mikudagur 23. september 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 179 — 23. SEPTEMBER 1998
Alex Buvik heimaftur av Alaskavitjan:
Fyrimyndarligt sam-
starv millum vinnu
og myndugleikar
-Hetta hevur verið eitt stórt upplivilsi men eisini ein á-
sannan av, at tað ber væl til at sameina eina oljuvinnu
við eitt upprunafólk, tess mentan og eitt reint umhvørvi
sigur Alex Buvik, sum heldur Alaskaferðin hjá føroying-
um kann vera gott ískoyti til ta avbjóðing, sum ein olju-
vinna er fyri okkum. Fyrimynarligt samstarv millum olju-
vinnu og myndugleikar er eitt av lyklaorðunum eftir vitj-
anina
Jan MULLER
;ey sekstan fólkini, sum
herfyri vórðu boðin til
Alaska at kunna seg um
oljuvinna og samfelagið
har, eru nú øll komin heim-
aftur. Millum teirra, sum
vóru við á ferðini, var eisini
Alex Buvik, sum dagliga
starvast á Oljufyrisitingni,
har hann serstakliga tekst
við trygdar- og umhvørvis-
spurningar
Heimafturkomin spurdu
vit Alex Buvik, hvat hann
hevði fingið burtur úr hesi
óvanligu ferð!
-Eg havi verið við á hesi
ferðini fyri at síggja og
hoyra, hvussu oljuvinnan er
vorðin bygt upp í einum øki
við einum viðbreknum um-
hvørvi eins og tí her í
Føroyum. Eg havi so heldur
ongantíð verið í Alaska,
sum hevur verið ein rætti-
liga fremmandur partur av
heiminum fyri meg.
Alex Buvik sigur seg
hava fingið nógv burtur úr
ferðini í Alaska. M.a. hevur
hann fingið neyvt innlit í og
eina holla vitan um, hvussu
»uidnadurin gjøgnum eitt
sera tætt og gott samstarv
við bæði lokalar mynd-
g landsmyndug-
eikar hevur megnad at at
hvor if
vggja Úí
størst
ugieiKar
itt av teimum
ufeltunum í heim-
inum, nevniliga Prudho Bay
í norðuralaska
Sjálvur er hann ovfarin
av, hvussu væl vinnan og
myndugleikar hava dugað
at arbeitt saman um at fáa
øllum eitt gott úrslit
-Tað vit hava sæð í Alaska
er avgjørt nakað, sum vit
kunnu læra av í Føroyum
Her hugsi eg ikki minst um
hvussu væl tað hevur
eydnast privatum
áhugamálum saman við
almennum myndugleikum
at fáa bygt upp eima
verkætlan av slíkari stødd
uttan at hon hevur verið til
ampa fyri hvorki umhvørvi
ella menniskjanlig virði
m.a. tí ett av Mmermsins
t Í, » "” Dr
størstu ljfeltum Prudh
Bay, sum dagliga framleiðir
meira enn Í mill. tunnur av
»ju. Tað er henda olja, sun
í dag eigur lívið í Alaska og
tess íbúgvum og sum er
orsøkin til stóru vælferðini
í statinum
Undir vitjanini í Alaska
nýtti Alex Buvik saman við
restini av ferðalagnum høvi
til at hoyra framstandandi
oljufeløg, embætisfólk,
innfødd oo. at siga frå
útviklinginum. Haraftrat
var eisini høvi at vitja
oljuútbúnaðin har norður!,
men eitt, sum gjørdi serligt
inntrykk á Alex Buvik var
vitjanin í teirri lítlu bygdini
Barrow, sum liggur skamt
frá oljufeltunum.
Ovfarin
-Eg gjørdist ovfarin av, at
fólk í heila tíkið kunnu
búgva á einum slíkum stað.
Tað må vera eitt av teimum
mest einsligu plássunum í
heiminum. Men tá tað er
sagt, so er tað eisini ein
sannroynd, at oljuvinnan
hevur givið hesi farskotnu
bygd og tess íbúgvum eitt
annað bein at standa á.
Í Barrow, har tað búgva
umleið 4000 inuittar, hevur
høvudsvinnan altíð verið
stórhvalaveiða umframt at
fólkið hevur veitt reindjór
og kóp. Hesar veiður hava
tó ikki ikki megnað at givið
íbúgvunum tær neyðugu
inntgkurnar til at menna
samfelagið javnbjóðis gðr-
um nútíðarsamfeløgum.
Men síðani oljuinntøkurnar
eru vornar partur av ger-
andislívinum hjá inuitt-
unum eisini, hava tær givið
stórri vælferð, sum sæst
aftur í útbúgving og livi-
umstødum annars.
Nógv burturúr
Alex Buvik heldur tað
hevur verið ómetaliga for-
vitnisligt at síggja, hvussu
væl eitt fólk sum inuittarnir
í norðuralaska hevur megn-
að at fáa nakað burtur úr
oljuni. Tí fyri bert 30 árum
síðani, áðrenn oljan kom,
høvdu teir bert veiðu á landi
og á sjógvi at líta á. Hon er
góð í sær sjálvum, men var
ikki ikki nóg mikið til at
menna hetta lítla sam-
felagið.
Kunnu læra av Alaska
Alex Buvik sigur seg hava
fingið nógv við sær
heimaftur til Føroya.
-Hóast talan er um ymsar
mentanir og ymisk fólk, so
kunnu Føroyar læra av
gongdini í Alaska. Har
hevur fólkið nevniliga tikið
av avbjóðingini at liva við
oljuni og hevur samsvar-
andi tí eisini dugað at fyri-
skipað egnu viðurskifti
samtíðis sum ein fær mest
burtur úr oljuinntøkunum.
Hetta haldi eg eisini, at
føroyingar kunnu, um vit
duga eins væl at standa fyri
og fyriskipa útviklingin.
Tað er ein spurningur um
vilja og innlit.
Sjálvur kemur Alex Bu-
vik úr Noregi, men hóast
føroyingar hava nógv at
læra av norskum royndum,
hvussu vit skulu bera
okkum at í eini oljuvinnu,
so heldur hann tað vera sera
tydningarmikid at hyggja
eftir, hvussu uppaftur onnur
hava gjørt. At uppruna-
fólkið í Alaska so tá bert
hevur havt veiðumanna-
mentanina at halda seg til
er so eisini nakað, sum líkist
umstødunum í Føroyum.
Samanumikið ein gev-
andi og upplýsandi ferð,
sum vónandi okkurt meira
fer at spyrjast burtur úr
leggur Alex Buvik, sum
aftur er farin til arbeiðis á
Oljufyrisitingini, aftrat..
Hann heldur annars, at
Texacosamtakið, sum fevn-
ir um oljufelggini Texaco,
Conoco, Arco og Murphy,
hevur havt eina sera hepna
hond við øllum tiltakinum.
Alex Buvik her saman við
Karsten Hansen,
fíggajrmálaráðharra, á
vitjan í Prudho Bay
oljufeltinum í
norðuralaska
Myndir
Jan Miller
Alex Buvik upplivdi saman
við 15 fóroyingum, ikki
bert oljuvinnuna í Alaska
men eisini ta
einastandandi vøkru og
stórbaru náttúruna. Her
er ferðalagið sunnan fyri
Anchorage