hósdagur 17. september 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 175 — 17. SEPTEMBER 1998
Landsstevna Javnaðarfloksins 1998 - formansfrágreiðingin
Nú fara
vit undir
virkna
tingsetu I
Umboð fyri Norðstreymoyar Javnaðarfelag á landsstevnu Javnaðarfloksins um vikuskiftið
tíðindablaðið SOS
— Ætlanin hjá tingmanningini er nú at fara undir eina virkna og uppbyggj-
andi tingsetu, har vit stóðugt leggja mál og uppskot fram, sum eru í tráð við
tað, sum flokkurin stendur fyri. Tað verður okkara uppgáva í hesum tíðum,
har alt tykist snúgva seg um fullveldi, at syrgja fyri, at tey menniskjansligu
virðini koma á dagsskrá. Og somuleiðis vilja vit verja borg, tá gingið verður
okkara hjartamálum ov nær, segði Jóannes Eidesgaard m. a. í formansfrá-
greiðingini á landssteynuni
— Eg skal her taka nøkur av
teimum málum fram, sum
vit nú sita og arbeiða við:
Samhaldsfasti
styrkjast
Eldrøkid er eitt øki, sum er
afturúrsiglt. Tí fer flokkurin
at leggja fram uppskot, sum
bøtir um inntøkugrundar-
lagid hjå teimum pensjon-
istum, sum hava lægstu inn-
tøkurnar. Itøkilig merkir
hetta, at pensjónsviðbótin
skal hækkast munandi, so-
leiðis at pensjónin hjá teim-
um, sum bert fáa fólkapen-
sjón og samhaldsfasta
hækkar.
Samhaldsfasti,
okkara alternativ til allar
aðrar = pensjónsskipanir,
verður munandi styrktur.
Flokkurin fer at arbeiða
við spurninginum um,
hvussu yvirgongdin frá ar-
beiðsmarknaðinum til pen-
sjónstilveruna kann gerast
smidligari og lættari.
Barnsburðargrunn fyri
allan arbeiðsmarknaðin
Røktarspurningurin og eldr-
arøktin eru veruligar polit-
iskar avbjóðingar. Stødan
hjá heimargktini í dag kann
ikki sleppa at halda áfram.
Tí fara vit at stríðast fyri, at
hesi viðurskifti finna eina
humana og skilagóða legu.
Ein flokkur, sum skal taka
sær serliga av teimum veiku
í samfelagnum, kann ikki
tálma í, fyrr enn okkara
gomlu og óhjálpnu hava
fingið virðiligar umstødur at
liva undir
Eitt samfelag, sum rennur
undan hesum uppgávum, er
eitt fátækt samfelag
Til tess at tryggja øllum
javnbjóðis rættindi til barns-
sum er
burdarfarloyvi fer Javnad-
arflokkurin at arbeida fyri,
at barnsburðargrunnurin
skal fevna um allan arbeiðs-
marknaðin, t.v.s. bæði al-
menna og privata arbeiðs-
marknaðin, har allir ar-
beiðsgevarar skulu gjalda í
grunnin.
Somuleiðis verður neyð-
ugt við tiltókum til tess at
tryggja børnunum ansingar-
møguleikar.
Fíggjarvánir ikk treyta
útbúgvingarmeguleika
Eitt høvudsendamål við
okkara ungdómspolitikki er,
at fíggjarligar forðingar ikki
skulu gera, at ungdómar
ikki sleppur at nema sær
eina útbúgving. Tí siga vit,
at stuðulsskipanin skal taka
við, tá farið verður undir
miðnámsútbúgvingar, og
hon skal ikki vera ávirkað
av inntøku foreldranna.
Haraftrat verður neyðugt at
hækka stuðulsupphæddir-
nar munandi.
Longu nú sníkir ein stætt-
armunur seg inn í okkara
útbúgvingarskipan. Og tað
góðtaka vit ikki í Javnaðar-
flokkinum.
Vit vilja somuleiðis ar-
beiða fyri, at settar verða á
stovn arbeiðsmarknaðarút-
búgvingar.
Stríðast ímóti
privatisering
Primera heilsutænastan og
heilsurgktin verða fram-
Nógv fólk høvdu leitað sær
á landsstevnuna, sum
hesaferð varð hildin í
Læraraskúlahóllini. Á
myndini umboð fyri Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
haldandi útbygdar í samsvar
við vaksandi tørvin. Vit fara
at virka fyri, at okkara sjúkr-
ahúsverk verður hildið á
einum tíðarhóskandi stødi,
og tí verður eisini neyðugt,
at ílógur verða gjørdar.
Tað eigur eisini at verða
býtt um møguleikarnar hjá
teimum við skerdum møg-
uleikum. Fólk, ið hava brek,
skulu hava sama rætt til
samfelagslig tilboð, sum
onnur, og hesum eiga sam-
felagsligar forðingar ikki at
verða til hindurs fyri.
Framvegis hava vit eitt
arbeiðsloysi, sum vit undir
ongum umstødum eiga at
góðtaka. Tað er ein menn-
iskjansligur rættur at eiga
rættin til arbeiði. Hóast ar-
beiðsloysisskipanin er, so
skulu vit ikki góðtaka
loysnir, har arbeiðsloysið er
partur av veruleikanum.
Arbeiðsloysið er enn stórt
í ávísum økjum í landinum,
og hongur hetta saman við
stóru miðsavningini, sum
stødugt fer fram. Politisk
tiltøk mugu setast i verk,
soleiðis at livikorini
møguleikarnir fyri egin-
menningin hjá útjaðaragkj-
unum verða munandi bøttir
Her verður serliga hugsað
um arbeidsmøguleikar og
flutningsmøguleikar
Umsetiligheitina i okkara
fiskivinnu kann flokkurin
als ikki góðtaka. Fiskiríki-
dómi við Føroyar er fólks-
ins ogn, men nú er líkt til,
at politiska ætlanin er, at
peningastovnar og nakrir
einstaklingar skulu hava
einaræði og vinning burtur
úr okkara felags ogn. Hesin
politikkur samgongunnar
vil eisini í stóran mun
skunda undir uppaftur stórri
miðsavning
Eisini vilja vit enn eina-
ferð royna at útvega okkara
útróðrarflota møguleikan
fyri fríum fiskiskapi
Við gllum kreftum vil
flokkurin berjast ímóti tí
privatiseringsráki, sum er í
og
þá
Mynd Jens Kristian „Vang
Føroyum. Vit vilja verja
fólksins ognir sum eitt nú
fiskirikidømid, undirgrund-
arrikidømid, landsjørdina
almennir stovnar og al-
menna bankan Nú er
kommunuálitið komið, og
fer kommunubólkurin hjá
flokkinum at gera viðmerk-
ingar til hetta álitið, sum
kann verða grundarlag fyri
víðari viðgerðini eitt nú
floksleiðsluni og í
manningini
Sama ger seg galdandi
fyri okkara støðu ul ES og
EBS. Reyða álitið fara vit
seinni at viðgera í flokki-
num
So tingmanning floksins
hevur sum er stórar arbeiðs-
uppgávur liggjandi fyri
framman, men onnur hug-
skot eru meira enn vælkom-
in
ung-