Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 180 — 24. SEPTEMBER 1998 umhvørvismålarådid. Hava vit eina avtalu um, at upplýsingar skulu haldast loyniligir, so lata vit teir ikki víðari til onnur. Vit spurdu annars Svend Auken, hvat hann heldur um avtalurnar, sum danir hava gjørt við ávikavist før- oyingar og grønlendingar um undirgrundarmálið! -Tá avtornar er kanska ikki so stórur munur á hes- um avtalum, hóast føroy- ingar hava yvirtikið råevn- ini. Við Grønland hava vit ta avtalu, at útreiðslurnar verða býttar helvt um helvt og sama er við inntøkunum. Frá danskari síðu brúka vit sera stóra orku til gransking og til at byggja upp eina umsiting í Grønlandi. Tá inntøkur koma verða hesar so býttar millum londini. Men Danmark hevur ikki áhuga í, um tað koma stórar inntøkur, og hesar tá ikki skulu fella Grønlandi í lut. Koma tær, so verða tær sjálvandi í fyrstu atløgu mótroknaðar í blokkinum, og tað er júst sama avtala, sum Schlúter gjørdi við føroyingar å sinni. I praksis er einasti munurin millum føroyska og grønlendska modellid tann, at grøn- lendingar hava saman vid okkum valt ein modell, sum koyrir nógv meira uppá samarbeiði. Eg haldi ikki, at tað er nakar munur út yvir tað. Aiment oljufel Hvat heldur Svend Auken um eitt alment føroyskt oljufelag! -Eg kann bert siga, at vit hava sera góðar royndir við tí. Men ein skal vera varin við at geva ødrum ráð. Eg skilji, at tvey privat føroysk oljufeløg eru stovnað, og eg haldi, at tað er týdningar- mikið, at tað onkursvegna finst eitt element av al- mennari luttøku í hesum máli. Bæði okkara og ser- liga tær norsku royndirnar vísa, at samfelagið fær stórri inntøkur, um talan er um almenna luttgku eisini. Svend Auken vísir í hes- um sambandi á gongdina í Bretlandi, har tú ikki hevur havt almenna luttøku, og har teir tí eisini hava fingið nógv minni burtur úr enn t.d. norðmenn. -Hvat viðvíkur einim al- mennum føroyskum olju- feløg eru tað eisini eisini aðrir spurningar, ið ein skal taka stóðu til, eitt nú, hvussu hetta skal gerast, um pengar eru til tað osfr. Men eisini tað vilja vit fegnir tosa við føroyingar um. Markið Eitt av málunum, sum Svend Auken fegin sær loyst sum skjótast til gagn fyri ikki minst føroysk á- hugamál, er marknatrætan við bretar. (Samrødan varð gjørd tíðliga í august mán- að, tvs. áðrenn sami Svend Auken herfyri i UF kom við viðmerkingum um málið). -Eg skilji, at tað í nýggja løgtinginum er áhugi fyri at fáa loyst marknatrætuna skjótast til ber heldur enn at skula fara til dómstólin við tí. Vit hava skilt, at fyrr- verandi føroyska lands- stýrið varð ikki so sinnað til at taka eina avgerð, og var tað kanska ikki so klókt. Hinvegin er tað eisini um- ráðandi at siga, at Danmark ger onga avtalu við Ong- land, har Føroyar ikki taka fult undir vid hesum. Ann- ars standa føroyingar sjålv- ir fyri samrådingunum. -Men hevur Danmark gjørt nóg gott lobbyar- beidi fyri føroyingar i hesum måli? -Tað hava vit avgjørt. Spurningurin er so bara, hvussu nógv partarnir vilja geva seg. Skal ein t.d. røkka einum kompromii, so er greitt, at báðir partar mugu geva seg so ella so. Svend Auken heldur tað er sera óheppið fyri eina komandi leiting við Føroy: ar, at markið ikki er komið uppá pláss, nú vit vita, at fleiri av teimum áhuga- verdu økjunum liggja í um- striddum øki. Annars visir danski orku- málaráðharrin á, at bretar tykjast vilja hava markið uppá pláss sum skjótast. - tíðindablaðið Svend Auken- Latið okkum gloyma fortíðina og hyggja frameftir Táeg vitjaði bretska starvs- felaga mín í Bretlandi, John Battle í vár, tók hann sjálvur málið fram og gjørdi greitt, at teir síggja helst, at málið verður loyst við samráðing- um, men tað vil tó ikki neyðturviliga siga, at teir vilja loysa tað fyri einhvønn pris. Eg gjørdi Battle púra greitt, at hetta er eitt mål, sum føroyingar skulu av- gera. Svend Auken leggur å- herðslu á, at hetta málið liggur suverent í hondunum á føroyingum, men at danskt diplomati sjálvandi er tilreiðar at hjálpa. Hann vísir tó ikki aftur, at tað í danska uttanríkisráðnum er eitt ynski um at fáa ein enda á hesum málinum. Men bólturin er hjá føroyingum, sum mugu koma við einum ella øðrum útspæli. Greenpeace Nú um dagarnar almanna- kunngjørdi