Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 184 — 30. SEPTEMBER 1998 Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum: tíðindablaðið S0Salufn Danir skulu ikki fíggja okkara sjålvstyri — Spurningurin er ikki at vera fyri ella ímóti fullveldisætlanini hjá samgong- uni, men meira tað, at tíðin ikki er búgvin. Javnaðarflokkurin vil ikki koll- sigla samfelagið í fullveldisrákinum, sigur formaður DAGNY JOENSEN Í Sosialinum í gjár, segði Jenis av Rana, tingmaður í Miðflokkin, at Javnaðar- flokkurin við sínum upp- skoti um stjórnskipanar- nevnd, setti tað fram fyri at mótarbeiða uppskotinum um fullveldi hjá samgong- uni, og at hann bert vildi hava sítt uppskot samtykt. Jóannes Eidesgaard svar- ar, at uppskotið hjá Javnað- arflokkinum neyvan kemur óvart á nakran, nú tað er sett fram fyri 3. ferð. — Vit halda tað einasta rætta vera at gera broyt- ingar í ríkisrættarligu viður- skiftunum soleiðis, at ein breiður meirluti er samdur, enn at ein smøl samgonga, við teimum atkvødum, sum hon vil keypa sær til, trýstur málið ígjógnum, sigur Jóa- nnes Eidesgaard. Hann vísir á, at tá slíkar broytingar hava verið gjørd- ar aðrastaðni, hevur altíð verið ein reinur parlament- ariskur meirluti er aftan fyri. Eitt nú tá danska grundlógin varð broytt í 1953, og eisini, tá Ísland í 1918, sum er fyri- dómi við landsstyrisupp- skotinum, fekk fullveldi. — Tá vóru 37 altingsmenn fyri uppskotinumog tveir í- móti. Teir tveir, sumvóru ímóti, vildu hava eitt enn meira víðgongdar broyting- ar. Íslendingar vóru samdir I fólkaatkvgðuni vóru 12000 íslendingar fyri og 900 ímóti. Sostatt kunnu vit siga, at íslendingar vóru samdir um broytingina, sig- ur Jóannes Eidesgaard. Hann vil við hesum rógva fram ímóti at fáa so breiðan meirluta fyri uppskotinum um ríkisrættarligu broyting- arnar sum gjørligt, fyri at fáa fólkið at taka undir hes- um. ; — I mun til i Islandi, læsir samgongan seg fasta í upp- skotinum um fullveldi, og tað er sera óheppið, heldur Jóannes Eidesgaard. — Verður ikki breiður meirluti, kann tað føra til polarisering bæði politiskt og í fólkinum, t.v.s. til upp- býti fyri ella ímóti uppskot- inum. Sum nú er, eru 13 ting- limir ímóti og 19 fyri upp- skotinum um fullveldi hjá samgonguni. Førir til uppbýti polit- iskt og í fólkinum — Er meirlutin ikki nóg stór- ur? — Jú, tað er nóg mikið til at trumpa ein broyting fram, men tað kann so aftur føra til uppbýti í fólkinum og í flokkunum, og tað er eingin loysn. — Hevur Javnaðarflokk- urin ikki gjórt nóg mikið fyri at fáa ávirkan á uppskotið hjá samgonguni? — Vit hava havt fund við Landsstýrið, og har komu vit við uppskotinum um at fáa málið fyri í tinginum, áðrenn Landsstýrið fór nið- ur at samráðast við danir. Hetta er sostatt ikki uppskot sum Jenis av Rana hevur uppfunnið. Landsstýrið vil ikki — Vit hava eisini roynt ann- að, men Landsstýrið vil ikki sleppa ætlanunum um full- veldi. Alla aðrar ætlanir og kanningar ella annað alter- nativ til fullveldi, verða ikki royndar. Tað halda vit verða ov ótrygt grundarlag at byggja á, sigur Jóannes Eid- esgaard. — Nú hoyrist at almenni raksturin er 110 mió. krónur dýrari á fíggjarlógini í ár. Hetta er ivaleyst treingjandi åbøtur og í trå við okkara politik, um vit sótu í sam- gongu. — Tað løgna er, at somu flokkar hækka raksturin av samfelagnum, sum tosa um sjálvberandi føroyskan bú- skap. Tað er torført hjá okk- um at skilja, hvussu búskap- urin skal gerast sjálvberandi um nøkur ár, tá blokkurin, sum er einar 900 mió. krón- ur, ikki er íroknaður. Skulu danir fíggja okkara fullveldi — Tað er mannminkandi fyri okkum, um danski skatt- gjaldarin skal fíggja mokkara