mikudagur 7. oktober 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 — 7. OKTOBER 1998
tíðindablaðið
Richard Apostle í skúlanum í Porkeri:
SAæða artí
SOSU NNU NU
- Vit skulu gera sið-
Irnir meira gagnligir
fyri nútíðina
Professarin i samfelags- og mannfrødi, Richard Apostle, helt sunnudagin ein
åhugaverdan fyrilestur í skúlanum í Porkeri. Evnið bar heitið »Hvat kann ger-
ast fyri at menna eitt lokalsamfelag«
JOHN JOHANNESSEN
Sjålvt um åhoyrarafjøldin
ikki var tann heilt stóra, so
var tað ein rættuliga áhugað
åhoyrarafjøld, ið sunnu-
kvøldid var komin saman i
skúlanum í Porkeri at lurta
eftir fyrilestrinum hjá Rich-
ard Apostle. Hesin fyrilestur
var ikki ein trúðarligur fyr-
ilestur, sum navnið á mann-
inum kundi bent á, men ein
fyrilestur um, hvussu til ber
at menna útjaðaragkir í
smásamfelggum.
Partur av nýggja
skingardeplinum
að var tann nýggi gransk-
ingardepilin í Klaksvík, ið
hevði tikið stig til fyrilest-
urin í Porkeri, sum var
fíggjaður av Suðuroyar
Sparikassa. Richard Apostle
er nevniliga tann maðurin,
ið hesin nýggi gransking-
ardepilin ætlar at seta sítt
álit á, og hava stigtakararnir
tí gjørt avtalu við hann, um
at hann skal vera leiðari á
deplinum.
Richard Apostle er pro-
fessari innan samfelagsfrødi
og mannfrødi á Dalehousie
University í Halifax, og
hevur hann arbeitt nógv við
at kanna menningina av
småsamfeløgum. Hann hev-
ur millum annað í juni í ár,
í samstarvi við lærda há-
skúlan í Tromsg í Noregi,
útgivið eitt rúgvusmikið
|
verk um just hetta sama
evnið.
Vit líkjast nógv hinum
småsamfeløgunum
Apostle byrjaði fyrilesturin
við tosa um fiskivinnu-
kreppur í norður Noregi og
Kanada, ið eins og í Føroy-
um hava verið stórur smeit-
ur fyri samfelggini. Men,
sum hann segði, so hava tey
á hvør sín hátt roynt at koma
sær burturúr aftur kreppuni.
Hann greiddi frá stóru
kreppuni, ið rakti Kanada í
1992, tá ið toskurin við New
Foundland heilt hvarv. Og
hóast vit nú eru komin til
1998, so hevur ikki eydnast
stjórnini at koma við nakrari
loysn. Tí, sum hann segði,
so hevur stjórnin als ikki
verið fór fyri at viðgera
hetta málið nóg væl.
Harafturímóti, so hava
fólk í norður Noregi verið
fór fyri at fingið bilbukt við
fiskivinnukreppuni, ið rakti
tey í 1989, soleiðis at ein í
dag kann siga, at kreppan
hjá teimum endaði í 1993.
Apostle segði orsøkina
til, at kreppan í norður Nor-
egi endaði so skjótt var, at
norðmenn fóru beinan veg-
in inn og steðgaðu fiski-
skapinum á hóttu fiska-
stovnarnar. Har afturímóti er
stødan í New Foundlandi
tann, at stjórnin hevur brúkt
eina rúgvu av peningi fyri
at fáa fólk í aðrar vinnur enn
fiskivinnuna. Hetta hevur
ikki eydnast, og tískil er
kreppan bara versna, av tí
at so stór peninganøgd er
nýtt og einki fingið burturúr.
Gagnnýta
mentanarligu virðini
Eitt, ið Richard Apostle
kom nógv inn á, var týdn-
ingurin av okkara mentan-
arligu virðum. Hann legði
dent á, at eitt samfelag, sum
t.d. Føroyar, ið hevur eina
rúgvu av gomlum mentan-
arligum virðum, skal
stremba eftir at kunna gagn-
nýta hesi virðir vinnuliga í
nútíðarsamfelagnum.
Hann nýtti nógv orði em-
beddedness, tá ið hann tos-
aði um hesi mentanarligu
virðir. Hetta orðið merkir,
at vera inngrógvin í sam-
felagið. Besta dómi um,
hvat hetta í veruleikanum
merkir hevði Ólavur Waag
Høgnesen. Hann nýtti dómi
um gomlu 54 stødina i
Klaksvík. Fólkini, ið ar-
beiddu har, vóru so inn-
grógvin í arbeiðið og sam-
felagið, at væl bar til at
ringja til stødina og spyrja
um telefonnummarið hjá
elsta soninum hjá einum
ella øðrum gomlum manni
úr Klaksvík, uttan at neyð-
ugt var at ivast í at fáa svar.
