Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

in A rn Nr. 180 — 24. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið S0SÍ2/U Kaj Kalsberg, kommunulækni og formaður í Kommunulæknujelagnum: = Vit eru krumtappurin í heilsuverkinum Kanningar allastaðni í heiminum og eisini í USA vísa, at jú fleiri fólk verða viðgjórd í primer heilsusektor- inum, tess bíligari verður kostnaðurin av óllum heilsuverkinum. Góð 94 pst. av øllum sjúklingunum fara bert til kommunulæknan, og av teimum fara seks pst. víðari til ser- lækna og sjúkrahúsviðgerð, sigur Kaj Kallsberg, kommunulækni, sum m.a. sigur, at kommunulæknaskipanin í Havn er fyri so stórum arbeiðstrýsti, at tað er en spurningur um tíð, hvussu leingi kommunulæknarnir halda til arbeiðsbyrðuna DAGNY JOENSEN JENS KR. VANG Tå Sosialurin fyri nøkrum døgum sidani gjørdi avtalu vid Kaj Kallsberg um hesa samrødu, vóru bert tríggir av teimum sjey kommunu- is hinir vóru á læk! kelð Hetta er nýggj skipan, sum sigur, at kommunulæknar skulu tilsamans verða á skeið 50 tímar um árið Hava teir ikki uppfylt kvotuna í fimm ár, kunnu kommunulæknar missa pappirini. Tad er eisini neyð ugt hjá kommunulæknum at fara á hesi skeið, av tí at so nógv nýtt kemur fram innan læknavísundina, sum lækn- ar skulu hava vitan um í hesum arbeiði. Soleiðis vóru arbeiðsvið- urskiftini tann dagin, og hó- ast avtalu við Kaj Kallsberg, so kundu vit altíð vænta, at prátið varð av ongum, tí kommunulæknin ongantíð fleiri dagar fram kann siga, hvussu umstødurnar vóru, tá tann tíðin kom. Torført at skipa arbeidi Tað eydnadist kortini. Kaj Kallsberg hevur havt nåtta- vakt, og fór seks ferðir hesa náttina at vitja sjúklingar. Dagin eftir náttarvakt, hevur læknin frí, men tó so, seks bráðfeingis sjúklingar bíðaðu í viðtaluhglinum henda morgunin. Vit fingu kortini stundir at tosa um arbeiðsviðurskiftini = hjá kommunulæknum í Havn. Kaj Kallsberg er 55 ára gamal,og hevur stavast sum kommunulækni í 21 ár, har- av 18 seinastu árini í Havn. Arbeiðstíðin hjá kommu- nulæknunum í Havn er um- leið 65 tímar um vikuna. Tað er eini 13 tímar um dag- in Trupulleikin í Havn er, at vit eru alt ov fáir læknar til ov nógv fólk, sigur Kaj Kallsberg Hann myndar frásagnina við tólum. Sjey kommunu- læknar eru tøkir, og teir býta millum sín 2363 fastar í- Í Danmark er talið hægst 1400 fyri hvønn kommu nulækna. Midaltalid f Havn er 1767, fyri hvønn lækna Hann sammetir við Born holm, har 45.000 fólk búg va. Har eru 34 kommunu- læknar Um vit skulu sammett við føroysk viðurskifti, so áttu tað at verið 11 kommu- nulæknar í Havn. Tað hevur eisini sínar vansar við sær fyri tann ein- staka, sum skal hava orð á læknan. Samskiftið er trupult Øll kenna umstødurnar, tå bod skulu sendast kommu- nulæknanum, eitt nú til tele- fonvidtalu um morgunin. Tað er neyvan ov nógv sagt, at ein hálvur arbeiðsdagur skal avsetast at halda vakt við telefonin, um tað skuldi eydnast at sleppa ígjógnum, og fáa avgreitt eina resept, ella biða um tíð at fáa viðtal við læknan. — Um arbeiðsbyrðan er so stór, hvussu prioritera læknarnir so sitt árbeiði? — Tað ber illa til at priori- tera eitt mál fram um ann- að. Alt er álvarsligt fyri tann einstaka, sum