Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 178 — 22. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið SU Íryggingarfelagið F óroyar bjóðar: Tey sum rymdu fåa pening fyri at koma aftur Nýggjasta tilboðið á tryggingarøkinum er, at tú sjálvur kann gera av, hvar tú vilt tekna tryggingar, men um tú fert aftur til gamla tryggingarfelagid, fært tú lut í teimum umleið 20 mió. krónunum, sum Tryggingarfelagið letur viðskifta- fólkum sínum næsta ár DAGNY JOENSEN Tað var tann tíð, tá trygg- ingartakarar ikki høvdu á- virkan á tryggingarupp- hæddirnar. Broytingin er, at trygg- ingarmonopolið er avtikið, og fólk kunnu innheinta sær tilboð í teimum tveimum tryggingarfeløgunum i Før- oyum. Kappingin hevur longu givið úrslit vid prislækking- um. Nú kosta tryggingar í báðum feløgunum á leið tað sama. Tryggingarfelagið Føroy- ar hevur mist eini 1400 tryggingartakarar, og ger nú eina roynd at fáa gomlu við- skiftafólkini, sum hava tekna trygging í P/f Trygd, aftur. Lýsingaherferð Í réttum nútíðaranda fer fram ein lýsingarherferð í blødum og sjónvarpi, har fólk verða kunnað um nýggj tilboð, eftir at tey gomlu feløgini eru løgd saman í eitt stórt felag. Nú kunnu fólk tekna heildartryggingar í Trygg- ingarfelagnum. Fyrimunur- in er 8 pst. í avslåttur, og at hetta er einasta tilboð í Før- oyum. Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum, sigur, at, at talan er um 8 pst. í avsláttur fyri tey, sum vilja at hava heildartrygging hjá teimum. Tað merkir, at fólk skulu hava allar tryggingar hjá Tryggingarfelagnum. — Tryggingartakarar hjá okkum hava eina konto, og tá tryggingar verða endur- teknaðar - vanliga í apríl og oktober mánað, verða 8 pst. av upphæddini góð- skrivaðar á kontoini, sigur Gunnar í Liða. — Um tú td. teknar trygg- ing, har upphæddin er 3000 krónur, verða 8 pst. drigin frá beinanvegin, og tú rind- ar í veruleikanum bert 92 pst. av upphæddini. — Hvussu við teimum, sum hava teknað trygging í hin- um tryggingarfelagnum, men eisini hava tryggingar hjá tykkum? — Fáa vit eina umsókn frá teimum, fáa tey eisini lut í avslåttinum, hóast trygging- in t.d. ikki verður galdandi fyrr enn 1. apríl næsta ár. — Treytin er bert, at allar tryggingar hjá tí einstaka, eru teknaðar í Tryggingar- felagnum. Vilja vera felag fyri øll viðskiftafólk — Herfyri segði tú við Sosi- alin, at Tryggingarfelagið fór at gera alt fyri at fáa viðskiftafólkini aftur. Er seinasta tilboðið tað tú sip- aði til? — Vit vilja fegin verða tryggingarfelag fyri øll, men hetta er fyrst og fremst eitt tilboð til okkara við- skiftafólk.Tað kann eisini skiljast sum eitt tilboð til tey, ið eru farin, um at koma Fýra tryggingarstjórar leita uppi og niðri eftir tryggingartakarum, sum teir nú kunnu bjóða betur sømdir, enn kappingar- neytin. Vinstrumegin síggj- ast: Gunnar i Liða, Mortan Poulsen og Bjart- ur Dalsgarð, stjórar, og Jens P. Arge, forstjóri aftur, sigur Gunnar í Liða. — Tað snýr seg um einar 20 mió. krónur, ið gll, eisini tey ið koma aftur, eisini kunnu fáa lut í, um bert tey endurnýggja tryggingarnar næsta ár hjá okkum, sigur Gunnar í Liða. Vanligt er at tryggingar eru teknaðar fyri hálvt ella eitt år, og tí hava øll møgu- leika at gera brúk av hesum nýggjasta tilboðnum hjá Tryggingarfelagnum Før- oyar. góð tilbød at Christian Nielsen, sí Christian Nielsen, stjóri í P/F Trygd: Ein leikur um Dávid og Goliath Tað er einki ivamál hjá stjóranum á P/F Trygd. Hann veit væl at kapping- arneytin á Kongabrúnni er Goliath, men hinvegin, hevur Trygd ikki mist mótið DAGNY JOENSEN ALVUR HARALDSEN Stjórin i P/f Trygd er ikki bilsin, at samanleggingin av gomlu tryggingarfeløgun um førdi við sær eykatilboð til tryggingartakarar — Eg hevði í veruleika num væntað, at Trygging- arfelagið fór at bjóða við- skiftafólkunum heildar- trygging. Fara eisini at bjóða — Vit eru ikki hugaðir í at missa okkara viðskiftafólk, og fara tí eisini at gera nak- að serligt fyri at varðveita tey, sigur Christian Nielsen. Hann vil ikki siga, hvat teirra tilboð til viðskifta- fólkini fer at snúgva seg um, men bert, at arbeitt verður við málinum, og at teirra til- boð kemur í 1999. Um tað er hugsandi at Trygd fer at bjóða biltrygg- ingar, vil Christian Nielsen ikki siga. Bert at tað er ein møguleiki, sum eisini verð- ur arbeitt við. — Hvat kann eitt lítið fel- ag sum Trygd bjóða, tá tit bert kunnu bjóða ávísar tryggingar? — Tað er rætt, at vit fyri- bils bert hava familjutrygg- ingar, húsatryggingar og ferðatryggingar at bjóða, men vit fara at útbyggja okkara tilboð til eisini at fevna um aðrar tryggingar P/f Trygd kann ikki bjóða viðskiftafólkunum t.d. bil tryggingar ella virkistrygg ingar. Tað kemst av, at tá gamla felagið Trygd var endurreist, hevði tað bert loyvi til at bjóða tær trygg ingar, sum gamla felagið hevði rættindi at tekna — Um vit skulu víðka um okkara virksemi, skulu vit hava loyvi frá Tryggingar- eftirlitinum Vit eru árvaknir — Tað er greitt, at vit í hesum leikinum eru Dávid og Tryggingarfelagið Goliath, men vit eru árvaknir. — Hetta seinasta útspælið frá kappingarneyanum, nú samanleggingin fór fram, er ikki meir, enn vit høvdu væntað. — Vit vilja kortini verða við í framtíðini, og fara at spenna okkum út, so vit ikki missa viðskiftafólk. Fyribils hava 1474 fólk tekna trygging hjá P/f Trygd, og stjórin er ikki bangin fyri at viðskiftafólk- ini fara at rýma — Vit fara at gera alt vit eru mentir, men her er ikki spurnigur um at tapa ella at Vinna, men um at góð tilboð og góða tænastu, sigur Chr- istian Nielsen