Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 195 — 15. OKTOBER 1998 Leikarafelag Føroya: tíðindablaðið SOS—AluMn Leitar eftir ungum manni Síðst í hesum mánaðinum verð- ur upptókuroynd til nýskrivaðan sjónleik, og í hes- um sambandi sóknast Leikara- felag Føroya eftir ungum mannligum leikara í aldrinum 18-26 ár Súsanna Tórgarð - her saman við dóttrini - verður leikstjóri í nýggja leikinum, sum fyribils eitur Vitapassarin TURIÐ KJØLBRO Leikarafelag Føroya leitar eftir einum ungum mann- ligum sjónleikara. Tað er i sambandi við, at felagið fer undir at seta upp ein ný- skrivaðan føroyskan sjón- leik. Upptøkuroynd verður longu leygardagin 31. okt. Ahugin fyri at spæla sjón- leik millum ung er stórur og eingin ivi er um, at millum hesi eru fleiri sera evnaríkir sjónleikarar. Upptøku- royndin fer at geva einum teirra møguleika at royna seg sum yrkissjónleikara. n Sjónleikurin, talan er um, er Vitapassarin eftir Rakel Helmsdal. Heitið er ikki av- gjørt endaliga enn, tí leik- urin er ikki liðugt skrivaður. Leikurin fer fram á einum vita. Á vitanum búgva vita- meistarin, kona hansara og 16 ára gamla dóttir teirra. Tveir serfrødingar koma á vitan við teimum grindu- num at niðurleggja hann. Tann eini serfrødingurin er tilkomin, hin er ungur, mill- um 18 og 26 ár, og tað er til henda leiklutin, Leikarafel- agið sóknast verður eftir leikara. Leikurin verður fyrsti stóri leikurin, ið verður sett- ur upp í nýggja sjónleikar- húsinum á Meiarínum. Verkætlanin er á nógvar mátar nýskapandi og mann- ingin eru øll føroyingar, frá rithøvundi, leikstjóra til teknikkarar. Upptøkuroyndin verður á Meiarínum í Havn og tekur ein dag. Byrjað verður kl. 10.00 við felagsupphiting, venjingum, improvisatión 0.Ø. Seinnapartin verður einstaklingaarbeiði, t.d. við teksti, sum viðkomandi fær tilsent áðrenn. Sjálvar byrja 4. januar og frumsýn- ingin av leikinum verður 6. mars. Hetta tíðarskeiðið verður arbeiðstíðin vanliga gerandisdagar frá kl. 9.00 til 16.00, tó má roknast við venjingarnar * longri arbeiðstíð móti end- anum av venjingartíðar- skeiðnum. Sýningar vera 3 -4 kveld um vikuna allan mars og apríl mánaða, og møguliga nakað inn í mai. Leikurin verður fyrst spældur í Havn og síðani verður farið at ferðast kring landið. Upptøkuroyndin verður leygardagin 31. oktober á Meiarínum í Havn. Til- melding fer fram á Leikar- afelag Føroya og síðsta freist at tekna seg er 23. ok- tober kl. 16.00. Ragnhild 60 ár Ragnhild Sørensen, fóroyingurin í býráðnum í Sorø, verður 60 ár fríggjadagin TURIÐ KJøLBRO Í morgin verður Ragnhild Sørensen í Sorø 60 ár. Hon er ættað úr Kaldbak og gentueftirnavnið er Reinert. Ragnhild flutti til Danmark- ar í 1959 og hevur líka síð- ani búð í Sorg. Øll árini hevur hon verið sera virkin. Hon situr nú triðja valskeiðið á rað í bý- ráðnum í Sorg, umboðandi sosial demokratarnar. Hon situr í mentanarnevndini í býráðnum, og í sonevndu pbs-nevndini, ið tekur sær av børnum, ið koma illa fyri. Farna valskeið sat hon í nevndini, sum skuldi fáa arbeiðsleysum arbeiði til vega. Henda nevndin er nú nidurløgd, tí einki arbeiðs- loysi er í kommununi. Umframt hesi størv í bý- ráðnum situr Ragnhild sum formaður í nevndini fyri Sorg Amtsmuseum, sum formaður fyri musikskúlan í Sorø, og í skålanevndini fyri Sorg Akademi, har nógvir góðir, gamlir føroy- ingar hava gingið gjøgnum tíðirnar. Umframt er hon formaður í Føroyingafelagnum á Vestursælandi og limur í nevndini fyri St. Olavskirkj- ulið. Ragnhild arbeiðir á ein- um stovni fyri sinnissjúk, men 1. nov. fer hon frá við eftirløn, tí sum hon sigur, fær hon meiri tíð at taka sær av øllum tí, hon er uppii. - Tá kann eg koma til Før- oyar, tå eg vil, sigur Ragn- hild. Ragnhild er gift Erling Sørensen og tey eiga børn- Ragnhild Sørensen, býráðslimur i Sorø ini Olav, Ullu og Elin, og barnabørnini Signe og Andreas. 60 åra fødingardagurin verður hildin í Slaglille- Bjernede Forsamlingshus frá kl. 14.00. Vit ynskja Ragnhild til lukku við deg- num. ALT Á EINUM STAÐ æ“ 5 Tel 319767 Út úr håsinum: Hvønn dag frå kl. 17 - 22.30 Í matstovuni: Sunnudag til fríggjadag frá kl. 17 - 22.30 BÓNDASTEIK Steikt í kryddblandi og við kryddsmeri ENSKUR BÚFFUR v/ brúnari sós og leyki FRANSKUR BÚFFUR v/ persillusmøri T-BONE STEAK v/ kryddsmøri RIO BRAVO STEAK v/ ananas og paprikasmøri Allir kjøtverdir verða borðreiddir vid grønmeti og bakaðum epli NÝTT. Rio Bravo matstovan hevur nú opið hvort friggjakvøld til kl. 02.00 og hvort leygarkvøld til kl. 03.00. Nógvir spennandi rættir at fáa. Fonde: hvørt friggjakvøld frå kl. 19.00-24. 00 Hvussu kanst tú lata vera ? << Fondue: Et alt tað, tú orkar, fyri einans 70,- kr. Atgongumerki til Casablanca íroknað. Vinarliga bílegg borð áðrenn á tel 31 97 67. Friggjakvøld ókeypis atgongd Diskoteque hvørt friggjakvøld og leygarkvøld til kl. 03.45. (Dyrnar lata aftur kl. 02.30) Slepp undan biGirødini! Nú kunnu gestir vid stamkorti sleppa inn við Sverrisgøtu ALT Á EINUM STAÐ Tel 31 97 67