hósdagur 24. september 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Føroyingar mugu sjálvir taka stigið:
Svend Auken
býður til sam-
Jan MULLER
Nakað herfyri vitjaði danski
umhvervis- og orkumála-
ráðharrin, Svend Auken í
Føroyum. Talan var ikki um
eina almenna vitjan. Hann
luttók á eini ráðstevnu á
Tveroyri í sambandi við, at
tað vóru liðin 100 ár, síðani
Petur Mohr Dam, sála var
føddur
Sosialurin hitti Svend
Auken og pråtadu vit vid
hann um m.a. møguleikar-
nar fyri størri samvinnu
millum Danmark og Før-
yar á bæði orku- og um-
hvørvisøkinum
Tætt samstarv
Stødan i dag er tann, at tað
longu er eitt rættiliga stórt
og tætt samstarv millum
føroyskar og danskar mynd-
uglekar, tá talan er um m.a
jarðfreðisligar spurningar
og nú eisini eina oljuvinnu
Føroya Jarðfreðissavn
hevur leingi havt tætt sam-
starv við GEUS ella fyrrv
DGU. Fólk frá hesum stóra
og týðandi jardfrødiliga
stovni hava í mong ár ar-
beitt við uppgávum í Før-
oyum. Tá føroyingar fóru
undir at fyrireika eina kol-
vetnislóggávu og annars
gera fyrireikingar til eina
oljuvinnu varð ein av
fremstu donsku serfrød-
ingunum á økinum, Jørgen
Nørgaard, læntur frå danska
orkumálaráðnum.
-Eg haldi tað er heilt nát-
túrligt, at vit útvikla hetta
samstarvið í framtíðini. Fyri
meg er eingin ivi um, at vit
hava nakað at geva burtur
av, nevniliga teimum
royndum, sum vit hava ver-
ið igjøgnum í sambandi við
útbjóðing og lógarsmíð her
heima, so her er kanska ein
meguleiki hjá okkum at
hjálpa føroyingum við ikki
at gera tey somu mistøk, ið
vit hava gjørt sigur Svend
Auken
Sjálvur heldur hann seg
hava góð viðurskifti við
føroyingar men vísir á, at
skal umrødda samarbeidi
mennast, mugu føroyingar
sjålvir taka stig til tess.
-Eg havi fylgt væl vid i
orðaskiftinum í Føroyum
um, hvussu føroyska sam-
felagið og harí eisini ein
oljuvinna skal mennast. Eg
skilji tykkum sera væl, tá
tit siga, at tit vilja hava á-
starv um orku
og umhvørvi
byrgdina av, at avgerðirnar
og virksemið skal liggja í
Føroyum, og at tit ikki vilja
lata tykkum stýra av hvorki
Danmark, Bretlandi ella
hvgrjum tað nú skal vera.
Nógv at samstarva
um
Svend Auken rættir tó
hondina út til føroyingar og
sigur, at um føroyingar eru
hugaðir fyri tí, so vilja danir
heldur enn gjarna vera við í
arbeiðinum at menna olju-
vinnuna, og tá verður bæði
hugsað um orku- og um-
hvørvispartin. Hann hugsar
her um samstarv á gransk-
ingarøkinum millum mynd-
ugleikarnar í báðum lond-
um.
Danski umhvervismála-
ráðharrin heldur, at ikki
minst á miljøsfduni kundi
fingist eitt gott samstarv, nú
danskir stovnar nettup ar-
beiða so nógv við spurn-
ingum viðvíkjandi tí ark-
tiska umhvørvinum.
-Hvussu við donskum
fyritókum, sum eru hugað-
ar fyri at arbeiða í Føroy-
um?
