mikudagur 23. september 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 179 — 23. SEPTEMBER 1998
Anita á Fridriksmørk, løgtingskvinna
tíðindablaðið SOS
Vit eiga at
kvinnuliga vegin
- Konufólk eru sum heild ógvuliga varin og tá ið ein
kvinna verður vald fer hon ikki glaðbeint út í Tinganes.
Hjá mannfólki er óðrvísi. Tað er har eg haldi, at vit ikki
eiga at apa okkum eftir monnum, tí tað er einki forgjórt í,
at vit sum kvinnur vilja hava nakrar royndir, áðrenn vit
bjóða okkum fram. Vit eiga at finna tann kvinnuliga vegin
og tað er stig fyri stig, sigur Anita á Fríðriksmórk
TURIÐKJØLBRO
lavnstóðuhugsjónin = varð
KK! grundað og íbirt í 1968
tað var sokallaða 68-
ettarliðið, ið av álvara fór
indir javnstøðustríðið. Tey
vildu burtur úr tí tá stirvna
g siðbundna samfelagnum
g kravdu radikalar broyt-
ingar. Ein siðvenjubroyting,
sum hevur við sær eina hug-
burðsbroyting tekur ættar-
lið, áðrenn hon nær sínum
máli
- Tað verður ofta sagt, at
kvinnur og menn hava
møguleika at søkja størv og
at fara upp i politikk å jøvn-
um føti, men kvinnur halda
seg ikki framat. At konufólk
ræðast vald er kanska rætt
Eitt annað er, at tað tekur
tíð. Ein orsøk til, at konu-
fólk halda seg aftur er
kanska, at vit identifisera
vald við mansvald. Menn
hava altíð sitið á valdi innan
politikk, búskap, stovnar og
kirkju, og tí síggja vit vald
sum nakað kalt og kyniskt.
Og tí vilja kvinnur halda seg
burtur. Men tað at koma
uppá á tindin hevur nakað
við vald at gera.
- Vald er eitt vítt hugtak,
sum spennur líka frá eina-
ræði til umsorgan. Kvinnan
eigur at hava umsorgan við
sær uppá tindin. Tað at
stjórna einum landi ella ein-
um virki hevur nakað við
umsorgan at gera, tí tað skal
eisini verða stýrt við um-
sorgan, sigur Anita á Fríð-
riksmørk, sum varð vald inn
á ting á løgtingsvalinum í
vár.
- Tað er ikki nóg mikið at
síga, at vit skulu velja
kvinnur, tí tær eru kvinnur.
Tá id fólk hava valt meg inn
á ting, vóni eg, at tað er tí,
at tey meta meg hava før-
leika fyri tí. Við at velja eina
kvinnu á ting keimur tann
kvinnuligi hugburðurin eis-
ini við. Tí er kvinnuligi hug-
burðurin ikki til staðar á
tindinum, kemur ein ójavn-
vág í.
Hver kennir sína
nartíð
Tað var í sjeytiårunum, at
kvinnur fóru upp í politikk
í Føroyum, men tað sum
hevur eyðkent kvinnurnar í
mun til menninar er, at tær
halda fyrr upp at í politikki
- Tað er ikki nøkur sjálv-
fylgja, at politikkur verður
títt livstarv. Eg trúgvi, at tað
er ein góður eginleiki at
kenna sína vitjunartíð. Tað
er ikki vist, at tann besti
politikarin situr alla sína tíð
Tí spurningurin er eisini,
hvat er gott fyri teg sjálvan
Hava mannfólk verri við
at kenna sína vitjunartíð?
- Teir hava kanska verri
við at kenna sína vitjunartíð
enn kvinnur. Samstundis
hava teir lættari við at
traðka fram uttan at teir
hava nakran serligan før-
leika. Konufólk skulu hava
nógv stórri førleika enn
menn áðrenn tær traðka
fram, og í so máta er sjálvs-
álitið hjá monnum nógv
stórri enn hjá konufólki.
Teir grava ikki talentini nið-
ur, men tað gera konufólk.
Mannfólk hava ótrúlig evni
fyri at selja seg sjálvan og
tað er natúrligt at teir brúka
albogarnar at troka seg
fram. Tað skal sigast fleiri
ferðir við konufólk: torið og
vísið, hvat tit duga, sigur
Anita á Fridriksmørk.
