mikudagur 7. oktober 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 189 — 7. OKTOBER 1998
Ársfrágreiðin gin 1997:
Javnstødulogin
framvegis brotin
ur a MEgINregluna í
ast á folkun
nógvar fyrispurningar um
lógini
Vegna kyn
Landsstýrið ger framhaldandi
brot á grein 8 í javnstóðulógini
og velur umboð í nevndir og
ráð í stríð við lógina
TURIÐ KJØLBRO
Stórur partur av virksem-
inum hjá Javnstødunevnd-
ini í fjør var at gera vart við
brot á grein 8 í lógini, sum
snýr seg um val av umboð-
um í neyndir og ráð. Lands-
stýrið ger framhaldandi brot
á lógina. Í februar í 1996
klagaði Javnstødunevndin
landsstýrið fyri landsstýris-
målanevndina, og gott og
væl hálvt annað ár seinni, í
september í fjør, kom nidur-
stødan frá kanningarstjóran-
um, sum landsstýrismála-
nevndin setti at kanna mál-
ið. Staðfest vórðu fleiri brot
á lógina. Eftir hetta varð
boðað landsstýrinum frá, at
vend skuldi koma í og sam-
starv fåast í lag við Javn-
Javnstóðuneyndin ókta játtan komandi ár:
Setir fólk at taka sær
av javnstødumålum
Tíðaravmarkað sigur landsstýrið, men tað ber ikki til, sigur Javnstóðu-
nevndin.
stødunevndina. Síðani hev-
ur landsstýrið í fleiri fórum
vent sær til Javnstødu-
nevndina um vegleiðing og
stødutakan í itøkiligum
målum, men eingin føst
mannagongd er gjørd, so
sum landsstýrið segði seg
ynskja.
Hetta stendur í ársfrá-
greiðingini fyri 1997 hjá
Javnstødunevndini; í ritin-
um verður eisini greitt frå
arbeidssetninginum hjá
nevndini og tikið verður
saman um virksemið.
Kynsbýtið
Um enn eingin føst manna-
gongd er, fylgir Javnstødu-
nevndin væl við, hvussu
kynsbýtið er, tá ið lands-
stýrið velur fólk í nevndir
- Nær hevur nakar avrikað ella víst á arbeiði, har brótast skal upp úr nýggj-
um eftir bert einum ári, spyr Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstødu-
neyndini.
TURIÐ KJØLBRO
Um ikki viðrák við enda-
málinum lógini, kann
Javnstødunevndin fegnast
um, at hon hevur vidråk í
fíggjarlógaruppskotinum
fyri komandi ár. Játtanin til
neyndina, sum í fjør var
175.000 og í ár 200.000
verður komandi ár 263.000
krónur. Javnstødunevndin
hevur ætlan um at seta eitt
starvsfólk í hálva.tíð í eitt
ár í Almanna- og heilsustýr-
ið ul at taka sær av javn-
stødumålum burturav
Í ársfrágreiðingini fyri
farna ár sigur nevndin, at
uppgávurnar eru so nógvar,
bæði um uppsøkjandi,
kunnandi og útinnandi ar-
beiði. Slíkt arbeiði kann ikki
gerast bert sum nevndar-
arbeiði. Neyðugt er tí við
løntum fólki burturav at
taka sær av hesum. Og fyrr
enn játtan fæst ul fólk at
taka sær av støðugt vaks-
andi javnstøduarbeidinum,
verður arbeiðið ikki gjørt til
lítar. Hetta hevur Helena
Dam á Neystabø, lands-
stýriskona við ábyrgd av
javnstóðulógini, tíkið til
eftirtektar, tí í fíggjarlógar-
uppskotinum fyri næsta ár
hevur hon hækkað játtanina
soleiðis at Javnstødunevnd-
in fær sett fólk
- Vit hava støðugt yvir
fyri landsstýrinum víst á
tørvin á at seta fólk at ar-
beiða við javnstødumålum.
Umsíðir tykist sum játtanin
á fíggjarlógini verður so, at
pláss kanska verður fyri
hálvum fólki. Eg havi fyrr í
ár tosað við landsumsiting-
ina um hverjar hugsanir
javnstødunevndin hevur
havt um starvsfólkasetan og
hverjar treytir viðkomandi
skal lúka. Eisini skal undir-
strikast, at fólkið verður sett
av Javnstødunevndini sum
stovni undir landsstýrinum
og ikki sum eitt starvsfólk
hjá Almanna- og Heilsu-
deildini. Hvar viðkomandi
skal húsast er ikki stóða tik-
in til enn, sigur Turið Debes
Hentze, forkvinna í Javn-
stødunevndini.
Hvi starvid bert er av-
markað til eitt ár, sigur for-
kvinnan í neyndini.
- At setanin er avmarkað
til eitt ár kenni eg onki til.
