Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Framtaksgrunnurin, við Sverra Hansen sum nevndarformanni á odda, var noyddur at broyta ársroknskapin fyri 1997 og hálvársroknskapin fyri 1998, av tí at skeivt er farið fram tå id upprunaligi roknskapurin varð gjørdur SVEINUR TRONDARSON Tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar. Ella um- sett til roknskaparmál, tað endar ikki altíð við tí úrsliuð sum leiðslan og grannskoð- anin hava sett út í kortið Mest umtalaði roknskap- urin í nýggjari tíð - tann hjá Fiskasøluni fyri 1997 er nú broyttur soleiðis, at talan er um eitt rættiliga stórt hall, heldur enn tað yvirskotið sum var >gandað< fram í sambandi við søluna av bygninginum yvir við Strond Skrásetingin góðtók ikki framferðarháttin, sum Fisk- asølan brúkti í fyrsta umfari, tí hann helt ikki lógarkrgv- ini og heitti tí á felagið um at broyta roknskapin Men av tí at eigaravið- urskiftini í Fiskasøluni eru (Mynd: Jens Kristian Vang) sum tey eru, so merkir tað, at eisini roknskapurin hjá Framtaksgrunni = Føroya skal broytast og tað er júst tað nevndin fyri Framtaks- grunnin hevur gjørt. Konverteringin eisini broytt Men tað var ikki bert rokn- skapinum hjá Fiskasøluni tað var galið við. Tað er synd at siga, at tað tíðindablaðið SOSU Frá yvirskotið til undirskot Nr. 179 — 23. SEPTEMBER 1998 Í lýsing í blóðunum nú um dagarnar ger nevndin í Framtaks- grunninum vart við, at roknskapurin fyri 1997 verður broyttur. Wiirskotið hjá Fiskasøluni, sum hvarv, hevur broytt ársúrslitið hjá grunninum soleiðis, at talan nú er um eitt undirskot uppá góðar 15 mið. krónur hevur gingið Framtaks- grunninum eftir vild í teim- um feløgum, teir hava sett pengar i. Tad hevur ikki eydnast at venda undirskotið til yvir- skot nóg skjótt, og hetta hevur gjørt, at Framtaks- grunnurin hevur mist nógv í sambandi við íløgur sínar. Tá eitt felag, sum grunn- urin eigur ella eigur í fær undirskot, so merkir tað, at úrslitið hjá grunninum sjálvum verður tað verri, og tað sæst so aftur á eginogn- ini, sum eisini gerst verri. Og í onkrum føri so mikið nógv verri at hon gerst neg- ativ. Tað var hetta, sum hendi hjá grunninum og teir høvdu ti sjålvir brúk fyri at fáa nýggjan kapital. Hesin kapitalur skuldi út- vegast á tann hátt, at lands- stýrið og danski staturin játtaðu at umleggja tað skuld sum Framtaksgrunn- urin hevði til teir báðar kreditorarnar, sum jú eiga grunnin frammanundan, til eginpening. Hesum er einki óvanligt í, men tað er ofta nakað, sum tekur drúgva tíð. Hvat sigur ES Í hesum føri tók tað serliga langa tíð, av teirri orsøk at ES-kommisiónin skuldi upp í málið. Føroyar og ES hava eina handilsavtalu, og tað var neyðugt hjá pørtunum at vita, hvat ES-kommisi6nin segði til eina slíka umlegg- ing. Verður hon roknað sum ólógligur stuðul ella ikki. Hesin spurningur var betri svaraður undan umlegging- ini enn aftaná, tí verður gjørt ímóti ES lógum og reglum, so svíður tað tá tað kemur undan kavi. Svarið kom áðrenn rokn- skapurin var liðugur Tann 29. juni 1998 var roknskapurin hjá Framtaks- grunninum undirskrivaður av nevndini. Tað vil siga, ein góðan mánað eftir at svarið var komið úr Bruxelles og eina rúma tíð eftir at Fiskasølan hevði selt Sparikassanum bygningin yviri við Strond. Hví teir hava avgjørt at taka bygningin og umlegg- ingina við í roknskapin fyri 1997 er ilt at siga, tí teir meta seg hava borið seg rætt at. Men verður hugt eftir eg- inognini hjá grunninum so sæst, at grunnurin hevði komið út við einari nega- tivari eginogn um ikki bygningssølan var tikin við í roknskapin. Og tað er ongantíð hepp- ið, at leggja fram ein árs- roknskap, sum fyrst ehvur eitt stórt undirskot og síðan hevur eina negativa eginogn eisini. Tað er í hvussu er ikki nakað, sum skapar álit. Ikki ætla at fjala út yvir nakað Men nevndin í Framtaks- grunninum vísir øllum mis- tonkum um at ætlanin var at fjala nakað aftur. Í lýsingini, sum stendur í bløðunum í hesum døgum, stendur at lesa: »Ført hevur verið fram, at ætlanin hevur verið at fjalt nakað í roknskapinum hjá dótturfelagnum P/F Faroe Seafood Prime. Her kunnu vit viðmerkja, at so er ikki, og at einki er komið fram, sum ikki frammanundan stóð at lesa í ársfrágreiðingini.