Greenpeace sína árligu frágreiðing. Har verður m.a. sagt, PVC eigur at verða forboðið, at veiðu- flotarnir eiga at minkast munandi, at kjarnorkan eig- ur at avmarkast, og at leit- ingin eftir nýggjum olju- feltum eigur at steðgast, og at vit í staðin eiga at gera fløgur í varandi orkukeldur. Hvørja stóðu hevur tå sum orku- og umhvgrvisráðharri til hetta? -Vit hava góð viðurskifti við Greenpeace. Men vit eru ikki samdir við teimum á llum økjum. Vit sleppa neyvan undan at leita eftir olju ella brúka fossila orku. Men tað er burturvið at brenna alla fossila orku av við teimum klimatrupul- leikum vit hava, heldur enn eisini at leggja seg eftir orkusparing og varandi orku. Svend Auken vísir á, at Greenpeace hevur útpeikað Danmark sum eitt undan- gonguland, tí Danmark ætl- ar at útbygja orkuveitingina við vindmyllum úti til havs uppá 5000 megawatt hver. Svend Auken heldur ann- ars, at vit eiga ikki at gloyma væleydnaða OSPAR fundin í Portugal herfyri, har havumhvørvi varð á skránni. Tá varð sam- tykt at seta forboð fyri at søkkja oljupallar á havsins botn og at koyra vandamikil evni í havið. -Hvat viðvíkur fiskiflota- num, so er tað eitt sera trup- ult mål. Men ein og hvor sær, at vit eru ikki nóg skyn- som, tá talan er um fiski- veiði. Vit fiska ov nógv, og vit tveita ov nógv av góðum fiski burtur. Hyggja vit eftir Norðsjónum, so verða her hvørt år tveitt fyri borð 500.000 tons av góðum matfiski. Svend Auken ásannar, at tað eitt nú í Danmark hevur verið torført at tosa um res- sursir og umhvørvi, tá talan er um fiskivinnu. Men tad verður ein noyddur at gera í framtíðini, um ein vil varð- veita stovnarnar. No new oil -Nú brúkar Greenpeace nógva orku uppá at forða fyri leiting í nýggjum økj- um. Sær tú ein vanda í, at felagsskapurin eisini fer at royna at forða fyri leiting við Føroyar? -Eg haldi, at Greenpeace skal hava loyvi at seta tiltøk í verk, har tað fer fram dálk- ing av umhvgrvinum, men hvat viðvíkur leiting, so hevur felagsskapurin ongan Mynd: Sveinur Tróndarson rætt til at stegða ella órógva slíka, heldur ikki í før- oyskum sjógvi Svend Auken vendir í hesum sambandi aftur til spurningin um samarbeiði á umhvervisgkinum rå haldi tidin er komin til, a føroyingar og danir seta få nidur og vita, hvat ein kann arbeida saman um. Soleidis at vit siggja rikisfelags- skapin sum eitt rikissam- arbeidi heldur enn altid at tosa um hetta i einum nega- tivarum anda Vindmyllur Vit spurdu Svend Auken, um hann er bilsin av, at tað ikki finnast fleiri vindmyllur í Føroyum Til tað sigur hann, at nettup í einum landi við so nógvum fjarskotnum bygd- um skuldi tað verið eitt frálíkt hugskot at kombi- nera vindmillur við einum eykageneratori. Eg skilji ikki, hví tit ikki hava lagt tykkum eftir hesum, tá hugsað verður um, hvussu góðar og effektivar vind- myllur tú fær í dag Norðurlendsk raðstevna Ein norðurlendsk ráðstevna er á Hotel Hafnia í Tórs- havn í hesum døgum, 21.- 25. september 1998, Me- toder at konstatere, kvan- tifisere og forebygge jord- erosion i skovfrie fjeldom- råder. ] Luttakararnir koma úr Is- landi, Danmark, Finlandi og år Føroyum, ialt 17 luttak- arar. Høvudsendamålid við rådstevnuni er at savna sam- an arbeiðshættir, sum verða brúktir í nordanlondum, at staðfesta, máta jørdoyding (erosion) og hvussu skað- arnir møguliga kunnu fyri- byrgjast/bøtast Í grannalondum hava tey arbeitt leingi við trupulleik- anum, og hava ment ar beiðshættir til endamálið Nevnt kann verða, at Ís lendsku stovnarnir, Rann sóknarstovnur Landbúnað arins og Landgreiðslan (tey sum millum annað starvast við at såda og taða hagar nar) fingu umhvørvisheid urslønina hjå Nordurlanda- ráðnum fyri 1998. Fólk, umboðandi hesar stovnar- nar, eru millum luttakarnar I Føroyum kunnu vit brúka rådstevnuna til at koma i samband vid gransk- arar og stovnar, bæði umsit- ingar- og granskingarstovn- ar, sum arbeiða við evnin um í grannalondunum. A tann hátt kunnu vit lættari skaffa okkum vitan og hjálp, um vit ætla at arbeiða víðari við evninum Rådstevnan er fíggjað av Norðurlendska Ráðharra ráðnum, Granskingarráð Føroya Føroya Náttúru gripasavni, Føroya Jarða rráði og Meginfelag Bún aðarmanna, umframt við luttakaragjaldi, verður sagt í skrivinum Í num rá fyrireiKaru -