving, ið hevur við viðgerð og góðsking av fiski og fiskavørum at 3. Marknaðarkanningar til frama fyri fóroyska fiskivinnu. 4. Serútbúgving í handils- og fíggjarviðurskiftum, sum hava við fiskivinnu at