fríggjadagur 25. september 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 181 — 25. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið S0sZlurn
Sigmund og Anna Andreasen saman aftur eftir drúgva tíð:
Tey hava livað í
óvissu i hålvt år
— Við hvørt mistu vit mótið og eg helt, at Sigmundur ikki
fór at koma heimafur, sigur Anna Andreasen, sum segði
manninum farvæl 10. januar. Hann skuldi bert verða
burtur stuttalll tíð, men varð tikin av myndugleikunum á
Reunion, har hann hevur verið afturhildin í hálvt ár
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
Tå Sigmundur Andreasen,
skipari, vónandi kemur í
Vágar við Atlantic seinna-
partin, tekur kona hansara
Anna Andreasen ímóti hon-
um.
Anna og Sigmund eru
bæði 48 ára gomul og eiga
tvey tilkomin børn. Tey eiga
eisini tvey barnabørn, ein
trý ára gamlan drong og
tveir mánaðar gamla gentu,
sum Sigmundur nú sleppur
at síggja fyri fyrstu ferð.
Hóast hjúnini búgva í
Vági, gongur leiðin av flog-
vellinum til Klaksvíkar, har
78 ára gamla Turid Andrea-
sen, mamma Sigmund býr.
Tosaðu saman
hvønn
Hóast AR dur Andrea-
sen varð hildin aftur á oynni
Reunion í nærum hálvt ár,
so hevur hann havt møgu-
leika at ringja heim hvønn
dag, har hann m.a. hevur
greitt frá, hvussu tað hevur
gingið um dagarnar.
Spurd hvussu tað hevur
kenst, tá útlitini fyri at mað-
urin kom aftur, gjørdust so
drúgvy, sigur Anna Andrea-
sen, at hon sjálvandi hevur
verið ógvuliga ótrygg og
bangin, og at hon við hvort
misti mótið og væntaði als
ikki, at hann kom heimaftur.
— Hevur tú ongantíð um-
hugsað at fara at vitja
mannin hesa tíðina?
— Nei, tað havi eg ikki
havt hug til. Eftir tí, sum
Sigmundur greiddi frá, tók-
tist tað sum var alt samf-
elagið har kavrotið. Eg havi
kortini verið í Danmark í
fýra vikur, sigur Anna.
Vónin var, at Sigmundur
fór at koma heimaftur, og
at konan skuldi taka ímóti
honum í Keypmannahavn,
men heimferð hansara varð
útsett fleiri ferðir, og tí fór
Anna heimaftur.
Helt tað vera eina
misskiljing í fyrstuni
Sigmundur ri til konu
sína 5. mars í ár, og segði
henni, at hann var á veg inn.
— Eg var bilsin, tí eg skilti
ikki, hví skpid, sum hann
fiskaði við, skuldi fara í
havn. Tá segði hann mær,
at myndugleikarnir á Reu-
nion høvdu tikið skipið, sig-
ur Anna í telefonini úr Vági.
— Eg hugsaði ikki so nógv
um tað í fyrstuni, men vænt-
aði, at hetta var ein misskilj-
ing, sum skjótt fór at verða
ruddað av vegnum, og eg
hugsaði als ikki, at tað fór
at taka so drúgva tíð.
— Hvussu hevur maðurin
havt tað hesa tíðina?
— Hevdi hann ikki havt
spanska skiparan Emanuel
at tosa vid, so veit eg ikki.
Teir hava verid saman alla
tidina. Tad hevur eisini bøtt
um, at Emanuel tosaði
enskt, tí øll tosa bert franskt
í oynni.
Saman leitaðu Emanuel
og Sigmundur eftir einari
kirkju og komu fram á mor-
monkirkju, men stutt eftir
flutti meingiheitin.
— Teir funnu so fram til
aðra kirkju, og har var ein
prestur, sum bjóðaðu teim-
um heim til sín. Annars
hava teir ikki havt samband
við nakran, eftir hvat eg
havi skilt. Teir hava mest
gingið fyri seg sjálvar, sigur
Anna.