Hatta er nakað landsstýrið
hevur funnið uppá, og tað
kann lættliga vísa segat vera
óheppið við slíkari avmark-
ing. Ein slík avgerð tykir
mær eitt sindur illa umhugs-
að, tí nær hevur nakar av-
rikad ella víst á arbeiði, har
brótast skal upp úr nýggjum
eftir bert einum ári. Ein slík
avmarking kann eisini
skerja munandi um møgu-
leikarnar at finna tað rætta
fólkið til starvið. Og tað
havi eg undirstrikað fyri
landsstýrinum meiri enn
eina ferð, at tað fólkið, sum
setast skal ikki bert skal set-
ast at gera vanligt av-
greiðsluarbeiði. Hetta er eitt
starv sum krevur eitt fólk,
sum hevur visiónir, dugir at
føra tær út í lívið, dugir at
gera arbeiði sjónligt, her-
undir at samstarva við fjøl-
miðlar og tílíkt og tí eisini
hevur hug og evni at arbeiða
sjålvstødugt, sigur Turið
Debes Hentze.
Javnstødunevndin er ein
sjålvstødugur myndugleiki.
Samstarvið við landsstýrið
gongur um Almanna- og
heilsumáladeildina, og tað
inniber m.a. at Javnstødu-
nevndin, tå ið hon gerst
kunnug við evni, sum lands-
stýrið eigur at taka til um-
hugsunnar etta at 'broyta,
og ráð. Í ársfrágreiðingini
er yvirlit yvir kynsbýtið í
nevndum og ráðum undir
landsstýrismálastýrunum.
Har eru 92 konufólk og 272
mannfólk við ávikavist 23
og 85 eykavaldum. Tað
hevur gingið striltið at fáa
yvirlit yvir býtið og sum
oftast frættir Javnstødu-
nevndin um, hvussu nevnd-
ir og ráð verða mannað, í
fjølmidlunum.
Kærur
Meginparturin av arbeidin-
um hjå Javnstødunevndini
hevur verid at svara fyri-
spurningum og í fjølmiðlum
at gera vart við øki og mål í
samfelagnum, har javnstød-
an millum kynini eigur at
havast meiri í huga og eisini
útinnast í verki. Rættiliga
nógvir fyrispurningar eru
um javnstødulégina, har
vist verdur å meginregluna
í lógini um, at „mismunur
ikki má gerast á fólkum
vegna kyn“ ella við at bein-
leiðis verður víst til aðra
grein.
Støðugt nógvar áheitanir
eru um viðurskifti, orsakað
av regluni í skattalógini um
samskatting av hjunafeløg-
um. Vid bruttoskattaskip-
anini eru kona og maður
skattliga leys av hver
øðrum. Hetta er í fullum
samsvari vid javnstóðulóg-
ina.
Javnstóðuneyndin fær
eisini nógvar áheitanir frá
kvinnum, sum ikki góðtaka,
at inntøka av útleigu av hús-
um, sum standa í
teirra
boðar landsstýrinum frá
hesum.
Tvey kyn, somu kor
Partur av arbeiðssetningin-
um hjá Javnstødunevndini
er at kunna um endamálið í
javnstgðulógini. I tí sam-
bandi hevur hon latið gjørt
ein lítlan bókling, sum eitur
„Tvey kyn - somu kor“, ið
er ætlaður at eggja til økt
tilvit um sidbundnar leik-
lutir og fastlæstar hugsunar-
hættir hjá báðum kynum. Í
bóklinginum verður eitt nú
navni og kanska enntá sum
teirra serogn, verður løgd
afturat inntøkuni hjá mann-
inum, og somuleiðis at hall
av hesi útleigu bert kann
dragast frá inntøkuni hjá
manninum.
Til tað hevur Javnstødu-
nevndin sagt, at skattalógin
er serlóg, sum ikki er í sam-
svari við ta yngru javn-
stóðulógina, sum er ein
rammulóg, sum ú ikki kann
koma ístaðin fyri skattalóg-
ina. Tí eigur skattalógin at
verða broytt til at verða í
samsvari við javnstóðulóg-
ina.
Umframt hesi itøkiligu
mál fær Javnstødåunevndin
eisini fyrispurningar um
starvssetan og -uppsøgn,
um hvussu starvslýsingar
skulu vera orðaðar og
mangt annað.
I årsfrågreidingini er yvir-
lit yvir kynsbýtið í nevndum
og ráðum undir landsstýris-
málastýrunum, ein frágreið-
ing um barnsburðargrunn,
ein fyrilestur eftir Kristen
Brix, sum er limur í Javn-
stødunevndini, um margi-
nalisering, ein fyrilestur
eftir Turið Debes Hentze,
forkvinnu i Javnstødu-
nevndini, um hvønn tydn-
ing javnstødulégin hevur,
umframt skjøl år bræva-
skifti, reglugerð fyri javn-
stødunevndina og sjál
javnstóðulógin.
Í Javnstødunevndini sita
Turið Debes Hentze, for-
kvinna, Aslak Tausen, Jón
Hestoy, Jancy Olsen og
Kristen Brix
greitt frå, hvussu føroyski
arbeiðsmarknaðurin er
kynsbýttur umframt víst á
spurningar, sum setast
kunnu tí einstaka arbeiðs-
plássinum til tess at lýsa
javnstøduna á arbeiðspláss-
inum. Eisini eru dómi, sum
lýsa viðurskifti og áskoð-
anir, sum antin kunnu
fremja ella forða fyri, at
kvinnur og menn koma at
arbeiða undir somu korum.
Tað ber til at fáa fatur á
bóklinginum við at venda
sær til Javnstóðuneyndina.