mikudagur 14. oktober 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 194 — 14. OKTOBER 1998
/1
Á
23 .
+
UNG 98:SOSIALURIN
Nr. 26
14. okt. 1998
Góðar og ringar
fyrimyndir
Terji Nielsen
Øll hava vit havt onkra fyri-
mynd í lívinum. Hjá ungfólki
og børnum er tað sum oftast
onkur kendur tónleikari, ein
kendur fótbóltsspælari ella
onkur vælumtóktur sjónleikari.
Hjá summum er tað tíverri so,
at fyrimyndin fær ein ov týð-
andi leiklut í lívinum hjá per-
sóninum, og hetta ger, at talan
nærmast verður um eina av-
gudadyrkan. Tað finnast ótelj-
andi dømir um, at ungfólk eru
komin illa fyri, tí at tey hava
lagt so nógva orku í at "dyrka"
sínar fyrimyndir.
Góða ávirkan
Tær flestu fyrimyndirnar hava
tó eina góða ávirkan á tey, sum
hava hesi kendu fólkini, ella
hver tað nú einaferð er, sum
fyrimynd.
Óteljandi ungir dreingir ganga
við einum dreymi í búkinum,
um at teir einaferð skulu gerast
eins góðir og kendir fótbólts-
spælarar sum eitt nú David
Beckham, Michael Owen ella
bara okkara egni Todi Jónsson.
Hetta sama er galdandi innan
fyri nógvar aðrar ítróttargrein-
ar.
Av hesi orsøk gera tey ungu
nógv við at venja ítrótt, og
summi teirra fáa sær kanska
eisini ein sunnari livsstil, so at
tey kunnu gerast enn betur á
sínum eki.
Hetta er jú ikki av tí ringa,
men tað skal tó ansast eftir, at
tað ikki blívur ov nógv av tí
góða, tí at tað eru jú eisini
mørk fyri, hvat likamið
hjá einum 15 ára gomlum
dreingi, sum stendur í vokstri,
tolir. Tí skal ein verða varin
við, at tey íkki venja ov mikið.
Ringa ávirkan
Sum ådurnevnt, so eru tað
eisini nógv demir um, at fyri-
myndir kunnu hava ringa á-
virkan á ungdóm. Lat tað tó
verða sagt beinan vegin, at tey
flestu av fyrimyndunum kunnu
ikki dragast til svars fyri, at
teirra persónur kann hava ringa
ávirkan á lívið hjá einum tann-
áringi heima í Feroyum.
Tó eiga hesi kendu at ansa sær
Tey eru vitandi um, at alheims
slaturpressan altíð er í hølun-
um á teimum, og um tey gera
okkurt býtt, so veit allur heim-
urin tað dagin eftir
Ein álvarsligt mál, sum er vert
at nevna í hesum sambandi, er
útsjóndin hjá nógvum av hes-
um fyrimyndunum. Tað er
eingin loyna, at fleiri av
fyrimyndunum hjá ungum
gentum eru allar tær vakru
modellirnar, so sum Naomi
Campbell, Claudia Schiffer,
Helena Christiansen og Kate
Moss. Felags fyri allar hesar
áðurnevndu vakurleikakvinnur
er, at tær eru sera klænar. Mót-
aheimurin krevur av sínum
modellum, at tær skulu verða
klænar, og hetta hevur sína
ávirkan á nógvar ungar gentur
kring allan heim.
Allar ungar gentur hava ein
dreym um einaferð at gerast
modell. Tískil ansa tær sera
væl eftir, at tær ikki taka upp á
og gerast ov tjúkkar. Hetta
hevur ført til fleiri dømir, har
ungar og vakrar gentur hava
ansað sær ov væl eftir, hvat ið
tær hava etið, og fleiri av teim-
um eru vorðnar álvarsliga sjúk-
ar. Tað eru fleiri demir um, at
ungar gentur hava fingið ano-
rexia, og hetta er ein rættiliga
álvarslig sjúka. Tær flestu av
hesum gentunum hava havt
stórar trupuleikar við at sleppa
av við sjúkuna aftur, og tað
hevur tikið teimum drúgva
ið at gerast frískar.
Abyrgdin hjá
fyrimyndunum
Tað er heilt greitt, at tað hvílir
ein stór ábyrgd á herðunum á
teimum mongu fyrimyndunum,
sum ung hava. Tær heilt stóru
stjørnurnar eru greiðar yvir, at
tað finnast túsundtals av ung-
um kring allan heim, sum sígg-
ja upp til teirra, og tí skulu
stjørnurnar verða verdugar at
síggja upp til
YNGD í dag:
>
- Teitur jassar!
- Uttan úr heimi
- Listarnir
Tey flestu ungu hava eina ella
aðra fyrimynd. Hverjar eru
hesar, og
hverja ávirkan hava
fyrimyndir á ung
Úttan iva eru tað nógv, sum til
demis hava eitt nú Liam Gall-
agher úr Oasis sum fyrimynd,
men hann er neyvan nøkur
verdug fyrimynd at hava, tá ið
man hugsar um hansara livs-
stil. Vit hava jú øll hoyrt um,
hvussu hann er nidurundur-
komin i råsevnismisnytslu,
umframt at hann er kendur fyri
at oydileggja kømurini å teim-
um gistingarhåsum, ið hann
vitjar á sínum konsertferðum
kring allan knettin.
Tað skal eisini havast í huga,
at nógv ung royna at líkjast
sínum fyrimyndum, tá ið tað
kemur til klæðir. At stjørnur-
nar hava nógvar pengar at
keypa dýr klæðir fyri er klárt,
men tað eru ikki øll foreldur,
sum hava ráð til at keypa teirra
bernum slík klæðir, ella bara
tað sum minnir um
Tað er tó ikki tað stóra at gera
við hetta, tí tað fara altíð at
verða bæði góðar og ringar
fyrimyndir til í heiminum