- Konufólk eru sum heild
ógvuliga varin og tá ið ein
kvinna verður vald fer hon
ikki glaðbeint út í Tinganes.
Hjá mannfólki er gðrvísi.
Tað er har eg haldi, at vit
ikki eiga at apa okkum eftir
monnum, tí tað er einki for-
gjørt í, at vit sum kvinnur
vilja hava nakrar royndir,
áðrenn vit bjóða okkum
fram. Vit eiga at finna tann
kvinnuliga vegin og tað er
stig fyri stig, sigur Anita á
Fridriksmørk.
- At konufólk verða kyns-
uttanveltaðar, tá ið tær
koma til vald, soleiðis sum
Barbro Sundback vísir á í
blaðnum í gjár er kanska tí,
at kvinnur hava ikki tradi-
sjón fyri at hava vald og tí
verður tað kanska eitt sindur
fremmant, tá ið tær koma
uppá tindin. Gro Harlem
Brundtland er ein kvinnu-
ligur valdsfigur, úteftir hev-
ur hon víst ein kvinnuligan
figur og er góð umboðan at
tí gkinum. Margareth
Thacther hinvegin minnir
meir um eitt mannfólk, hon
hevur verið ótrúliga sterk og
hevur torað øgiliga væl,
men hon hevur ikki havt
kvinnuligu eyðkennini við
í sínum politikki
Barbro Sundback sigur í
blaðnum í gjár, at konufólk
Sbeinleiðis verða trýst út, tå
ið tær koma til vald og at
tær verða gjørdar ósjónligar
- Politikkur er mangan ein
køld verð og nærri tú kemur
tindinum, kaldari verður
tað. Konufólk hava kanska
lættari við at bakka, tá ið
tað verður kalt. Annars
haldi eg ikki, at konufólk
verða fryst úti í føroyskum
politikki. At flokkarnir taka
menninar meiri fram enn
kvinnurnar, er kanska ótil-
vitað. Tey árini eg havi sitið
í Tjóðveldisflokkinum havi
eg ikki merkt, at kvinnurnar
hava verið hildnar niðri,
sigur Anita Fridriksmørk.
Amboð
Aðaltankin við Javnstødu-
rådstevnuni, sum hevur ver-
ið um vikuskiftið, er at fáa
javnstødu inn í gerandis-
dagin og inn í allar lidir í
samfelagnum. Feroyska
javnstødulégin varð sam-
tykt í 1994 eftir tógvið stríð
í nógv ár í tinginum og í
almenninginum.
- Vit fáa ikki javnstødu
inn í gerandisdagin fyrr enn
hugburðurin er broyttur og
menn og kvinnur hugsa
javnstødu natúrliga. Men eg
haldi vit eru væl á veg. Tey
ungu í dag eru heilt ødrvisi
hesum viðvíkjandi enn tey
tilkomnu. Og tað hevur nak-
að við siðvenjuna at gera.
Javnstøda verður ofta gjørd
til tað, at nú skulu konufólk
yvirtaka mannfólkaarbeiði
og øvugt, men tað hevur
einki við javnstødu at gera.
Javnstøda er at útjavna
mannfólkadominansin og at
fáa eina javnvág á øllum
økjum, sigur Anita á Fríð-
riksmørk.
- Javnstødulégin er ein
trygd fyri, at hugsunarhátt-
urin er á rættari kós og at
vit royna at fáa eina hug-
burðsbroyting í. Sjálv lógin
fremur ikki javnstødu, men
hon er eitt amboð. Kyns-
kvotering er somuleiðis eitt
neyðugt amboð at fremja
javnstýðu. Annars sleppa vit
ikki burtur úr siðvenjuni,
finna tann
AÐ.
- Tað er ikki nøkur sjålvfylgja, at politikkur verður títt lívstarv. Eg trúgvi, at tað er ein
góður eginleiki at kenna sína vitjunartíð. Tað er ikki vist, at tann besti politikarin situr
alla sína tíð. Tí spurningurin er eisini, hvat er gott fyri teg sjálvan, sigur Anita á
Fridriksmørk, løgtingskvinna.
sum sigur, at tað bara eru
menn sum klára seg.
