mikudagur 7. oktober 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 — 7. OKTOBER 1998
tíðindablaðið
Giktafelagið fylti 50 ár leygardagin:
Væleydnað tiltak
i Giktafelagnum
Norðurlandahúsið var karmur um fjóltáttaða tiltakið hjá Giktafelagnum, har
fyrilestrar, framsyningar og kvøldseta var á skránni. Umleið 250 fólk vóru til
fyrilestrarnar um dagin, og eins nógv á Kvóldsetuna sama kvøld
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
— Nú eru vit vorðin 50, og
fara at leggja hetta tíðar-
skeiðið aftur um okkum, og
líta frameftir, sigur Leila
Solmunde, formaður í Gikt-
afelagnum.
Hon situr sjálv í koyri-
stóli, men tað forðaði ikki
henni ella felagnum í at
fyriskipa tiltakið, sum bert
hevur fingið góð viðmæli
Fyrilestrarnir vóru um
giktasjúkur í 100 ár, sum
Jón Thorsteinsson, profess-
ari í Íslandi, helt. Her var
viðgerðin mest hiti og vatn,
sum íslendingar brúktu fyrr
í tíðini
Hin fyrilesturin var um
nútíðar viðgerð og heilivág
í framtíðini, sum danin
Jørgen Petersen, reumato-
logur, dr. med. helt seinna-
partin
Gav giktasjúkum vónir
Leila Solmunde heldur, at
danski fyrilesturin gav gikt-
asjúkum vónir, av tí at hann
greiddi frá royndunum at
finna nýggjan heilivág. Eis-
ini tosaði Jørgen Petersen
um møguleikan at koppseta
fólk móti giktasjåkum, sum
í nókrum fórum verða mett
ar at vera arvaligar.
Framsýningin = »Ullint
plagg og ullvørur» varð ser-
stakliga væl vitjað, og tí
hevur Giktafelagið gjørt av
at seta framsýningina upp
aftur í MBF húsinum, har
hon er opin hesa vikuna.
Seinasti dagur er leygardag-
in. Framsýningin er opin frá
kl. 14 - 20 hvønn dag.
— Framsyningin er ikki
bert fyri fólk vid giktasjúk-
um. Felagið hevur skipað
fyri framsýningini og fingið
virkir og einstaklingar at
lata lutir. Tað er ótrúligt, so
vekur og smart klæðini eru,
sigur Leila Solmunde.
Formaðurin í Giktafelag-
num sigur, at tað var strævin
uppgáva at skipa fyri tiltaki-
num, men at tað var stríðið
vert, tá tað eydnaðist so væl.
Hjálpa sjúklingum við
ymsum giktasjåkum
Eingin veit hvussu nógv
fólk hava giktasjukur í Før-
oyum, tí tað eru so nógv
ymisk sløg at talan um eina
fólkasjúku
Um felagsarbeiðið í fram-
tíðini, sigur Leila Solmun-
de, at tey nú fara at arbeiða
fyri m.a. at skipa fyri við-
gerðarferðum, og fyri at
skipa fyrilestrar um ymsu
giktasjúkurnar, serliga fyri
barnaliðagikt og fibromyal-
gi og bindivevsjúkur, sum
eisini verða flokkarðar und-
ir giktasjåkum.
— Vit fara at finna fram til
teir ymsu giktabólkarnar og
arbeiða við slíkum, sum
ikki bert er slitgikt og liða-
gikt, sigur Leila Solmunde.
— Eitt nú er tørvurin at fáa
venjing í heitum vatni ógv-
uliga stórur. Hetta verður
gjørt í svimjihøllum, men
tað er torført at sleppa fram-
at. Tað er eisini kostnaðar-
mikið at hita vatnið í stór-
um svimjihylum, har vatn-
ið helst vera eini 36 hita-
stig, fyri at gagna giktasjúk-
lingum.
— Vit hava hugartil fingið
innivst í svimjihylum á
sjúkrahúsum og ellisheim-
um, men vit kundu hugsað
okkum at sloppið til venj-
ingar aftaná arbeiðstíð, av
tí at ikki øll giktasjúk hava
møguleika at fara til venj-
ingar í arbeiðstíðini, sigur
Leila Solmunde og leggur
aftrat, at hetta fer felagið at
arbeiða fyri frameftir.
Nógv fólk vitjaðu Gikta-
felagið á 50 ára haldinum
Her síggjast nókur almenn
umboð. Vinstrumegin
Jákup Mørkøre,
sjúkrahúslstjóri, Torger og
Heri Mørkøre, lands
apotekari, Helena Dam å
Neystabø, lands
styrismadur og Doris
Hansen, formaður í MBF
Koyristólar er partur av
gerandisdegnum hjá
nøkrum giktasjúkum, og
soleiðis eisini hjá Johan
Samuelsen, lærara á
myndini, og Leilu Sol-
munde. Her heilsar
Vigdis Johannesen,
fakfelagsformaður, upp á
formannin í Gikta-
felagnum
Framsyningin »Ullint
pløgg og ullavørur» var
sera væl vitjað. Nú er
framsýningin flutt í MBF
húsini, har hon er opin til
og við leygadegnum. frá
kl: 14 20 hvønn dag
; 4
Leila Solmunde, formaður í Giktafelagnum, setti leygar
dagin stevnuna í Norðurlandahúsinum