fullveldi, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum di føroyski búskapurin fer at minka munandi um væl- ferðina, og tað vil Javnað- arflokkurin ikki góðtaka. —Vit sóknast eftir, hvussu fíggjarlógin verður, tá ríkis- studningurin heldur uppat, ella um Landsstýrið vil at danir skal fíggja okkara fullveldi. — Hvønn pris skal full- veldisætlanin hava? Um so skal gjalda okkara fullveldi, so er tað mannminkandi ætlan. Tad kunnu vit ikki góðtaka, sigur Jóannes Eid- esgaard. — Tidin er búgvin til slíkar broytingar. Javnaðarflokk- urin góðtekur ikki, at før- oyska samfelagið kollsiglir í fullveldiarákinum, sum nú ræður, sigur Jóannes Eides- gaard. — Tað merkir, at sjålvberan- er, at danski skattgjaldarin Signar harmast orðalag hjá a | samgongufelaganum Landsstýrismaðurin Signar á Brúnni sigur, at Óli Breckmann veit betur enn hann letst, tá hann staðfestir, at Signar er >fúlastur< nú fíggjarlógin fyri '99 verður løgd fyri tingið NICLAS JOHANNESEN Signar á Brúnni, landsstýr- ismaður við skúla- og ment- amálum, heldur ikki, at tað átti at komið óvart á for- mannin fyri tingbólk Fólka- floksins, at játtanin til skúla- og mentamál gkist við 30 milliónum krónum á kom- andi fíggjarlóg. fíggjarlóg — Tað hevur verið eitt av mínum høvudsynskjum at fáa økt jåttanina til Ment- anargrunnin, og á fíggjar- lógini fyri '99 verður játt- anin økt úr 1,7 mió. kr. upp í 2,2 milliónir krónur. Hetta sigur landsstýris- maðurin við mentamálum Signar á Brúnni, og hann avdúkar eisini, at játtanin — Óli veit betur. Hann veit at 12 av hesum milliónum fara til eina nýggja skúlalóg, sum Oli Breckmann sjálvur atkvøddi fyri undanfarna skeið. Eg atkveddi ikki sjálvur fyri henni, júst tí at eg vísti á, at uppskotið um nýggja fólkaskúlalóg onki segði um, hvussu nógv dýr- ari henda lóg fór at gerast, Játtanin til men Mentanargrunnurin fær hálva milli- ón meira at ráða yvir á komandi til sjónleik verður økt við 300.000 krónum komandi ár. — Haraftrat fáa bóka- søvnini eisini slakar 900.000 krónur meira í játtan á komandi fíggj- arlóg, sigur Signar á nie sigur Signar á Brúnni. — Restin av øktu upp- hæddini fer til lønarhækk- ingar. Hetta er eisini eitt úrs- lit av tí, sum Fólkaflokkurin var við til at fremja, tá kreppan rakti. Nú skulu pengarnir berast aftur til løntakararnar. Og tað veit Óli eisini væl. Í Dagblaðnum 28. sep- tember ger Óli Breckmann annars nógv burtur úr, at almenni raksturin gerst 110 millíónir krónur dýrari á nýggju fíggjarlógini. Og í hesum høpi staðfestir blað- stjórin og formaðurin fyri tingbólkin hjá Fólkaflokki- num, at Signar er >fúla- stur<, tá tað snýr seg um øktu útreiðslusíðuna á figgj- á fíggjarlógini fyri 1999 tan okt Bøkasøvnini fáa slakar 900.000 krónur meira í játtan Signar á Brúnni: Óli veit betur enn hann letst, tá hann sigur at eg eri »fulastur« nú fíggjarlógin fyri 1999 verð- ur løgd fyri tingið. Hann hevur sjálvur atkvørt fyri øktu útreiðslunum arlógini. Ikki „bara Oli“ longur — Eg haldi tað er nokk so harmiligt, at Óli sleingir út við slíkum orðalagi. Fyrr kundi tú siga, >Ná, hatta er bara Oli«. Men tað ber ikki rættiliga til longur. Í dag er hann jú formaður fyri ting- bólkin hjá Fólkaflokkinum. Hetta gevur ábyrgd, og hann átti eftir hondini at havt lært at ansa sær, sigur Signar á Brúnni. Landsstýrismaðurin roknar heldur ikki við, at meiningin hjá formanninum fyri tingbólk Fólkafloksins er tað sama sum meiningin hjá Fólkaflokkinum — Her í Tinganesi hava vit havt eitt sera gott samstarv millum flokkarnar, og eg trúgvi heldur onki uppá, at fólkafloksveljarar taka und ir við sjónarmiðunum hjá Breckmann í hesum sam- bandi, sigur Signar á Brúnni