- Vit hava ein javnstødu-
lóg og út frá henni eiga vit
at arbeiða. Hinvegin mugu
vit ansa eftir, at okkara sam-
felag ikki verður ov lóg-
givið. Javnstøda kemur
spakuliga. Fjølmidlarnir
eiga eina stóra ábyrgd. Tað
hevur øgiliga nógv at siga,
hvussu fjølmiðlarnir mynda
kynini. Hyggja vit at blød-
unum yvir eitt lítið tíðar-
skeið eru nógv fleiri mann-
fólk á forsíðuni og í blað-
num sum heild enn konu-
fólk. Tað eru líka nógvar
kvinnur sum menn sum
íðka ítrótt, men í bløðunum
eru so at síga ongar myndir
av konufólki, sigur Anita á
Fridriksmørk.
Tilvit å øllum um
I vår høvdu nordurlendsku
javnstødunevndirnar fund í
Føroyum, nú um vikuskiftið
var nordurlendsk javnstødu-
rådstevna og komandi år
verður útnorður kvinnuráð-
stevna. Javnstøduspurning-
urin stendur ti å breddanum
í Føroyum í hesum tíðum.
Men hvørji stig kunnu vit
taka í Føroyum, sum gera
fólk meiri tilvitað um javn-
stóðu.
- Tað eigur at verða ar-
beitt á øllum gkjum. Tað
hevur stóran týdning, at
leiðarar á stovnum og virkj-
um eru tilvitaðir um javn-
stóðu, tí tað eru teir, sum
eiga at fáa hugburðin inn á
arbeiðsplássið. Tað er lætt-
ari at fáa javnstødu úr topp-
inum og niður enn øvugt.
Vit síggja longu frá
barnsbeini, hvussu kyns-
mynstrið er. Mamman tekur
sær av barninum, á dag-
stovnunum eru flestu
starvsfólkini konufólk og í
skúlunum eru flestu lærar-
arnir somuleiðis konufólk.
Og tað koma vit at síggja
so leingi konufólk taka sær
av umsorgan og mannfólk
av ødrum. Tað er bara tíðin,
sum kann broyta hesa
gongdina, tí javnstøda kem-
ur ikki frá degi til dags.
Javnstøda er flættað inn í
eina siðvenju og siðvenja
verður broytt gjøgnum ætt-
arlið. Tí eiga vit ikki at
missa mótið, sigur Anita á
Fridriksmørk.
- Hetta er næsta ættarlidid
eftir 68-ættarlidid av konu-
fólki, sum gjørdi bart ímóti
mansdominansinum. Hver
orsøkin er til, at færri kvinn-
ur eru á tingi nú í mun til
undanfarna valskeið, veit eg
ikki. Nú búskapurin er
vorðin betri, er tað kanska
meiri áhugavert hjá mann-
fólki at sleppa framat. Menn
hava ikki somu albogar at
koma framat, tá ið tað
stendur illa til. So tað er í
grundini rættiliga spell, at
konufólk ikki fingu eitt
herðaklapp fyri at stíga
fram, tá ið so illa stóð til
búskaparliga.
Mynd: Jens Kr. Vang
Javnsteða og
sjálvstýri
I blaðnum í gjár førdi Bar-
bro Sundback, álendskur
tinglimur fram, at serliga
konufólk eru í vanda í for
oyska samfelagnum, tá ið
vit tosa um fullveldi. Vandin
liggur í, at konufólk hava
ikki somu lógartryggjað
rættindi, sum kvinnur í hin-
um norðurløndunum og tí
verða verri fyri, um væl-
ferðarsamfelagið verður
fyri afturstigi.
- Kvinnur eru ikki verri
fyri í einum fullveldi enn í
einum ríkisfelagskapi. Rík-
isfelagskapurin er ikki
nøkur borgan fyri vælferð.
Javnstøda hevur einki við
ríkisfelagskap og fullveldi
at gera, og ræðumyndir um,
at fullveldið vil tileinkisgera
vælferðina er tvætl.
- Tað sum ofta vísir seg,
tá ið eitt land kemur í
kreppu, er at kvinnan verður
við sviðusoð. Men at blanda
fullveldisspurningin í kjak-
ið er ógrundað. Tað er held-
ur í stríðnum millum høgra-
vinstra, at javnstødan spælir
inn, tí tað vilja altíð vera
høgravendar kreftir sum
siga, at javnstøda er nakað
tvætl. Javnstøda hevur
sterkari røtur í vinstravong-
inum, sigur Anita á Fríð-
riksmørk at enda í viðtali.