Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 179 — 23. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið 0612) 5 DAGNY JOENSEN SJÓNVARP FØROYA Tað var spenningur til tað síðasta, eftir hvat skilst á Sigmund Andreasen í tele- fonini av oynni Reunion. Hann hevði fingið boð um at meta í rættinumkl. 11 fyrrapartin, men av tí at eitt rættarmál var áðrenn han- sara, noyddist hann at bíða drúgva tíð. Urslitid gjørdist, at Sig- mundur fekk passið aftur, og at hann nú kemur heim, hóast dómurin ikki verður avsagdur fyrr enn 6. oktob- er. Nógv vatn er runnið í ánna síðan Sigmund And- reasen, skipari á Explorer, 4. mars í ár varð handtikin og ákærður fyri at hava fisk- að ólógliga. Myndugleikarnir vildu ikki rættarmál Stórt trýst frá Danmark og Fraklandi er lagt á mynd- ugleikarnir á Reunion, fyri at rættarmálið móti Sig- mund Andreasen kundi fáa ein enda í gjár. Hvort hann fekk passið aftur beinan- vegin ella um eina viku, tá dómurin verður sagdur, visti Sigmund Abdreasen ikki, tá vit tosaðu við hann undan rættarfundinum í gjár Ikki fyrr enn í gjár, nú nærum seks mánaðir seinni, eydnaðist tað e føroyingin- um at fáa málið fyri rættin „ Sosialurin tosaði við Sig- mund góðan tíma áðrenn rættarmálið byrjaði, og tá hevði hann eina varisliga vón um, at uppihald hansara sum fangi á Reunion, skjótt varð av Fleiri ivamål í gjár Tað vóru kortini fleiri iva- mál. Eitt nú frætti Sigmund stutt áðrenn rættarfundin, at advokatarnir hjá teimum báðum fronsku reiðaríun- um, sum hava øll rættindi til fiskikvoturnar í sjógki- num við Reunion, skuldu verða hjástaddir á rættar- fundinum. — Av tí at teir hava øll rættindini til fiskiskapin í sjógkinum her, og tí teir vil- ja verja sínar kvotur, hava advokatarnir vanliga appe- lerað øll mál í rættinum, sum hava við fiskiskap at gera, sigur Sigmund Andre- asen. Annars sigur Sigmundur í telefonini, at hann hevur gott mót, og vónar at tíð hansara á oynni nú skjótt er av. Sakførarin skilir ikki enskt Vidvikjandi sakførara han- sara, so er tad enn sami fransmaður, sum ikki dugir enskt. Annars hevur Sig- mund havt vitjan av Tim Mondorf, skrivara við dons- ku sendistovuna í Paris. Hann kom á oynna Reun- ion, tá Jógvan Vilhelm, sum var tikin fyri stuttum, fekk sítt mál fyri rættin, og varð fríkendur. — Eg eri kunnaður um, at nógv hevur verið gjørt fyri at hjálpa mær, bæði í Dan- mark og á sendistovuni í Paris, men einki úrslit er spurt burturúr, sigur Sig- mund. t 8 sæ Sigmund Andreasen, skipari á Explorer, sum nú í håvt ár hevur verið afturhildin á oynni Reunion, kemur heimaftur hó heim, tí tað skulu allir sjómenn hava, sum sigla úti dagin. Hann hevur ferð Sigmundur kemur heimaftur hósdagin Aftaná tveir tímar, avgjórdi rætturin á oynni Reumion, at Sigmundur Andreasen skuldi fáa passið aftur. Dómurin í málinum verður avsagdur 6. oktober, men fóroyski skipanin fær loyvi at fara heimaftur beinenvegin: — Eg heyði ferðaseðilin heimaaftur, tá eg kom higar, og hann er galdandi í eitt ár, og komi heimaftur hósdagin, sigur ein lættaður Sigmund Andreasen, eftir rættarmálið í gjar — Hetta er alt so løgid við mínum máli, men teir kunnu ivaleyst ikki fram- haldandi noktað mær at fáa passið aftur, so eg kann fara av oynni, sigur Sig- mundur Andreasen. Vánalig handfaring Han hevur sett seg inn í viðurskiftini á Reunion, og hevur eisini nógv at seta niður á, viðvíkjandi hand- faringini frá myndugleiku- numsíðu í hesum máli. Kortini vil hann einki siga, tí hjá honum ræður bert um at sleppa av oynni Reunion. — Alt hevur verið so 6- rættvíst móti mær í hesum máli, og danska sendistovan sigur, at myndugleikarnir her als ikki fylgja galdandi reglum. — Tað er helst veruleikin, at hernarmyndugleikarnir hava mistikið seg í mínum máli, men at teir ikki vilja viðganga tað. Fyrsti ferð hann sleppur í rættin — Tað góða í dag er, at eg nú fyri fyrstu ferð sleppi fyri rættin. Tá kann eg tosa mína sak,og kann mótprógva tað, sum teir ákæra meg fyri. Tann møguleikan havi eg ikki fingið áður, sigur Sig- mundur Andreasen. Hann metir um støduna fyrrapartin, at avgerð fellur í dag, og at dómurin verður sagdur um eina viku ella so. Hvert hann fær passið aft- ur í dag ella um eina viku, visti hann ikki fyrrapartin. Ársaðalfundur Fjallbrúður hevur ársaðalfund mánadagin 5/10-98, kl. 17.30 Eykaaðalfundur verður aftaná. Nevndin sosialurin Í - fimm ferðir um vikuna W