< Spurningurin er so bara hví roknskapurin er gjørdur, sum hann upprunaliga var. Tað kann í hvussu er tykj- ast løgid, at grannskoðari felagsins, KPMG Pauli Ell- efsen, góðtekur slíka rokn- skaparviðgerð. Tí í eini grein, kallað Regnskabsmanipulation, og sum stendur í Revision og Regnskab, ger ein sam- starvsfelagið hjá KPMG í Danmark vart við at tað er skeivt at inntøkuføra vinn- ing av einum bygningi, sum er seldur aftaná at roknskap- arárið er endað. Reingjan av roknskapum Í eini grein í blaðnum Revision og Regnskab, viðgerða grannskoðararnir Jesper Koefoed og Kenneth Hofmann, frá KPMG í Danmark hugtakið >Regnskabsmanipulati- on<. Og í greinini viðgerða teir júst tað, sum fór fram í sambandi við roknskapin hjá Føroya Fiskasølu SVEINUR TRÓNDARSON Utlendskir fjølmiðlar hava gjørt rættiliga nógv burtur úr at kanna roknskapir hjá fyrittøkum og kanska serliga hjá stórum fyritøkum Serliga verður hugt eftir, um fyritøkurnar pynta rokn- skapirnar, um tær beinleiðis snýta við roknskainum, ella um tær reingja roknskapin á ein slíkan hátt, at ársúr- slitið gezst eitt annað enn tað veruliga eigur at vera. Talan er ikki um eitt nýtt fyribrigdið, men tað er giv- ið, at fjølmiðlarnir eru nógv vaknari nú, enn tey fóru fyri bert fáum árum síðani. Og tað er ein náttúrlig frá- greiðing uppá hví danskir fjølmiðlar eru farnir at vísa ársroknskapum slíkan ans. Nordisk Fjer spekir enn Fyri nøkrum árum síðan var ein fyritøka í Danmark, sum kallaðist Nordisk Fjer. Fyritøkan var stór og hevði ikki bara virksemi í Danmark. Hon hevði víðka arbeidsøki sítt til fleiri onn- ur lond og av tí sama var sjálvandi meira at halda skil i. Nordisk Fjer gjørdi eins og allar aðrar fyritøkur års- roknskap, sum var grann- skoðaður áðrenn hann var latin almennu myndugleik- unum. Tað at hann var grann- skoðaður, skuldi verði ein trygd fyri, at tað sum í hon- um stóð var rætt, men tað vísti seg at verða heilt av leið. Kavabólturin fór á rull og tað sum síðani bóltaði út úr skápunum var ikki tespilig- ur lesnaður. Leiðslan í Nordisk Fjer hevði, við egnum vinningi fyri eyga, snýtt og >mani- pulerað< við tølunum so- leiðis, at roknskapurin vísti yvirskot, tá hann skuldi víst eitt stórt undirskot. Hetta gjørði at virkið »yv- irlivdi< í fleiri ár við einari óvanliga stórari skuld. Har var alt kavrotið. Málið endaði í rættinum og fyri stuttari tíð síðan fingu allir leiðandi stjórarnir fongsulsrevsing fyri teirra vánaligu framferð. Eitt annað dómi um skeiva framferð er Barings Bank í Singapore. Her var handlað við >fu- tures og optiónum< og tá handlarnir góvu undirskot fjaldi starvmaðurin, sum ar- beiddi við teimum teir. Urslitid var, at hann, sum einsamallur maður hevði megnað at koyra ein pen- ingastovn á heysin við at fjala teir negativu handlar- nar. 827 mió. krónur eftir hæl- ið eftir trimum árum var úr- slitið. Ikki so vanligt um okkara leiðir Í greinini hjá Koefoed og Hofman stendur at lesa, at * slík ógvuslig dómi um roknskaparreingjan ikki eru so vanlig um okkara leiðir. Ætlanin er, sum verða mann at útvega fyritøkuni fyrimunir, ella snýr tað seg um evnini hjá fyritøkuni at halda fram. Ein orsøk kann m. a. verða at fjala eitt hóttandi undirskot, sum í síðsta enda kann koyra virkið á húsa- gang. Ein onnur orsøk kann eis- ini verða at leiðslan kennir seg trongda til at koma við einum betri úrslitið enn roknskapurin eigur at vísa, tí at álitið á leiðsluna er minkandi. Byggir á metingar Tá ein roknskapur verður gjørdur er neyðugt, at hann yvirheldur treytirnar í lóg- ini. Henda treyt ger, at leiðsl- an skal koma við metingum, sum í flestu fórum eru sub- jektivar. Tað snýr seg jú um at vísa eitt so gott úrslit sum gjørligt. I nøkrum førum liggja hesar metingar uttan fyri tað sum er rætt, og tað er í slík- um fórum at grannskoðar- arnir skulu gera vart við seg. Er nakað í roknskapinum, sum ikki samsvarar við lóg- ir og reglugerðir, so eigur grannskoðarin at gera leiðsluna varuga við hetta og enntá at nokta at skriva undir roknskapin. Ymsir hættir Tað eru nógvir mátar at betra roknskapin uppá. Í greinini geva teir báðir rithøvundarnir dómi um nakrar teirra. teir nevna m. a. - fakturering til fiktivar kundar - vørugoymslur, sum ikki eru til - anlægsaktiv, sum ikki eru til Sum dómi upp á skeivar bókingar nevna høvundar- nir m. a. inntøkuføring av vinningi av einum bygn- ingi, sum er seldur aftanå at roknskaparårid er endað. Og tað er hetta síðsta, sum er gjørt í roknskapinum hjá Føroya Fiskasølu. Urslitid í roknskapinum hjå Fiskasøluni og eisini hjå Framtaksgrunninum gjørd- ist 10 mi6. krénur betri enn tad åtti og tad er ikki rætt. Fyri Fiskasøluna hevði tað ikki so stóran týdning, tí eginognin er óbroytt aft- aná broytingina, men fyri Framtaksgrunnin hevði tað við sær, at úrslitið fyri 1997 gjørdist eitt undirskot og negativ eginogn.