týsdagur 29. september 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er
Norrøna farin undir vetrar-
sigling millum Feroyar og
Danmark
Seinasta friggjadag var
fyrsti tårur gjørdur, men
undirtøkan var so sum so
Hetta var tó ikki nakað,
sum kom óvart á hjá Smyril
Line, tí tað er greitt, at tað
tekur tíð at fáa fólk at venja
seg við at brúka sjóvegin á
vetrartíð
Í gjár fór Norrøna so
næsta túrin og nú sær longu
væl betri út
Fleiri ferðafólk enn sein-
ast og farmurin á leið tann
sam!
Men farmanøgdin kann
broytast ræættuliga skjótt
Jónfinn Simonsen av
flutningsdeildini hjá Smyril
Line sigur við Sosialin, at
vetrarsiglingin hjá Norrønu
er grundað á feskfiskaút-
flutningin, bæði laks og
annan fisk, men tað hevur
verið stak friðarligt tí við-
víkjandi enn
— Laksaalararnir eru ikki
farnir at taka laksin enn og
tað er tí at prísirnir eru í
botni. Hetta hevur eitt ella
annað at gera við ES og
Noreg.
— Samstundis hava nógvir
feskfiskabátar verði tætt við
europeiska marknaðin og
tað hevur so gjørt, at teir
hava flutt beinleiðis til
marknaðin. Men hetta fer at
broytast um ikki so langa
tíð.
Tá Norrøna fór av Havn-
ini í gjár hevði hon uml. 150
tons av farmi inni. Norrøna
tekur umleið 600 tons, so
her er nóg mikið av plássi.
Jónfinn Simonsen heldur
tíðindablaðið SOS
Teir biða eftir laksinum
Fríggjamorgunin fór Norróna sín næsta túr til Danmarkar í vetrarsiglingini,
men hóast talan er um fleiri ferðafólk, so bíðar Smyril Line eftir at laksaalar-
arnir fara at taka laksin
ikki, at undirtøkan hjá Norr-
ønu er so lítil kortini.
Sum nevnt, so tekur tað
tíð at venja fólk við at brúka
sjóvegin á vetrartíð, men
tað gongur skjótt tann rætta
vegin.
Tann fyrsta túrin hjá
Norrønu vóru um 110 ferða-
fólk við báðar vegir, men
hesaferð er talið umleið 150
ferðafólk, so her er talan um
eina rættiliga fitta fram-
gongd.
Áki Jespersen av ferða-
mannadeildini hjá Smyril
Line sigur at teir eru stak
væl nøgdir við talið av ferð-
andi.
— Tað er eitt sindur torført
at siga frammanundan
hvussu nógv ferðafólk
verða við, tí so nógv av
teimum koma í síðstu løtu,
sigur hann.
— Men tað bilar ikki, tí
har er jú ríkiligt av plássi.
Nú Norrgna er farin undir
vetrarsigling er ein partur av
skipinum læstur av.
— Hetta verður gjørt av
praktiskum åvum og ikki
minst av trygdarávum verð-
ur sagt av Smyril Line.
Niðastu hæddirnar eru
læstar av, og á tann hátt nýt-
ist skipinum ikki so stóra
manning tá siglt verður.
Somuleiðis er gjørt í erva.
Fremra matstovan verður
ikki brúkt, men bara kafe-
teria og koktailbarrin.
Sum í neðra, so er hetta
eisini gjørt av praktiskum
ávum, men tað ger eisini at
ferðafólkini verða savna á
einum minni gki.
Tað tekur tíð at venja fólk
við at brúka sjóvegin á
vetrartíð, heldur Jónfinn
Simonsen
Nr. 183 — 29. SEPTEMBER 1998
Næstan útselt á jólatúrunum
Tað er, og hevur altíð verið siður, hjá lesandi fóroyingum, at sleppa sær heim
til Føroya at halda jól og nýggjár. Og hóast flogfeløgini hava sett eykaflog-
før inn til jóla, so sær út til at fara at vera útselt á hesum túrum til jóla
Longu nú er næstan útselt á jólatúrunum
SVEINUR TRÓNDARSON
Nú nærkast jólini aftur av
álvara. Tað er bert ein góður
mánaði til at keypmenninir
so smátt fara at pynta í sølu-
búðunum.
Men tað eru ikki bert
keypmenninir, sum longu
eru farnir at hugsa um jólini.
Lesandi føroyingar uttan-
lands, sum ætla sær heim
til jóla, eru langt síðan farnir
at hugsa um jól og ferða-
seðlar, og tey sum enn ikki
hava gjørt tað, eru í vanda
fyri at liggja sjóvarfallið av
sær.
Heri Niclasen, marknað-
arleiðari hjá Atlantsflog sig-
ur við Sosialin, at tað er við
at gerast trongligt á tcimum
best umtóktu fráferðunum
beint undan jólum og beint
eftir nýggjár.
Men hann leggur afturat ,
at tað ikki er útselt enn.
— Vit hava sama tal av
eykatårum, sum vit høvdu i
fjør og tað talið passaði
rættuliga væl. Tí hava vit
ikki sæð nakra orsøk til at
broyta tað.
— Tað vilja altíð verða
fløskuhålsar av tí at øll helst
vilja sleppa heim og avstad
aftur nakrar heilt åvisar tår-
ar. og hesir fløskuhålsar
koma altíð at verða har, sig-
ur hann.