-Ég veit, at tað hevur
verið tosað um í Føroyum,
ÞÁ
Nr. 180 — 24. SEPTEMBER 1998
Svend Auken, danski orku- og umhvørvismålarådharrin vil fegin hjálpa fóroyingum í
sambandi við eina komandi oljuvinnu, men initiativid má koma frá føroyingum sjålv-
um.
at vit í Danmark ynskja, at
danskar fyritøkur skulu
hava fyrimunir framum
aðrar, tí hetta er innan fyri
ríkið. Til tað kann eg bert
siga, at fyritøkur sum
DONG og Mærsk, sum
vilja vera við, skulu sjálv-
andi viðgerast sum allar
aðrar fyritøkur tvs. fair og
væl, men tær skulu ikki
hava nakra framihjåstødu.
-Hvørjir fyrimunir eru
við at samstarva við Dan-
mark heldur enn við Nor-
eg og Bretland?
-Tað kann ein hava ymsar
meiningar um. Tað er ein
sannroynd, at tað longu er
eitt gott samstarv á økjum,
sum eg havi umrøtt. Vit
hava traditión fyri sam-
starvi. Vit eru so eisini rætti-
liga tætt knýtt at hvørjum
ðrum. Haraftrat kemur, at
vit eru minni. Tað er altíð
hugaligt at arbeiða saman
við ngkrum, sum er minni.
Haraftrat hava vit longu eitt
samarbeiði innan fyri ríkið,
og vit kenna hvgr annan
rættiliga væl.
Svend Auken sigur tó , at
tað átti ikki at verið nakað
til hindurs fyri hjá føroy-
ingum at samarbeiða við
bæði Noreg, Danmark og
Bretland. Hann sær fegin,
at eitt samstarv á orku- og
oljugkinum kom í lag mill-
um Danmark og Føroyar,
men heldur fyri, at initia-
tivid til hetta må koma frå
føroyingum sjålvum.
Danski orkumálaráðharr-
in vísir annars til, at tað í
dag finnast danskar fyri-
tøkur, sum eru sinnaðar til
- at gera fløgur í eina kom-
andi oljuvinnu í Føroyum
og vísir hann her m.a. til
ætlanina hjá einum Mærsk-
felag saman við føroyingum
at gera útgerðarhavn á Drel-
nesi.
-So her hendir nakað, og
hvat viðvíkur teimum
donsk-føroysku viðurskift-
unum er tað ómetaliga um-
ráðandi at tosa um fram-
tíðina ístaðin fyri alla tíðina
Mynd: Sveinur Tróndarson
at tosa um fortíðina.
Yvirtskan av
undirgrundini
-Men fyri tó kortini at
halda fast við fortíðina,
hví var javnaðarflokkurin
so nógv ímóti, at Schliiter
lat fóroyingum rættin til
undirgrundina?
-Tað var meira ein spurn-
ingur um mátan hann gjørði
tað uppá. Eg havi ongantíð
verið við í nakrari tinging,
har vit hava sett spurnar-
tekin við spurningin. Sjálv-
ur havi eg annars nettup
gjørt eina avtalu við grøn-
lendska landsstýrið um at
flyta råevnisumsitingina úr
Danmark til Nuuk. So mín
egna stødutakan til hetta er
tann, at tað eru londini
sjálvi, sum í útgangsstøð-
inum hava rættin til síni
egnu ráevni. Tað eg her tosi
um er, hvussu vit kunnu
samstarva myndugleikanna
millum um m.a. umhvørvi,
jardfrødi ol.
-Men er tað ikki so, at
tit í einum slíkum sam-
starvi fáa atgongd til allar
upplýsingar um t.d. før-
oysku og grønlendsku
undirgrundina og harvið
fáa fyrimunir av tí í mun
til aðrar?
-Tað skal ein vera varin
við at siga. Tí slíkar upp-
lýsingar geva vit ikki víðari
til danskar fyritøkur í mun
til amerikanskar ella aðrar.
Tá eru vit ein myndugleiki.
Talan er ikki um Mærsk,
Dong ella aðrar fyritøkur
men um danska orku- og