Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 188 — 6. OKTOBER 1998 tíðindablaðið Bilarnir eru í sóðum standi Hósdagin gjørdi løgreglan í Havn grein 13 kanningar bæði á landsvegnum úr Havn og norðureftir og inni í sjálvum hóvuðsstaðnum. Niðurstóðan er, at bilarnir sum heild eru í góðum standi SVEINUR TRÓNDARSON Hósdagin í farnu viku gjørdi løgreglan í Havn ferðslu- kanningar á landsvegnum norðanfyri Havnina og inni í býnum. Hetta vóru tær so- kallaðu grein 13 kanning- arnar, sum løgreglan hevur fyri at gera við millumbil- um Og niðurstóðan eftir kanningarnar var, at bilarnir í høvudsheitum eru í góðum standi, verður sagt av løg- reglustødini i Havn. Á landsvegnum vórðu umleið 300 bilar steðgaðir, men bert umleið tíggju pro- sent av teimum vóru skriv- aðir í svørtu bók. Bert 33 av 300 bilum høvdu brek, sum løgreglan metti vóru neyðug at skriva upp og bilførararnir fingu áheitan um, at fáa viður- skiftini í rættlag beinanveg- in. Smávegis brek Tað vóru tó ikki teir álvars- ligu feilirnir, sum vóru at síggja henda hósdagin. Tey afturvendandi brekini vóru niðurslitin dekk og lyktir, sum ikki lýstu sum tær skuldu. Men júst at hesir lutir eru í lagi heldur løgreglan hava sera stóran týdning, nú vet- urin stendur fyri durum. Mangan verður hált á vegunum tá veturin nærkast og tá er neyðugt at bilurin er væl skøddur. Er hann ikki tað, kann stórskaði standast av. I høvudsstadnum vóru umleid 200 bilar stedgadir og feilprosentið var á leið tað sama, sum tað var á landsvegnum. 25 bilar bóru brek, sum løgreglan vildi hava rættað og eins og norðanfyri vóru brekini nidurslitin dekk og ring ljós. Rusdrekkakoyring- in vindur uppå seg Tá hetta árið var hálvrunnið vóru færri bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning enn i fjør, og tað gav lógregluni vónir um at vit í ár kundu vísa á enn betri tól enn í fjør, men so varð ikki SVEINUR TRÓNDARSON Orðatakið sigur, at tað gongur ikki altíð, sum prest- ur prædikar og so er. Tá løgreglan í juli mánað gjørdi upp hvussu nógvir bilførarar vóru tiknir fyri at koyra við kenning visti tað seg, at talið var minni enn tað var seinasta ár. Og tá talið við ársenda plagar at verða júst tað dup- ulta av hálvárstalinum, so sá út til at tað í 1998 fóru at verða enn færri rúsdrekka- bilførarar tiknirS enn í 1997. Men so var ikki, ti i seinna hålvårid hevur løg- reglan tikið so nógvar bil- førarar, at talið longu nú er hægri enn tað var fyri alt 1997. I 1997 vórðu 48 bilførarar tiknir fyri at koyra vid kenn- in, og tað er hetta >markið<, sum farið er upp um longu nu. Tað er keðiligt, tí í summ- ar sá út til, at vit rættiliga høvdu tikið okkum saman og at tað bert vóru tey all- arfægstu, sum fóru í bilin tá tey hvødu drukkið ov nógv. Hetta vikuskiftið vóru fimm bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning í Havn. F ýra teirra vóru tiknir fríggjadagin, meðan ein teirra varð tikin leygardag- in. Tveir koyrdu uttan koyrikort Hóast tað í hesum landi er krav, at tú skalt hava koyr- ikort fyri at koyra bil, so eru nakrir bilførarar, sum halda, at teimum nýtist ikki at fylgja hesi reglu. Tveir slíkir vórðu uknirí Havn fríggjadagin og teir verða tiknir til viðgerðar av ákæruvaldinum í nærmastu framtíð. Leygardagin tók løgreg! an í Havn ein bilførara fyri at koyra ov skjótt. Hann sleppur í næramstu framtíð at flyta seg á annan hátt, ti hann koyrdi so skjótt, at koyrikortið rýkur sær ein túr. Tað sama hendi sunnu- dagin, tí tá tóku løgreglu- menninir enn ein fyri at koyra ov skjótt. Eisini hann koyrdi so skjótt, at hann eft- ir øllum at dóma missir koyrikortið missir kortið. Stjólu kort frá dómara F riggjakvøldid varð brotið inn i dómara í Havn JONHARD HAMMER Seinastu tíðina hevur verið tosað nógv um at fótbólts- dómararnir her heima hava verið ov raskir at fara í lumman eftir kortunum. Á- skoðarar úr eitt nú Klaksvík hava talað at - nú er nóg mikið, siga tey. Friggjkvøldid var so ein, sum tók sakina í egnar hendur. Ein fótbóltsdómari, sum skuldi dóma dagin eft- ir, var farin í biograf í Havn og hevði sett bilin frá sær á Vaglinum. Tá hann kom aftur í bilin høvdu ótangar verið í bilin- um og teir høvdu tikið task- una hjá dómaranum. Taskan stóð á framsetrinum í bilin- um. Dómarin meldaði tilburð- í bilin hjá einum fótbólts- in til løgregluna. Har vóru teir forvitnir at vita um dómarin so eingi kort heyði ti dagin eftir! Tað hevði so í øllum før- um eydnast at fáa fatur á einum gulum kortið, tí tað gav hann frá sær í dystinum dagin eftir. Um hann hevði nakað reytt kort við er okk- um ókent. Álopin í miðbýnum SVEINUR TRÓNDARSON Sunnudagin kom ein maður á gátt hjá løgregl- uni og meldaði ein mann fyri at hava lopið á í mið- býnum náttina til sunnu- dagin. Tann ålopni var í býn- um og var komin oman til Káta Hornið tå ein maður, sum hann als ikki kendi brådliga legði á hann. Tann álopni varð rendur um koll og meðan hann lá á vegnum varð hann spark- aður og slígin. So ógvuslígur var tilburð- urin, at tann álopni end- aði á sjúkrahúsinum Hetta er triðja viku- skifti á rað, at fólk verða álopin í miðbýnum í Havn og líkist ongum. Okkurt betri átti at verða at tíkist við eitt leygar- kveld enn at slåast við Atlantic Airways <;, Langt vikuskifti, hósdag - månadag Londo ***Forte Posthouse, Kensington. NYTT -um Aberdeen - lroknað prísin er ferð og uppihald á dupultkamari v Atgongumerki til musicals, teater, og fótt Galdandi til 22. okt. 98 Top Hote Hotel Cosmopole.............. Óltsdystir, kunr Ven =5450, ***Jarvis London Embassy, sn i 4 nætur mt, 285, lroknað prisin er ferð og uppihald á dupultkamari við morgunmati Til Reykjavíkar friggjad. til månad. Hotel Reykjavik lroknað prísin er ferð og uppihald á dupultkamari við n Ferðirnar kunnu bíleggjast á ollum ferðaskrivstovum = kring landið se Atlantic Airways Tel 333 900 - Fax 333 380 i 3 nætur 2.610,- orgunmat