Tíðarskeiðini hann tosar
um eru dagarnir beint fyri
jól og beint eftir nýggjar, tá
øll skulu av aftur landinum.
Heri Niclasen heldur ikki,
at tað er so stór framgongd
í ferðafólkatalinum sam-
mett við í fjør.
— Eftir bíleggingunum at
døma, so er ferðafólkatalið
tað sama sum i fjør og tí fer
talið av eykatúrum at passa
tá tað til stykkis kemur.
Seinastu tvey árini hevur
Atlantsflog gjørt eykatúrar
til Danmarkar og til Bergen
og hesir túrar verða aftur á
skránni í ár.
Harafturímóti verður
eingin eykatúrur gjørdur á
Skotlandsfarleiðini og or-
søkin er heilt einføld tann,
at tað verður ikki mett, at
tørvur er á tí.
Til Bergen verður bert
tann eini túrurin gjørdur og
eftir ferðafólkatalinum at
dóma, so er tað eisini nóg
mikið.
Sum kunnugt, so er ikki
bert tað eina flogfelagið á
Føroyaleidini. Danska flog-
felagið Mærsk flýgur, sum
kunnugt eisini hendavegin
og eisini teir gera eykatúrar
til Føroya.
Av Flogfelagnum verður
sagt, at tað gongur skjótt at
selja ferðaseðlar til jólatúr-
Marita Danielsen sigur,
at eykatúrarnir, sum skulu
setast inn, eru settir inn og
tað koma neyvan fleiri.
— Jólasglan hjá okkum
byrjar longu á Olavssøku,
meðan tey lesandi eru
heima í summarfrí, so vit
hava longu verði í gongd í
eina tíð, sigur hon.
— Ni er tað serliga ta eina
vikuskiftið, sum fólk vilja
sleppa heim og tí skunda tey
sær ofta at keypa ferðaseðil
í góðari tíð.
Men tað er enn vón hjá
teimum ferðandi. Tey bæði
Marita og Heri eru samd um
at heita á tey, sum ætla sær
heim at halda jól, um at
skunda sær.
— Tí, jú fyrr tú keypir
ferðaseðil, jú stórri møgu-
leika hevur tú at sleppa júst
tann dagin tú ætlar tær, siga
tey.
Berit Sundet Olsen vitjar Føroyar
Fyri fyrstu ferð vitjar Berit Sundet Olsen Føroyar. Sambært skránni, ið er løgd upp fyri vitjan
hennara, skal hon hava sokallað seminar og møtir ymsa staðni í landinum. Vanliga verður ikki
tosað so hart um sidamisbrot framt móti børnum og enn minni um hetta hevur nakað við kristin-
dóm og samkomur at gera, men her verður so hetta viðbrekna evni tikið upp
Tvey seminar verða hildin
fyri innbodnum, tað eina
fyri Aglow-kvinnum, og
hitt fyri starvsfólkum innan
heilsuverkið, barnavernd-
ina, barnaheimið og politi-
ið. Tað triðja seminarið er
alment og verður hildið í
Evangeliihåsinum í Havn
håskvøldid 1. oktober frá kl
19.00 til 22.00. Evnið hetta
kveldið er: Sålarsår - Guds
grøding.
Berit hevur eina eitt sind-
ur serstaka lívssegu, við tað
at hon á sínum egna kroppi
heilt sum 5 ára gomul upp-
livdi siðamisbrot (incest)
framt móti sær av sínum
egna pápa, umframt tað at
hon upplivdi eina mammu,
sum einki vildi hava við
hana at gera, frá tí hon varð
fødd
Berit hevur roynt mangt
og hvat í sínum $1 ára langa
lívi, og tað er hennara stóra
ynski at siga frá, hvat tað
var, ið broytti lív hennara
til tað tað er í dag, fult av
gleði og friði, við tað at hon
møtti Jesusi ein dag, og
hann fult og heilt umbroytti
lív hennara. Í dag er hon ein
glað kvinna, ið fær loyvi til
at siga frá tí, hon hevur upp-
livað, so eisini onnur, ið
kanska eru í somu stóðu
sum hon var í, kunnu fáa
loyvi til at uppliva eitt heilt
nýtt og broytt lív.
Út frá hesum er tí ein og
hvør vælkomin til tey møtir,
ið verða hildin, umframt
eisini til seminarið, ið er
alment og ein og hvør er
hjartaliga vælkomin. Um-
framt at tala, so hevur Berit
eisini sanganna gávu, og á
møtunum fer hon eisini at
framføra sangir frá tveim-
um fløgu- og bandútgávum.
Hesir sangir tala allir um og
styrkja tann boðskap hon
hevur at bera
Skráin fyri vitjanina er
henda:
Mikudagin 29. sept. verð-
ur hon við á møtinum í Oas-
uni í Havn kl. 20.00. Hós-
dagin 1. okt. verður so tað
almenna seminarið í Evan-
geliihúsinum í Havn hildið
frå kl. 19.00-22.00.
Fríggjadagin 2. okt. luttekur
hon á møtinum, ið verður
hildið í Soli Deo Gloria í
Klaksvík kl. 20.00, um-
framt eitt stutt seminar, og
leygardagin 3. okt. luttekur
hon so á møtinum, ið verður
hildið í Libanon í Sørvågi
kl. 2000. Sunnudagin 4. okt
endar vitjanin við meti, ið
verður hildið í Kelduni í
Skálafirði kl. 18.00.