Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 192 — 10. OKTOBER 1998 Bygnaðarbroytingarnar tíðindablaðið SANNA &. ur á Landssjúkrahúsinum: Triggjar høvudsdeildir m » a Landssjúkrahúsinum Herfyri varð uppskot til bygnaðarbroytingar á Landssjúkrahúsinum lagt fram. Tað er Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari, sum hevur fingið til uppgávu at gera uppskotið. Hann vónar eisini, at broytingarnar kunnu fremjast um ikki so langa tíð DAGNY JOENSEN Tað hava verið kanningar og uppskot til broytingar í bygnaðinum á Landssjúkra- húsinum í fleiri ár, men einki er spurt nurtur úr. Einaferð var DIOS-kann- ingin gjørd, og ælanin var at nýta hana sum grundarlag fyri bygnadarbroytingar nar. Síðan komu onnur upp- skot - pre-DIOS og post-DI- OS og hvat ymsu uppskot- ini kallaðust. Broyta bert ein part av deildunum Nýggja uppskotið um bygn- aðarbroytingarnar, er ikki rúgvusmikil lesnaður. Bert tvær A4 síður. Hetta er gkið, sum liggur beinleiðis undir sjúkrahúsleiðaranum og er eitt yvirlit yvir, hvussu hann kundi hugsað sær, at arbeið- ið á Landssjúkrahúsinum varð skipast. Hvørt hetta uppskotið er av slíkum slag, at starvs- fólkið skal taka stóðu til tað, ella um hetta er ein arbeiðs- Leiðari húsókinum DAGNY JOENSEN Í gjár var Marjun Restorff, sjúkrasystir, sett sum leið- ari á D7 á Landssjúkra- husinum. Hetta er deildin fyri sen- il dement, sum um stutta tíð letur upp í bygningin- um, har Eirargærður áður hevdi til á Landssjúkra- økinum. å deildina fyri ellisbrekad Nú verður lýst eftir starvsfólki til deildina fyri senil dement, sum um stutta tíð letur upp á Landssjúkra- settur Marjun Restorff er sjúk- rasystir, og hevur í nógv ár starvast á røktardeildini á Landssjúkrahúsinum. Enn er ikki greitt, nær nýggja deildin letur upp. Nú verður sekt eftir starvsfólkitil nýggju deild- ina, verður upplýst í Al- manna- og Heilsumála- stýrinum. setningur, sum skal setast í verk, var ikki gjørligt at fáa nærri vitan um, áðrenn blaðið fór til prentingar. Eftir hesum uppskotinum er ætlanin at skipa Lands- sjúkrahúsið í tríggjar meg- indeildir. Tað er mediskin- ska deildin, skurðdeildin og psykiatriska deild. Á hesum deildum er størsti parturin av virkseminum á Lands- sjúkrahúsinum. Seinni er ætlanin at, at hini økini, sum eru eygna- deildin, oyra-næsa- og háls- deildin, tannlæknin, pato- logurin, rannsóknardeildin, røntgendeildin, terapiin og sjúkraflutningurin, skulu samskipast seinni. Í viðmerkinguum til upp- skotið verður sagt, at teir tríggjar høvudsdeildirnar verða skipaðar við yvirlæk- na og deildarsjúkrasystir ella yvirsjúkrasystir. Henda leiðslan skal, umframt um- sitingarligu ábyrgdina, eis- ini luttaka beinleiðis í sjúkr- arøkt, eins og teir leiðandi yvirlæknarnir í sínum virki. Leiðandi yvirlæknin og leiðandi deildarsjúkrasyst- irin og sjúkrahúsleiðarin eru tilsamans leiðslan í megin- deildunum. Leiðslufundur skal vera hverja viku. Nakrar deildir halda fram sum áður Tær deildirnar, sum ikki eru umfataðar av broyting unum, halda fram at virka sum í dag. Tó skulu reglu- ligir fundir verða við sjúkra- húsleiðaran, fyri at kunna um gongdina á deildunum. Sjúkrahúsleiðarin skal eis- ini vera við til at taka neyð- ugar avgerðir av umsiting- arligum slag. I teimum førum har sjúk- rahúsleiðarin er í iva um, hvussu eitt mál, sum ósemja er um, skal avgreiðast, ráð- førir hann seg við Almanna- og Heilsumálastýrið. Uppgávurnar hjá núver- andi fyristødukvinnu verða lagdar til leiðandi deildar- sjúkrasystrarnar ella yvir- sjúkrasystrarnar og til sjúk- rahúsleiðaran, og hevur við sær endaliga avtøku av gamla bygnaðinum. Eingin sjúkrasystra- stjóri í uppskotinum Ongastaðni í uppskotinum verður = sjúkrasystrastjóri nevndur. Maria á Dul, starvsfólka- leiðari í Almanna- og Heils- umálastýrinum, sigur við Sosialin, at tann spurning- urin ikki er avgreiddur enn. — Málið um sjúkrasystra- stjóra er til umrødu í løtuni. Av ti at sjúkrasystrastjórin skal verða stjóri fyri øll sjúkrahúsini, er hetta part- ur av samlaða bygnaðinum. Enn er ikki avgjørt, hvar sjúkrasystrastjórin skal set- ast í heilsuverkinum, men hugsandi verður tað í Al- manna- og heilsumálastýr- inum, sigur Maria á Dul Arbeiðið við at broyta bygnaðin, hevur vart í eini seks ár. uttan tó at nakað í tøkiligt komburtur úr So fekst semja um, at seta ein sjúkrahúsleiðara, sum skuldi hava til uppgávu at gera uppskot um, hvussu framtíðar bygnaðurin skuldi vera. Jákup Mørkøre, sjúkra- húsleiðari, sum hevur gjørt nýggja uppskotið, vil ikki gera viðmerkingar til málið Hann heldur, at orðaskiftið um framtíðar bygningin skal verða innanhýsis á Landssjúkrahúsinum, áðr- enn farið verður í fjølmidl- arnar. Kortini vónar Jákup Mør- køre, at uppskotið verður væl móttikið, og at broyt- . ingarnar kunnu fara fram innan alt ov langa tíð. NOA NOA "Hinumegin vegin": og stivlar SVARTIR, NÅTUR, ZEBRA- MYNSTUR PALLADIUM i Tréndargøtu tlf. 318200 NN