leygardagur 3. oktober 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 187 — 3. OKTOBER 1998
Nr. 187 - 3. OKTOBER 1998
Okkurt er í luftini
I kvøld leggja teir bådir nåttarravnarnir Hedin Arge
Jensen og Rúni Jákupsson aftur til brots. Sendingin í ár
verður skorin eftir ngkulunda sama leisti sum í fjór, men
onkrar smávegis broytingar eru kortini
Orð: Emil L. Jacobsen
Myndir: Alvur Haraldsen
Seinastu árini hevur ein
tann best umtókta — ja, kan-
ska tann allarbest umtókta
— sendingin á vetrarskránni
hjá útvarpinum verið Nátt-
arravnarnir, sum eru hvert
leygarkvøld.
Tað eru nú nøkur år síð-
ani, at sendingin var á
skránni fyrstu ferð, og nú
er hon vorðin fast innbúgv
á skránni hjá útvarpinum í
vetrarhálvuni.
í kveld leggja teir báðir
Heðin Arge Jensen og Rúni
Jákupsson so aftur til brots.
Frá í kvold av og hvert leyg-
arkvøld fram til byrjanina
av maí mánaði fara teir báð-
ir at spæla tónleik, skipa fyri
spurnarkappingum, umrøda
nyggjar fløgur å marknad-
inum og aftan á midnátt eis-
ini lesa brøv upp í vælum-
tóktu Beat Box'ini.
Rúni Jákupsson sigur við
Sosialin, at sendingin í ár
ikki fer at víkja so nógv frá
sendingini í fjør. Tað verður
framvegis spurnarkapping-
in, sum serliga fer at merkja
teir báðar fyrstu tímarnar av
sendingini, meðan seinasti
tímin verður ognaður lurt-
arunum sjálvum, sum tá
kunnu skriva inn til Beat
Box 328.
— Í fjør broyttu vit tíman
eftir midnátt, tí vit hildu, at
tað var neyðugt við onkrum
nýggjum í hesum seinasta
partinum av sendingini, og
Beat Box'in fall eisini í
góða jørd hjá lurtarunum,
sum vónandi aftur í ár fara
at senda síni vísdómsorð og
speisku viðmerkingar inn til
okkum, sigur Rúni Jákups-
son, sum nú fer undir sítt
næsta skeið sum vertur í
Náttarravnunum.
Hann sigur, at tað eru
nakrir lurtarar norðanífrá,
sum eru. sera raskir at
skriva, men leggur afturat,
at hesir av onkrari orsøk
tykjast at hava okkurt ímóti
konufólki, og at tað tí hevði
verið stuttligt at fingið okk-
urt mótspæl frá konufólk-
Heðin Arge Jensen og Rúni Jákupsson leggja til brots aftur í kveld
unum í ár. So hetta er ein
standandi innbjóðing til tær
um at geva svar upp á til-
talu.
Fleiri kappingar
— Annars verður konseptið
til sendingina í ár nakað tað
sama sum undanfarna ár
Tað verður framvegis
spurnarkappingin, sum fer
at seta dám á frå tiggju til
tólv, og Hegni Djurhuus
verður eisini at hoyra á mid-
nátt, tá hann gevur sítt boð
upp á, hvussu føroyska
samfelagið hevur tað í løt-
uni. Harumframt verður
fløguumrøda og slatriløtan
eisini á skránni
Sum nakað nýtt er ætlanin
í ár eisini at gera eitt sindur
meira burtur úr Beat
Box'ini
— Meiningin er, at vit
hvønn mánað draga millum
tey brøvini, sum eru lisin
upp í Beat Box tann mán
aðin. Her er bert talan um
tey brøvini, sum verða lisin
upp, tí ikki alt, sum verður
sent inn, er borðbært, og
tað, sum ikki verður lisið
upp, kemur heldur ikki við
í dráttin, sigur Rúni Jákups
ikki vil avdúka
hverjir vinningar verða at
fáa í Beat Box'ini ella í
spurnarkappingini
Vit arbeiða í
onkrum konsertum — stór
um konsertum — og okkurt
annað er eisini á borðinum
I fjør høvdu vit konsertina
vid Elton John og Billy Joel
(har Billy Joel fekk forfall
blåm.), og tann kappingin
riggaði stak væl. Tann eina
dagin, kappingin vardi
haldi eg at vit fingu svar frá
eini 500-600 ymsum per
son, sum
løtuni við
sonum, so vonandi Kunnu
vit aftur í ár hava eina tilika
kapping, sigur Rúni Jákups
son, sum saman við Heðini
Arge Jensen aftur fer í luft
ma í kveld og
verður at
hoyra tey komandi mongu
Y Í r
leygarkvoldin
Spurnarkapping, Beat Box og fløguumrødur er
nakað av tí, sum verður á skránni hjá
Náttarravnunum í ár