Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 177 — 19. SEPTEMBER 1998 Nr. 177 - 19. SEPTEMBER 1998 - At skriva krevur tíð og frið. Tað er ikki ein spurningur um at seta seg niður, tá ið íblásturin kemur. Hann kemur, tá ið tú hevur sitið leingi og skrivað, hvønn dag i nógvar tímar. At skriva er hart arbeiði og tað átti verið mett sum eitthvert annað arbeiði, sigur Rakel Helmsdal. Mynd: Jens. Kr. Vang. - At hava ein karm sum Port Janua í mínum skaldskapi er ikki avmarkandi, men heldur tvørtur ímóti. Port Janua er hugskotsmaskinan hjá mær, har hitti eg fólk tilvildarliga, úti í útjaðaranum á eini søgu, sum eg fái hug at læra betri at kenna. Og eg havi ikki hug at flyta haðani fyribils, sig- ur Rakel Helmsdal, rithøvundur. Síðst í hesum mánaðinum kemur ævintýrbókin Drek- ar og annað valafólk eftir Rakel Helmsdal út. Í viðtali- num í blaðnum í dag tosa vit við Rakel um leyst og fast í sambandi við hennara ritverk og starv sum høvundur Í Port Janua kann eg gera sum eg vil Turið Kjølbro Hóast langa og drúgva ætt- argransking er hon ikki komin fram á, hvaðani í ætt- ini sigoynablóðið er komið, men síðani hon kom niður av stjórnunum um hesa tíð- ina fyri 32 árum síðani í Tárnby á oynni Amager, hevur hon ikki stødast leingi á nøkrum stað. Hon er uppvaksin so ymsa staðni sum í Keypmannahavn, í Saltnesi, í Leynum og í Havnini. Eitt tíðarskeið varð hildið, at hon hevði sett tjaldingarpelarnar fyri well í Havnini, men so var ikki. Síðani hevur hon búleikast á lítlu oynni Brosses í Frak- landi, har havsbrúgvin er trækrúnur, saman við manni sínum Philippe Carré, lista- manni, og alva teirra Gwen- ael Akira. Okkum er sagt, at skuldi hon av álvara bú- sett seg nakrastaðni, so hevði tað verið í Port Janua. Soleiðis hugleiðir Rakel Helmsdal, rithøvundur, um seg sjålva, um sínar røtur og uppruna í Rithøvunda- bókini, ið kom út í 1995. Og tjaldingarpelarnir eru, í øllum fórum fyribils, negld- ir fastir úti á Reyni í Havn. Hon er ein av virknastu høvundum okkara, og av ti, sum gjøgnum årini er runn- ið gjøgnum penn, skrivi- maskinu ella telduna, er nógv komið á prent: stutt- sýgur, yrkingar, leikir, skaldsøgur, og ferdahug- leidingar. Og um tvær vikur kemur ævintýrbókin Drekar og annað valafólk út. Meginparturin av tí, hon hevur givið út síðstu árini, er skrivað tey fimm árini hon búði í Fraklandi. - Síðani eg kom aftur til Føroya, havi eg nærum einki skrivað. Og bókin, sum kemur út í hesum mán- aðinum, er skrivað fyri langari tíð síðani. Hon byrj- aði sum smáar sýgur, eg skrivaði til guddøtur mínar. - At skriva krevur tíð og frið. Skal eg sjálv verða nøgd við tað eg skrivi, skal eg hava góða tíð. Tað er ikki ein spurningur um at seta seg niður, tá ið íblásturin kemur. Hann kemur, tá ið tú hevur sitid leingi og skrivað, hvgnn dag í nógvar tímar. At skriva er hart ar- beiði og tað átti verið mett sum eitthvørt annað arbeiði, sigur Rakel. Góður endi Barnið eigur stóran leiklut í ritverki Rakels, hon hevur skrivað tvær bøkur til stórri børn um Hugo og vinfólk hansara Tey kalla meg bara Hugo og Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?, ið komu út ávikavist í 1995 og 1997, og ævintýrbókina Drekar og annað valafólk , sum er ætlað bæði smærri og stórri børnum. - Tað fellur mær heilt nat- årligt at skriva til børn, nógv lættari enn at skriva til vaksin. Tá ið eg skrivi til vaksin skal eg arbeiða tekst- in meiri ígjógnum. Ikki tí eg haldi at barnabøkur eru minni verdar enn aðrar bók- mentir, als ikki. Ein barna- bók skal eisini vera stuttlig hjá vaksnum fólki at lesa, sigur Rakel Helmsdal. - Munur er á evnunum í barnabókum og vaksna- mannabókum. Tað er ser- liga á mátanum, persónarnir verða lýstir. Tá ið tú skrivar til børn, noyðist tú at lýsa ymiskt meiri út í æsir og siga alla søguna sum hon er. So er ikki, tá ið tú skrivar til vaksin, tá stendur nógv opið og tå kann høvundurin loyva sær at leggja upp til lesararnar at gita. Rakel heldur ikki, at barn- abókahgvundar eiga at hava onnur fyrilit, enn at hava i huga, at ein barnabók altíð skal hava ein góðan enda. - Tá ið hugsi um tær bøk- urnar, eg las sum barn, minnist eg, at mær dámdi ikki tær bøkurnar, sum høvdu ein syrgiligan enda. Børn skulu hava eina kenslu av, at hóast alt møguligt ringt ella syrgiligt hendir, so ordnar alt seg onkusvegna til endans. Tað er tryggleiki teimum nýtist, men fyri tað er tað ikki neyðugt at onki keðiligt hendir. Eg haldi, eg skrivi til børn upp á tann mátan, sum mær dámdi at lesa sum barn. Ein góð sega Broytta barnafatanin upp gjøgnum hesa øldina hevur broytt barnabókmentirnar. Í dag kunnu høvundar skriva um alt til børn, og barna- bøkur eru ikki so týðiliga moraliserandi og lærandi sum fyrr. Men hóast so er avdúkar høvundarhugburd- urin ofta, hvørji ørindi høv- undurin i grundini hevur vid bókini. - Tilvitað leggi eg ongar meiningar niður í mínar bøkur. Eg royni fyrst og fremst at siga eina góða søgu. At virði og normar, sum eg havi, speglast aftur í bókunum, slepst ikki und- an. Nógv hava lisið fyrru bókina um Hugo sum eina