Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 176 — 18. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið SOSTAINMn 20 milliónir til í gávu til tryggingartakaran TIQRYGG INGARFELA( FØRSYAR Leidslan i nyggja tryggingarfelagnum hevur latid tryggingartakaran merkja broytingina vid nyggja felagnum - 20 milliónir i r FR vinstru: Bjartur Dalsgarð, varastjóri, Jens Petur Arge, forstjóri, Gunnar i Liða, stjóri og Mortan Poulsen, stjóri Tryggingartakarin fær eisini eina gávu frá Tryggingarfelagnum Føroyar, nú feløgini hava lagt samans. Allar tryggingar lækka við 8% - tilsamans einar 19-20 milliónir EIRIKUR LINDENSKOV — Hetta er størsta saman- legging av felógum, sum er farin fram í Føroyum - stórri enn tá bankarnir løgdu sam- an, segði forstjórin i Trygg- ingarfelagnum Føroyar á tíðindafundi í gjár í sam- bandi við samanleggingina av teimum seks tryggingar- feløgunum. Og nýggja tryggingarfel- agið vil fegið, at trygging- artakarin eisini skal merkja nakað - fíggjarliga - til, at feløgini nú eru løgd saman, og tískil verður bíligari at reka. Sum eina gávu til tryggingartakaran, lækkar nýggja tryggingarfelagið allar tryggingar við átta pro- sentum. — Hetta er galdandi fyri allar tryggingar, legði stjór- in dent á. Til samans kostar henda príslækking Tryggingarfel- agnum Føroyar einar 19-20 milliónir.krónur, og er hetta tað, sum felagið væntar sær í rakstraravlopi í ár. Umframt hetta hevur Tryggingarfelagid Føroyar eisini eitt byrjunartilbod til akfarstryggingar. Higartil hevur Trygging- arsambandid Føroya bytt Føroyar upp f ymisk øki, tå tað hevur snúð seg um bil- tryggingar. Hetta hevur ver- ið gjørt út frå ti, at tað er so ymiskt, hvar í landinum ymsu skaðarnir henda, og hvussu stórir teir eru. Poli- tikkurin higartil hevur ver- ið, at tey, ið brúka trygg- ingina mest, skulu gjalda mest. Seinastu árini hevur land- ið verið býtt upp í tvey gki, tað bíligara hevur verið x Streymoyggin og Sand- oyggin, meðan restin av landinum hevur verid tad dýrara gkið. Men nú ger Tryggingar- felagið Føroyar alt landið til »tad bíligara øki« - og so- stætt gjalda allir landsins bilaeigarar tað sama sum fólk á Streymoynni og Sandoynni. Tryggingartakari, sum ikki fyrr hevur havt bil, ninni tryggingargjaldi. Nýggja leiðslan, frá Mynd Álvur Haraldsen byrjar á avsláttarstigi 5, tó soleiðis, at um skaði henir fyrsta árið, hækkar trygg- ingin við trimum stigum Aðrar broytingar verða eisini í akfarstryggingum, eitt nú tað, at bilførari, ið hevur koyrt »firmabil« í longri tíð, nú fer at kunna flyta bonusið, hann soleiðis hevur upparbeitt, við sær til egnan bil. EDV trupul- leikar við samanlegg- ingini — Høvdu vit kunna nytt P-talid til tryggingarnar, hevði tað verið mun- andi lættari, sigur Jens Petur Arge, forstjóri í nýggja tryggingarfelag- num. Men enn hava tey kortini ikki biðið um loyvi til tess, hóast tað er vanligt í óðrum londum EIRIKUR LINDENSKOV Tað er ikki bara sum at siga tað, at leggja fleiri stovnar saman, sum í mannaminni hava arbeitt hvør sær. At leggja bókhaldið sam- an, er ikki sum at siga tað - serliga ikki, um stovnarnir nýta ymsar EDV-skipanir. Tryggingarfeløgini i nyggja tryggingarfelagnum hava ikki øll nytt somu FDV-skipan, og tí ber ikki til bara at leggja skipanirnar saman. — Vit hava tí trupulleikar við bókhaldinum, sum verða loystir seinni, segði Jens Petur Arge, sum er for- stjóri í nýggja Tryggingar- felagnum Føroyar. Hann segði eisini, at ólíka lættari hevði tað verið, um teir sluppu at nýta P-tali í sínum arbeiði, men tað hev- ur Tryggingarfelagið Før- oyar ikki loyvi til. — Og vit hava heldur ikki biðið um tað, hóast tað er vanligt í ødrum londum, sigur Jens Petur Arge. Forstjórin vísir kortini á, at Tryggingarsambandið Føroyar fyrr hevur biðið um loyvi at nýta P-tal, men hev- ur fingið tað noktað. á John Ellefsen, bilsýnsmað- ur og Signar Olsen, húsa- vørødur, vinda flaggið við nýggja búmerkinum á stong fyri fyrstu ferð