Tað, ið Aposle vildi hava
okkum at skilja, viðvíkjandi
hugtakinum um at vera inn-
grógvin var, at vit mugu
ansa eftir, ikki at halda so
fast við tey gomlu virðini,
at vit ikki koma víðari.
Men, tað ið vit skulu gera
er, at vit skulu flyta okkara
gomlu virðir tilnútíðarsam-
felagið og gagnnýta tey á
bestan hátt har. Eitt dómi
um hetta var, at vit kunnu
nýta teir inngrógvnu egin-
leikarnar, ið fólk í smáum
samfeløgum hava viðvíkj-
andi tøttum sambandi við
hvønn annan til at samskifta
við onnur småsamfeløg
gjøgnum internetið. Gjøgn-
um internetid kundu vit so
skift imillum okkum roynd-
ir innan øll mugulig vidur-
skifti, ið småsamfeløg hava
felags.
Verið varin við-
víkjandi ferðavinnuni
Apostle helt, at vit skulu
vera varin viðvíkjandi ferð-
avinnuni í Føroyum. Vit
skulu ikki leggja okkum eft-
ir, at ferdavinnan skal gerast
tann heilt stóra bjargingin
fyri okkum.
Orsøkina til hetta segði
hann vera, at flestu størvini
innan ferðavinnuna eru lág-
lønt tænastustørv, ið hvørki
geva tað stóra avkastið i
lumman hjá tí einstaka ella
sum skattur í landskassan.
Týdningarmikið at kunna
Móti endanum tosaði Rich-
ard Apostle um, hvussu
týdningarmikið tað er, at
kunna nýta útbúgvin fólk úti
í útjaðaranum, eins og tey
verða nýtt á megingkjunum.
Hann nevndi, at tað var
farin fram ein verulig útflyt-
ing av ungum fólki burtur
frá útjaðaragkjunum í Kan-
ada. Orsøkina til hetta segði
hann vera teirri, at foreldrini
høvdu eggjað hesum ungu
til at nema sær útbúgving,
og tá ið tey vóru liðug við
útbúgvingina, so var einki
starv í útjaðaranum, ið tey
kundu nýta útbúgvingina til.
Ólavur Waag Høgnesen
greiddi síðani frá, at stóða
var tann sama í Føroyum,
og Apostle kom við teirri
loysn, at útjaðaragkini
kundu leggja seg eftir at
selja vitan gjøgnum inter-
netið. Á hendan hátt kundi
tað gjørst liviligt í útjaðar-
anum, eisini hjá fólki við
útbúgving, helt hann.
til Tiðindablaðið Sosialin
Hevur tú hug at royna teg á einum arbeiðsplássi,
har tað er ferð á allan dagin, har ein deadline er
ein partur av hverjum einasta arbeiðsdegi, og har
tú allatíðina fært nýggjar og spennandi uppgávur.
So er hetta kanska møguleikin hjá tær.
Vit hava brúk fyri blaðfólki til starv í blaðhúsinum
á Argjum beinanvegin. Vit bjóða eitt hendingarríkt
og fjølbroytt starv, har tú gerst partur av eini vælvirk-
andi redaktión, og sleppur at royna teg við alskyns
uppgåvum.
Tað er ein treyt, at tú dugir at orða teg lætt og neyvt
á føroyskum, at tú fylgir vid í ti, sum hendir og rørist
í okkara samfelag, og tað er ein fyrimunur um tú
hevur útbúgving sum blaðfólk ella líknandi útbúgving
Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til
teldur.
Tíðindablaðið Sosialurin er eitt blað, har tað hendir
nakað. Vit eru allatíðina úti um okkum, og fimm ferðir
um vikuna koma vit á getuna við einum nýggjum og
feskum blað. Umframt tað verður blaðið hvønn dag
eisini lagt á internetið.
Umsóknir við meguligum prógvum og viðmælum
skulu sendast til:
Tíðindablaðið
Sosialurin,
Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Viðmerkjast skal »umsékn«
Hevur tú hug at frætta nærri um okkara tilboð,
kanst tú venda tær til Jan Múller, blaðstjóra, á
telefon 311820.
Tíðindablaðið
SOSIALURIN
www.sosialurin.fo
P.O. Box 76 - 110 Tórshavn
Tlf. 3118 20 - Fax 31 47 20
Sosialurin er eitt livandi og spennandi arbeiðspláss. Her
starvast í dag uml. 25 fólk. Uppgåvurnar eru bæði áhugaverðar
og fjølbroyttar. Blaðið kemur út 5 ferðir um vikuna
Á prentsmiðjuni, sum er partur av fyritøkuni, verða umframt
Sosialin eisini prentað onnur blød. Sosialurin umsetti í fjør fyri
stívliga 8 mill. kr.