leitar sær læknahjálp, sigur Kaj Kalls- berg. — Fólk hava kortini yms- an tørv. Nøkur koma til okkara tí tey eru sjúk og onnur eru frísk, men gll hava týðandi grindi til okk- ara. Fyri at taka eitt dómi fram, sigur Kaj Kallsberg frá einum, sum skal umborð á flakatrolara, og skal hava tvær heilsuváttanir: eina sum váttar at viðkomandi er frískur, og eina fyri at hann ikki ber smittu við sær. — Hetta er tyngjandi ar- beiði í gerandisdegnum, serliga um t.d. ein deyða- sjúk kona situr og bíðar eftir at sleppa til. — Hon skal kanska leggj- ast inn á sjúkrahús o.s.fr., men eg kann ikki siga hvat er tydningarmest: maður- in, sum skal til skips ella deyðasjúka konan? Annar partur í arbeiðin- um er at koppseta børn og at gera fyribyrgjandi barna- kanningar. Øll fyribyrging er gjørd við tí fyri eygað, at lofta teimum 10 pst."unum, sum ikki koma til læknan. — Hjá 90 pst. av børnu- num er alt f lagi, og tad er ikki neyðugt viðgerð, men bert eitt tilboð. Og kortini skal tilboðið vera har, sigur Kaj Kallsberg. Hypokondarar kunnu eisini gerast sjúkir — Tað eru ivaleyst eisini tey, sum koma til læknan, ið eru frísk, men bert vilja vissa seg um, at tey ikki eru sjúk? — Jú, tað eru tey, vit kalla hypokondarar ella sjúku- rædd fólk. Eg ræðist, um hesi fólk gerast veruliga sjúk, og at eg ikki skal leggja tað til merkis. Eisini hava hypokondarar brúk fyri at koma til læknan, fyri at vissa seg um, at alt er í lagi, sigur Kaj Kallsberg. — Hvussu við teimum, sum hava bráðfeingis brúk fyri viðgerð. Kann tað ikki koma í kløtur, tá so nógv annað er at gera? — Tað verður altíð avsett åvis tíð til bráðfeingis sjúkl- ingar, og teir eru eisini fleiri í tali hvønn dag. Í 1984 fóru vit undir bí- leggingarskipan, har fólk kundu fáa ávísa tíð til viðtal Tey fyrstu árini førdu vit hagtøl. Eftir hesum tølum meta vit um, hvussu nógv tíð verður avsett til bráð- feingis viðtal hvgnn dag, sigur Kaj Kallsberg, sum ikki kann torga at fólk sita og bíða í bíðirúminum. Tá ringja tey heldur til fólk, sum hava fingið tíð, um so er, at okkurt óvæntað hend- ir sum ger, og avtalan íkki heldur. .Flótandi ábyrgd — Hvør hevur eftirliti vid at kommunulæknaskipanin virkar? — Tað er í veruleikanum ógvuliga flótandi, og í veru- leikanum hevur eingin á- byrgd av skipanini. — Landslæknin hevur eft- irlit við starvsfólkinum í heilsuverkinum, men hann hevur einki við okkara Tað ber illa t prioruera eitt mai fram um annað. Alt « álvarsligt fyri tanr einstaka, sum leitar sær læknahjálp igur Ka Kallsberg, kommunulækni læknaskipan at gera, sigur Kaj Kallsberg Harnæst hava kommun- urnar åbyrgd av at lækna høli eru tøk til kommunu læknar Tað er Landsstýrið, sum rindar kommunulæknum eitt fast gjald. Tað er 9.000 krónur um mándin, og hin parturin av inntøkuni fer um sjúkrakassaskipanina Heilsumálastýrið bert fyri sjúkrahúsverkið — Seinast hava vit fingið Heilsumálastýri, men tað er bert bygt upp um at fáa sjúkrahúsverkið at virka, sigur Kaj kallsberg — Hóast kommunulækna- skipanin er krumtappurin í heilsuverkinum, eru vit í veruleikanum autonomir ella sjálvstýrandi, sigur kommunulækning, sum tó kann upplýsa, at Landsstýr- ið arbeiðir við kommunu- læknalóg, ið vónandi verð-