Sigmundur hevur altíð
verið sjómaður, og tí er
einki óvanligt hjá Onnu at
vera einsamøll heima. Hon
hevur arbeitt sum heima-
hjálpari, og hevur arbeitt í
handli, men er nú heima og
ansar 83 ára gomlu mammu
síni, eins og sonurin arbeiðir
í Vági og býr heima.
Tað hevur verið ein stuð-
Anna Andreasen: — Eg hugsaði ikki so nógv umtað í fyrstuni, tá Sigmundur ringdi heim
og segði at hann var tikin, men eg hevði als ikki ímyndað mær, at hann før at vera so
leingi burtur
ul, at hjúnini hava tosað
saman hvønn dag, hóast lít-
ið og einki nýtt varð at
frætta.
Anna sigur, at hon segði
Sigmundi frá tíðindum
heimanífrá, og at hann ann-
ars tosaði um sína stóðu,
sum tóroftani einki nýtt var
at frætta um, hesa tíðina.
Hevur runnið 6 km
hvønn morgun
— Sigmundur hevði so lítið
at taka sær til hesa tíðina,
og hann byrjaði tí at renna,
bara fyri at gera okkurt.
Hann hevur runnið seks km.
hvgnn morgun, og er fyri
sovítt væl fyri, nú hann
kemur heimaftur, sigur
Anna Andreasen.
10, januar fór Sigmundur
avstað, og hann skuldi bert
vera stutta tíð burtur, tí skip-
ið hann var við, skuldi á
beding,
Nú hann kemur heimaft-
ur, hevur hann sett sær fyri
at halda frí eina tíð, men um
hann fer aftur í sama reiðarí
at arbeiða, veit konan ikki.
Tað er eitt sindur ógreitt,
hvussu væl reiðaríið hevur
stuðlað Sigmundi hesa tíð-
ina, og Anna veit tað heldur
ikki, tí reiðaríið hevur ong-
antíð sett seg í samband við
hana, tó at teir hava flutt eitt
sindur av peningi til teirra,
hesa tíðina.
Reiðaríið tosaði
ongantíð við Onnu
— Við hvørt hevur tað verið
eins og reiðaríið ikki gjørdi
nóg mikið, men Sigmund
hevur havt samband við teir
Anna og Sigmund
Andreasen hava tosað í
telefon hvønn dag seinastu
mánaðarnar. Tá Atlantic
kemur í Vágar seinna-
partin, fara hjúnini til
Klaksvíkar at heilsa upp á
mammu Sigmund
alla tíðina.
Meðan Sigmundur And-
reasen hevur verið á Reun-
ion, hevur hann samlað
nógv tilfar saman um órætt-
vísu viðferðina, hann hevur
fingið frá myndugleikunum
í oynni,. Tað ætlar hann s
ær at almannakunngera, tá
hann kemur heim, sigur
Anna Andreasen í telefon-
práti dagin fyri hon fór at
taka ímóti manninum í Vág-
um
Heimarøktin fingið
fyribils leiðara
Starvid sum leiðari í Heimarøktini verður í næstum lýst
leyst, men fyribils leiðarin skal rókja starvið, væntandi til
um ársskiftið, verður sagt í Heilsumálastýrinum
DAGNY JOENSEN
Tað er 43 ára gamla Elsba
Liitzen, økisledari í Klaks-
vik, sum fyribils skal røkja
starvid sum leðari í Heima-
røktini.
Elsba Liitzen varð út-
búgvin sjúkrasystir í 1981,
og fekk starv á medisinsku
deild á Klaksvíkar sjúkra-
húsi. Í 1987 varð hon sett
sum deildarleiðari á sjúkra-
húsinum.
Seinni hevur Elsba Liitz-
en virkað sum lærari á Sjúk-
rasystraskúlanum í Havn,
eins og hon hevur verið
deildarleiðari á B7 á Lands-
sjúkrahúsinum.
Seinastu tvey árini hevur
Elsba Liitzen starvast sum
økisleidari innan Heima-
røktina i Klaksvik.
Elsba Liitzen skal røkja
starvid til nyggjur leidari
verður settur stovninum.
Starvið verður í næstum lýst
leyst at sýkja.
Elsba Liitzen, fyribils leiðari i Heimarøktini